Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 131 - 11. juli 2007 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Jarðarferðin hjá Svenningi Jacobsen, ættaður úr Mykinesi, búsitandi í Havn, verður úr Kirkjugarðskapellinum hósdagin klokkan 13. Andlát og jarðarferðir Hervið verður gjørt kunnugt fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, svigarmamma, omma, svigaromma og langomma okkara Jastrid Olsen vanliga nevnd Jastrid á Toft ættað úr Dali, búsitandi á Bornholm andaðist í heiminum sunnudagin 8. juli, 83 ára gomul. Familjunnar vegna Maj-Brit og Erik Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæri bróðir og svágur okkara Angus Napoleon Olsson andaðist og varð jarðaður. Tøkk til talarar, sangarar, urguspælara og berarar. Ein serstøk tøkk til heimarøktina og starvsfólk á B7 og 8. Tøkk fyri uppringingar, blómur og kransar. Tøkk tit øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Tøkk til tær, ið hjálptu til við ervið. Vegna familjuna Jasstrid, Ruth og Moody Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymiskan hátt heiðraðu okkum á 85 og 80 ára døgum okkara. Bestu heilsanir Poulina og Leivur Tann 18 august hevur Dávaslagið ættar­ stevnu. Eftirkom­a­ rarnir hjá Gam­la Dáva í Sørvági fara at skipa fyri ættarstev­ nu í Vágum­ tann 18. august í ár Tíðindaskriv Eini 15 fólk hava í langa tíð fyrireikað hesa stevnu. Tey hava roknað seg fram til, at o.u. 2000 fólk hoyra til ættina, og tey vilja fegin, at so nógv, sum gjørligt, kun­ nu hittast á stevnuni. Mest sum øll ættartalvan er skriv­ að og útgreinað. Sum tað sæst niðanfyri, er ikki so løgið, at ættin er vorðin so stór. Gamli Dávur var tvær ferðir giftur. Fyrra konan var Marin Elisabeth Davidsen, og fingu tey dótt­ rina Elspu, vanliga nevnd Dáva Elspa, sum búsettist á Slættanesi. Dáva Elspa átti 8 børn, og 3 hava eftirkomarar. Seinna kona Gamla Dáva var Ada Maria, og fingu tey 9 børn: Dáva Rasmus í Sør­ vági, átti 11 børn, og 7 hava eftirkomarar, Catrina Maria í Sandavági, átti 7 børn og 6 hava eftirkomarar, Marin Elisabeth í Miðvági, átti 6 børn og 4 hava eftirkomarar, Dáva Jóhanna í Sørvági, átti 4 børn og 3 hava eftir­ komarar, Lítli Dávur í Sør­ vági, átti 4 børn og 3 av hava eftirkomarar, Niels Jacob (doyði fýra ára gamal), Dáva Lisa í Sanda­ vági, átti 3 børn og 2 av hava eftirkomarar, Dáva Nicolina í Sørvági, átti 4 børn og 3 hava eftirkomarar, Dáva Andrias í Sørvági, átti 5 børn og 2 hava eftir­ komarar. Tey, sum vilja vita meira um ættarstevnuna, kunnu seta seg í samband við onkr­ an av fyrireikarunum. Tey hava býtt seg sundur soleið­ is, at ein varðar av hvørjum av børnunum, og tey, sum halda seg hoyra til eina áví­ sa grein, kunnu seta seg í samband við kontakt­ persónin fyri ta greinina. Dáva Elspa Sonni Nielsen sonie@kallnet.fo 333486/533486 Dáva Dánial Maud Ørvarodd oddmar@post.olivant.fo 332762/267962 Lítli Andrias Ásbjørg Davidsen asda@email.fo 332235/532235 Hans Niklái Lív Vilhelmsen liv.vilhelmsen@skulin.fo 212530 Dáva Palli Ruborg Zachariassen rz1319@post.olivant.fo 332192 Dáva Martina Eiley Weihe weihe-e@post.olivant.fo 332246/212246 Katrina Maria Andrea Nielsen joanis@post.olivant.fo 333361/282361 Marin Elisabeth Jóhannes Dam Hansen bjork@post.olivant.fo 332576/228176 Marin Elisabeth Dagbjørn Hansen bjork@post.olivant.fo 333210/217421 Dáva Jóhanna Valdemar Simonsen vs@post.olivant.fo 214251/332861 Lítli Dávur Dagmar Leonsson dagmarleonsson@kallnet.fo 333118 Dáva Lisa Eydna Gregersen eydna.gregersen@luna.fo 210916/333245 Dáva Marius Nancy og Marius Davidsen marius@atlantic.fo 333262/213703 Dáva Nicolina Niels Nielsen nielsj@post.olivant.fo 332345 Dáva Andrias Dorit Simonsen dorit@post.olivant.fo 333072/213072 Hevur onkur okkurt serligt ynski í samband við dagin ella okkurt serligt hugskot til fyrireikararnar, eru tey hjartaliga vælkomin at skriva til: dorit@post. olivant.fo Skrá fyri stevnuna hjá Dávaættini í Vágum 18. august 2007. Klokkan 12.00: Vælkomin og ábit í Høllini í Sørvágs skúla, kunning um ættina, myndaframsýning og gongutúrur í bygdini. Klokkan 19.00: Veitsla í Ítróttarhøllini á Giljanesi, døgurði við trimum rættum, dansur, kaffi køkur og morgunmatur. Kostnaður uttan drykkjuvørur: vaksin kr. 300,­ og børn undir 12 ár kr. 150,­. Tilmelding við at gjalda á konto 6460­ 175.378.0 áðrenn 18. juli 2007. Møguleiki verður at keypa fløgu ella bókling um ættina. Dávaslagið hevur ættarstevnustevnu