hósdagur 12. apríl 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult13 cyan13 magenta13 svart13
12
Nr. 72 - 12. apríl 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
Frá langa fríggjadegi 13. apríl til hósdagin 19. apríl
Bestubitar:
Á fjalli í Lítlu Dímun
Leygarkvøldið kl. 20.00
Fres - úr Skálavík
Við múrarnar í Kreml
FBI-agenturin Sean Archer ger alt fyri at finna eitt oyðandi biologiskt vápn, sum er
í Los Angeles. Tað arvafíggindin hjá Sean, sum eitur Troy Castor, ið hevur ætlanir um
at leggja býin í oyði. Archer hevur sett alt til visk fyri at handtaka Castor, tí tað var
hann, ið hevði ábyrgdina av deyða soni Archers.
Tað eydnast umsíðir, tá Archer fær nýtt andlit við eini skurðviðgerð. Tað er andlitið
hjá Castor, og soleiðis kann hann sleppa inn í vandamikla felagsskapin hjá Troy.
Vælvild ella valsnild
Face/Off
Sunnukvøldið kl. 20.00
Páskadag kl. 15.00
Fríggjakvøldið kl. 18.30
Grísurin Babe
Leygarkvøldið kl. 18.20
Tað er heilt týðuligt, at næsta
val ikki er langt burturi. Í vik-
uni skrivaðu Starvsmannafel-
agið og Fíggjarmálastýrið und-
ir sáttmála, sum gevur limunum
munandi størri lønarhækking,
enn seinasti sáttmáli gjørdi, tá
limirnir vóru í verkfalli í góðar
tríggjar vikur. Løgmaður og
floksfelagar hansara verða end-
urgivnir bæði tíðliga og seint í
miðlunum. Fyrst fyri at siga, at
hetta er heilt óforsvarligt og
næstu løtuna ætla teir eisini at
geva fólki tað, teir hava lovað í
samgonguskjalinum. Tað kann
undra, at tað ikki verður brúkt
meira tíð at lýsa sjálva avtal-
una, sum kemur at verða grund-
arlagið undir samráðingunum
hjá hinum fakfeløgunum eftir
páskir. Er søgan ikki líka stutt-
lig, tá allir partar eru nøgdir?
Eg kundi t.d. hugsað mær at
vita, hvat hini feløgini halda
um avtaluna.
Økismenningarálitið
sum
varð handað landsstýrismann-
inum í mentamálum fær eisini
sera positiva umrøðu. Tað er
næstan ongin endi á, hvussu
nógv nú skal gerast, serliga fyri
neyðars Suðuroynna. Eg havi
bara so ilt við at skilja, hvussu
vit skulu fáa hægri løn, minni
skatt og avgjøld, gera íløgur
fyri 100 tals milliónir - uttan-
fyri miðstaðarøki skilst - sam-
stundis sum vit skulu niður-
trappa blokkin og yvirtaka
málsøkir. Hetta er ikki bara ein
spurningur politiskir flokkar
mugu spyrja. Tað hevði frøtt
meg, um hesin spurningur var
við, hvørja ferð fjølmiðlarnir
viðgera fínu politisku ætlanirn-
ar, sum næstan spríkja úr jørð-
ini. Fíggingin skal kanska eisini
koma spríkjandi onkunstaðni
frá?
Tað verða søgd nógv føgur
orð, um hvat skal gerast og hvat
ikki má gerast longur. Tað er
sum so gott, at politikarar og
onnur hava greiðar meiningar
um, hvussu vit skulu liva og bú-
leikast í framtíðini. Trupulleik-
in er bara at alt ov ofta verða
tey føgru orðini ikki til veru-
leika, tí neyðugu karmarnir ikki
eru til staðar. Vilja vit økis-
menning, so er tað ikki nýggja
álitið, sum kann bjarga okkum,
men tær raðfestingar, sum
verða gjørdar við støði í álitin-
um og tann játtan sum verður
sett av til endamálið. Hvussu
nógv álit eru ikki gjørd seinastu
árini, sum stranda, tí tað ikki er
samsvar millum orð og gerðir?
