hósdagur 19. apríl 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult17 cyan17 magenta17 svart17
gult16 cyan16 magenta16 svart16
Nr. 74 - 19. apríl 2001
3
Eftir at hava verið eitt
sindur stíl- og
sjangruforvirraðir
hava Tangz nú funnið
sín bás sum rockbólk-
ur. Og nú sveittin eft-
ir eitt spennandi und-
anumfar í Miðvági er
turkaður av, eru teir
fimm tónleikararnir
klárir til eina finalu,
sum teir hesuferð
síggja ein møguleika
fyri at vinna. Vit hava
hitt sangaran í bólk-
inum, Rók Jacobsen.
Rúnar Reistrup
Framførslan í Prix undan-
kappingi í Klaksvík fyri
tveimum árum síðan
gjørdist eitt satt gjøgnum-
brot hjá Tangz. Mestsum
eftir einum degi menti
Tangz seg frá at vera húsa-
orkestur í Studentaskúlan-
um Í Hoydølum til at vera
ein landskendur bólkur,
sum av nógvum varð mett-
ur sum eitt gott boð sum
vinnari av Prix finaluni í
1999.
Soleiðis bleiv tað tó ikki,
men nú eru teir fimm
havnardreingirnir vendir
aftur í við einum meira
poleraðum og stílreinum
Tangz, sum ikki kann
renna undan teimum vón-
um, sum verða settar til
bólkin.
Hvat kalla tit sjálvir tón-
leikin, sum tit spæla?
– Vit eru settir í allar
møguligar løgnar básar.
Onkur hevur heft upp á
okkum, at vit eru ein sam-
anrenning av jazz, rock og
funk, og annað líknandi
tvætl hava vit hoyrt mest-
sum hvørja ferð onkur
roynir at seta okkum í bás.
Vit vilja gjarna sleppa
undan øllum hasum løgnu
kategoriseringunum. Vit
eru bara ein vanligur rock-
bólkur sum einhvør annar
bólkur, ið spælir rock.
Fyrstu ferð at nakað
hoyrdist til Tangz var á
Prix Føroyar undankapp-
ingin í Klaksvík fyri
tveimum árum síðan. Men
hóast tað kundi sæð soleið-
is út, so leggur bólkurin
dent á, at hann ikki varð
stovnaður til Prix.
– Vit byrjaðu á studenta-
skúlanum í Hoydølum og
spældu okkara fyrstu kon-
sertir har áðrenn Prixið í
1999 bleiv aktuelt. Men
Prix Føroyar setti ferð á og
fekk okkum at skriva okk-
ara egnu løg, so á tann hátt
var tað við til at fáa gongd
á Tangz. Men vit vóru til
áðrenn Prix.
Hvør munur er á Tangz
anno 2001 og Tangz, sum
var á finaluni seinast?
– Í byrjanini var eitt
sindur av vavstri í okkara
stíli. Tað haldi eg at vit
kunnu viðganga. Nú hava
vit í størri mun funnið ein
reyðan tráð ígjøgnum tað,
sum vit skriva, og eg
trúgvi at vit eru meira stíl-
reinir enn vit vóru á sein-
astu finaluni.
Nógv mettu tykkum sum
favorittar til at vinna
síðstu Prix finaluna. Hvat
hildu tit sjálvir?
– Tað vigaði ikki so
tungt á okkum. Vit vóru
akkurát stovnaðir og vit
vistu at Taxi vóru alt ov
góðir til at vit ella nakar
annar kundi koma upp á
tal. Í finaluni hesaferð er
eingin so klárur favorittur
sum Taxi vóru, og tað er
nokkso stuttligt.
Vóru tit vísir í at koma
víðari til finaluna hesa-
ferð?
– Vit vónaðu sjálvsagt at
koma víðari og væntaðu
tað helst eisini innast inni.
Men kappingin í Miðvági
var sera hørð og tveir ella
tríggir av bólkunum høvdu
eftir mínum tykki havt
góðan møguleika at kvali-
fisera seg til finaluna, um
teir høvdu spælt á onkrari
av hinum undankapping-
unum. Tað vistu vit
frammanundan, og tí vóru
vit sera nervøsir og hugs-
aðu nógv um »hvat nú um
vit ikki koma víðari?
Hvussu langt fella vit, um
vit um tað hendir?« Men
tað gekk tíbetur.
Hørjar vónir hava tit
sjálvir til Tangz?
