mikudagur 11. juli 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 131 - 11. juli 2007
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Tað at hava nakað at síggja fram ímóti og gleða
seg til er avgjørt nakað, sum øll hava gleði av
Hans Mourits Foldbo
Í einum tyngri
vektflokki, enn hon
vanliga berjist í,
eydnaðist ikki Ingu
Remmel at vinna
seg víðari í EM-
kappingini í judo
Judo
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
15 ára gamla Inga Remmel
úr Havn, sum vann bronsu í
judo á oyggjaleikunum á
Rhodos í farnu viku, luttók
um vikuskiftið í EM fyri
gentur føddar í 1991-1992.
Kappingin var á Malta og
varð hon skipað sum ein
cup-kapping, har vinnarin
fór víðari og taparin reyk
út. Tíverri tapti Inga sín
fyrsta dyst móti eini gentu
úr Týsklandi, og kom hon
sostatt
ikki
víðari.
Á
Rhodos kappaðist Inga í
vektflokkinum -48 kg, men
á Malta kappaðist hon í –52
kg. Og ein tyngri vekt-
flokkur enn vant hjálpti ikki
havnardamuni.
Inga Remmel varð
í farnu viku fyrstu
føroyska judokvinnan,
sum vann heiðursmerki
á oyggjaleikum
Mynd: Rólant
Inga tapti móti Týsklandi
Borgarstjórin í Gøtu
er bæði errin og fegin
um, at bygdirnar hava
ítróttarfólk, ið gjørdu
somikið nógv um seg
á oyggjaleikum
oyggJaleikir
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Elspa Mørkøre, Kári J. á
Høvdanum,
Áslakur
R.
Petersen og Karina Petersen
vóru í miðdeplinum, tá
Gøtu
kommuna
mána-
kvøldið hevði móttøku fyri
sínum oyggjaleikahetjum.
Skipari fyri móttøkuni
var
borgarstjórin,
Hans
Mourits
Foldbo,
sum
sjálvur hevur verið aktivur
innan ítrótt. Og hann legði
stóran dent á tann týdning,
sum ítróttin hevur fyri
persónligu menningina.
- Tað er ein sannroynd, at
tað at fólk hava eitt aktivt
frítíðarlív, er gagnligt í so
nógvar mátar. Ikki minst er
hetta sjónligt, tá fólk nema
sær bókliga ella handaliga
útbúgving,
sigur
Hans
Mourits.
- Og persónliga er tað
sjálvandi eisini mennandi,
at tú hevur nakað at stremba
eftir. Tað nýtist kanska ikki
at vera á somikið høgum
støði, sum tað er hjá hesum
fýra, men tað at hava nakað
at síggja fram ímóti og
gleða seg til er avgjørt
nakað, sum øll hava gleði
av. Og í so máta eru hesi
fýra ein sonn fyrimynd,
heldur hann.
Fyrimyndir fyri okkum øll
Mynd: Móttøku
Størsta hálið á oyggjaleikum gjørdu svimjararnir. Ikki minst Elspa Mørkøre, sum her sæst saman við Kára J. á Høvdanum
Mynd: Jonhard Hammer
HB vil
røkka
finaluni
FM-
kappkoyringin
er mest sum av
fyri meistararnar,
men enn er góður
møguleiki at røkka
finaluplássinum í
steypakappingini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
HB er at kalla full-
mannað, tá teir klokkan
19 í kvøld spæla seinnu
hálvfinaluna móti VB/
Sumba í kappingini um
Løgmanssteypið. Fyrra
dystin vann HB 3-1, og
tí standa teir við betru
kortunum undan dysti-
num í dag.
Og kravið frá felag-
num er púrasta greitt.
Albert
Ellefsen
er
nýggjur
venjari
hjá
liðnum,
og
fremsta
málið er at vinna sær
sæti í steypafinaluni –
og
sjálvandi
eisini
vinna hana, kemur liðið
hartil.
Til dystin hevur HB
at kalla allar mans
tøkar. Einasta ivamálið
er Andrew av Fløtum,
sum hevur verið sjúkur,
men roknað verður tó
við, at hann verður við
í
hópinum
kortini.
Tróndur
Vatnhamar
fekk ein lítlan snudd
undir venjing mána-
kvøldið, men hann er
heilt víst tøkur, verður
sagt.
Hjá VB/Sumba eru
allir mans tøkir. Hóast
botnsessin í Formula-
deildini, so hava avrik-
ini verið støðugt betri
seinastu umførini. Og
tí er einki at ivast í, at
teir vilja leggja seg eftir
at vinna tey bæði málini
aftur, sum vórðu tapt í
Gundadali
í
fyrru
hálvfinaluni.