Eitt annað dømi hesa vikuna
er, at roykipolitikkur er gjørdur
fyri almennu stovnarnar. Nú er
tað ikki longur loyvt at roykja á
felags økjum, og bara á egnari
skrivstovu, um leiðslan loyvir
tí. Ístaðin skulu fólk roykja í
serligum rúmum. Nógva staðni
ber hetta ikki til, tí onki rúm er
til tøkt. Ongin torir at siga, at
fólk kunnu fara út at roykja ella
leggja av, men tað verður av-
leiðingin nógva staðni. Her lek-
ur eisini millum teori og praks-
is.
Áhugaverd
ítrottartíðindi
Ikki er tað ofta, at ítrottartíð-
indini hava mín stóra áhuga,
men okkurt undantakið er. Av-
talan hjá unga B36 spælaranum
Inga Højsted við stórfelagið
Arsenal má av sonnum sigast at
verða stórhending í føroyska
ítrottarheiminum.
Onkuntíð
hava vit hoyrt um landsliðið
bæði tíðliga og seint, í hvørjari
tíðindasending frá kl. 7 á
morgni. Hendan søgan, sum
nokk er nógv størri sum tíðind-
ir, enn onkur hissini venjingar-
dystir, kom í ÚF aftaná øll út-
lendsku tíðindini, beint undan
sølutølunum hjá Fiskamarkn-
aðinum. Hesuferð haldi eg, at
nógv meira átti at verið gjørt
burturúr, at eitt miðvíst arbeiði
hjá einum unglingi og einum
ítrottarfelag hevur givið so gott
úrslit. Tað er veruliga nakað at
verða stolt av.
Fres
Tríggir partar av nýggju barna-
sendingini hjá SVF hava verið
sendir. Higartil hevur sendingin
verið væl móttikin her í húsin-
um. Hon líkist ikki Likkulikku-
leia, sum hevur verið mest
sædda sendingin hjá okkum í
langa tíð. Dentur verður lagdur
á at lata børnini sjálvi sleppa til,
og tað sær út til at virka væl.
Søgan um gentuna úr Gøtu,
sum hevði so sterkar brillur,
setti nógvar tankar í gongd hjá
Katrin. Tá tey gjørdu bomm í
Kvívík, sat hon við nøsini beint
við skermin og mungaði. Allar-
besta var tá Angela setti seg í
tannlæknastólin.
Dukkan
Noddi er tann, sum fær láturin
fram, eins og tað var Pingu í
fyrru sendingunum.
Orð um orð
Nú er tað so modernað, at alt
skal verða burðardygt. Hetta
gandaorðið verður knýtt at
hvørjum navnorði, sum rekur
framvið. Síðsta skrígg eru
konufólk í burðardyggum aldri!
Eg taki fult undir við viðmerk-
ingunum hjá Sonna Smith her-
fyri, sum fýltist á málburðin í
miðlunum. Ábyrgdin hjá loft-
miðlunum at verja og lívga før-
oyska talumálið er ómetalig, og
má takast í størsta álvara. Stór
orka verður løgd í at gera send-
ingar við góðum innihaldi, eis-
ini málsliga, men tað kann altíð
gerast uppaftur betri.
Annika
Sølvará
ummælir:
Gudmund Strømsnes,
stjóri í Pan Fish
Norge, heldur, at
framleiðslan í før-
oysku alivinnuni
kann trýfaldast. Pan
Fish metir Føroyar
sum eitt ógvuliga
áhugavert øki, og fer
tí at gera enn fleiri
íløgur í alivinnuna
her á landi
ALIVINNA
Stefan í Skorini
Seinastu árini hevur ovur-
stóra norska fyritøkan Pan
Fish gjørt stórar íløgur fyri
fleiri 100 milliónir krónur í
føroysk alibrúk. Samstund-
is hava vit upplivað, at ali-
vinnan gongur framá í
stórum fetum. Yvirskotið er
økt, og framleiðslan er
eisini økt mundandi.
Í samstarvi við føroyskar
alarar átti Pan Fish eina
knappa helvt av samlaðu
framleiðsluni í fjør. Saml-
aða framleiðslan í Føroyum
í fjør var 41.000 tons, og
20.000 av hesum átti Pan
Fish ein part av.
Tað er soleiðis, at Pan
Fish ger íløgur í føroyskar
fyritøkur, so at føroyskir
alarar standa fyri fram-
leiðsluni, meðan leikluturin
hjá Pan Fish fyri tað mesta
snýr seg um at fáa pening
til vega.
Stórur vøkstur
Parturin hjá Pan Fish av
føroysku framleiðsluni er
vaksin munandi seinastu
árini. Í 1999 vóru bara
5000 tons framleidd, har
Pan Fish átti lut í fram-
leiðsluni. Í fjør var tonsa-
talið 20.000 tons, og í ár
verður samlaða framleiðsl-
an hjá Pan Fish væntandi
27.000 tons.
Pan Fish hevur ætlanir
um at økja sín part av før-
oysku framleiðsuni kom-
andi árini, og Gudmund
Strømsnes dylur ikki fyri,
at Føroyar er eitt tað mest
áhugaverda øki, sum Pan
Fish hevur í kikaranum. Tí
hevur Pan Fish ætlanir um
“munandi stórar íløgur í
Føroyum” framyvir.
– Tað er eingin loyna, at
vit halda Føroyar vera eitt
sera áhugavert øki, tá talan
er um aling. Hitin í sjónum
er júst tann rætti til laksin,
og Føroyar hava ongar
handilsforðingar, so frí at-
gongd er til teir stóru
marknaðirnar í ES og í
USA,
sigur
Gudmund
Strømsnes.
Gudmund
Strømsnes
vísir eisini á, at møguleikin
fyri vøkstri er góður, men
ein vansi er, at møguleik-
arnir fyri at ala í feskum
vatni ikki eru serliga góðir í
Føroyum.
Pan Fish metir, at í næsta
ár er fyritøkan við til at
framleiða 35.000 tons í
Føroyum. Hetta er næstan
eins nógv og tann samlaða
framleiðslan er í dag.
Stjórin í Pan Fish Norge
metir, at framleiðslan í Før-
oyum fer at økjast munandi
komandi árini, og í næsta ár
metir hann leysliga, at
framleiðslan fer at liggja
um eini 70.000 tons.
– Vit hava sett nógvan
pening í føroysku alivinn-
una í farna ári, og í ár fara
vit eisini at seta nógvan
pening í føroyskar alifyri-
tøkur,
sigur
Gudmund
Strømsnes, sum tó ikki vil
upplýsa, hvussu nógv talan
er um.
Gudmund
Strømsnes
sigur í sama viðfangi, at
fyritøkan sjálvsagt væntar
at fáa vinning burturúr
hesum íløgum, tí annars
hevði hon ongantíð farið
undir tílíkar ætlanir.
Gudmund sær hinvegin
ongan
umhvørvisligan
vanda í, at framleiðslan í
Føroyum verður økt so
nógv.
– Tað er eingin, sum
hevur áhuga í at fara illa
við umhvørvinum kring
aliringarnar, og allarminst
alararnir. Men tað er eingin
trupulleiki við at økja
framleiðsluna, tí hon kundi
væl verið 150.000 tons
árliga. Alibrúkini skulu
bara rekast á ein skilgóðan
hátt, og firðirnir skulu fáa
tann friðin teimum tørvar
av og á, sigur Gudmund.
Eigaraviðurskifti
Í Føroyum kunnu útlend-
ingar ikki eiga meira enn
33% av føroyskum fyritøk-
um,
men
Gudmund
Strømsnes skilur væl, at
myndugleikarnir seta slíkar
forðingar. Hann sigur, at
Pan Fish sjálvandi helst
ikki vil hava nakrar av-
markingar, men tí mugu
teir bara liva við. Hann
ásannar, at Føroyar eru eitt
lítið land, og tørvar tí verju.
Hinvegin vísir hann á, at
fleiri gera tað mistak, at
samanbera alivinnuna við
fiskivinnuna. Tí munurin er
stórur. Alivinnan skal ala
fiskin frá smolti til lidna
matvøru burturúr. Meðan
fiskiskip kunnu selja fiskin
í teimum londum, teimum
lystir.
