Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 148 - 03. august 2007 Verður málið um eitt valdømi ikki avgreitt nú, er stórur vandi fyri, at tað doyr út eftir valgið. – Tí skal tingið avgreiða tað sum skjótast, heldur Hallbera West, stjórnmálafrøðingur VALSKIPAN Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Hallbera West er stjórn­ málafrøð­ingur við­ sergrein í demokrati og medborgara­ skapi. ­ Hvat heldur tú um upp­ skotið­ hjá løgmanni um at senda spurningin um eitt valdømi til fólkaatkvøð­u? ­ Okkum tørvar avgjørt broytingar í verandi valskip­ an. Ikki minst tá um ræð­ur kvinnuumboð­an, umframt at alt ov nógv lokalpolitisk atlit verð­a tikin við­ verandi skipan. Politikkurin snýr seg ikki um, hvat gagnar Føroyum sum heild, og við­ lokalpolitiska spælinum eru alt ov nógvar politiskar avgerð­ir, sum bert snúgva seg um asfalt og betong, sig­ ur Hallbera West. Sostatt metir stjórnmála­ frøð­ingurin, at saman­ umtikið­ er talan um eina neyð­uga broyting. Men hon leggur tó áherð­slu á, at fyri­ treytin fyri einum valdømi er at kommunurnar verð­a skipað­ar í størri og sterkari eindir. ­ Vónandi kann uppskotið­ um eitt valdømi skunda und­ ir tilgongdina at fáa komm­ unurnar at standa meira saman, so vit fáa størri javn­ vág í. Hendan tilgongd hev­ ur tikið­ alt ov langa tíð­, so vónandi kunnu ætlanirnar um eitt valdømi noyð­a tær at samstarva, sigur hon. Nú er at smíða ­ Hvat heldur tú um upp­ skotið­ hjá løgtingsformann­ inum um Føroyar sum eitt valdømi? ­ Málið­ eigur ikki at verð­a sent út til fólkaat­ kvøð­u, heldur Hallbera West. Hetta grundgevur hon við­, at talan er um ein prinsipiellan spurning, sum er knýttir at nógvum kensl­ um, og at tað­ er at snúgva sær undan ábyrgdini at sen­ da tað­ út til fólkaatkvøð­u. ­ Nú letur til at vit endili­ ga hava meiriluti fyri einum valdømi í tinginum. Verð­ur bíð­a til eftir valgið­, er stórur vandi fyri at kjakið­ doyr út. So nú er at arbeið­a skjótt og fáa málið­ avgreitt beinan­ vegin, með­an møguleikin er til stað­ar, sigur Hallbera West, at enda. Tað er løgið, at hetta er komið so seint í val­ skeiðnum. ­ Hví ikki gera tað tíðliga í valskeiðnum og til dømis fáa tvey løgting at samtykk­ ja tað, sigur Dennis Holm, samfelagsfrøð­ ingur VALSKIPAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Dennis Holm er samfelags­ frøð­ingur og leið­ari á Granskingardeplinum fyri økismenning ­ Hvat heldur tú um upp­ skot­ið­ hjá løgmanni um at senda spurningin um eitt valdømi til fólkaatkvøð­u? ­ Eg eri samdur við­ nøkr­ um av tí, sum longu hevur verið­ frammi. Fyri tað­ fyrs­ ta er tað­ eitt sindur at renna undan ábyrgd hjá po­litikar­ unum. Fyri tað­ næsta er spurningurin, hvat eitt sovorð­ið­ valstríð­ førir við­ sær, sigur Dennis Holm og nevnir, at t.d. í Norð­oyggjum hava vit longu sæð­ tað­, ið­ kann líkjast átøkum ímóti at skipa Føroyar sum eitt valdømi. Tí heldur hann, at vit kunnu vænta, at valdømi verð­ur sett upp ímóti valdø­ mi. ­ Jú, eg eri eitt sindur skeptisk­ur, sigur Dennis Holm. ­ Hvat heldur tú um upp­ skotið­ hjá løgtingsformann­ inum um Føroyar sum eitt valdømi? ­ Tað­ er løgið­, at hetta er komið­ so seint í valskeið­­ num. Hví ikki gera hetta tíð­­ liga í valskeið­num og til dømis fáa tvey løgting at samtykkja hetta, sigur Denn­ is Holm. Hann minnir tó á, at hóast vit fáa eitt valdømi, so slepst tó neyvan undan lokalpolitikki, tí lokal­ politikkur fer altíð­ at verð­a førdur. Eisini í mið­stað­ar­ økinum, heldur hann. Sum at broyta fóltbóltsreglurnar ­ Eg eri ikki ósamdur við­, at nøkur skeiv ting eru við­ núverandi skipan, men spurningurin er, hvussu rætt tað­ er við­ einum valdø­ mi, sigur samfelagsfrøð­­ing­ urin og leggur dent á, at vit eiga at vera tilvitað­ um um tær forskjótingarnar, ið­ hen­ da maktjávnvágini, sum hann málber seg, um landið­ verð­ur eitt valdømi. ­ M.a. verð­a tað­ fólk, sum eru mest gearað­ til fjølmið­­ larnar, ið­ sleppa framt, sig­ ur Dennis Holm og vísir á, at hesi møguliga mest eru at finna í mið­stað­arøki­ num. ­ Kjakið­ er berættigað­, men timingin er vánalig. Hetta er, sum um vit tríggjar vikur áð­renn fótbóltslands­ kappingin byrjar, avgera at strika fríspark ella innkast, sigur Dennis Holm og sipar til, at valfeløgini og flokkar­ nir neyvan so stutt fyri val eru fyrireikað­ til Føroyar sum eitt valdømi. ­ Hetta luktar eitt sindur av, at man ikki torir fyri fólkinum, sigur Dennis Holm. Um hetta málið er ov óbehagiligt at viðgera og verður sent út til fólkaatkvøðu, kann tað skapa óheppið fordømi, sigur Heini í Skorini, sum lesur stjórnmálafrøði VALSKIPAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Heini í Skorini lesur stjórn­ málafrøð­i. ­ Hvat heldur tú um upp­ skotið­ hjá løgmanni um at senda spurningin um eitt valdømi til fólkaatkvøð­u? ­ Í prinsippinum er einki galið­ við­ at hava fólkaat­ kvøð­u, tí hetta er beinleið­is demokrati. Men tá vit hava umboð­andi demokrati, mugu vit brúka tað­ av­mark­ að­, tí hetta kann misbrúkast, so tær ópopuleru avgerð­irn­ ar verð­a sendar út til fólka­ atkvøð­u, sigur Heini í Skor­ ini, ið­ metir spurningin um eitt valdømi verð­a ov kon­ troversielt at senda út til fólkaatkvøð­u. ­ Um hetta málið­ er ov óbehagiligt at við­gera og verð­ur sent út til fólkaat­ kvøð­u, kann tað­ skapa for­ dømi. Hetta málið­ hóskar ikki til fólkaatkvøð­ur. ­ Hvat heldur tú um upp­ skotið­ hjá løgtingsformann­ inum um Føroyar sum eitt valdømi? ­ Eg haldi absolutt, at vit skulu hava eitt valdømi, tí tað­ er einasti máti at fáa politikararnir at fyrihalda seg til at alt landið­, sigur Heini í Skorini. ­ T.d. kundi tað­ ónda mynstrið­ verið­ brotið­ og tann lokala spekulatiónin kundi verið­ fyribyrgd. ­ Tá lokalpolitisk fyrilit skulu ráð­a, har landspolitisk fyrilit áttu at rátt, er tað­ altíð­ óheppið­. Í dag nýtist ein politikari ikki at hugsa um ein íløga er ábyrgdarfull landspolitisk. Styrkja eindirnar ­ Tann møguligi mismunur­ in, sum útjað­arin kann vera fyri, kann kompenserast við­ at leggja fleiri øki út til kom­ munurnar og gera sterkari eindir. Eg eri ikki avvísandi fyri útjað­arapolitikki, sigur Heini í Skorini. Hann er sum nevnt ikki ímóti at gera Føroyar til eitt valdømi, men metir ikki, at løtan er tann rætta. ­ Timingin er vánalig, tí uppstillingarfundir eru lon­ gu byrjað­ir, og tí skal tíð­ til eina eina so grundleggjandi broyting. Hetta má ikki skundast ígjøgnum, tí tað­ kann undirgrava legitemitet­ in og oyð­ileggja við­gerð­ina, sigur Heini í Skorini. Noyðir kommunurnar at samstarva Sterkar kommunalar eindir eru treytin fyri einum valdømi. Vónandi kann uppskotið noyða kommunurnar at standa meira saman, sigur Hallbera West, stjórnmálafrøðingur. Mynd: Jens Kr. Vang Tvey løgting samtykkja nýggja valskipan Dennis Holm heldur, at hóast vit fáa eitt valdømi, so slepst neyvan undan lokalpolitikki, tí lokalpolitikkur fer altíð at verða førdur. Eisini í miðstaðarøkinum, heldur hann. Ikki skapa fordømi