týsdagur 24. apríl 2001síða 17
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 24. apríl 2001
33
gult33 cyan33 magenta33 svart33
32
Nr. 77 - 24. apríl 2001
gult32 cyan32 magenta32 svart32
Kirkju- og missións-
húsið á Argjum
Heimasíða okkara:
www.koma.fo
Meinigheitshúsið
í Havn
Týskvøldið kl. 20 bíbliu-
tími, Ámos kap. 7.
Mikukvøldið kl. 19 venur
Meinigheitskórið.
Hóskvøldið kl. 20 ung-
dómsmøti við Andrass
Arge.
Leygarkvøldið kl. 21 opið
hús.
Sunnudagin kl. 14 sunnu-
dagsskúli, kl. 18 møti við
Thomas Thomassen og
Teimum 4, barnaansing
verður.
Mánakvøldið kl. 20 venur
Manskórið.
Ebenezer
Mikukvøldið kl. 20 upp-
byggingarmøti.
Hóskvøldið kl. 20 ung-
dómsmøti.
Hvítusunnusamkoman
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11 mor-
gunmøti, kl. 18 evangeliskt
møti. Øll eru vælkomin.
Filadelfia,
Landavegur 22
Í annaðkvøld kl. 19 ung-
dómsrally, kl. 21 bøn fyri
býnum.
Hóskvøldið kl. 19 Teen
Xtreme.
Møtiskráin hjá Filadelfia
sæst á heimasíðu okkara:
www.filadelfia.fo
Samkoman Immanuel
Mikukvøldið kl. 20 møti.
Filadelfia, Sundalagið
Í morgin kl. 17.30-19.30
Miðdepilin – títt kvøld –
tónleikur, spøl, ítriv og
matgerð.
Hósdagin kl. 16-17.30
Urtagarðurin – eitt trivnað-
arstað fyri børn, kl. 18-19
bønarmøti.
Siloa, Fuglafjørður
Mikukvøldið kl. 19.30
bøn, bíbliulæra og hugna-
lig samvera, Klæmint
Eliasen talar. Evni: Í lívd
hins Hægsta.
Soli Deo Gloria
Mánadag kl. 20 bønarmøti.
Hósdag kl. 20 ungdóms-
møti.
Sunnudagin kl. 14 sunnu-
dagsskúli, kl. 16.30 Alpha-
skeið, kl. 18 møti við
Andrias Nýggjagarð.
Aglow, Klaksvík
Møti verður í Húsmøðra-
felagnum í Bøgøtu 3,
fríggjakvøldið 27. kl.
20.00. Allar kvinnur eru
vælkomnar.
Sandoy
Um vikuskiftið verða hesi
møti í Sandoynni:
Leygardagin 28. kl. 15
útimøti í Húsavík og kl. 16
í Skálavíl. Kl. 20 møti í
Ungmannafelagshúsinum
Samljóð í Skopun.
Sunnudagin 29. verður
møti í Samljóð kl. 11 og
15. Sangkórið í Siloa,
Fuglafirði syngur og
Svenning av Lofti o.o. tala.
Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Missiónshúsið
í Skopun
Mikukvøldið kl. 20 bíbliu-
tími.
Betel, Vágur
Mánakvøldið kl. 20 bønar-
fundur.
Ónsdagin kl. 20 uppbygg-
ingarfundur.
Reyði Krossur
Føroya
Sorgarlinjan svarar mána-
dag, mikudag og fríggja-
dag kl. 19-21.00 á tlf.
212380.
Føroya Heimavirkis-
felag
Postboks 1209 - 110 Tórs-
havn.
Teldupostur: fhf@craft.fo
Heimasíða: www.craft.fo
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð, men sam-
band við felagið fæst við
at ringja til formannin:
Nigro Hermansen tlf.
314304 / fartlf. 288304
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21
Opið er mánadag kl. 10-
18.
Týsdag-fríggjadag 10-17.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagin 23. apríl:
kl. 09.45-10.15 Fimleikur.
Sonja Danielsen.
kl. 10.15-18.00 Seyma fýr-
kantar saman til teppir til
móður Theresu felagsskap-
in.
kl. 14-18 Kortspæl, telving
og onnur spøl
Týsdagin 24. apríl:
kl. 10-12 Vit baka
kl. 15 Hugleiðingar um
Havnina í 1920’unum.
Annar partur Hjørdis
Háberg, Marjun Nielsen
lesur
Mikudagin 25. apríl:
Stongt
Hósdagin 26. apríl:
kl. 10.30-11 Fimleikur,
Sonja Danielsen
kl. 14-17 Telduprát,
Brandur Petersen
Fríggjadagin 27. apríl:
kl. 10-17 Opið hús
Tað er altíð ein krókur í
Tilhaldinum - um tygum
ikki fáast við nakað ítriv.
