Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 148 - 03. august 2007 Søgan um Rikke og Nils er fjøltáttað søga, ið hongur saman. Ein kærleikssøga um tvey orku- og hugagóð fólk, ið eru lívsæðr í Mandela Miðdeplinum, í Papaya kórinum, umframt at tey umboða Krogerup Højskole. Mánakvøldið fara tey í Miðlahúsinum at greiða frá Mandela, Papaya og Krogerup Háskúlanum, sum eisini er opin fyri føroyingum Mentan Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Rikke Forchhammer og Nils Ekner vitja í hesum døgum í Føroyum. Tey umboða fyrst og fremst Krogerup Højskole, sum fegin vil geva føroyingum lut í sínum tilboðum, men hesi bæði hugagóðu fólkini umboða eisini so mangt annað, ið hevur við lívs­ áskoðan, heimsfatan og sanggleði at gera. Og alt hongur saman og er reyði tráðurin í teirra tilveru. Mandela og heimsfatan Hóast tey fyrst og fremst á Føroyaferðini umboða Krogerup Højskole, so slepst ikki undan uppliving­ um og arbeiði teirra í sam­ band við Mandela Miðdepl­ inum í Danmark og við Papaya vokalbólkinum, ið syngur afrikanskar sangir, og sum ger tað so væl, at Papya fleiri ferðir hevur vitjað í Afrika og bólkurin hevur stjørnustatus har. ­ Vit eru sera upptikin av Suðurafrika. Vit sungu við 78 ára føðingardagin hjá Nelson Mandela. At taka í hondina á Mandela var fantastiskt og lívjáttandi. Tað var undrunnarvert at hitta eitt so livandi menn­ iskja, sigur Rikke. Nils er skrivari og Rike er næstforkvinna í Mandela Miðdeplinum (Mandela Center). ­ Fleiri góð fólk sita í stýr­ inum og fyrrverandi formaðurin í SID, hin kendi Hardy Hansen, er formaður. Harafturat eru fólk úr afrikonsku sendistovuni og fyrrverandi danskir ráð­ harrar, greiðir Nils frá. Sleppa undan borgarakríggi Tey greiða frá, at Mandela Miðdepilin arbeiðir við hópi av ætlanum, ið hevur teirra áhuga, men serliga er tað sonevnda afrikanska modellið, ið hugtekur. ­ Tað er eydnast at broyta vanligu mannagongdina, tá kreppur eru. Í Suðurafrika eydnaðist at hoppa uppum borgarakríggið og fara bein­ leiðis til samráðingarborðið og til sameiningartilgongd­ ina.Tað ber til og tað hevði borið betri til, um fleiri vóru sum Mandela í heim­ inum, siga Rikke og Nils. ­ Eitt endamál í arbeið­ inum hjá Mandela Miðdepl­ inum er at breiða út vitan um Mandela og søgu hans­ ara, so ung og komandi ættarlið vita hvør hann var, og hvat hann hevur gjørt, siga Rikke og Nils. Mandela og Tutu ­ Vit arbeiða við friðarloysn millum Ísrael og Palestina og í Danmark hava vit jú máliini um at fáa innflytarar inn í samfelagið. Umframt arbeiða vit eisini við frið­ arætlan fyri Irak. Tað snýr seg um í sátt og semju at finna loysnir, sigur Nils. Rikke greiðir frá, hvussu Desmond Tutu, sum tey eisini hava hitt, tók ísraels­ menn á bóli í einum fyri­ lestri, har hann nevndi, at teirra ósemja við palestinar hevði bert tveir partar, meðan teir í Suðurafrika høvdu eina ørgrynnu av pørtum, men tó funnu teir eina friðarliga loysn, so nú máttu Ísrael og Palestina veruliga taka seg saman. ­ Og so fór hann av palli og øll sótu og gapaðu, greiða Rikke og Nils frá, og dylja ikki, at Tutu er ein, ið fyllir eitt rúm, tá hann kemur innar. Tey hava vitjað gøtuna, har Mandela og Tutu báðir hava búð og hetta er einasta gøta í heiminum, har tveir nobelfriðarprísmóttakarar hava búð. ­ Mandela Miðdepilin er limafealagsskapur og vænt­ andi gerst hetta altjóða felagsskapur, tí fleiri og fleiri fáa eyguni upp fyri hesum sama, og vit sam­ starva við fleiri felagsskapir, sigur Nils. ­ Vit stuðla nýggjari heimsskipan, har friður og semja er í miðdeplinum, sigur Rikke. Kórið Papya hevur tvær ferðir sungið fyri Desmond Tutu í Danmark og tey hava etið døgurða saman við honum og Rikke lýsir hann sum ein mann, sum tekur øll á bóli og hon fegnast um, at verða boðin til heim hansara í Suðurafrika. ­ Vit hava ætlanir um ráð­ stevnu um Afrika, religión og støðuna í heiminum og har hava vit m.a. Desmond Tutu í huga, greiða Rikke og Nils frá. Krogerup Højskole Skúlin liggur beint uttanfyri Keypmannahavn, í Humle­ bæk. Hetta er danskur háskúli, ið byggir á demo­ kratiska siðvenju. Rikke Forchhammer er tónleikalærari á skúlanum og undirvísir m.a. í jazz­ og rocksamspæli og í kór­ sangi. ­ Hetta er sera breiður skúli við mongum ymsum linjum og skeiðum. At skúl­ in er tætt við Keypmanna­ havn ger, at vit fáa vitjan av mongum spennandi persóns­ menskum, bæði tónleikar­ um, politikarum, listafólki og av fólki annars, ið hava eina meting av tilveruni. Heysthálvan er 18 vikur og byrjar 2. september og inniheldur m.a. námsferð til New York. Várhálvan er 22 vikur og inniheldur ferð til Marokko. Til ber eisini at fara við á serstaka ferð til Kina. At skúlin liggur beint við listasavnið Louisiana, har vit hava fría atgongd, ger ikki verri, sigur Rikke. ­ Nógvir íslendskir næm­ ingar hava gingið á skúl­ anum, og væntandi verða eini 10 íslendskir næmingar komandi ár. Men vit vilja so fegin, at føroyskir næm­ ingar eisini fáa lut í spenn­ andi tilboðunum á skúl­ anum, sigur Rikke. Papya ­ Eg eri uppvaksin í Tanzania, har pápi mín arbeiddi fyri Danida. Eg var einasta hvíta genta á skúlanum og eg gjørdist hugtikin av av teirra sang­ mentan, greiður Rikke frá. ­ Í Danmark fór eg á universitet við sergrein í afrikonskum sangi, og eg havi givið út 3 bóklingar við afrikonskum sangum og í 1986 stovnaðu vit so Papya, sum er vokalbólkur við 18 sangarum. Vit syngja og dansa, ella røra okkum, so sum ein nú einaferð ger, tá talan er um afrikanskan sang. Hetta ger eisini, at vit hava eina hugtakandi fram­ førslu, har vit eisini eru vakurt ílatin, sigur Rikke. ­ Vit hava verið einaferð í Tanzania og 4 ferðir í Afrika, har vit eru stjørnur, tí teimum dámar so væl, at vit eru hvítt kór, ið dugur so væl teirra sang, og hetta tykist ikki vera fánað, hóast broytingarnar millum svørt og hvít og Afrika og umheimin, sigur Rikke. ­ Vit eu boðin aftur til Afrika í 2008 og um lítla viku skulu vit til London at syngja fyri stórari afrikansk­ ari fyritøku og á afrikonsku ambasaduni, sigur Rikke. Ein kærleikssøga Nils Ekner og Rikke Forch­ hammer hittust, tá Nils var framleiðari á einum av teim­ um 4 útgávunum, ið Papya hevur givið út. Síðani hava tey samstarva og gingið hond í hond í øll­ um tí, sum tey fáast við, og tað er sum skilst ikki smá­ vegis. ­ Tí er hetta eisini ein kærleikssøga, skemtast tey bæði, sum mánakvøldið fara at greiða frá Krogerup Højskole, Mandela og Papya í Miðlahúsinum. Mánakvøldið greiða Rikke Forchhammaer og Nils Ekner frá Krogerup Højskole, Mandela Center og kórinum Papya í Miðlahúsinum klokkan 20. Heimasíður: www.mandelacenter.dk www.krogerup.dk www.papya.dk FAKTA - At hitta Mandela var lívsjáttandi Rochus Misch, lívverji hjá Hitler, sigur nú sannleikan um síðstu dagarnar undir seinna veraldarbardaga. Tá Mish 2. maj í 1945 rýmdi úr bunkaranum og kom inn á tokstøðina Keiserhof, hoyrdi hann hawaitónleik. Soleiðis endaði kríggið fyri hansara viðkomandi; í tí óveruliga. Bein áðrenn var hann rýmdur úr bunkaranum, har »førarin« og kona hansara, ið júst vóru vígd, tóku egnu lív síni. Misch er einasta vitni til at nazistýrið endaliga gekk til grundar, sum er á lívi. Hann er vorðin 90 ára gamal og nú sigur hann søguna. Hann minnist, at Eva Braun sat deyð í einum sofahorni í førarabunkaranum við beinunum uppi undir sær, og vend mótvegis Hitler. Mangt er ógreitt um síðstu dagarnar í bunkaranum, millum annað er ósemja um, hvør gav boð til at myrða Fegelein, herovasta. Misch sigur seg vita, men sigur seg ikki vilja siga hetta. Misch býr í dag í lítlari íbúð í friðaligari gøtu í Berlin, men finnur sjálvur ongan frið, tí telefonin kimar áhaldandi, og postur kemur úr øllum heiminum. Eftir kríggið var Misch fangi hjá russum og sat í átta ár fangi í Sibir og Kasakhstan. Í 1953 vendi hann heim at skapa sær eina nýggju tilveru í táverandi Vestur Berlin. Nú hevur hann skrivað bók, sum kemur út í Týsklandi í heyst. Bókina kallar hann; »Eg var lívverji hjá Hitler«. Kelda: www.startsiden.no Lívverjin hjá Hitler sigur frá um síðstu krígsdagarnar Rikke Forchhammer og Nils Ekner vitja í hesum døgum í Føroyum. Tey umboða fyrst og fremst Krogerup Højskole, sum fegin vil geva føroyingum lut í sínum tilboðum, men hesi bæði hugagóðu fólkini umboða eisini so mangt annað, ið hevur við lívsáskoðan, heimsfatan og sanggleði at gera (mynd; Jan Muller)