hósdagur 19. apríl 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult21 cyan21 magenta21 svart21
gult20 cyan20 magenta20 svart20
6
Nr. 74 - 19. apríl 2001
Clickhaze hevur lært
av sínum vónbroti á
Prix finaluni fyri
tveimum árum síðan,
tá vónir og ambitión-
ir vóru so høgar, at
tað gekk út yvir
framførsluna. Hesa-
ferð tekur bólkurin
tað meira róligt, og
minni trýstir, men
minst líka ambitøsir,
fara tónleikararnir
aftur á finalupallin
leygarkvøldið. Vit
hava spurt Jón Tyril
úr Clickhaze hvat er í
væntu.
Rúnar Reistrup
Sjálvsálitið var stórt og
vónirnar tað sama, tá tit
fóru til Prix finaluna sein-
ast. Hvussu stórt var
skuffilsi aftaná?
– Tað fór eitt sindur av
sporinum hjá okkum sein-
ast. Fólk væntaðu sera
nógv av okkum, aftaná at
vit vunnu undankapping-
ina í Miðvági, og tað legði
nokkso stórt trýst á okk-
um. Men eg haldi ikki at
vit blivu so skuffaði, tí vit
høvdu hóast alt ikki vænt-
að at vinna. Hinvegin
bleiv tað so nógv hóvasták
burturúr okkum, og vit
vandu ov nógv og gjørdust
strongd, so tá vit endiliga
stóðu á pallinum í finaluni
spældu vit als ikki so væl
sum vit burdu, og tað var
nokkso keðiligt, tí vit
vildu sjálvsagt spæla so
væl sum gjørligt og geva
fólki eitt gott upplivilsi.
Hesum hevur Clickhaze
tikið við læru av, og í ár
hevur bólkurin tikið tað
meira róligt, og til undan-
kappingina í Vági valdi
bólkurin at taka tað lætta
sinnið við.
– Vit høvdu ikki roknað
við at sloppið víðari, so
tað undraði okkum nógv,
at vit vunnu. Vit vandu
bara fýra ferðir áðrenn, og
vit roknaðu ikki við nøkr-
um. Og tá vit so hoyrdu
Týr spæla, so væntaðu vit
tað enn minni. Men eg
haldi at tað, at vit tóku tað
róligt og sóu stórt upp á
úrslitið hevði ein stóran
lut í æruni fyri at vit
vunnu.
Venjingarnar undan fin-
aluni byrjaðu ikki fyrr enn
í farnu viku, men stilla
tempoið skal ikki misskilj-
ast sum at Clickhaze hev-
ur mist sínar ambitiónir.
– Tónleikararnir í bólk-
inum eru sera ambitiøsir,
men tað ber ikki til at
venja á sama hátt sum vit
gjørdu fyri tveimum árum
síðan. Vit eru øll sera upp-
tikin, og onkur hevur verið
uttanlands og spælt og
kom ikki heim fyrr enn í
farnu viku. Tí ber tað ikki
til hjá okkum at venja so
ofta.
Hvat er hent við Click-
haze meðan eingin hevur
hoyrt nakað til tykkum?
– Vit kenna hvønn ann-
an nógv betur nú, bæði
persónliga og tónleikaliga.
Tað er ein fyrimunur.
Eg haldi eisini, at tón-
leikararnir hava ment seg
hvør sær. Onkur hevur
verið á tónleikaskúla og
onnur hava fingist við tón-
leik á annan hátt, og Eivør
hevur eisini gjørt eitt risa-
lop í sínari karrieru sein-
astu tvey árini og hevur
spælt og sungið sera fjøl-
broyttan tónleik. Hetta er
alt ein fyrimunur fyri tað
samlaða úttrykkið í bólk-
inum vildi eg mett.
Hvat tónleikinum hjá
okkum viðvíkur, so er
hann blivin bæði vakrari
og ljótari og mildari og
ógvusligari enn hann hev-
ur verið. Eg haldi eisini at
tú kanst siga hann meira
stílreinur
nú enn hann plagdi at
vera.
Hvørjar vónir hava tit
til finaluna?
– Eg trúgvi at vit fara at
spæla væl í finaluni hesa-
ferð. Sjálvandi hevði tað
eisini verið stuttligt at
vunnið, men tað eru ikki
vit, sum avgera tað. Eg
haldi at næstan allir bólk-
arnir mugu roknast sum
møguligir vinnarar av Prix
Føroyrar finaluni.