– Vit eru uppsettir uppá
at fara á pallin at gera tað
gott. Eg haldi ikki at vit
hugsa so nógv longri enn
tað. Sjálvandi vilja vit akk-
urát líka gjarna vinna sum
allir hinir bólkarnir, men
vit fara at royna at gloyma
dómararnar og ístaðin
hugsa um, at vit gera eitt
stórt show á einum stórum
palli við perfektum ljóði
og útseldum Norðurlanda-
húsi. Tað er tað mest um-
ráðandi fyri okkum, hóast
tað sjálvsagt hevði verið
stuttligt um vit vunnu ella
sluppu til onkran festival.
Hvat fara tit at spæla á
finaluni?
– Vit hava tað luksus-
problemið at vit hava rætt-
iliga nógv løg. Og tað
skiftir allatíðina hvat vit
hava hug til at spæla og
hvat situr best hjá okkum,
so tað er ikki heilt greitt
hvørji løg vit fara brúka á
finaluni. Eg havi varhugan
av at nógvir av finalubólk-
unum eru kanska bara førir
fyri at spæla í ein hálvan
tíma tí teir hava fýra-fimm
løg og so er tann søgan
liðug, so hjá teimum er
ikki so ringt at velja løg út.
Men tað vísir seg at tað av
onkrari orsøk eisini ber til
hjá teimum at koma við í
Prix finaluna.
Hvør er favorittur?
– Tað er All That Rain
eftir mínari meting. Eg iv-
ist heldur ikki í at Týr
kann gerast heilt spennandi
fyri dómararnar.
Hvat við Tangz?
– Vit trúgva uppá, at alt
kann henda.
Er tað líka spennandi at
vera við á finaluni aðru
ferð?
– Ja, tí hatta er tað
størsta sum er innan før-
oyskan tónleik, og tað
hevði ikki verið nøkur
grund til at spælt rocktón-
leik, um man ikki royndi at
sleppa við til Prix final-
una. Hatta er tann optimala
konsertin her í landinum.
Tangz:
– Vit eru altso ein
rockbólkur
Í einum venjingar-
hølum í føroysku
betonbygdini - Oyra-
sundskollegienum -
hoyrast javnan rock-
tónar við føroyskum
kvæðarútmum. Tá er
tað bólkurin Týr,
sum hevur ljóðførini
frammi, og tað hevur
ikki verið so sjáldan,
síðan bólkurin gjørd-
ist nummar tvey í
undankappingini í
Vági. Vit hava hitt
guitaristin Hera
Joensen, sum saman
við Kára Streymoy
stovnaði bólkin fyri
tveimum árum síðan.
Rúnar Reistrup
Hvør er søgan handan
navnið Týr?
– Tað er eit navn úr
norrønu gudalæruni og tað
hevur sjálvandi ein ávísan
samanhang við tann tón-
leikin, sum vit spæla. Og
so eitur ein pláta hjá
Black Sabbath Týr, skriv-
að við rúnum, eins og vit
skriva Týr. Tað er kanska
helvt um helvt frá Black
Sabbath og frá norrønu
gudalæruni. Annars hevur
tað ikki nakra djúpri
meining.
Hvussu ber tað til, at tit
geva føroyskum kvæða- og
táttasiðum so nógv rúm í
tykkara heldur tunga tón-
leiki?
– Kvæðir og fólkatón-
leikur hava altíð havt mín
áhuga, men eg havi bara
ongantíð gjørt nakað við
tað fyrr enn nú. Mær hev-
ur altíð dámt væl tónleik
sum tann hjá Enekk, og
mær dámar væl rock og
heavy, og so bleiv tað tann
blandingin.
Hvørjar vóru vónirnar
áðrenn undankappingina?
– Vit vóru ikki vísir í, at
vit fóru at koma víðari.
Men vit fóru við fyri at
royna at sleppa í finaluna,
og vit høvdu ávísar vónir
um tað. Eg haldi, at ein
stór styrki hjá okkum er
útsetingin av løgunum og
so kanska løgini sjálv. Tey
eru kanska ikki so øgiliga
original, men tey eru so
originalari enn nógv av tí,
sum varð spælt í Vági tað
kvøldið. Harafturat vóru
rættiliga nógvir av bólkun-
um í kappingini ógvuliga
óroyndir. Ikki tí, fleiri
teirra høvdu framtíðarpot-
entiali, men tað í sær
sjálvum er ikki nokk til at
koma víðari. Vit eru mál-
rættaðir og vita hvat vit
vilja, og so eru vit rættil-
iga royndir tónleikarar.
Tað hevur nokk gjørt
munin.
Hóast bólkurin Týr ikki
hevur verið at sæð í Prix
høpi áður, so eru allir lim-
irnir ikki grønir í kapping-
ini.
