hósdagur 12. apríl 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 72 - 12. apríl 2001
gult18 cyan18 magenta18 svart18
Nr. 72 - 12. apríl 2001
19
gult19 cyan19 magenta19 svart19
Tað er eitt stríð at
halda kropsligu
støðuna við líka. Men
John Heri, Martin og
Hjørdis, sum hava
spastiskar vøddar, eru
íðin og dríva á undir
venjingini saman við
fysioterapeuti
Orð og myndir:
Eyðun Klakstein
Við sveittabroti stríða tey
seg ígjøgnum venjingarnar.
Tey eru íðin og hugagóð.
Kempa fyri at fáa armar,
bein, hendur og føtur at
flyta seg, so sum øvilsini
krevja. Og hóast hørðu
venjingina er tað altíð stutt
til eitt smíl.
Martin Johannesen, John
Heri Johansen og Hjørdis
Jacobsen hava spastiskar
vøddar, og tað hevur krops-
ligar trupulleikar við sær.
Í roynd og veru er tað
samstarvið millum heilan
og vøddarnir, sum ikki er
sum tað eigur at vera.
Vøddarnir vilja ikki upp-
føra seg soleiðis, sum tey
vilja, og tí er tað ringt hjá
teimum at halda javnvág-
ina, at ganga og at gera
nógv av tí, sum tú og eg
halda vera púra vanligt.
– Nú fóru beinini hjá
mær at ferðast. Til Aber-
deen, haldi eg.
Forherðaði John Heri
missir ikki mótið, hóast tað
er eitt baks at gera øvilsini
rætt. Hann veit, at venjing-
arnar hjálpa honum, og tí
stríðist hann hugagóður
saman við Martini og
Hjørdis í Klaksvíkar Fysio-
terapi tvær ferðir um vik-
una.
Svensk framstig
Venjingarnar tykjast ein-
faldar. Tey skulu flyta ein
fót, lyfta eitt bein ella
strekkja ein arm. Við hvørt
snýr tað sum at fáa armin at
arbeiða saman við beinun-
um ella um at gera meiri
vanligar styrkivenjingar.
Uppgávurnar kunnu tykj-
ast yvirkomiligar, men tað
er eitt stríð hjá John Hera,
Martini og Hjørdis at flyta
bein og armar, soleiðis sum
venjingarnar krevja. Tey
mugu leggja stóra orku í at
flyta kropslutirnar, og tað
er eisini eitt stórt stríð at fáa
røttu glíðandi flytingina.
Jóngerð Biskopstø stend-
ur fyri venjingini, og hon
roynir at dríva á tey trý.
– Tað er ein stórur fyri-
munur fyri venjingina, at
tey øll trý eru sovorðnir
kemparar, sigur hon.
Venjingin hjá Jóngerð
snýr seg um at halda krops-
ligu støðuna við líka, eftir
at John Heri, Martin og
Hjørdis hava verið í Svør-
íki. Tvær ferðir um árið
hava tey tilboð um at fara
nakrar vikur í Svøríki, og
her er mest sum talan um
eina venjingarlegu, har
uppgávan er betra um
kropsligu støðuna hjá teim-
um.
Tá tey síðani koma aftur
til Føroya skulu tey halda
fast um framstigini, og síð-
ani taka seg enn meiri fram,
næstu ferð tey fara avstað.
Og framstig sóust, nú tey
hava verið einaferð í Svør-
íki, heldur Jóngerð.
Ymiskt
Venjingin í Klaksvíkar
Fysioterapi hevur fleiri
endamál. Tey trý skulu
styrkja vøddarnar, tey skulu
gerast betur til at brúka
bein og armar, tey skulu
venja at ganga, og tey skulu
eisini læra partarnar av
kroppinum at arbeiða sam-
an.
Nú hevur Martin fingið
ein bólt at taka sær av.
Hann skal lofta bóltinum
og tveita hann aftur. Síðani
skal hann dribla við bóltin-
um. Alt hetta skal hann
gera, meðan hann skal
halda javnvágina, og tað
gongur sera væl. Onkuntíð
tykist tað, sum um hann
missir fótafestið, men hann
fótar sær altíð aftur.
Martin, Hjørdis og John
Heri gera nógv øvilsi í fel-
ag, men tey hava eisini
ymiskar venjingar. Tað
kemst av, at tað er ymiskt,
sum tey eru fyri, og hvørjir
vøddar eru harðast raktir av
sjúkuni.
Hørð venjing
– John Heri, hvussu gong-
ur, spyr Jóngerð.
– Tað gekk betri í áðni,
svarar John Heri, sum stríð-
ist við eitt øvilsi fyri bein-
ini.
– Ja, tær dámar betri at
gera øvilsi til ryggin.
– Ella okkurt við armun-
um, leggur drongurin aftur-
at.
Tað eru nøkur ár millum
tey trý, men tey trívast væl
saman. Tey eru kort síðani
farin at venja í felag, men
tað riggar væl.