Clickhaze:
Taka tað róligt hesaferð
Flux vil sleppa út um
Føroyar at spæla, og
tónleikararnir seta
sínar vónir til, at
framførslan á final-
uni fer at vinna teim-
um pláss á einum av
teimum báðum fest-
ivalunum, sum í sam-
starvi við Prix Føroy-
ar leggja pall til ein
finalubólk. Vit hava
spurt trummuspælar-
aran í Flux, Svein
Gaard Olsen, um vón-
irnar undan finaluni.
Rúnar Reistrup
Síðstu ferð Flux vóru við á
Prix finaluni blivu teir um-
talaðir sum teir ungu evna-
ríku tónleikararnir, sum
púra óvæntað komu víðari.
Hesuferð bleiv eingin ov-
farin av at síggja Flux
kvalifisera seg, og hóast
limirnir í bólkinum aftur
eru teir yngstu tónleikar-
arnir í finaluni, so hoyrir
Flux til tey etableraðu
nøvnini á finaluskránni.
Hvussu var tað at gerast
kendir frá einum degi til
annan í samband við Prix
‘99?
– Eg haldi at tað bleiv
eitt sindur ov nógv upp-
skrúvað, eftir at vit høvdu
kvalifiserað okkum til fin-
aluna. Vit blivu róstir langt
upp um skýggini, hóast vit
kanska ikki vóru so góðir
kortini. Og vit blivu bein-
anvegin bidnir um at spæla
til nøkur stór tiltøk, sum
vit í veruleikanum ikki
vóru klárir til. Men annars
var tað bara stuttligt at fólk
knappliga kendu til okk-
um.
Hvussu er Flux nú sam-
anborið við Flux á síðstu
Prix finaluni?
– Vit eru nógv betri. Vit
spæla betri, tónleikurin er
meira gjøgnumførdur, og
løgini eru betri. Tónleikur-
in hjá okkum er blivin eitt
sindur tyngri, men tað
ljóðar enn sum Flux altíð
hevur ljóðað.
Hvørjar vónir hava tit til
finaluna?
– Um vit fáa eina topp 3
plasering, so verða vit øg-
iliga glaðir. Men tað sum
vit nokk satsa mest uppá er
at sleppa á ein festival at
spæla. Vit hava eina trúgv
uppá, at millum finalu-
bólkarnar eru vit ein teim-
um av teimum bólkunum,
sum hóska best til at spæla
á festivalum uttanlands. Eg
kundi fyristilla mær, at
okkara tónleikur passar
væl til tey ynskir, sum
festivalarnir hava. Tí hava
vit helst betri møguleika at
fáa eina festivalframførslu
burturúr finaluni enn at
vinna hana.
Hvat fer at henda við
Flux aftaná finaluna?
– Næsta projekt verður
at geva eina fløgu út. Ann-
ars er ætlanin bara at halda
fram við at spæla. Vónandi
fáa vit høvi til at spæla eitt
sindur uttan fyri Føroyar
eisini.
Flux:
Seta sína vón
til festivalirnar
Nr. 74 - 19. apríl 2001
7
All That Rain
All That Rain kom til verðina, tá Kjølar fóru í søguna. Tá
Kjølar knappliga stóðu uttan forsangaran, Signar, valdu
teir tríggir eftirverandi limirnir at jarða gamla bólkin og
byrja av nýggjum við nýggjum navni og nýggjum kon-
septi.
Fyrstu ferð teir tríggir Henning, Jens Tummas og Jens
Marni ristu Kjølar hamin av sær og spældu undir heitin-
um All That Rain var, tá teir hitaðu upp fyri danska bólk-
in TV2 í mars í fjør.
Manningin í All That Rain man vera tann mest roynda
í Prix høpi. Teir vóru allir tríggir við Kjølum í finaluni í
Prix ‘99 og Prix ‘97, og trummuspælarin Henning Nico-
demussen var harafturat við í finaluni í Prix ‘95 við bólk-
inum Wolfgang.
All That Rain leggur í løtuni síðstu hond á fyrstu fløg-
una hjá bólkinum, sum helst kemur út um mánaðarskiftið
apríl/mai.
Tónleikararnir í All That Rain eru:
Jens Marni Hansen
sang/guitar
Jens Tummas Ness
bassguitar/sang
Henning Nicodemussen trummur/sang
Clickhaze
Tónleikararnir í Clickhaze spældu fyrstu ferð saman í
desember 1998, tá bólkurin stóð á palli í Losjuni í Gøtu.
Hóast teir ongantíð høvdu vant saman fyrr, gekk tað væl á
hesi fyrstu framførsluni, og stutt eftir teknaði Clickhaze
seg til Prix Føroyar ‘99.
Bólkurin vann undankappingina í Miðvági, og bleiv
beinanvegin kendur kring landið sum bólkurin við tí
sermerkta tónleikinum, sum fleiri væntaðu sær nógv av.
