Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. apríl 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult19 cyan19 magenta19 svart19 gult18 cyan18 magenta18 svart18 4 Nr. 74 - 19. apríl 2001 Tey flestu tykjast samd um, at All That Rain eru favorittar at vinna finaluna - utt- an All That Rain sjálvir. Vit hava spurt einasta mannin, sum hevur verið við í øll- um Prix finalum hig- artil, trummuspælar- an Henning Nico- demussen, um hvussu tað er at standa á pallinum við einum favorit- stempli í pannuni og einum spøkilsi í hal- anum. Rúnar Reistrup Hví eita tit ikki Kjølar longur? – Tí vit eru ikki Kjølar. Vit eru All That Rain nú. Vit valdu at lata hin bólk- in fara, tá sangarin fór, og ístaðin byrja av nýggjum. Vit hava roynt sum fræg- ast at leggja nýggjar linjur og ikki at spæla so nógv løg hjá Kjølum, og nú hava vit næstan bara heilt nýggj løg. Og vit halda sjálvir at tað er stórur munur millum All That Rain og Kjølum. Hvat er so tykkara sam- band við Kjølar? – Vit vilja øgiliga gjarna sleppa undan at verða kallaðir Kjølar, og vit vilja eisini sleppa av við at hava »við manning úr Kjølum« heft at All That Rain. Men tað tykist sum fólk hava ringt við at skyna ímillum. Onkur hevur enntá skrivað, at All That Rain bleiv nummar tvey á Prix finaluni í 1999. Tá var bólkurin ikki til. Og enn eru tað nógv, ið spyrja, nær Kjølar fara aftur at spæla. Tey hava ikki fatað, at Kjølar er altso farið í søguna og kemur ikki aftur. Kjølar hevur gjørt sítt. Tey flestu meta All That Rain at vera favorittar, og tit vita tað. Pressar tað tykkum? – Nei, men tað irriterar okkum. Vit halda yvirhøv- ur ikki at vit á nakran hátt eru favorittar. Vit ganga ikki við nøsini í himlinum og halda okkum vera nak- að serligt. Vit eru einki. Nakrir fáir føroyingar vita hvørjir vit eru, men uttan fyri Føroyar veit eingin um okkum. So vit føla okkum ikki pressaðar at vinna. Vit vilja bara gera eitt gott show á finaluni. Hava tit enn ein dreym um at gerast kendir uttan- lands? – Ja, tað hava vit. Um vit megna tað nakrantíð er ein stórur spurningur. Men vit kundu allir tríggir øgiliga væl hugsað okkum at roynt at liva av tónleik- inum. Prix Føroyar síggja vit sum eitt gott møguligt springbretti til at føra tann dreymin út í lívið. Tit eru allir royndir tón- leikarar, onkur vildi sagt gamlar rottur, ikki minst í Prix-finalu høpi. Hvussu hava tit tað við tí? – Vit halda, at vit eru øgiliga feskir. Vit eru All That Rain, sum er við á Prix finaluni fyri fyrstu ferð. Vit hava allir verið við fyrr, men ikki sum All That Rain. Eg haldi at tað er býtt av fólki at irriterast um, at tað eru rutineraðir bólkar við í Prix Føroyum. Onkur hevur enntá sagt við okkum, at tað er órættvíst at vit eru við. Kappingin skal finna ein ella fleiri bólkar, sum skulu umboða Føroyar utt- anlands, og tá nyttar tað einki at senda ein hálv- vánaligan nýbyrjarabólk avstað. Tað ræður um at finna tann besta vit hava. Hvat er málið á final- uni? – At fólk skulu dáma okkara framførslu. Eg vil nógv heldur gerast numm- ar tvey og hoyra fólk siga, at vit burdu vunnið, enn at vinna og hoyra fyri at vit ikki burdu vunnið. Men tað hevði verið feitt at sloppið við á onkran fest- ival í Danmark. Limirnir í I Am vandu nógv áðrenn undankappingina á Strondum, og tað var teimum afturlønt við einum 1. plássi. Nú undan finaluni snýr tað seg tí mest um at halda venjingini við líka fyri at røkka mál- inum á finaluni, ið er einki minni enn eitt 1. pláss. Vit hava hitt sangaran í I Am, Birg- ir Sigurðsson. Rúnar Reistrup Hvussu hava tit fyrireik- að tit tykkum til finaluna? – Á