mikudagur 25. juli 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 141 - 25. juli 2007
11
tíðindi
Stutt Sagt
Russar troyttir
av sviki
Fyri fyrstu ferð halda
russar, at tann politiski
myndugleikin eigur at
seta bardagan ímóti sviki
ovast á dagsskránna. Tað
vísir ein nýggj meininga
kanning, og har siga 45
prosent av teimum spurdu,
at bardagin ímóti sviki
eigur at vera týdningar
mesta málið hjá myndug
leikunum.
Fyrr
hava
russar sett prísvøkstur
ovast á dagsskránna, men
kanningin vísir, at russar
eru troyttir av sviki, sigur
stovnurin Jurij Levada
Analyse
Center,
sum
hevur gjørt kanningina.
Tvíburðar
doyðu
Seinasta leygardag vóru
boð eftir bretsku bjarg
ingartænastuni at hjálpa
einari kvinnu, sum júst
hevði átt tvíburðar. Kvinn
an búði í býnum Tewkes
bury, men har var vatnflóð,
so sjúkrabilurin slapp ikki
eftir kvinnuni og nýføð
ingunum. Tað eydnaðist
at fáa kvinnuna upp í eina
tyrlu, meðan ein onnur
tyrla tók tey bæði børnini,
men sambært Sky News
doyðu bæði børnini, áð
renn
tyrlan
kom
til
sjúkrahúsið.
Sambært
læknunum hevði kvinnan
bara gingið 21 vikur við
teimum
báðum
børn
unum.
Lóg um
hvíld
Tann nógvi hitin, sum
hevur verið í Ungarn ta
seinastu
tíðina,
hevur
fingið onkran at skjóta
upp at áseta við lóig, at
fólk skulu hava rætt til
eina hvíldarløtu ella siesta
hvønn dag. Ætlanin er at
leggja málið fyri eina
fólkaatkvøðu, og tað er í
veruleikanum
ikki
so
torført, tí eftir galdandi
lóg kunnu 200.000 fólk
krevja
fólkaatkvøðu
í
Ungarn. Tey, sum eiga
hugskotið,
savna
nú
undirskriftir.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Myndugleikarnir í Zimbabwe fara illa við kvinnum,
og fleiri hundrað eru bukaðar, tí tær hava mótmælt
(Amnesty International)
útlond
Tey bæði fremstu
forsetavalevnini hjá
demokratunum í
USA, Hillary Clinton
og Barrack Obama,
keglast nú alment
um evnini hjá hvør
øðrum
Keglið byrjaði mánadagin,
tá Barrack Obama segði, at
verður hann valdur til
forseta, fer hann ivaleyst at
vera
sinnaður
at
hitta
leiðararnar í londum sum
Iran, Sýrialandi, Venesuela,
Kuba og Norðurkorea.
Ábyrgdarleyst og óbúgv
ið, svaraði Hillary Clinton,
sum samstundis nýtti høvi
til at endurtaka, at Obama
hevur lítlar ella rættari sagt
ongar royndir í uttanríkis
politiskum
viðurskiftum.
Barrack Obama var ikki
seinur at svara aftur.
Í 2002 atkvøddi hon fyri
at
senda
amerikanskar
hermenn til Irak. Tað var
ábyrgdarleyst og óbúgvið,
helt hann.
Anthony Lake, sum var
trygdarpolitiskur
ráðgevi
hjá Bill Clinton, forseta,
virkar nú sum ráðgevi hjá
Barrack Obama, sigur, at
sum forseti ætlar Obama at
tosa við tey, sum USA
liggur í stríði við. Hann
ætlar at gera tað, sum Nixon
gjørdi við Kina, og sum
Reagan gjørdi við Sovjet
samveldið, sigur Anthony
Lake.
Floksfelagar keglast
Tey eru floksfelagar, men tann felagsskapurin er lagdur til viks, nú valstríðið upp undir næsta
forsetavalið er byrjað
Vatnflóðin í Onglandi
er tann ringasta í 60
ár, og vatnið hóttir nú
fleiri ferðavinnumál
so sum gamla
universitetsbýin
Oxford
Tað óvanliga nógva regnið
hevur havt við sær, at áin
Isis er farin langt upp um
bakkarnar við tí úrsliti, at
tann
kendi
og
gamli
botaniski garðurin hjá lærda
háskúlanum
í
Oxford
stendur undir í vatni. Støðan
er tann sama í fleiri av
teimum gomlu húsunum.
Útlitini eru heldur ikki
tey bestu, tí teir bretsku
veðurmenninir
siga
frá
meiri
regni
og
størri
vatnflóð. Teir seinastu dag
arnar er vatnið minkað eitt
sindur, men tað hjálpr lítið,
tí í morgin fer tað aftur at
regna
av
grimd,
siga
veðurmenninir.
Myndugleikarnir siga, at
umleið 4.500 hús standa
undir í vatni, 50.000 fólk
hava ongan streym, og
umleið 350.000 hava mist
vatnveitingina. Hildið verð
ur, at regnið hevur gjørt
skaða fyri meiri enn 30
mia. krónur.
Men vit hugsa fyrst og
fremst
um
Oxford
og
Abingdon, tí í morgin
vænta vit, at Isis verður
uppaftur størri, sigur ein
talsmaður hjá umhvørvis
myndugleikunum við AFP.
Regnið hóttir gamla Oxford
Í Oxford er áin Isis farin upp um bakkarnar, so ein stórur partur av tí kenda
universitetsumhvørvinum stendur undir í vatni
Seinastu fimm
mánaðarnar hava
næstan 2.000 smáir
skjálvtar verið
nærhendis Vatnajøkli
Í Íslandi standa jarðfrøð
ingarnir til reiðar, eftir at
tað hevur verið rættiliga
ófriðarligt í undirgrundini
norðanvert Vatnajøkul teir
seinastu mánaðarnar. Jarð
frøðingarnir siga, at skjálvt
arnir, hava hava verið, eru
óvanligir, og at umstøðurnar
minna um tær undan tí stóra
gosinum
í
Vestmanna
oyggjunum í 1973.
Síðani síðst í februar hava
jarðfrøðingarnir
skrásett
næstan
2.000
skjálvtar.
Jarðfrøðingurin Páll Einars
son sigur við blaðið Vísir,
at skjálvtarnir eru óvanliga
langt niðri í undirgrundini,
og at jarðfrøðingarnir hava
ikki staðfest skjálvtar so
langt niðri síðani gosið í
Vestmannaoyggjunum.
Íslendingar vænta gos