Eftir Prix finaluna í 1999 hevur nakað verið at hoyrt til
Clickhaze, men ikki so øgiliga nógv. Bólkurin hevur verið
á palli í Losjuni í Gøtu og onkra aðrastaðni m.a. saman við
Glorybox. Bólkurin spældi eisini á Ólavsøkukonsert í
1999 og 2000.
Tónleikararnir í Clickhaze eru:
Petur Jensen
sang
Jón Tyril
el-guitar
Bogi á Lakjuni
el-guitar
Jens Ladekarl Thomsen bass
Høgni Lisberg
trummur
Eivør Pálsdóttir
sang
Mikael Blak
orgul
Bjarti S. Hansen
ljóðmaður
Flux
Tá bólkurin Flux varð stovnaður fyri nøkrum árum síðan
løgdu tónleikararnir seg beinanvegin eftir at spæla
heimagjørdan tónleik, sum tá minti mest um punk,
grunge og harðari rock.
Flux kom eitt sindur fram á føroyska tónleikapallin, tá
teir vunnu Pop Top konsertina í 1998 og síðan spældu á
ólavsøkukonsertini sama ár.
Rættiliga gjøgnumbrotið hjá bólkinum kom tíðliga ár-
ið eftir, tá Flux tryggjaði sær finalupláss í Prix Føroyum
‘99 við at gerast nummar tvey í undanumfarinum á Tvør-
oyri.
Eftir finaluna í ´99, blivu Flux rættuliga væl umtóktir,
kanska serliga millum teir yngru áhoyrarnir, og lagið
»Mr. Headless«, lá sum nummar eitt á »Fimtan teimum
bestu«.
Fyrstu tíðina sást bólkurin spæla nokkso fitt ymsa-
staðni í landinum. men so gekk ein tíð har tað ikki hoyrd-
ist so nógv til ungu mennirnar úr Eysturoynni og Havn,
men á ólavsøkukonsertini í 2000 var Flux aftur at hoyra.
Flux leggur seg eftir at spæla nútímans tónleik.
Tónleikararnir í Flux eru:
Hans Marius W. Ziska
sang/guitar
Terji Skibenæs
guitar
Sveinur Gaard Olsen
trummur
Kristian í Vági Eliasen
bass/kór
I Am
I Am hevur verið til síðan 1996, tá teir báðir Birgir Sig-
urðsson og Eyðbjørn Jacobsen tóku seg saman at stovna
ein gospelbólk. Afturat sær fingu teir sum frá leið Hans
Ova Johansen, Heðin Olsen og Mikkjal Hvannastein
afturat sær.
Síðan tá hevur manningin verið óbroytt, men bólkurin
hevur hinvegin broytt seg ikki sørt.
Fyrstu tíðina spældi bólkurin bert til møtir og onnur
andalig tiltøk, og tónleikurin var tað, sum sangarin, Birgir,
best heldur kann nevnast »bygdatónleikur«.
Seinni gjørdist tónleikurin eitt sindur harðari og tyngri
og framførslan hjá I Am í undankappingini á Prix
Føroyum í 1999 gjørdist eitt rættiligt gjøgnumbrot fyri
bólkin, hóast hann ikki kom víðari.
Í tey tvey árini síðan síðstu Prix kapping hevur bólkurin
givið vælumtóktu fløguna »Cast« út, spælt til eina
ørgrynnu av tiltøkum, harímillum á Ólavsøkukonsertini
og á Broadway og Laugardalshøllini í Íslandi.
Tónleikararnir í I Am eru:
Birgir Ingolf Sigurðsson sang
Eyðbjørn Jacobsen
bass
Hans Ove Johansen
trummur
Heðin Olsen
keyboard
Mikkjal Hvannastein
gittar
Tangz
Tangz er ein samanrenning av bólkunum Deep End, Lok-
um og The Hanky Stuff. Gjøgnum hesar tríggjar bólkar
hava allir tónleikararnir í Tangz verið um hvønnannan.
Tá ið nakrir av liminum í The Hanky Stuff fluttu til Dan-
markar í ‘97, tóku teir eftirsitandi seg saman og stovnaðu
ein nýggjan bólk við tí endamáli at spæla cover-løg. Kært
barn har mange navne, og áðenn Tangz fór at eita Tangz
hevði bólkurin nøvn sum Funny Boyz, Happy Friends,
Sjors og onnur.
Bólkurin var upprunaliga ikki gjørdur við tí fyri eyga at
komponera og ambitiónirnar vóru lítlar og ongar.