tónleikasíðuni hava vit fyrireikað okkum við at framføra á nøkrum kon- sertum. Harafturat hava vit eisini verið á venjingarlegu á Eiði. Annars hava vit bara roynt at møtst við jøvnum millumbilum fyri at halda venjingini við líka. Vit hava valt at brúka nøkunlunda sama program sum vit høvdu á Strondum, tí tað vísti seg at fungera so væl, at tað ikki loysir seg at broyta tað. Skuldu vit broytt programmið hevði tað eisini kravt nógv meira venjing, sigur Birgir I. Sigurðsson. Eftir at hava fingið løn fyri stríðið á undankapp- ingini loyvdi bólkurin sær ein fjúrtan dagar langan steðg, men so var aftur far- ið í gongd. Høvdu tit væntað at komið víðari í undankapp- ingini? – Nei, vit væntaðu einki. Tað tordu vit heilt einfalt ikki. Fyri tveimum árum síðan væntaðu vit at koma víðari, og tá fingu vit ein grúðuligan niðurtúr yvir at vit »bert« blivu nummar trý. So hesurferð vóru vit bara sera spentir og tað var ein øgiligur lætti at vinna. Hvat er broytt hesi tvey árini? – Fyrst og fremst eru vit allir blivnir nógv betri tón- leikarar, og tað hevur sera nógv at siga í hesi kapp- ingini. Harafturat hava vit broytt stílin nokkso fitt. Nú eru vit meira tungir og djúpir enn vit vóru fyrr. – Eg dugi at síggja nú, at fyri tveimum árum síðan høvdu vit als ikki uppibor- ið at komið víðari, tí tá vóru vit heilt einfalt ikki nóg góðir. Og tá alt kemur til alt finnast ikki aðrar undanførslur fyri ikki at koma víðari. Man kann skylda upp á dómarar og ljóðútgerð so galið man vil, men tað er altso dygd- in á tónleikarunum og bólkinum sum ger munin. Sært tú nakran favoritt á finaluni? – Ja, All That Rain. Teir hava eftir mínum tykki uppiborið at vunnið. Men harvið er ikki sagt, at manningin í I Am vónar, at tað vera favorittarnir, ið vinna. Tann heiðurin vilja teir gjarna hava sjálvir. – Tað er eingin ivi um at vit fara til finaluna fyri at royna at vinna hana. Tað er málið hjá okkum. Men vit vænta einki og vera ikki skuffaðir um vit ikki vinna. Hetta er jú ikki ann- að enn ein kapping og langt frá hæddarpunktið hjá bólkinum, hóast tað er fyrsta ferðin at vit luttaka. Fyri at náa sínum máli fer I Am at gera rættiliga nógv burturúr pallfram- førsluni á finaluni. Bólk- urin fer at hava egna scenografiútgerð við sær fyri at seta sín heilt egna dám á útsjóndina av pallin- um, og fyri at fylla út á pallinum eins væl og í ljóðmyndini, fer bólkurin at hava backup sangarinnur og teir báðar Jón Gaasedal og Osbjørn Berndtsen við á pallinum. Jón, ið spælir hammond orgul, og Osbjørn, ið syng- ur, spælir percussion og annars setir lív í pallfram- førsluna, vóru eisini við I Am í undankappingini á Strondum. – Jón og Osbjørn hava verið við á finaluni fyrr, og tað er ein fyrimunur, tí vit eru jú grønir á tí økin- um, sigur Birgir Sigurðs- son. Tá I Am fer á pallin í Norðurlandahúsinum 21. apríl verður tað fyrsta ferð- in at ein andaligur bólkur luttekur á einari Prix Før- oyar finalu. Og tað eru limirnir í I Am varugir við. – Tað hevur nógv at siga fyri okkum, at vit fara til Prix Føroyar sum andalig- ur bólkur. Tað er eitt styórt herðaklapp at sleppa við til finaluna, og vit merkja tað sum eina viðurkenning av, at vit nú eru komnir upp frá at vera bara ein bólkur av kjallaratónleikarum til at koma á hædd við teir stóru gospelbólkarnar, sum hava verið í Føroyum ígjøgnum tíðina. Tað hevur heilt nógv at siga fyri okk- um, sigur Birgir Sigurðs- son, sangari í I Am. All That Rain: – Vit eru ikki Kjølar, og vit eru ikki favorittar I Am: Fyrsti gospelbólkur í prixfinaluni Nr. 74 - 19. apríl 2001 5 Royndastu tónleikar- arnar á Prix finaluni