mikudagur 11. juli 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 11. juli 2007
15
nøvn
Tað er nú eitt ár farið aftur
um bak síðan okkara
elskaða mamma, omma
og langomma læt eyguni
aftur fyri seinastu ferð.
Saknurin er líka stórur
enn hjá okkum øllum.
Mamma var fødd í
Skopun. Hon vaks upp hjá
Andreu
Løwe
(didigummuni) og Jettu
ommu. Har kom hon bert
12 dagar gomul. Mamman
var sjúk, og hon kláraði tí
ikki at taka sær av henni.
Pápin, sum var íslendingur,
bað didigummuna taka
sær av henni, tí at hann
væntaði ikki at hon fór at
yvirliva.
Mamma
kom
so
á
ungum árum norður til
Klaksvíkar at tæna. Har
møtti hon babba fyri
fyrstu ferð, og tað bleiv
par burtur úr teimum.
Seinni giftust tey og fingu
heili átta børn. Tey komu
øll væl undan.
Tá ið vit vóru smá,
gjørdist babba sjúkur av
tuberklum
og
bleiv
koyrdur til Havnar á
Sanatoriið í Hoydølum.
Har var hann koyrdur út
og inn ígjøgnum nógv ár.
Mamma var tí nógv
einsamøll um okkum átta
systkin. Vit vóru ógvuliga
góð við mammu og hon
við okkum. Vit fingu
nógvan kærleika, og sjálvt
um ikki nógvir pengar
vóru um hendi, so blivu
vit ongantíð gloymd, og
okkum manglaði ongantíð
nakað.
Altíð
gjørdi
mamma nógv burtur úr
høgtíðunum fyri at gleða
okkum. Hon hugsaði altíð
um okkum fyrst. Eisini
gjørdi hon nógv fyri
onnur, sum høvdu brúk
fyri hjálp.
Hon var altíð klár at
hjálpa, og ikki sást tú
nakað arbeiði liggja eftir,
har sum mamma hevði
verið. Mamma var ein
røsk og sterk kona. Var
nakað áfatt, so hevði hon
altíð
loysnina
beinanvegin.
Tey fyrstu árini búðu vit
úti á Norðoyri. Seinni
bygdu mamma og babba
síni egnu hús uppi í
Gerðum í Klaksvík. Nógv
fólk plagdu at koma inn á
gólvið, og altíð var pláss
fyri einum afturat. Har var
eisini altíð nokk av mati.
Eingin
skuldi
ganga
svangur. Eftir at babba
doyði í 1988, búði mamma
ongantíð einsamøll. Har
var altíð onkur hjá henni,
antin børn, ommubørn
ella langommubørn. Tað
dámdi henni best, at hava
onkran hjá sær.
Henni dámdi best at
vera mittpunktið, tá vit øll
vóru saman til høgtíðir og
føðingardagar.
Henni
dámdi eisini so væl at
syngja.
Tey seinastu árini búði
mamma inni hjá Eyðfríð
og Olgar. Har dámdi henni
væl at vera, og har bleiv
hon væl passað.
Mamma
var
nógv
rundan um okkum ta
seinastu tíðina. T.d. á
páskum í fjør var hon við
okkum úti á Norðoyri og
rullaði
egg.
Tað
var
stuttligt. Og tá mamma
hevði føðingardag 25. mai
í fjør, tá hildu vit stóran
føðingardag fyri henni.
Tað var hon sera glað
fyri.
Nógv eru minnini um
mammu og tey verða
goymd í okkara hjørtum
so leingi vit liva. Mamma
fylti so nógv, og har er eitt
stórt tómrúm, nú hon ikki
er millum okkum longur.
Mamma er øgiliga nógv
saknað, men hon verður
ongantíð gloymd. Vit vita
at vit einaferð møtast aftur
heima hjá Jesusi. Og tá er
babba eisini har.
Hvíl í friði, góða mamma.
Gakk tú fram við góðum
treyst
tú ert ei aleina;
Harrin tó er tann, ið best
leiðirnar kann beina.
Firnast ikki myrkur svart,
bjartar stjørnur standa;
hevur faðirvár tú lært,
óttast tú ei vanda.
Fyri tí, tú veitst er rætt,
doyggj, um so má vera;
tá skal lívið falla lætt,
deyðin einki gera.
Børn, verbørn, ommu
børn og langommubørn
Minningarorð um
Annu Ljósstein, f. Arnason
(Anna hjá Hans Kaj)
f. 25. mai 1920 d. 19. juli 2006
Vit sum eftir sita kunnu ikki forstanda, at tað skal vera so. Hví kundi hann ikki
fingið fleiri ár saman við okkum. Hví skuldi hann verða tikin frá okkum, sínari ungu
konu, sum hann elskaði so høgt, sínum elskaða soni, sum hann endiliga hevði fingið,
og frá foreldrum okkara, sum vóru so stolt av, at hann hevði keypt hús beint við
síðuna av hjá teimun, og nú tá ommu og abbabørnini byrjaðu at koma, kundi tað ikki
vera betri. Man kan blíva bittur, men tað hjálpir ikki. Vit mugu bara takka fyri tey
gódu árini, vit náddu at fáa saman við tær elskaði beiggi.
Hvíl í friði góði.
Ynskja Systkini
Góði elskaði stóribeiggi
Alt for tíðliga bleivst tú tikin frá okkum. Giftur
við tínum ungdómskærleika, elskaði hana av
øllum hjarta.
Børn var tykkara hægsta ynski, men tað skuldu
ganga ár áðrenn tit endiliga fingu tað uppfylt –
ein stór gáva. Hann var tín gullklumpur.
Stoltleikin og kærleikin lýsti úr eygum tínum.
Fótbóltur var tín stóra interessa – um arbeiði
vildi, koyrdi tú Føroyar runt og hugdi at FS-
Vágar. Liverpool var eisini títt favorit lið. Vit øll
fingu boð um at finna eina Liverpool blusu til
lítla sonin
Allan Paula – Vit náddu tað ikki áðrenn tú
bleivst tikin frá okkum, men beiggi hevur funnið
eitt heilt sett nú. Vit kunnu bara síggja teg fyri
okkum, hvussu stoltur tú hevði verið at sæð hann
í tí.
Signar, -okkara stóribeiggi- Stórt ansvar at
hava, og tú fylti tað til fulnar. Aldrin kom eitt
ringt orð av munni tínum, altíð klárur at lurta,
um man hevði nakað uppá hjarta, og at verja ein
um tað var brúk fyri tí. Eitt hjarta av gull, eitt
sinnarlag so róligt, at man ikki visti av tær, fyrr
enn tú stóð við okkara lið.
Orð kunnu ikki beskriva teg sum persón, tí
kendi man teg, vóru orð óneyðug.
Minningarorð um okkara kæra bróðir
Signar Vilhelmsen
13.11.1971-13.05.2007
Dagurin
12. juli. Heinrikur, deyður ár 1024. Týski keisrain Heinrikur II var giftur við
Húngunn, sum læt byggja bæði kleystur og kirkjur. Pavin Eugen III skírdi Heinrik
halgimenni í árinum 1146. Upprunaliga tyskt navn, samansett av orðunum heim og
ríkur.
Tung vóru boðini úr Føroyun, um at beiggi okkara var tikin frá okkum á so ungum
aldri. Vit vóru øll, foreldur og syskin, samlaði, niðri í Danmark í konfirmatión, so tað
var hart, at vit ikki kundu vera har, men bara skuldu bíða eftir næsta flogfari til
Føroya. Signar fekk sum 33 ára gamal staðfest hjartafeil, sum nú heilt óvæntað vísti
seg at vera álvarsamari enn hildið.
27. juni 2007 fingu Jóhanna
Jacobsen,
Skálavík,
og
Fríða Marjunardóttir, Vest-
manna, prógv sum farmako-
nomar á Tjaldurs Apoteki í
Tórshavn.
Útbúgvingin sum farma-
konomur tekur trý ár. Ein
partur av útbúgvingini er
á apotekunum í Føroyum,
meðan skúlin er í Hillerød í
Danmark, har næmingarnir
eru sjey ferðir í tey trý árini,
útbúgvingin tekur.
Farmakonomar sum fingu
prógv 27. juni 2007: Fríða
Marjunardóttir og Jóhanna
Jacobsen
Farmakonomar fingið prógv