Heri Joensen og bass-
leikarin Gunnar Thomsen
eru kendir úr bólkinum
Wolfgang, sum var við á
fyrstu Prix finaluni í 1995
og sangarin Pól Arni
Holm stóð við mikrofon-
ini, tá Wild Child var í
finaluni í 1997.
Fara tit at vinna?
– Okkara mál er at
vinna. Um vit gera tað er
so ein onnur søk. Tað
kann sjálvandi væl vera, at
tað ikki hendir. Men um
man ikki siktar ov høgt, so
rakar man ov lágt. Vit taka
kappingina á álvara og
venja rættiliga nógv undan
finaluni.
Hvørjum fara tit at
leggja tykkum eftir á fin-
aluni?
– Tað einasta vit í veru-
leikanum hugsa um, er at
spæla so væl sum gjørligt.
Restina gera vit ikki so
nógv við. Løgini vóru
longu gjørd og útsett áðr-
enn vit komu í finaluna,
og hvussu vit uppføra
okkum á pallinum er bara
nakað sum má koma, tá
vit eru í støðuni.
Týr:
Kvæðarockur úr
betonbygdini
2
Nr. 74 - 19. apríl 2001
Maðurin, sum hevur
samskipað og leitt
Prix Føroyar tiltakið
síðan tað byrjaði sum
ein einstøk roynd í
1995, Fróði Vester-
gaard, sigur her frá
um tað nógva arbeiði,
sum fer fram handan
Prix-leikpallin, og um
hvat er í væntu á fin-
aluni.
Skrivað hevur: Fróði
Vestergaard/projektleiðari
Enn
einaferð
avgjørdu
stjórin í Norðurlandahúsin-
um saman við stýrinum fyri
Norðurlandahúsið, at fara í
holt við eina nýggja tón-
leikakapping. Bæði Útvarp
Føroya, Sjónvarp Føroya
og Føroya Undirhalds Tón-
leikarafelag tóku undir við
uppskotinum um samstarv
um enn eina Prix Føroyar
kapping.
Vinningarnir
Prix Føroyar nøktar øll
krøv, sum eru sett fyri
Norðurlandahúsið. Húsið
vil stuðla mentan í Føroy-
um, gera tiltøk uttanfyri
miðstaðarøkið,
umboða
føroyska mentan uttanlands
og fáa norðurlendska ment-
an til Føroya.
Um vit líta aftur um bak,
so kunnu vit ásanna, at Prix
Føroyar tiltakið sum heild
er vaksið nógv síðani vit
byrjaðu í 1995. Sum dømi
kann nevnast, at meðan vit
í 1995 høvdu bert ein vinn-
ing so eru í 2001 meira enn
3 stórir og lokkandi vinn-
ingar. Allir finalistarnir
vera við á komandi kon-
sertfløguni, sum Útvarp
Føroya gevur út beint aft-
aná finaluna. Mentamála-
stýrið letur høvuðsvinning-
in, sum er ein vika við upp-
tøku í Studio 1 í ”Lund-
gaard Studio”. Hartil verð-
ur møguleiki, saman við
Atlantic Airways, at sleppa
á Jelling Festival í mai og á
Nibe-Festival síðst í juni.
Innbjóðing er komin frá
Ólavsvík í Íslandi um, at
fáa ein Prix Føroyar Final-
ist til føroysku dagarnar í
Íslandi.
Útlendskur áhugi
Til finaluna koma út-
lendskir plátuútgevarar, tíð-
indafólk, festivalfyrireikar-
ar og tónleikafeløg uttan-
lands. Prix Føroyar finalan
røkkur út í hvønn krók í
Føroyum, men eisini er
møguleiki fyri at gera seg
galdandi uttanlands. Egill
Ólafsson úr Íslandi, sum er
kendur tónleikari og sjón-
leikari, kemur til Føroya at
halda fyrilestur, um hvussu
ein ”traðkar fram á palli”.
Hartil fer Egill Ólafsson at
fylgja ljóðroyndunum og
geva bólkunum góð ráð
viðvíkjandi pallframførslu.
Framkomin teknikkur
Stórur dentur verður lagdur
á at bróta upp úr nýggjum,
bæði tá ið tað snýr seg um
ljóð- og ljósútgerð. Egil B.
Hansen, er settur sum ljós-
designari
til
finaluna.
Sjónvarp Føroya og Útvarp
Føroya hava sett Herluf
Sørensen til at produsera
sjálva Prix finaluna.
