fríggjadagur 3. august 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 148 - 03. august 2007
Við einum valdømi
kundu vit fingið
ein betri skipaðan
útjaðarapolitikk,
í staðin fyri hesar
jólagávurnar, sum
nú verða býttar út á
hvørjum ári, heldur
Ingibjørg Berg,
stjórnmálafrøðingur,
sum metir málið
vera óegnað til
fólkaatkvøðu
VALSKIPAN
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
- Hvat heldur tú um upp-
skotið hjá løgmanni um at
senda spurningin um eitt
valdømi til fólkaatkvøðu?
- Tað er at seta spurningin
um fólkaatkvøðu í so einfalt
upp, tá fólk vilja vera við,
at tað hevði skapt stóra
spjaðing millum útjaðara
og miðstaðarøkið, heldur
Ingibjørg Berg, stjórnmála-
frøðingur, sum ikki metir
tað vera eina sjálvfylgju, at
fólk í útjaðaranum eru ímó-
ti einum valdømi.
- Tvørturímóti eru fleiri
tekin um, at fólk í eitt nú
Suðuroy, hóast tey eru lut-
falsliga
yvirumboðaði
í
tinginum, ikki kenna á sær,
at tey fáa nóg nógv burturúr
verandi skipan. Onkur í Út-
oyggjafelagnum er enntá
farin so langt sum at taka
undir við einum valdømi, tí
tað valla verður verri enn
undir verandi skipan.
Tilvildin má ikki ráða
Ingibjørg Berg heldur, at
spurningurin um valskipan
er í so lítil og tekniskur til
at mobilisera fólk. Millum
annað nevnir hon onnur
mál í nýggjari tíð, ið høvdu
verið meira uppløgd at lagt
til fólkaatkvøðu – eitt nú
yvirtøkulógin og lógin um
uttanríkispolitiskar heimild-
ir.
Tó heldur hon fyrst og
fremst, at hetta er ein spurn-
ingur um, hvørja demokrat-
iska linju vit ynskja. Í veran-
di stýrisskipanarlóg eru
fólkaatkvøður
ikki
ein
møguleiki, meðan Stjórnar-
skipanarnevndin
skjýtur
upp at brúka fólkaatkvøður
sum demokratiskt amboð.
- Markið fer altíð at vera
ein politisk avgerð. Skil má
vera í og tað má ikki vera
tilvildarligt og uttan pro-
portiónir, sigur Ingibjørg
Berg, sum umframt at vera
umboð Føroya í Demokrati-
nevnd Norðurlandaráðsins,
eisini var limur í Stjórnar-
skipanarnevndini.
Hon vísir á, at tað eisini
er ein spurningur um at ven-
ja bæði fólk og politikarar
við at nýta fólkaatkvøður
sum amboð, so tað er kon-
struktivt og tænir demokrati-
inum.
- Verður fólkaatkvøða
bert tikin fram av og á, tá
politikarar av eini hvørjari
orsøk ikki vilja taka støðu,
var kanska betur, um mø-
guleikin ikki var til.
Fjølbroyttari
tingmanning
- Hvat heldur tú um upp-
skotið hjá løgtingsformann-
inum um Føroyar sum eitt
valdømi?
-Grundleggjandi eri eg
fyri einum valdømi. Og eg
beri ongan ótta fyri, at tað
einans verður eitt slag av
professionellum politikar-
um, sum tá verða valdir.
Tvørturímóti ímyndi eg
mær størri fjølbroytni. Tak
til dømis ein mann sum Hei-
na O. Heinesen, sum eg
avgjørt rokni við varð vald-
ur, stillaði hann upp í einum
valdømi. Hann er ein ávíst
typa, sum talar til fólk í øll-
um landinum, og eg trúgvi
at nógv sum hann, høvdu
havt betur møguleika í ein-
um valdømi, sigur hon.
Hækkar støðið
Harumframt metir Ingibjørg
Berg tað vera ein demokra-
tiskur veikleiki, at vit hava
eitt óumboðandi ting.
- Tí hví skulu summar
atkvøður verða meira verd-
ar enn aðrar, bara tí tær lan-
dafrøðiliga hoyra til eitt
ávíst øki? Tað eru so nógv
onnur parametur, sum eins
væl kundu verið avgerandi
í dag, eitt nú klassar ella
kyn, sigur Ingibjørg Berg.
Hon greiðir frá, at vit lon-
gu nú hava eina óformliga
útjaðarasamgongu.