finnur tú í bólkinum Tám hvørs limir spældu saman, longu áðrenn summir av yngru tónleikarun- um á finaluni vórðu føddir. Vit hava hitt Georg eystan Á úr Tám, sum heldur vildið verið við í Eurovision Song Contest enn Prix Føroyum. Rúnar Reistrup Hvat fekk tykkum at tekna tykkum til Prix Før- oyar? – Vit hava altíð hug at spæla tónleik, men vit hava ongantíð havt hug at kappast um tónleik. So vit teknaðu okkum til Prix Føroyar við tí fyri eyga at framføra tónleik. Eg hevði nøkur løg, sum eg helt passaðu til Prix Føroyar. Tað er løg, sum man ikki fær spælt til dans, og vit hava ikki tíð at gera eina fløgu beint nú, so her var eitt høvi at royna tey. Tí teknaðu vit okkum til Prix Føroyar. Høvdu tit væntað at komið víðari? – Nei, als ikki. Vit høvdu ikki vant meir enn einar tveir ella tríggjar tímar. So vit høvdu bara rutinuna at líta á. Tað er í Tám at man finnur teir royndastu og elstu tónleikarnarnar á finaluni. Onkur heldur at tit held- ur burdu latið teir yngru tónleikararnir roynt seg. – Hatta er nakað øgiligt tvætl. Prix Føroyar kons- eptið er gjørt í samstarvi við Føroya Undirhaldstón- leikarafelag, og tað er eitt felag fyri etableraðar tón- leikarar - ikki fyri kjall- aratónleikarar, og tað sama burdi hendan kappingin verið. Hvussu burdi kappingin verið? – Tað, sum man burdi gjørt, er eitt ektað Prix. Líkasum danska Melodi Grand Prixið og so kundi vinnarin farið víðari til al- tjóða Grand Prixið. Tað hevur hjálpt nógvum góð- um tónleikarum fram. Hugsa til dømis um Cliff Richard og Abba. Hetta Prixið er øgiliga flott, men eftir míni meting gevur tað ikki føroyskum tónleiki nógv annað enn sveitta á pannuna. Hvat er tykkara mál á finaluni? – Vit fara sjálvsagt á finaluna fyri at vinna. Vit tóku tað ikki so tungt í undankappingini, men nú, tá vit eru komin so langt, vilja vit eisini royna at vinna. Og tí hava vit eisini vant nógv meira enn seinast. Men vit fara fyrst og fremst á pallin fyri at hugna okkum. Hvar liggur styrkin hjá Tám? – Tað er nokk fyrst og fremst takkað verið rutin- uni, at vit eru við í finaluni, men eftir mínari meting er okkara størsta styrki sangarinnan, Sólva Ford. Tað er hennara rødd, sum er okkara besta vápn. Eg havi aldrin hoyrt hana kiksað enn, so tað ger hon neyvan á finaluni heldur. Tám: Aldursforsetarnir á finaluni »Vit eru vit, vit eru 200, og vit brúka kjaft«. Soleiðis ljóðar tað tá 200 er á pallin- um. Bólkurin, sum vil vera við, at hann mill- um annað er inspirer- aður av Elvis og Jóh- an í Kollafirði, ætlar at brúka sína fram- førslu til at spráka fyri føroyskum full- veldi fyri at fáa fólk at vakna og taka støðu til tað, sum er hjarta- mál nummar eitt hjá teimum fýra tónleik- arunum í bólkinum. Vit hava hitt Niels Arge Galán, sum spælir gittar og stend- ur fyri teimum verb- alu innsløgunum hjá 200. Rúnar Reistrup Man hevur ikki hoyrt nakað til 200 í langa tíð, og knappliga stinga tit so høvdið upp í Miðvági. Hvar hava tit verið? – Vit hava ikki verið nakrastaði, og 200 hevur allatíðna verið har. Vit hava bara ikki brúkt tað so nógv. 200 er eitt svorðið »ting«, sum vit taka fram av og á, og nú tá Prix Før- oyar skuldi vera aftur, møttust vit til eina roynd- arvenjing fyri at tryggja okkum at vit enn vóru 200, og at vit enn høvdu nakað sum var kul. Hví koma tit fram aftur júst nú? – Grundin til at vit tekn- aðu okkum til Prix Føroyar var heilt einfalt fyri at sleppa at spæla í Føroyum. Við tí tónleiki, sum vit spæla, er tað eingin sum tímir at biðja okkum, og enn minni at gjalda okk- um, fyri at spæla í hallum og sovorðnum. Prix er eitt gott tiltak fyri