Royndur verður ein stórur
og dýrur digitalur ljóðpult-
ur og nýggj serlig ljósút-
gerð er leigað til finaluna.
Claus Pedersen, ið er ein
kendur ljóðteknikari, skal
ljóðblanda í Norðurlanda-
húsinum til finaluna. Út-
varp Føroya hevur fingið
nýggja digitala útgerð, og
kunnu sjálvir gera konsert-
fløguna lidna.
Prix Føroyar veksur og
verður meira proffessionelt
fyri hvørja ferð. Tað er gott
og soleiðis eigur tað at
verða, men hetta letur seg
einans gera við einum góð-
um samstarvi og positivum
vilja frá føroyskum mynd-
ugleikum og vinnulívi.
Prix í luftini
Okkara føroyska flogfelag
Atlantic Airways hevur
átikið sær at verða høvuðs-
sponsor og hevur tí fleiri
uppgávur fyri Prix Føroyar
kappingina. Felagið flýgur
føroyskar luttakarar búsit-
andi uttanlands til Føroya
fyri serprís, festivalvinnar-
arnir verða fluttir ókeypis
til Danmarkar og útgerð
verður flogin ókeypis til
finaluna.
Fjølmiðlafólk
o.o., sum koma til final-
una, koma við Atlantic Air-
ways og soleiðis kundu vit
hildið áfram. Vit eru sera
takksom fyri samstarvið
við Atlantic Airways, tí
valla høvdu tað verið so
nógvir
vinningar
uttan
henda stóra sponsor. Eisini
aðrir smærri sponsorar
hava gjørt sítt til at gera
Prix Føroyar betri. Nevnast
kunnu prixblusurnar sum
LÍV hevur givið, gistingin á
Hotel Føroyum og Handils-
kjarnin sum letur búnan til
frásøgumannin. Faroe Ex-
press hevur játtað at hjálpa
við flutningi har í á stendur.
Fólksligt grundarlag
Prix Føroyar skal vaksa, tó
uttan at missa tað fólksliga
grundarlagi og jørðforb-
indilsi. Arbeiðið, sum tón-
leikarar gera í venjingar-
hølunum, má ikki undir-
metast, tí uttan hetta arbeiði
var einki Prix Føroyar og
eingin finala. Kring landið
eru fólk, sum átaka sær
uppgávur til innleiðandi
umførini, t.d. at byggja
pallar, gera mat, verða
duravørðar o.s.fr.. Dómar-
arnir átaka sær at døma og
ilt er at gera allar bólkar
nøgdar, men hetta er eitt
arbeiði, sum má gerast,
sjálvt um tað ikki altíð er so
takksamt.
Fyrireikararnir vilja at
enda takka øllum teimum,
sum hava luttikið og hava
hjálpt til og stuðlað Prix
Føroyar 2001. Vit gleða
okkum til eina góða og
spennandi finalu leygar-
kvøldið 21.apríl kl.20.00.
Prix Føroyar
Finalan 2001
Helga Hjörvar:
Stjóri í Norðurlandahúsinum
Jógvan Jespersen
Stjóri fyri Útvarp Føroya og
Sjónvarp Føroya
Ove Olsen
Deildarleiðari í Útvarpi Føroya
Hans A. Johannesen
Deildarleiðari í Útvarpi Føroya
Ivan Niclasen
Deildarleiðari í Sjónvarpi Føroya
Fróði Vestergaard
Projektleiðari fyri Norðurlandahúsið
Herluf Sørensen
Framleiðari fyri Útvarp Føroya og
Sjónvarp Føroya
Egil B. Hansen
Ljósdesignari
Zacharias Guttesen
Ljóstekniskur leiðari í Norðurlanda-
húsinum
Gardar Hall
Ljósteknikari fyri Norðurlandahúsið
Óla Jákup í Dímun
Ljóðtekniskur leiðari í Norður-
landahúsinum
Claus Pedersen
Ljóðteknikari fyri Norður-landahúsið
Jan Petursson
Ljóðteknikari fyri Norðurlandahúsið
Heri av Reyni
Pallsmíð
Jens Jákup Hansen
Pallsmíð
Johan Mouritsen
Gittarteknikari
Jákup Magnussen
Frásøgumaður á pallinum
Arina Bischoff
Frásøgukvinna á pallinum
Kaj Johannesen
Formaður í FUT
Magnus Pauli Poulsen
Nevndarlimur í FUT
Tórbjørn Lisberg
Nevndarlimur í FUT
Tróndur Vatnhamar
SVF
Tórunn Ellingsgaard
SVF-Vertur
Finnur Hansen
Ljóðteknikari fyri ÚF framleiðari
Edvard N. Debess
Tónleikaraframleiðari
Hjalmar Hvítklett
Teknikari fyri ÚF