Men um heystið ´98 var undankappingin til Prix Før-
oyar útskrivað, og hetta høvið til at royna at skriva egnan
tónleik lat Tangz ikki fara afturvið borðinum.
Bólkurin var ikki stovnaður til Prix Føroyar, heldur kom
prixið væl við. Við egnum tónleiki og nakað av amb-
itiónum, var tørvur á nýggjum navni, sum so bleiv Tangz.
Tangz stóð seg væl í Prix ‘99, og var nógv eftirspurdur
aftaná. Bólkurin hevur verið uttanlands nakrar ferðir. Tvær
ferðir hevur hann spælt á føroyinga-vinarliga Gimle, og í
fjør luttók bólkurin á Jazz Festivalinum í Reykjavík.
Harafturat hevur bólkurin eisini givið eina stakfløgu frá
hondum, sum nú er útseld.
Tónleikararnir í Tangz eru:
Rókur Jacobsen
sang
Dánjal Dam á Neystabø keyboard
Hallur Johannessen
bass
Halgir W. Arge
trummur
Róði H. Christiansen
gittar
Tám
Hóast Tám er eitt nýtt navn á føroyska tónleikapallinum,
so er talan um royndar tónleikarar, sum hava spælt saman
regluliga í nógv ár.
Bólkurin er ein útbygging av kjarnuni í dansibólkinum
»Sólvá og Bergmenn« sum man vera ein av virknastu
dansibólkunum í landinum.
Tám kvalifiseraði seg til Prix finaluna við at gerast
nummar tvey í undankappingini í Klaksvík.
Tám spælir melidiøsan rocktónleik.
Tónleikararnir í Tám eru:
Sólva H. Ford
sang
Ronnie Nielsen
trummur og sang
Kolbein Simonsen
bassgittar
Hans Karl Hansen
gittar
Jóhan Petur Andreassen hammond
Rói Højgaard
ásláttur
Georg eystan Á
gittar og sang
Gudny D. Højgaard
kór
Guðri Hansen
kór
Rúna á Heygum
kór
Týr
Týr sá dagsins ljós fyri góðum tveimum árum síðan, tá
Heri Joensen og Kári Streymoy, sum fyrr hava spælt sam-
an í Wolfgang, tóku seg saman um at stovna ein nýggjan
bólk saman.
Seinni løgdust tríggir tónleikarar afturat, tann seinasti,
sangarin Pól Arni Holm, kom við í januar í fjør.
Limirnir í Týr vóru fyrstu tíðina allir útisetar í Keyp-
mannahavn, men síðan tá er bassleikarin Gunnar Thom-
sen fluttur aftur til Føroya. Basin hjá bólkinum er tó enn
í venjingarkjallaranum á Oyrasundskollegienum.
Týr spælir harðan rocktónleik við íblastri úr klassisk-
um- og fólkatónleiki, serliga úr føroyskum kvæða- og
táttasiðinum. Orðafarið snýr seg einamest um víkingatíð-
ina og nakrar av teimum hendingum, ið har fóru fram.
Á vevsíðuni www.tyr.musiconline.dk ber til at lesa og
hoyra meira til Týr.
Tónleikararnir í Týr eru:
Pól Arni Holm
forsangari
Heri Joensen
gittar og sang
Jón Joensen
gittar og sang
Gunnar H. Thomsen
bass og sang
Kári E. Streymoy
trummur og sang
200
Í 1996 tóku teir báðir Niels Arge Galan og Uni Árting,
sum tá spældu í Mold, og Mikael Blak, sum tá spældi við
Deep-End, seg saman um at stovna bólkin 200 við tí fyri
eyga at gera og spæla alternativan tónleik á føroyskum.
Bólkurin hevði eitt lag á “Rock í Føroyum 2” og var við
í innleiðandi umfarinum til Prix Føroyar i 1997, men ta
ferðina kom hann ikki víðari.
Bólkurin 200 hevur verið til í sama líki síðan hann varð
stovnaður, men av tí at tónleikararnir allatíðina hava
luttikið í øðrum bólkum og fyrst og fremst hava sæð 200
sum eitt slag av “frítíðarbólki”, hevur 200 ofta ligið í dvala
í styttri og longri tíðarskeið.
Um ársskiftið varð 200 tikin niður av hillini aftur og
støvaður av til Prix Føroyar. Tá kom nýggi maðurin í
bólkinum, Búi E. Dam, til, og saman skrivaði bólkurin
nøkur nýggj løg.
200 kvalifiseraði seg til finaluna við at gerast nummar
tvey í undankappingi í Miðvági.
Tónleikararnir í 200 eru:
Niels Arge Galan
gittar og »sang«
Búi E. Dam
gittar
Uni Árting
trummur
Mikael Blak
bass