Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 131 - 11. juli 2007 tíðindi Einaferð var nógv lív í Múla, men soleiðis er ikki longur. Tey vitjandi kunnu vera heppin at hitta kríatúr og fenað. - Nei, her er lítið lív í longur, sigur múlamaðurin, Eilef Frederiksen, sum nú er búsitandi í Norðdepli Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Múli: Tað er ikki ein sál at síggja í bygdini henda vakra mikudagin í farna mánaði. Mánaðurin er 20 dagar gamal og bert ein dagur vantar í longsta dag. Tað er hásummar, men kortini heldur grátt á himli. Men einki bendir á at nakrir drop­ ar skulu koma hesa løtuna. Klokkan er farin at nærk­ ast tvey og einastu tekin um at nakað livandi er í bygdini beint nú, er ein persónbilur. Hesin bilurin stendur í roynd og veru á einum rætti­ ligum parkeringsplássi á Múlavegi í hesi lítlu og fjar­ skotnu bygdini. Einki bendir á nakað livandi. Tað einasta livandi í so máta er tutlið úr hugna­ ligu ánni, sum rennur gjøg­ num hesa eftir øllum at døma manntómu bygdina. Brádliga verður friðurin avbrotin av hamarsløgum. Man onkur vera farin at byggja sær nýggj hús her? Nei, so er ikki. Her eru menn farnir undir at um­ væla og klæða eini av teim­ um norðaru sethúsunum. ­ Nei, vit bara arbeiða her. Far tær longur norður í bygdina – rættiliga langt norður, har er fólk at síggja, sigur ein teirra. Rabarburnar Hetta er tíðin, tá fólk er í ferð við uttandura virksemi. Hjá teimum sum dáma tað er helst líkamikið um, hvar tað er. Henda mikudagin var 73 ára gamli Eilef Frederiksen farin norður í føðibygd sína at taka rabarbur upp, saman við øðrum. Rabarbugarður hansara liggur nakað norðan fyri bygdina: Ein høgur grót­ garður forðar vindinum í at gera skaða á rabarbur og røt­ urnar, sum standa tætt sam­ an. Eilef er føddur og upp­ vaksin í hesi norðastu bygd­ ini á Borðoynni, men býr í dag í grannabygdini fyri sunnan, Norðdepli. ­ Rabarburnar hjá okkum plaga at vera góðar, slær hann fast. Seinasti streymurin Í dag er Múli at kalla avtoft­ að, men sambært Hagstov­ uni eru kortini trý fólk skrá­ sett sum heimahoyrandi her. Sum skilst var Múli eisini seinasta bygdin í Føroyum sum varð knýtt upp í elkerv­ ið hjá SEV. Hetta hendi 19. september í 1970. Bygdin telist millum tær elstu í Føroyum, og er í roynd og veru meiri enn 700 ára gomul. Hon er nevniliga nevnd í tí so­ nevnda Hundabrævinum frá 1300­talinum. Undir ymsum líkindum og umstøðum búleikaðust fólk í bygdini, og fyri 270 árum síðani varð skúli settur á stovn í økinum, tey í dag nevna eystan Múla. Hetta árið – í 1835 – fór ein viðingur, sum var giftur á Norðtoftum at lesa við børnunum í Norðtoftum, Depli og í Múla. Um tað mundið tá Eilef eftir røttum skuldi fara í skúla, var kortini ein broyt­ Orð Snorri Brend Myndir Høgni Thomsen múli Ein góður dagur í Í dag hava øll bil. Og tí kundu fólk saktans búð her norðuri í Múla og arbeitt aðrastaðni – Eg skilji ikki, hví fólk ikki kunnu búgva her og arbeiða aðrastaðni, sigur múlamaðurin, Eilef Frederiksen Mynd: Høgni Thomsen