mikudagur 11. juli 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 11. juli 2007
17
tíðindi
avtoftaðari bygd
ing komin í: Tað tóktist
vera ógjørligt at fáa lærara
til vega.
Eingin lærari tøkur
Tað átti annars at verið so
einfalt hjá Eilefi at fari í
skúla, tí hesin varð millum
annað hildin í barnaheimi
hansara.
Hansara skúlavegur hevði
tí ikki verið langur, men
umstøðurnar lagaðu seg so
óhepnar, at lærari fekst ikki
til Múla hetta árið – og held
ur ikki tað næsta!
Hetta ávirkaði sum vera
man
skúlagongdina
hjá
Eilefi so mikið, at hann ikki
fór í skúla fyrrenn hann var
um níggju ára gamal.
Hetta var í 1942, so eg
var rættiliga gamal at fara í
skúla á fyrsta sinni, sigur
Eilef hugsunarsamur.
Skipanin við lærarakreft
unum um hetta mundið var
hon, at lærarin skifti at und
irvísa børnunum á Norð
toftum – ella í Toftum sum
tey gomlu siga – og í
Múla.
Hann plagdi at vera hjá
okkum í tvær vikur og fór
síðani til Norðtoftir í tvær
vikur, sigur Eilef.
Á fjall við hornum
Hóast ein skuldi trúð at smá
dreingirnir í eini so fjar
skotnari bygd mundu keða
seg í frítíðini, mundi tað
ikki vera so nógv øðrvísi
enn aðrastaðni.
Hóast
sambandið
við
umheimin var lítið, fyri ikki
at siga avmarkað, treyt teim
um hvørki leikur ella vinar
lag.
Vit plagdu at spæla
nógv við horn, minnist
Eilef aftur á barnadagar sín
ar.
Hetta var ein leikur, sum
kortini hevði við gerandis
dagin hjá teimum vaksnu at
gera:
Hornini vórðu rikin í rætt
eins og eitt seyðafylgi, tá
tann tíðin var. Til aðrar tíðir
fóru smádreingirnir í tað
»lokala« feitilendi við teim
um.
Og tá menninir fóru á
fjall, vóru vit dreingirnir
sjálvandi við, greiðir Eilef
frá.
Teir fylgdu eisini við, tá
menn fóru til útróðrar.
Avtofting
Í sínum langa lívi hevur
Eilef sæð gongdina í menn
ingini – og seinni avtofting
ini av føðibygd síni.
Hagtølini vísa, at fyri 22
árum síðani búðu einans
átta sálir í bygdini, men so
byrjaði av álvara at ganga
afturá hond.
Sjey ár seinni var fólka
talið komið niður á trý og
er tað enn, hóast talið eitt
skiftið vaks eitt sindur. Alt
hetta hendir, hóast bygdin
eisini fekk vegasamband
við umheimin í hesum tíðar
bili.
Júst hetta við vegasam
bandinum hevur eisini undr
að Eilef eitt sindur. Ein
skuldi trúð at góð viðurskifti
við samferðsluni vóru ein
trygd fyri menning í einum
øki.
Soleiðis er kortini ikki
allastaðni. Tað er Múla eitt
sera gott dømi um.
– Í dag hava øll bil. Og tí
kundu fólk saktans búð her
norðuri í Múla og arbeitt
aðrastaðni.
Men vit kunnu bara stað
festa, at soleiðis er støðan
altso ikki, sigur Eilef.
Hornini vórðu rikin í rætt
eins og eitt seyðafylgi, tá
tann tíðin var. Til aðrar
tíðir fóru smádreingirnir í
tað »lokala« feitilendi við
teimum
- Rabarburnar plaga at vera góðar, sigur Eilef
Mynd: Høgni Thomsen
»Tað ið ungur nemur, hann gamal fremur«. Ein smádrongur er
komin norður til Múla at hjálpa til í rabarbugarðinum
Mynd: Høgni Thomsen
Tað gongur skjótt at
taka rabarburnar, tá
manningin er góð
Mynd: Høgni Thomsen