– Vit vilja fegin vera við
til, at laksurin í størri mun
verður virkaður í Føroyum.
Tá talan er um stórar
mongdir, er grundarlag fyri
at fiskurin verður virkaður í
Føroyum, sigur Gudmund
Strømsnes.
ILA eingin trupulleiki
Pan Fish er partaeigari av
alibrúkinum í Oyndarfirði,
sum herfyri varð illa rakt av
ILA-virusi. Stjórin heldur
hinvegin ikki, at hetta fer at
skaða umdømi hjá Pan Fish
ella føroysku alivinnuna.
– Tær flestu alifyritøkur-
nar hava fingið ILA onkun-
tíð. Stóru trupulleikarnar
skapa
myndugleikarnir
sjálvir við at gera støðuna
verri, enn hon í veruleik-
anum er, sigur Gudmund
Strømsnes og vísir á, at
ongar forðingar eru fyri at
selja fisk í Evropa, sum er
slaktaður vegna ILA sjúk-
una, tí tað er ikki ein vanda-
mikil virus.
Gudmund
Strømsnes
heldur, at tiltøkini ímóti
ILA í Føroyum hava verið í
so víðgongd, sum ikki hava
nakað samband við veru-
leikan. Hann heldur orsøk-
in vera, at tað er nýtt í Før-
oyum, og tí eru fólk so
bangin. Sjúkan hevur verið
kend í Noregi í tíggju ár, og
har hava alarar lært at liva
við tí.
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Vaktar
og
Bjargingar-
tænastan sendi klokkan 11 í
gjáramorgunin boð til øll
svartkjaftaskipini,
sum
royna í ES sjógvi vestanfyri
Írland, at tey skuldu hála, tí
nú var kvotan upp á 62.000
tons uppfiskað. Í tveir
mánaðar hava føroysku
svarkjaftatrolararnir havt
góðan fiskiskap vestanfyri
Írland.
– Svartkjafturin er ikki
enn komin í føroyskan
sjógv, men tað er um reppið
og russiski trolararnir eru
klárir at fara til fiskiskap í
føroyskum sjógvi. Teir ætla
at byrja í komandi viku,
sigur Jóhan Simomsen á
Vaktar og Bjargingartæn-
astuni.
Nú
boðini
komi
til
føroysku svartkjaftaskipini
hevði
Norðborg
fingið
1800 tons. Christian í
Grótinum var júst byrjaður
túr, Krúnborg var á veg í
íslendskan sjógv, Næraberg
lá á leiðini og Jupiter og
Jón Sigurdsson vóru á veg
á Fuglafjørð at landa.
Í fjør kláraðu føroyingar
akkurát ikki at fiska svart-
kvotuna upp í ES sjógvi, tá
vantaðu 1500 tons. Nóta-
skipini eru vorðin fleiri og
Næraberg er eisini komin
afturat.
Í seinastu viku bóru ís-
lendingar við svartkjaft í
íslendskum sjógvi og skip
leita eisini í altjóða sjógvi
eftir svartkjafti.
Í komandi viku fer vakt-
arskipið “Tjaldrið” á
beding á Tórshavnar
Skipasmiðju og tá er
“Brimil” einsamallur um
partin av vaktarhaldin-
um hjá Vaktar og Bjarg-
ingartænastuni
undir
Føroyum.
Jóhan Simonson á
Vaktar og Bjargingar-
tænastuni
sigur,
at
“Brimil” hevur roynst
væl, síðan hann kom til
landið og hann hevur
røkt vaktar og bjarg-
ingartænastu saman við
“Tjaldrinum”. Tekniskt
riggar nýggja vaktar-
skipið væl.
je
Pan Fish økir um
framleiðslu
í Føroyum
Gudmund Strømsnes, stjóri í Pan Fish Norge, heldur, at framleiðslan av alilaksi í Føroyum
kann økjast munandi. Í næsta ár verður Pan Fish við til at framleiða 35.000 tons í Føroyum, og
tann samlaða framleiðslan er í dag 41.000 tons
Svartkjaftakvotan í ES sjógvi uppfiskað
Tjaldrið á beding