Jónsvein Heinesen
Teknikari fyri ÚF
Pauli Magnussen
Teknikari fyri ÚF
Annlis Bjarkhamar
Vertur fyri ÚF
Hans Petur Hansen
Fotografur fyri SVF
Bjarni Rubeksen
Fotografur fyri SVF
Jógvan Eli Dam
Fotografur fyri SVF
Bjørg M. Anderssen
Fotografur fyri SVF
Hallur Thomsen
Fotografur fyri SVF
Mikkjal Øster
Fotografur fyri SVF
Ragnar C. Joensen
Fotografur fyri SVF
Jóhannes Danielsen
Fotografur fyri SVF
Kartin M. Arnskov
Klippari fyri SVF
Bjarnheðin í Hoyvík
Klippari fyri SVF
Ragnar A. Jacobsen
Klippari fyri SVF
Edvard S. Joensen
Samskipari fyri teknikki í SVF
Regin Patursson
Scenografur
Ginna Midjord
Útvarp Føroya
Umframt hesi eru fleiri onnur hjálparfólk sum ikki eru nevnd
F
Ø
R
O
Y
A
L
A
N
D
S
S
T
Ý
R
I
Oddagrein
Prix Føroyar er ikki longur bara ein tónleikakapp-
ing sum annaðhvørt ár gevur føroyskum tónleika-
bólkum møguleika at framføra fyri áhoyrarum og
dómarum, sum hareftir velja tann besta bruturúr. Tað
er blivið so nógv meira enn tað.
Prix Føroyar er við árunum blivið einki minni enn
sjálvt tyngdarpunktið fyri føroyskan popp- og rock-
tónleik við teimum fyrimunum og vansum, sum hetta
inniber.
Føroyska rock- og popptónleikalívið blómar í tíð-
ini undan og kring Prix Føroyum, og hevur tað enntá
eisini við at sovna eitt sindur í tíðini millum kapping-
arnar.
Prix finalan er tað eina kvøldið, sum upprennur
annaðhvørt ár, har átta av teimum frægastu tónleika-
bólkunum í landinum fáa høvi at vísa seg frá síni
bestu síðu aftaná drúgvar fyrireikingar.
At hetta fer fram undir umstøðum, sum nærum
mugu kallast optimalar, í konserthøllini í Norður-
landahúsinum, setir ein hátíðarligan dám á konsert-
ina og ger sítt til, at Prix finalan er eitt av størstu til-
tøkunum yvirhøvur her á landi. Av tí sama er tað er
ongantíð ein spurningur um, men bara hvussu skjótt,
atgongumerkini til finaluna verða útseld.
Á sama hátt er Prix finalan karmur um eina fjøl-
miðlahending í størsta mátistokki, har teir báðir al-
mennu loftmiðlarnir rættiliga spíla seg út og brúka
nógva orku uppá at varpa tiltakið út í hvørja stovu í
landinum.
Tey positivu árinini, sum Prix Føroyar hevur skapt,
eru løtt at fáa eyga á. Bara tað at 38 føroyskir bólkar
í ár vóru førir fyri at stilla seg á pallin og framføra
egin løg er eitt beinleiðis árin av Prix Føroyum - eitt
positivt árin væl at merkja.
Vansarnir við tiltakinum hómast eisini, millum
annað í líki av at tónleikalívið hevur tað við at sovna
í so djúpt í tíðini í millum Prix kappingarnar, men
vigað upp ímóti hvørjum ørðum, er eingin ivi um, at
Prix Føroyar fyrst og fremst er mennandi fyri før-
oyska tónleikalívið.
Tá Prix Føroyar eftirhondini er blivið so umfatandi
og umráðandi, er tað ikki annað enn nátúrligt, at Sos-
ialurin undan finaluni leygarkvøldið hevur valt at
gera eitt serblað, sum burturav snýr seg um Prix Før-
oyar. Á hesum 8 síðum hava vit valt at hyggja nærri
at sjálvum tiltakinum og at teimum átta bólkunum,
sum seinastu mánaðirnar hava fyrireikað hvørja
minstu detalju undan konsertini í Norðurlandahúsin-
um leygarkvøldið, tá teir skulu standa sína roynd í
framførsluni og kappast um vinningarnar.
Góðan lestrarhug!
Fólk, ið á hvør sín hátt eru við í arbeiðinum handan Prix Føroyar 2001.
Lagt til rættis:
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin post@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin