fríggjadagur 20. apríl 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 20. apríl 2001
11
gult11 cyan11 magenta11 svart11
10
Nr. 75 - 20. apríl 2001
gult10 cyan10 magenta10 svart10
Eftir at hava verið
stongt eina tíð letur
Runavíkar Sjómans-
heim nú uppaftur.
Tað verður tó ikki við
øllum tí virksemið,
sum var. Byrjað
verður sum Bed and
Breakfast. Matstovan
verður ikki opin
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Tað verður nú aftur møgu-
ligt at gista í Runavík. Sjó-
mansheimið, sum hevur
verið stongt eina tíð, lat upp
aftur í gjár, og longu nú eru
fleiri fyrispurnignar kom-
nir.
Jeffrei
Johannesen,
nevndarlimur, sigur, at í
fyrsta umfari verða bara
gistingar við morgunmati á
Sjómansheiminum. Avtala
er gjørd við Judith og
Meinhard Hansen av Nesi
um at leiða Sjómansheim-
ið. Men tey hava tó bara
átikið sær at verða har
fyribils í summar, og vilja
ikki taka matstovuvirk-
semið upp á seg. Arbeitt
verður tí við at finna onkr-
an, sum kann átaka sær
dagligu leiðsluna av Sjó-
mansheiminum, sigur Jeff-
rei Johannesen.
Hann sigur, at tað fíggj-
arliga nú er komið upp á
pláss. Kreditoravtalur eru
gjørdar við eitt nú Føroya
Sparikassa og eisini leysar
kreditorar.
Í samband við at Runa-
víkar Sjómansheim lat aft-
ur, vóru søgur frammi um,
at ein einstakur persónur
var komin fíggjarliga illa
fyri, tí hann hevði veðhildið
fyri eitt lán til Sjó-mans-
heimið. Jeffrei Johannesen
sigur, at hetta málið er loyst
soleiðis, at maðurin sleppur
snikkaleysur burtur úr tí.
Ætlanin er at reka Sjó-
mansheimið víðari eftir
sama leisti sum fyrr. Talan
verður undir ongum um-
støðum um at søkja um
skeinkiloyvi, so leingi talan
er um Sjómansheim, sigur
Jeffrei Johannesen.
Hann ásannar, at tað kann
fara at verða tungt at reka
matsovu virksemi uttan
skeinkiloyvi. Men sam-
stundis vísir hann á, at tað
er ikki matstovan, men
gistingarnar, sum skulu
bera raksturin.
– Tað ber til aðrastaðni at
reka
missiónshotell
á
rættiliga høgum støði uttan
minibarr á kamarinum.
Hugt verður at, hvussu
kamarið annars er útgjørt.
So tað átti at borið til í
Føroyum eisini, heldur
hann.
Jeffrei Johannesen sigur,
at tey arbeiða við onkrum
ávísum avtalum í løtuni.
Eitt nú eru fyrispurningar
frá fólki, sum koma hend-
anvegin
at
arbeiða
í
samband við oljuútgerðar-
havnina í Runavík. Eingin
endalig avtala er enn gjørd,
men hugsandi er, at okkurt
fer at spyrjast burturúr,
væntar hann.
Tað liggja stórar av-
bjóðingar fyri
framman hjá Runa-
víkar Kommunu.
Fólkatalið veksur, og
mentanartilboðini
skulu nøktast, sigur
borgarstjórin
KOMMUNU-
POLITIKKUR
Edvard Joensen
Runavík: Skúlamálið skal
loysast,
fótbóltsvøllurin
gerast av nýggjum, og eitt
mentanarhús skal helst
eisini byggjast, sigur borg-
arstjórin í Runavík um tær
ætlanir, sum eru fyri ment-
anarpolitikkin í komm-
ununi.
Runavíkar Kommuna er í
støðugum vøkstri. Fólk
flyta til, og stórur áhugi er
fyri grundstykkjum, sigur
borgarstjórin.
Í ár eru longu 10 grund-
stykki seld, og útstykkingin
við Høgaleiti er við at
verða útseld.
Tað hevur annars staðið í
stað seinnu árini. Í 1989
vóru 120 umsóknir um
grundstykki á bíðilista.
Men tá kreppan kom, hvarv
tann listin, og fólk vildu
heldur selja grundstykkini
aftur. Men nú ganga grund-
stykkini aftur sum heitt
breyð, sigur Rodmundur
Nielsen,
borgarstjóri
í
Runavík.
Í dag búgva beint oman
fyri 2.500 fólk aftur í Runa-
víkar Kommunu. Tá mest
var áðrenn kreppuna, búðu
2.543 fólk í kommununi.
Men tað krevur eisini
nakað
av
kommunalu
myndugleikunum, at fólk
flyta til økið. Fólk mugu
hava tilboð til frítíðina
eisini, skulu tey støðast, á-
sannar borgarstjórin.
Eitt mál, sum borgar-
stjórin í Runavíkar Komm-
unu vil hava loyst í ár, er
skúlamálið.
Runavíkar
Kommuna
røkkur víða, og skúlarnir
eru spjaddir allan vegin úr
Søldarfirði til Rituvíkar.
Tað ger, at nógv ferðing er
millum skúlarnar,og tað
krevur bæði tíð og orku.
Haraftrat kemur, at skúla-
bygningarnir eru gamlir og
í ávísan mun eisini niður-
slitnir.
Tað hevur leingi verið eitt
ynski, at fáa eina endaliga
loysn á skúlamálinum, og
tað fer at verða arbeitt álv-
arsliga fram í móti at fáa
hana avgreidda í hesum
árinum, sigur Rodmundur
Nielsen,
borgarstjóri
í
Runavík.
Eitt annað mál, sum er
við at koma fram aftur, er
eitt mentanarhús í komm-
ununi. Hetta er gamalt mál,
sum hevur verið uppi fyrr,
men sum eins og so nógv
annað, datt niður fryi aftur,
tá kreppan legði alt slíkt
undir lok í síni tíð.
Tað er eitt mentanarfelag
í kommununi, sum eigur
eitt sindur av pengum,
greiðir borgarstjórin frá.
Og sum skilst á honum, eru
vónir til, at eitt ávíst sam-
starv millum hetta felagið
og kommununa ikki er heilt
óhugsandi, soleiðis at ætl-
aða mentanarhúsið kann
gerast veruleiki.
Eisini ítrótturin í sóknini
skal hava betri umstøður,
hóast tær eru rímiliga góðar
sum er. Ítróttarhøll og fót-
bóltsvøllur eru í Runavík.
Men júst fótbóltsvøllurin er
soleiðis fyri, at honum
tørvar álvarsligar ábøtur.
Tær fær han so eisini nú í
summar. Einaferð í mai,
juni verður alt graslíkið
tikið oman av, og nýggjur
vøllur lagdur á aftur. Hesin
vøllurin verður tann fyrsti
av sínum slag í Føroyum,
sigur borgarstjórin.
Vølurin verður skiftur,
áðrenn landskappingin í
fótbólti er komin i helvt, og
tí verður neyðugt hjá NSÍ at
spæla sínar heimadystir á
Svangaskarði, meðan ar-
beiðið verður gjørt í Runa-
vík.
Tað fer at kosta umleð
1,6-1,7 milliónir krónur at
fáa nýtt graslíki á vøllin í
Runavík.
Ein spennandi tíð
Hans Petur Elingsgaard, formaður í mentanarnevnd Runavíkar Kommunu, og Rodmundur
Nielsen, borgarstjóri, á graslíkisvøllinum, sum nú verður skiftur út
Mynd: Edvard Joensen
Runavíkar Sjómansheim latið uppaftur
Runavíkar Sjómansheim er
latið upp aftur sum Bed &
Breakfast
Savnsmynd
Tað gongur við fullari
ferð í Runavík.
Kommunan er í
vøkstri, og vinnulívið
er rættiliga komið í
gongd aftur eftir
kreppuna
KOMMUNUTÍÐINDI
Edvard Joensen
R u n av í k : R u n av í k a r
Kommuna fær fyrispurn-
ingar næstan hvørja viku
frá fyritøkum, sum ætla sær
í gongd við einumhvørjum
virksemi. Fólkatalið veks-
ur, og arbeiði er til allar
hendur.
Rodmundur
Nielsen,
borgarstjóri í Runavík, er
ein væl nøgdur maður.
Hann stýrir eini kommunu í
blóma og sum hevur útlit til
at verða verandi í oddinum
eina tíð enn.
Men tað krevur sín mann
at stýra eini kommunu við
slíkari ferð, sum Runavíkar
Kommuna hevur í løtuni.
Og Rodmundur Nielsen
heldur, at við hvørt kann
tykjast, sum tað gongur nóg
skjótt. Hann metir ikki, at
ferðin eigur at økjast mun-
andi. Men vísir samstundis
á, at fólk í kommununi
tykjast hava tamarhald á tí,
tey gera. Ongar villar ætl-
anir eru, sigur hann, og tær,
sum eru í gongd, tykjast
væl umhugsaðar og undir-
bygdar.
Standa trygg
Fólk í Runavíkar Komm-
unu eru ikki gliðin í oljuni,
sigur borgarstjórin. Bæði
vinnan og vanligi borgarin
tykjast taka tað reiðiliga
avslappað, at Runavík er
vorðin útgerðarhavn hjá
eini møguligari komandi
oljuvinnu.
Talan er jú í fyrsta umfari
bara um eina leitingartíð
upp á trý ár, vísir borgar-
stjórin á. Og verður eingin
olja funnin, skal eisini
livast aftan á ta tíð.
– Og tað skal tað fyri
tann skuld kortini, tá olju-
vinnan einaferð er av, sigur
Rodmundur Nielsen, sum
leggur dent á, at hann fer
altíð at virka fyri, at verandi
vinnan fær góðar møgu-
leikar at arbeiða undir og
støðugt fer at menna seg.
Borgarstjórin í Runavík
dylur tó ikki fyri, at hann
heldur hetta vera eina sera
spennandi tíð. Útgerðar-
havnin er løgd í Runavík,
og sjálvandi fer kommunan
at gera møguleikarnar so
góðar sum gjørligt fyri at
veita oljuvinnuni ta tæn-
astu, hon hevur brúk fyri í
leitingartíðini. Og verður
olja funnin, verður Runa-
víkar Kommuna sjálvandi
eisini klár at taka í móti eini
veruligari
vinnu,
sigur
hann.
Dryppar longu
Hóast eingin verulig gongd
er komin á oljuvinnuna
enn, er kortini farið at
dryppa eitt sindur.
Runavíkar Kommuna er í
ferð við at byggja havnar-
lagið út, soleiðis at útgerð-
arhavnin fær støð fyri seg
sjálva norðan fyri verandi
havnarlag. Hendan útbygg-
ingin dregur eitt sindur út
og verður helst ikki klár at
taka í nýtslu endaliga fyrr
enn komandi ár. Til ta tíð
verður neyðugt hjá vinnuni
at klára seg á verandi havn-
arlagi, sigur borgarstjórin.
Í løtuni verða fundament
til siloir, sum skulu goyma
ymisk evni, sum brúkast
skulu til boringarnar, gjørd
á havnarlagnum norðan fyri
pakkhúsið hjá Skipafelag-
num Føroyar.
Neyðugt er at gera hesi
fundamentini nú, sigur
Rodmundur Nielsen, so-
leiðis at tey fáa tíð at
styrkjast, til sjálvar siloir-
nar verða settar upp eina-
ferð í mai mánað.
Ætlandi skuldu royndar-
boringarnar byrja umleið
fyrsta juni, og tað verður
eingin trupulleiki yvir-
høvur at fáa siloirnar lidnar
til ta tíð, sigur borgarstjórin
í Runavík.
Eisini eru longu bílagdir
bústaðir til fólk, sum fara at
arbeiða við leitingini. Talan
er um fleiri bústaðir, sigur
borgarstjórin.
Her eiga vit at fara eitt
sindur hóliga fram, heldur
Rodmundur Nielsen. Hann
vísir á, at longu nú eru
húsaprísirnir við at koma á
eitt slíkt støði, at tað ikki er
fyri vanlig fólk at fylgja
við. Eitt nú eru dømi um í
høvuðssaðarøkinum,
at
prísirnir eru tað dupulta av
tí, sum teir reelt áttu at
verið.
Oljuvinnan fer uttan iva
at hava ókenda ávirkan á
okkara samfelag, ávarar
borgarstjórin í Runavík.
Ávirkan, sum vit yvirhøvur
ikki hava fantasi til at
ímynda okkum. Og hann
mælir staðiliga fólki til at
hava bæði bein væl og
virðiliga á jørðini og ikki
fara á glið, um olja fer at
flóta rundan um okkum.
Men tað verður ikki lætt,
ásannar hann. Tað hava vit
sæð aðrastðani, har olju-
vinnan hevur givið pengar.
Rodmundur
Nielsen,
borgarstjóri í Runavík, sig-
ur, at sjálvandi vónar hann,
at oljuvinnan, eisini í leit-
ingartíðini, fer at kasta
vinning av sær til Runavík-
ar Kommunu. Hann væntar,
at okkurt fer at liggja eftir
til vinnuna á landi.
Men hann vísir á, at tað
verður ein stór avbjóðing
hjá
bæði
kommunalu
myndugleikunum, vinnuni
og vanliga borgaranum, at
vísa, at tey klára at loysa
tær uppgávur og avbjóð-
ingar, sum ein slík vinna fer
at hava við sær.
Grør um gangandi fót
Rodmundur Nielsen,
borgarstjóri í Runavík við
fundamentið til
goymslusiloirnar, sum bygdar
verða í samband við, at
Runavík er vorðin
útgerðahavn, nú farið verður
at leita eftir olju undir
Føroyum
Mynd: Edvard Joensen