mikudagur 11. juli 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Vit fara nú at endur
prenta dagbókina hjá
Petur Alberg. Í fyrsta
umfari er tað dagbókin
fyri 1898, tá ið Petur
byrjaði at skriva hana
sum 12 ára gamal. Vit
endurgeva dagbókina
nærum orðarætt, sum
hon er skrivað
Dagbókin er eitt einastandandi
skjal. Hon vísir lívið hjá
einum drongi í Havn fyri
meira 100 árum síðani. Hon
vísir eisini lívið í Havn tá, eins
og tað er rættuliga fitt av
fiskivinnutíðindum í dagbókini.
Tað er áhugavert at síggja hvussu
upptikin hesin havnadrongurin
er av ensku trolarunum, sum
»eyðræna« okkara grunnar, og
hvussu hann brennir fyri at fáa
gjørt nakað við hetta óskil. Men
fyrst og fremst vísir dagbókin
ein ótrúliga skilagóðan 12 ára
gamlan drong, sum fylgir við í
tí sum gongur fyri seg, sovæl í
Føroyum sum uttanlands, eins
og hann hevur eina sjáldsama
rættarkenslu. Hann er avgjørt
í parti við tann minna mannin.
Sum tað sæst er málið sum
rímiligt er broytt nakað hesi 100
árini. Men Petur er so kønur í
donskum, at hann neyvan hevur
ein tann einasta skrivifeil í øllum,
sum hann hevur skrivað. Bert
fá ár seinni skrivaði hann eins
fullkomið føroyskt. Vit hava
nakrar viðmerkingar og eru tær
skrivaðar í kursiv.
Dagbókin, sum gongur fram til
1901, hevur verið prentað í FF-
blaðnum 1999 og 2000. Men hon
tolir væl at verða endurprentað.
Vit hava gott samband
við fyrrverandi formannin í
Fólkatinginum Erling Olsen, og
hann fekk dagbøkurnar í síni tíð.
Hann skrivaði tá í eini jólaheilsu
“... jeg er vildt imponeret af den
13-årige Peturs dagbog. Han
har både været en ualmindelig
opmærksom dreng, som har
suget en masse til sig, og så
har han været i stand til at
gengive sine indtryk på en sådan
måde, så man tror, at der en
professionel skribent, det har
lavet dagbogsoptegnelserne....”
Vit koma í hesum umfarinum
at prenta dagbókina fyri 1898 í
trimum pørtum av Miðvikuni, og
myndatilfarið er fyri ein part úr
skjalasavninum hjá Petur Alberg
sjálvum.
Hvør var Petur
Alberg?
Petur Alberg er fyrst og fremst
kendur sum tann, sum gjørdi lagið
til tjóðsangin »Tú alfagra land
mítt«, sum Símun av Skarði setti
orð til. 2. jóladag í ár eru 100
ár síðan hetta lag varð framført
fyrstu ferð í Sloans sali við
Tinghúsvegin. Júst tí er orsøk til
at gera nakað burtur úr hesum
manni. FF-blaðið er einasta blað,
sum hevur havt sjálva søguna
um, hvussu lagið varð til, og hesa
forvitnisligu søguna fara vit at
endurgeva í samband við tey 100
árini.
Petur var sonur Betti og Djóna
í Geil. Djóni var sonur Poul í Geil
og Onnnu, sum var dóttir Andrass
Mortanson, fyrsta niðursetumann
á Argjum. Djóni var ein framúr
maður, og hann var slóðari á
mongum økjum, sum til dømis
innan fráhaldsrørslu, sjúkrakassa,
urtagarðsrøkt, ídnað og mangt
annað.
Betti og Djóni áttu fýra
børn, Kristin, Poul, Petur og
Anna. Serliga eru tað Kristin
og Petur, sum vit minnast í
dag. Kristin varð kendur sum
tann hvassorðaði blaðstjórin á
Tingakrossi, har Petur eisini átti
sín leiklut, soleiðis sum tað eisini
kemur at síggjast í dagbókini.
Petur var meira hógligur og nýtti
sínar gávur á meira friðarligum
økjum, sum til dømis við at gera
løg.
Hann var eisini sera virkin í
ungmannafelagnum Baldursbrá
fyrst í hini øldini og ikki minst í
blaðnum við sama navni, sum
felagið framleiddi til hvønn fund,
og sum er til skjals á landsbóka-
savninum. Tað verður seinni høvi
at koma nærri inn á lívið hjá Petur
Alberg.
Petur hevur verið so professio-
nellur, at hann hevur fingið sína
dagbók »autoriseraða«, og tískil
stendur á fremsta blaði:
Denne bog autoriseres herved
til Dagbog for Peter Alberg
Isaksen af Thorshavn.
Thorshavn den 1. januar 1898.
Gunnar Winther.
Uden gebyr.
Dagbókin
Fyrst byrjar Petur við:
Nogle Optegnelser om de
forløbne Aar
1893
18.12 Blev Grundstenen
nedlagt til den nye
Kommunuskolebygning
1894
1.10 Rejstes den nye
Kommuneskolebygning
1895
11.3 Begravedes min Bedste-
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Petur hevði eina avbera vakra handskrift, tá hugsað verður, at hann er bert 12
ára gamal.
Hetta er forsíðan á fyrstu dagbókini hjá Petur Alberg.
Henda myndin av Geilini og grannalag er frá 1856. Fremst á myndini er Baianstova. Húsini beint við síðuna av, tey eru
eitt sindur í vinkul, eru húsini í Geil
Dagbókin hjá 12 ára gamla Petur Alberg:
Gerandisdagur í Havn í 1898