- Hendan er góð á tann
hátt, at fokus verður sett á
mál, sum viðvíkja útjaðar-
anum. Tað negativa við hen-
ni er, at vit til tíðir hava
orðaskifti og avgerðir í ting-
inum, sum eru fullkomiliga
irrationellar, sigur Ingibjørg
Berg.
- Við einum valdømi kun-
du vit fingið ein betri skip-
aðan útjaðarapolitikk, í stað-
in fyri hesar jólagávurnar,
sum nú verða býttar út á
hvørjum ári.
Petur Zachariassen,
hagfrøðingur, heldur
tað verða skeivt
at brúka brekini í
valskipanini sum
umbering fyri at
broyta til eitt valdø
mi.
Tað kann gerast lætt
ari við øðrum útrokn
ingarhátti, sigur hann
VALSKIPAN
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Petur Zachariassen er hag-
frøðingur og granskar valtøl
og skipanir.
- Hvat heldur tú um upp-
skotið hjá løgtingsformann-
inum um Føroyar sum eitt
valdømi?
- Eftir síðsta valg var stór
ónøgd við, at flokkarnir,
sum fingu flestar atkvøður,
ikki eisini fingu flest ting-
limir. Hetta var helst eisini
ein av orsøkunum til nógva
orðaskiftið um valskipan
okkara, sum nú helst hevur
við sær, at løgtingsformað-
urin skjýtur eitt valdømi
upp, sigur Petur Zacharias-
sen. Hann hevur mangan
borið fram, at tað ber til at
bøta um veikleikarnar við
verandi skipan á annan hátt,
enn við at umskipa alt til
eitt valdømi.
- Fólk brúka brekini í ver-
andi skipan sum umbering
fyri at broyta til eitt valdømi.
Men tað kann gerast við
øðrum
útrokningarhátti.
Sostatt ber til at varðveita
valdømini, og kortini rætta
skeivleikarnar, sigur Petur
Zachariassen, hagfrøðing-
ur.
Skapar split
- Hvat heldur tú um upp-
skotið hjá løgmanni um at
senda spurningin um eitt
valdømi til fólkaatkvøðu?
Í mun til uppskotið hjá
løgmanni um at senda
spurningin út til fólkaat-
kvøðu, heldur Petur Zachar-
iassen, at frægast hevði ver-
ið at bíða til eftir valgið.
Eisini sigur hann seg vera
samdan við teimum sum vil-
ja vera við, at vandin við
fólkaatkvøðu er, at tað fer
at skapa óneyðuga harðligt
orðaskifti og split millum
miðstaðarøkið og útjaðar-
an.
- Harumframt kundi ein
sagt, at vit hava ikki traditi-
ón fyri at senda slíkt út til
fólkaatkvøðu, so eg ivist í,
hvussu skilagott tað er, sig-
ur hann.
Uppá spurningum um,
hvat hann persónliga heldur
um eitt valdømi, sigur Petur
Zachariassen seg hava sym-
pati fyri, at vit hava politik-
arar úr øllum landinum.
- Søguliga vóru tey fólka-
valdu vald at umboða eitt
øki, og eg haldi, at tað er
ein legal grundgeving fyri
at bjóða seg fram, sigur
hann.
Kortini hevur hann mang-
an ilskast um, at lokalpoli-
tikkur kemur fram um lands-
politikk. Eitt nú innan hans-
ara egna økið, gransking og
útbúgving.
- Við verandi skipan hava
stovnar sum Setrið og skúl-
in í Hoydølum ongan góð-
an. Hetta er grátuligt, og
kanska eisini høgi prísurin
fyri lokalpolitikkin, sum
verður førdur í løtuni, sigur
hann.
- Men betur hevði helst
verið at justera verandi val-
skipan, og í hesum samban-
di kjakast um, hvussu flokk-
arnir
kunnu
tikið
lan-
dafrøðilig og kynslig atlit
longu í uppstillingini, sigur
Petur Zachariassen, hag-
frøðingur.
Valskipanin óegnað til fólkaatkvøðu
- Verður fólkaatkvøða
bert tikin fram av og á, tá
politikarar av eini hvørjari
orsøk ikki vilja taka støðu, var
kanska betur, um møguleikin
ikki var til, sigur Ingibjørg
Berg, stjórnmálafrøðingur
Vit kunnu fáa eitt
rættvísari býti við at broyta
útrokningarháttin. Eisini
áttu vit at kjakast um,
hvussu flokkarnir kunnu
taka landafrøðilig og kynslig
atlit longu í uppstillingini,
sigur Petur Zachariassen,
hagfrøðingur.
Broytið heldur útrokningarhátt