Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. apríl 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult13 cyan13 magenta13 svart13 12 Nr. 75 - 20. apríl 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 Frá fríggjadegi 20. apríl til hósdagin 26. apríl Fres – úr Kollafirði fríggjakvøldið kl. 18.30 Pernilles Univers Vilhelm Tell 1:16 Í samband við Prix Føroyar finaluna í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld, verður sent beinleiðis í bæði Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya. Frásøgufólk á sjálvari finaluni eru Jákup Magnussen og Arina Bischoff. Vertir fyri bæði útvarpið og fyri sjónvarpið vera væl umboðað til tiltakið. Byrjað verður at senda kl. 20, og sent verður til umleið kl. 23 - 23.30. Prix Føroyar finalan - beinleiðis Leygarkvøldið kl. 20.00 Mánakvøldið kl. 19.00 James Bond: Hyggjarar avgera Mikukvøldið kl. 20.00 Týskvøldið kl. 20.55 Árið er 1625. Tann ungi d´Artagnan leggur leiðina til Paris fyri at gerast limur í lív- verjuni hjá konginum. Men tann valdmikli kardinalurin Richelieu hevur tikið lívverj- una av, so at hon ikki er til longur. Alt broytist tó, tá d´Artagnan møtir Arthos, Porthos og Aramis. Teir tríggir muske- terarnir verða at síggja á TV3 leygarkvøldið klokkan 18. Teir tríggir musketerarnir Leygarkvøldið kl. 18.00 P/F Fiskaaling við Áir er farið undir aling av kalva í Føroyum. Seinastu dagarnar eru fyrstu stigini tikin til alingina av flatfisk- inum. Stjórin í Fiska- aling, Símun Joensen, heldur, at teir skulu fara spakuliga fram og læra handverkið fyrst og fremst ALING Stefan í Skorini Nú verður aftur farið undir kalvaaling í Føroyum. Royndir hava fyrr verið gjørdar undir sera vánalig- um umstøðum, men nú eru umstøðurnar væl betri, vísir Símun Joensen á. – Vit eru júst byrjaðir, og vit fara tí ikki at leggja okk- um eftir eini stórari fram- leiðslu frá byrjan av. Vit skulu heldur læra okkum handverkið fyrst, sigur stjórin í Fiskaaling, ið er eitt partafelag hjá Føroya Landsstýri. – Gitingin og strúkingin hevur gingið væl, men hinvegin er tað trpult at siga nakað um, hvussu endaliga úrslitið verður, tí tað er ikki greitt enn, sigur Símun Joensen. Krevur arbeiðsorku Kalvarnir eru stroknir og gitingin er framd teir sein- astu dagarnar. Arbeiðsfólk- ið á alistøðini hevur tí verið tilreiðar allar tímar á sam- døgrinum. Tey skulu vera á staðnum, tá kalvin er klárur at gýta. – Tað krevur nógva ar- beiðsorku, tí fólk skulu vera tøk allar tíðir á sam- døgrinum, tí tú skalt vera hjástaddur, tá kalvin gýtir, og tað kann vera dag sum nátt, sigur Símun. Símun Joensen er varin, tá hann skal meta um fram- tíðarútlitini innan aling av kalva. Hann vísir á, at um tey fáa nøkur fá yngul, sum yvirliva, so er tað altíð ein hampulig byrjan, ið byggj- ast kann víðari á. – Skulu vit fara undir kalvaaling í Føroyum, so skulu vit spakuliga upp- byggja vitan, so at vit kunnu vera rímiliga tryggir í at vita, at vit fáa eina ávísa nøgd av yngli hvørt ár, tí tað er einasta gongda leið- in, sigur Símun Joensen. Fyrstu tíðina fer ynglið at vera í sokallaðum siloum. Síðani verður tað flutt í posar, sum liggja á sjónum. Tá fær ynglið livandi fóður antin úr Sundalagnum, ella verður fóðrið dyrkað av alarunum, og tað er ein av- bjóðing at fáa kalvan at eta livandi fóður. Eydnast henda fórðingin, og ynglið klárar ta fyrstu tíðina, verð- ur tað flutt í kør á støðini, har ynglið verður fórðað við turrfórði. Fiskaaling gongur nýggjar leiðir: Fer undir aling av kalva Fiskaaling við Áir er farið undir aling av kalva. Fyrstu kalvarnir eru gitnir, men Símun Joensen, stjóri leggur dent á, at yvirliva nøkur fá yngul í fyrsta umfari, so er tað eitt gott úrslit at byrja við Landskassin hevði í fjør eitt yvirskot á 602 milliónir krónur, men hetta er slakar 50 milliónir minni enn árið fyri. 136 millión- ir eru nýttar til niður- gjalding av uttan- landsskuldini, men størsti parturin varð settur í Landsbankan og í peningastovnar LANDSROKNSKAPUR Stefan í Skorini Fyrrapartin