okkum, tí har vit sleppa at spæla undir rímiliga góðum og skipaðum umstøðum, og tað í sær sjálvum var nokk til at vit fóru við. Í undankappingini í Miðvági løgdu áhoyrarar og dómarar til merkis, at 200 spældu sera væl sam- an. Men av tí at limirnir í bólkinum búgva í hvør sín- um horni av kongaríkinum, vandu teir fýra tónleikar- arnir bara saman í fýra dagar áðrenn kappingina, harav nýggi limurin, Búi Dam, bert var við tann eina dagin. Nýtist tykkum als ikki at venja? - 200 hevur verið til síð- an 1996. Eg og Uni Árting hava spælt saman síðan vit vóru fimtan ár, og vit hava báðir spælt nógv saman við Mikael Blak. Búi Dam hevur altíð spælt handan tónleikastílin og Búi og Mikael hava altíð spælt saman. So vit passa saman og eru rættiliga samdir um hvat tað er fyri tónleik, vit spæla. So tí er tað er ong- antíð tann stóri trupulleik- in at fáa tað at svinga hjá okkum. Undan finaluni hevur 200 sett tríggjar dagar av til venjingar. Gestatónleikarar skal man ikki vænta at síggja saman við 200. – Eg haldi at tað er eitt sindur fjákut at gera ov nógv hóvasták burturúr framførsluni við at hava blásarar, dansarar og hvat veit eg við á pallinum. Vit fara bara at vera vit. Men tá tað er sagt, so høvdu 200 einki minni enn eina sexslavu við á pallin- um í undakappingini í Miðvági. Gimpurin, sum teir kalla hann, vakti tá rættiliga stóran áhuga mill- um áhoyrararnar. Kemur Gimpurin við aft- ur? – Tað kemur sanniliga an uppá hvussu hann skikkar sær. Í Miðvági var avtalan, at hann skuldi sita pinna- stillur, men undir konsert- ini byrjaði hann at reika runt á pallinum og var ógvuliga óskikkiligur. Men jú, tað er ikki ómøguligt, at hann verður við aftur. Hví heldur tú at tit komu víðari til finaluna? – Tað veit eg heilt erligt ikki. Eg helt at vit brúktu so nógvan kjaft, at vit ong- an møguleika høvdu at koma víðari. Men vit høvdu eitt gott kvøld, og alt riggaði sum tað skuldi. Men eg væntaði ikki, at okkara tónleikur hevði nakran møguleika. Vit hugsaðu ongantíð um at vit skuldu gleða nakrar dóm- arar ella uppfylla tey krit- erieni, sum dómararnir vórðu settir at døma eftir. Vit spældu bara beint fram eftir nøsini. So tað kom sera óvæntað, at vit skuldu fella í so góða jørð. Politikkur, ella neyvari sagt føroyskt fullveldi, fyll- ir nógv í tykkara fram- førslu. Hvat ætla tit upnáa við tí? – Vit gera ikki annað enn flestu aðrir tónleikarar - vit syngja og skriva um tað, sum vit uppliva í ger- andisdegnum, um tað, sum rørir seg innaní okkum. Í roynd og veru er tað ikki so nógv øðrvísi enn tey, sum syngja um kærleika. Vit eru allir fullveldismenn um ein háls og tað er nak- að, sum fyllir okkara lív hvønn dag. Við tónleikin- um vóna vit at fáa fólk at vakna. At fáa tey ungu at gera sær eina meining um føroyskt fullveldi. Hvør vinnur Prix Føroy- ar 2001? – Tað vera so ikki vit. Tað er útilokað. Eg vóni at tað verður Clickhaze. Tann bólkurin er heilt serligur og eg vænti at tað er eitt gott boð. Eg trúgvi í hvussu er at okkurt av fest- ivalumboðunum á finaluni fær eyguni upp fyri teim- um. Annars er Tangz eisini blivin ein góður bólkur, so teir hava eisini ein kjans. – Eg haldi tó at man kann siga, at vit longu hava vunnið við at vera komnir í finaluna. Tað er feitt at vera í Prix finaluni, tí hon hevur eftir hondini ment seg so nógv, at bara tað at sleppa at spæla á henni er ein stórur vinn- ingur í sær sjálvum, sigur Niels Arge Galán, sum saman við restini av 200 ætlar at brúka kjaft og larma sum tað nú einaferð passar teimum, tá teir fara á pallin í Norðurlandahús- inum leygarkvøldið. 200: Alternativur fullveldisrockur