Vit ynskja at øll skulu
kenna seg vælkomin.
Pensionistafelagið í
Havn
kemur saman hvørt miku-
kvøld í Losjuni, Tinghús-
vegur 18. Øll M/K sum eru
fylt 60 ár eru vælkomin at
gerast limir.
Losjan í Havn
Fríggjadagin hittast tilkom-
in og eldri til hugna fyri
seinastu ferð í vetur.
Tilmeldan verður til út-
ferðina.
Vágs Matmøðrafelag
Dagtilhaldið í Vági er opið
týsdag og tórsdag frá kl.
15-18. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
AA-fundir í Havn
Reinsaríið, Tórsgøta 5:
Fundur verður í kvøld kl.
20–21.30.
Al-anon
fundur er hvørt týskvøld
og hóskvøld kl. 20 á
Vaskarínum í Tórsgøtu 5.
Spælistovan í Meinig-
heitshúsinum í Havn
er opin mánadag-mikudag
og hósdag frá kl. 9.00-
12.00 fyri foreldur at
børnum uttan ansing.
LFÚ-skrivstovan
hevur opið týsdag og hós-
dag millum kl. 13 og 17.
LFÚ-ráðgevingin hevur
opið týsdag og hósdag frá
kl. 16-18.
LISA
skrivstovan hjá Listafólka-
sambandi Føroya í Dj. í
Geilsgøtu 1 er opin hvønn
hósdag frá kl. 14 til 20 og
annars eftir avtalu á telefon
320197. Teldupostur
lisa@lisa.fo – heimasíða
www.lisa.fo
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið á tlf.
317200. Skrivstovan er op-
in frá kl. 10 til 17, og hós-
dagar til kl. 21. Ráðgeving-
in er hóskvøld eftir avtalu.
Amnesty
International
Føroya deild
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
Skrivstovan er opin:
Mánadag, mikudag og
fríggjadag frá kl. 13–17.
Føroyskir fiskimenn
uttanlands, tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar
fiskimenn í Canada, Svø-
ríki, Danmark, Íslandi og
Noregi. Limagjald 200 kr.
um árið. Postgiro 57894.
Fø. Sparikassi 442027-8.
Javni
N. Finsensgøta 32
Skrivstovan er á Hoydals-
veg 40, 3. hædd (ovast)
Opið er týsdag, mikudag
og hósdag kl. 10-14
Fríggjadag kl. 13-16
Tlf. 314827 Fax 310557
e-mail:
javni@post.olivant.fo
MBF-skrivstovan
Íslandsvegur 10c
Tlf. 317373 · Fax 310813
e-mail:
mbf@post.olivant.fo
Skrivstovan er opin hvønn
dag frá kl. 9-16. Viðtala
við sosialráðgevan fæst
eftir avtalu við skriv-
stovuna á tlf. 317373
TILTØK
Føroya Tele kann nú bjóða tær eina heilt nýggja
tænastu, ið kallast sn@rNET. Hetta er eitt fast
samband bygt á ADSL tøknina, ið gevur tær eina
móttøkuferð upp til 1024 k/sek*), har tað vanliga
uppringda sambandið, vit kenna í dag, bert kann
móttaka og senda upplýsingar við eini ferð millum
28 og 56 k/sek. Umframt skjótu ferðina eru eisini
hópin av fyrimunum og nýggjum møguleikum við
tænastuni.
Vilt tú vita meira um sn@rNET, er tú vælkomin
inn í eina av Telebúðunum eftir einum faldara ella
vitja okkara heimasíða á www.tele.fo.
Fyri fyrstu ferð í Føroyum
Við sn@rNET hjá Føroya Tele kanst tú ferðast á internetinum
við rúkandi ferð alt samdøgrið.
Føroya Tele • Postboks 27 • 110 Tórshavn • Tel 30 30 30 • Fax 30 30 31 • e-mail: ft@ft.fo • www.tele.fo
p e t u r & p e t u r • 3 2 0 8 7 0
Fleirfalda ferðina
á internetinum..!
*) Galdandi fyri virki. Fyri privat kann hægsta móttøkuferðin vera 512 kb/sek.
Avmarkingar: Av tí at ADSL-tøknin setur stór krøv til telefonlinjuna, eru
avmarkingar fyri, hvar Føroya Tele kann veita sn@rNET.
Downstream Upstream Stovningargjald Mánaðargjald
256kbps
64kbps 3.995,-
449,-
512kbps
128kbps 3.995,-
649,-
Dátamongdir verða avroknað við 1,50 kr. fyri hvørt megabýt fyri útland
og 0,50 kr. fyri hvørt megabýt fyri innanlands dáta. Prísirnir eru við MVG.
Downstream Upstream Stovningargjald Mánaðargjald
256kbps
256kbps 9.996,-
1.545,-
512kbps
512kbps 9.996,-
1.396,-
1024kbps
512kbps 9.996,-
1.716,-
Dáta verða avroknað við 0,80 kr. fyri hvørt megabýt. Prísirnir eru uttan MVG.
Skapið framtíðina saman við okkum
P
R
I
V
A
T
V
I
N
N
U
L
I
G
T
HEILSANIR
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Góði Andrias
Hjartaliga tillukku
við 3 ára degnum
21. apríl. Alt tað
besta ynskja vit tær.
Mamma, babba,
Karl Marius
og Rakul
Góði Gunnar
Hjartaliga tillukku
á tí runda degnum
22. apríl
Ynskja
starvsfelagarnar
í Kistuvík
Marjus Dam,
løgtingsmaður
Sambandsflokkurin hevur
ikki stóra trongd at skerja
ríkisveitingina, men heldur
lata hana fara til tey økir
hon eigur at fara til,
nevniliga til Skúla, Heilsu
og Almannaverk. Viður-
skiftini innan hesi økir eru
alt annað enn nøktandi.
Álvaratos, eiga ikki hesi
og mong onnur viðurskiftir
at koma í rættlag áðrenn
milliardaupphæddir av ide-
ologiskum ávum verða
blakaðar burtur?
Tað eru betri møguleikar
fyri at byggja og menna
land innan ríkisfelagsskap-
in enn uttanfyri. Ríkisfel-
agsskapurin ikki bert gevur
okkum nógvar og stórar
møguleikar sum ríkisborg-
arar, men eisini størri fíggj-
arligan førleika, enn vit
annars vildu havt. Tað er
ørvitisskapur at pástanda,
at ongin munur er.
Dánjal Jákup Hansen
skal hava takk fyri við-
merkingarnar til grein mína
um samferðsluna. Tað er
altíð gott at hoyra hugsanir
hjá øðrum, tá um samfel-
agsviðurskiftir ræður.
Eg skal vera tann fyrsti at
geva honum rætt í, at tað
sjálvandi er neyðugt at reka
ein skilagóðan búskapar-
politikk. Um vit ikki gera
tað er vandi á ferð. Á hes-
um øki er Sambandsflokk-
urin í tráð við hugsan D.J.
Hansen. Bert undrar tað, at
sami D.J. Hansen ikki still-
ar kritiskar spurningar til
veruliga ørvitispolitikkin í
Føroyum ídag, nevniliga
loysingarpolitikkin og ser-
liga fíggjarligu av-leiðing-
arnar hesin kemur at hava
fyri vanliga føroyingin.
Hendur onki negativt fyri
borgaran, um helvtin av
fíggjaræltanini
verður
burtur?
Tað kann passandi H.J.
Hansen spyrja sínar egnu
um, tí vit hava spurt, men
ongantíð fingið svar. Før-
oyingar hava spurt, men
ongin hevur fingið svar. Alt
skal dyljast til aftaná, sær
tað út til.
Fyri at reka ein skilagóð-
an búskaparpolitikk, so er
neyðugt at reka ein skila-
góðan politikk. Ein polit-
ikk, ið ger, at samfelagsbú-
skapurin gerst so sterkur
sum møguligt eins og gevur
landi, vinnu og fólki optim-
alar umstøður. Tá hetta mál
er nátt, kann ein gera skila-
góðar íløgur og útbygging-
ar.
Og júst vánaligi politikk-
urin, ið verður sagdur at
vera stevnumiði hjá loys-
ingarsamgonguni í løtuni er
vandamikil. Han skerjir
nevniliga okkara fíggjarliga
førleika fullkomuliga. Um
tað brestur fyri nevni í sein-
asta neyðareggi samgong-
unn-ar, skulu eftir 6-7 mán-
aðum yvirtakast sera nógv
og stór málsøkir. Sam-
stundis skal ríkisveitingin
skerjast »300-400 milliónir
minst« (sum skrivað stend-
ur í samgongusemjuni).
Komandi árini skulu so
einar hálvthundrað millión-
ir minkast afturat hvørt
árið. Um ætlanin verður
fylgd komandi 4 árini verð-
ur ein minking uppá 400 +
450 +500 +550 milliónir
krónur ella umleið 2 milli-
ardir í reiðum, ikki prístals-
reguleraðum krónum. Um
øll ætlanin verður fylgd,
missir føroyska samfelagið
einar 10-20 milliardir krón-
ur. Umframt rættindir, vit í
dag hava í Ríkisfelagsskap-
inum. Rættindir, ið vit helst
skulu koma at gjalda fyri í
framtíðini. Harafturat hava
vit eina sera stóra uttan-
landaskuld. Hví dylja hend-
an veruleika fyri føroying-
um?