hósdagin var landsroknskapurin fyri í fjør lagdur fram á Sjómans- heiminum í Havn. Tað var Karsten Hansen, landsstýr- ismaður við fíggjarmálum, ið alment legði roknskapin fram. Hóast stóra yvirskot- ið var hann ikki heilt nøgd- ur við undanfarna ár. Hann heldur, at yvirskotið kundi verið enn størri, enn tað er. Karsten harmast um, at yvirskotið er minkað, men vísir tó á, at úrslitið er gott. Leif Abrahamsen, stjóri á Føroya Gjaldstovu, hevur verið við til at skipa fyri ar- beiðnum at greiða lands- roknskapin úr honum. Hann sigur, at ongantíð fyrr hevur roknskapurin verið lagdur fram so tíðliga á árinum í 62 ára søguni hjá Gjaldstovuni. Mest sett í Landsbankan Samlaða yvirskotið hjá landskassanum fyri ár 2000 var 602 milliónir, og tá eru rentuútreiðslurnar til stats- lánið longu drignar frá. Yvirskotið í 1999 var 648 milliónir, og munurin kemst í høvuðsheitum av væl minni útluting frá Før- oya Banka, men ásannast má eisini, at útreiðslurnar eru øktar meira enn ætlað. Inntøkurnar hjá landskass- anum eru tó eisini øktar sum úrslit av góðum konj- unkturum. 136 milliónir av yvirskot- inum fóru til at gjalda av- drøg av uttanlandslánum. Meginparturin varð nýttur til niðurgjalding av stats- láninum. Uttanlandsskuldin er tískil minkað úr eini 4,51 milliardum niður í ein- ar 4,38 milliardir krónur. Samlaði parturin, ið fellur til gjaldingar komandi fíggjarár verður 434 milli- ónir krónur. Innanlandsskuldin á 412 milliónir er hinvegin ikki minkað stórvegis. Størsti parturin av innanlands- skuldini er eitt lánsbræva- lán. Góðir tveir triðingar av yvirskotinum frá í fjør fóru til øking av tøkum peningi hjá landskassanum ella samansparing. 403 millión- ir vórðu settar í Landsbank- an og í peningastovnar. Tøki peningurin hjá lands- kassanum er nú øktur úr 1,67 milliardum uppí góðar 2 milliardir krónur. Av hesum 403 milliónun- um vórðu góðar 100 milli- ónir settar í peningastovnar, meðan restin varð sett í Landsbankan. Landið hev- ur nú slakar 1,8 milliardir innistandandi í Landsbank- anum, meðan 286 milliónir krónur standa í banka- og girokonti og sum kassapen- ingur. Í hesum sambandi kann nevnast, at Karsten Hansen hevur sett eina kanning í verk, ið skal staðfesta, um Landsbankin umsitur pen- ingin hjá landskassanum á ein nøktandi hátt, tí talan hevur verið um, at lands- kassin fær betri rentu frá vanligu peningastovnunum. Restin av yvirskotinum, sum er góðar 60 milliónir, eru nýttar til goymslu og áogn og tekniskar bókingar. Árið 2001 neyvan verri Karsten Hansen metir, at yvirskotið í ár neyvan verð- ur verri enn í fjør, tá hugt verður at inntøkunum hjá landskassanum. Hann vísir á, at tað framhaldandi er neyðugt at føra ein varnan búskaparpolitik, og hann metir, at tað er semja um hetta í samgonguni. Karsten Hansen ávaraði eisini ímóti, at útreiðslurnar hjá landskassanum økjast ov nógv. Í sambandi við framløg- una av landsroknskapinum sýndi Gjaldstovan eisini sína nýggju heimasíður. Har ber til hjá øllum at kann landsroknskapin nærri. Eisini verða teir mánaðarligu roknskapirnir atkomiligir. Roknskapurin fyri februar í ár er longu tøkur. Landskassin stendur at bresta: Yvirskot á 602 milliónir Karsten Hansen heldur, at yvirskotið hjá landskassanum kann vera størri. Yvirskotið var 602 milliónir, og meginparturin fór til samansparing Mynd: Jens Kr. Vang GOD Digital seminar verður í ítróttarhøllini í Runavík leygardagin 21.apríl kl. 15.00. Simon Jacobsen, skandinaviskur umboðsmaður fyri GOD-Digital og konan Kaja, sum vitja í Føroyum 19.-23. apríl, tosa og sýna ymiskt fram. Tey koma eisini at hava ein GOD Digital-bás á møtunum hjá Teresu Wairimu í ítróttarhøllini í Runavík 20.-22. apríl og fara eisini hesar dagarnar at gera eitt stórt umboðsarbeiði fyri GOD Digital við pressufundum o.ø. GOD Digital sendir kristiligt sjónvarp og útvarp á satelittinum Sirius II - fleiri rásir. Á Revival channel verður eisini sent á skandinaviskum, 1. mai skifta tey til Eurobird 28,5° eystur. Øll áhugað kunnu møta! Sosialurin 311820