– Venjingin er hørð, og
tey eru eisini móð, tá vit
eru liðug, men tey eru sera
røsk, og tað er helst eisini
Beinini ferðast
John Heri venur armar og
bein at arbeiða saman, men
hann heldur ikki, at altíð
gongur so væl
Martin kempar fyri
at fáa nakað burtur
úr venjingini
Martin, Hjørdis og John Heri hava verið í Svøríki og vant, og
tað hevur havt framstig við sær
ein fyrimunur, at tey eru
saman um venjingina, sigur
Jóngerð Biskopstø.
– Endamálið við venjing-
ini er at gera tey so sjálv-
bjargin, sum tað ber til. Tey
skulu gerast betri til at
klára
seg
í
gerandisdegnum, og skulu
framstigini verða varandi,
er neyðugt við nógvari
venjing.
Um vøddarnir ikki alla-
tíðina verða mýktir og
vandir, gerast teir stívari
aftur, og so er verri at flyta
armar og bein.
– Tað er hugaligt at
síggja
framstigini
hjá
teimum. John Heri til
dømis gongur nú við
høkjum, og tað var ikki
hugsningur um fyri nøk-
rum mánaðum síðani, sigur
Jóngerð.
Martin og Hjørdis hava
eisini tikið seg fram eftir
venjingina í Svøríki, og tá
tey trý gera klárt at fara til
hús eftir venjingina, verður
ikki tosað um, at tað er ein
lætti, at venjingin er av,
men heldur nær næsta venj-
ing verður.
– Tað er hugaligt at síggja framstigini hjá teimum, sigur
fysioterapeuturin um Hjørdis og hini
Tey eru hugagóð, hóast venjingini er hørð og krevur nógv av
teimum
Roykipolitikkur er nú
vorðin partur av
almenna starvsfólka-
politikkinum. Hetta
upplýsir Løgmans-
skrivstovan, og er
hetta fyri at tryggja
almennum settum at
arbeiða í roykfríum
umhvørvi
ROYKING
Heini í Skorini
Royking hevur altíð verið
eitt umstrítt evni, og upp
ígjøgnum tíðirnar hava
nógvar áskoðanir verið
frammi í miðlum okkara
bæði frá politikarum og
vanligum fólki viðvíkjandi
hesum evni.
Men nú upplýsir Løg-
mansskrivstovan í tíðinda-
skrivi, at broyting er farin
fram á hesum øki.
Frá 1. apríl 2001 avloysti
nýggjur roykipolitkkur fyri
almennu fyrisitingina rund-
skriv frá 13. apríl 1989, har
endamálið er at fáa royk-
frítt umvhørvi. Endamálið
við nýggja roykipolitikkin-
um hjá Løgmansskrivstov-
uni, er at seta fyriskipanir
upp, ið tryggja øllum
alment settum at kunna
fremja sítt arbeiði í roykfrí-
um umhvørvi, har møgu-
leikin fyri »passivari« royk-
ing ikki er til staðar.
Løgmansskrivstovan sig-
ur, at einastu undantøkini
viðvíkjandi royking, sum
nú kunnu verða gjørd, eru í
serligum hølum, sum bert
eru ætlað at roykja í, og í
arbeiðshølum, har bert eitt
starvsfólk arbeiðir, og ein-
ans um hesi høli ikki verða
nýtt at greiða viðskiftafólk
í.
Sum nakað nýtt er heldur
ikki loyvi at roykja í tæn-
astubilum. Nýggi roykipol-
itikkurin leggur eisini upp
til, at arbeiðsplássini, talan
er um, skipa fyri upplýsing
um vandan av royking.
Arbeiðsplássini hava nú
eisini møguleikan at vera
við í arbeiðinum í sam-
bandi við sjálvbodna av-
venjing hjá starvsfólki.
Eins og allir hinir part-
arnir av starvsfólkapolit-
ikki, verður nýggi roykipol-
itikkurin, sum hevur verið í
gildi frá 1. apríl í ár, sendir
stovnum og yrkisfeløgum.
Ásannandi, at royking er
heilsuskaðilig, skal nýggi
roykipolitikkurin tryggja
roykfrítt umhvørvi á øllum
almennum arbeiðsplássum.
Roykipolitikkur almennur
starvsfólkapolitikkur
Frá Tórshavnar Kommunu
Í samband við umbyggingararbeiði hjá Tryggingarfelagnum Føroyar á Kongabrúnni,
verða hesar broytingar í ferðsluni gjørdar frá týsdegnum 10. apríl 2001.
• Kopargøta verður stongd fyri allari ferðslu
• Einvegis ferðsla verður frá Vaglinum oman eftir Áarvegnum til Kongabrúnna
• Eingin gjøgnumkoyring verður oman eftir Erling Jallsgøtu
Lýst verður tá koyrandi verður aftur á Kopargøtu
Tórshavnar Kommuna
Tekniska deild