Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-20, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juli 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 138 - 20. juli 2007 33 Í vesturbýnum í Tórshavn hevur tú nú møguleika at ogna tær eini hugnalig og vælhildin raðhús. Tú sært alt fyri eitt, tá tú kemur inn í húsini, at her býr ein familja, har stórur dentur verður lagdur á, at heimið er hugnaligt og vælhildið. Frammfyri húsini er ein hugnaligur og vælhildin urtagarður og ein góður sólkrókur. Undir trappuni við høvuðsdyrnar er ein skúrur, har tú hevur góðar møguleikar at seta reiðskapin til urtagarðin o.a. inn. Raðhúsini hava eitt ovastaloft, sum kann nýtast til goymslurúm og er gólv lagt á. Innrætting og stílur Raðhúsini eru í trimum hæddum - hvør hæddin er 48 fermetrar. Í miðhæddini er ein gongd, køkur, ein spísistova og ein stova. Í ovaru hæddini er eitt baðirúm og trý kømur. Tvey av rúmunum í ovaru hæddini hava innbygd skáp. Í niðastu hæddini er ein gongd, vesi, eitt stórt kamar, sum eisini kann nýtast sum stova og eitt gott kjallararúm. Raðhúsini eru sera vælhildin. Allar hurðarnar innan eru málaðar hvítar og øll gólvini í miðhæddini eru nýggj. Urtagarður Aftanfyri húsini er eitt tún við flisum á við einari blomsturbed frammanfyri. Her hevur tú møguleika at nýta ta góðu kvøldarsólina. Eisini er ein góður og rúmligur hjallur. Umhvørvið Raðhúsini standa við ein blindveg í Jákup Nolsøes gøtu, sum er eitt friðarligt og veðurgott umhvørvi – eitt umhvørvi, sum er fyri bæði ung og eldri. Stutt er til vøggustovu, barnagarð, skúla og handlar. Bert fáir minuttir til gongu til miðbýin. <‹gV]h†kZhijgWcjb†I‹gh]Vkc Ia[#(*,)%%ÕI‹gh\³iV&+Õlll#h`nc#[d Fakta: Jákup Nolsøes gøta 28, Tórshavn Byggiár: 1962 Hæddir: 3 Stødd innan: 144 fermetrar Grundøkið: 184 fermetrar Prísuppskot: kr. 1.850.000