At yvirtøkurnar harum-
framt koma at krevja størri
umsiting og harvið eisini
øktan almennan íløgu og
rakstrarkostna er sannlíkt.
Tí er lítil ivi í, at før-
oyska samfelagið komandi
4 árini, ið hesum dømi fær
eina størri rokning enn tær
2 milliardirnar í ríkisveit-
ingin minkar.
At hendan rokning frá
loysingarsamgonguni ger,
at framtíðarútbyggingin og
menningin av samfelagnum
verður ávirkað og helst
steðgar heilt upp, man
somuleiðis lítil ivi vera um.
Ríkisfelgasskapurin – ikki
so galin!
At hetta als ikki er gald-
andi í Føroyum ídag, vísa
øll tøl púra greitt. Og vit
eru í Ríkisfelagsskapinum,
ið loysingarfólk royna at
sverta út! Føroyar ídag eru
prógv um, at Ríkisfelags-
skapurin virkar, um væl
verður stýrt. Føroyar eru
eisini eitt prógv um, at onki
virkar, um illa verður stýrt.
Tá hugt verður eftir gongd-
ini ídag, so skilir ein illa,
hví loysingarflokkarnir ikki
avtaka seg sjálvar. Tað
hevði verið besta og størsta
gagni teir kundu gjørt
Føroyum.
Eftir míni bestu sannfør-
ing koma ríkisfelagsskaps-
flokkarnir at hava betri
møguleika at byggja og
menna føroyska samfelagið
enn loysingarflokkarnir. Tí
vit hava meira pening,
fleiri krónur. So einkult er
tað.
Loysingarfólk kunnu ikki
tosa um útbygging:
Tá ið loysingarflokkarnir
tosa um Suðuroyarskip,
Leirvikstunnil, sjúkrahús
útbygging og skúladeplar
fyri milliardir- tá er talan
um stemmufiskarí, so tað
stendur eftir. Teir kunnu
loysa og skerja. Tað er sera
einkult.
Tá ið Sambandsflokkurin
tosar um menning og út-
bygging, so er talan um ein
skilagóðan politikk innan
ríkisfelagsskapin. Um vit í
Sambandsflokkinum vildu
loyst, so høvdu vit eisini
havt rygg til at havt boð-
skapin ið kravdist til føroy-
ingar, nevniliga, at neyðugt
var at skerja og spara, spara
og skerja. At neyðugt var
við fólkafráflyting, arbeiðs-
loysi, fallittum og tvingsils-
sølum. Tað er nevniliga
fylgjan av at loysa. Tað er
so einkult, so einkult.
Tað er ein stórur munur:
Tað er nevniliga ein stór-
ur munur á loysing og sam-
bandi – har sambandið
vinnur á loysingini á øllum
økjum, ikki minst í veljara-
kanningum. Og vit skuldu
eisini greitt vunnið eina
fólkaatkvøðu um hendan
spurning 26. mei – um
loysingarsamgongan tordi
at lata fólki tala.
Eftir Sambandsfloksins
hugsan, so eiga, skulu og
mugu vit at gera broytingar
í ríkisrættarligu viðurskift-
unum innan karmarnar av
ríkisfelagsskapinum. Tað
hava vit greitt meldað út.
Nógv er at gera og alt
kostar:
Er tað ikki soleiðis, at
pensiónirnar enn eru mun-
andi lægri enn í t.d. Dan-
mark.
Er
ikki
okkara
sjúkrahúsverk niðurslitið
orsaka av m.a. tørvandi
viðlíkahaldi? Eigur okkara
skúli ikki at fáa tiltrongar
ábøtur og betri karmar?
Hvat við ellis og røktar-
heimum, sambýlum, íbúð-
um til avlamin og breka, til-
boðum til ung og eldri
kring landi? Hvat við
SAMFERÐSLUNI? Hvat
við økis og útjaðaraøkis-
menning?. Vit hava tørv á
peningi at byggja okkara
samfelag út. Vit hava tørv á
einum góðum og sterkum
ríkisfelagsskapi, ið higartil
hevur verið Føroyum góð-
ur. Vit hava ein góðan vin.
Ein Ríkisfelagsskapsvin.
Latið okkum gera hetta
vinarlag betri. Tað er ørvit-
istos og ørvitisgerð at
skaða hetta góða vinarlag.
Latið okkum byggja og
gera Føroyar til ein gim-
stein í Norðuratlantshavið!
Ørvitistos
VIÐMERKINGAR
Hetta metir íslendski
sjónleikarin og tón-
leikarin, Egil Ólafs-
son, ið vitjaði Prix
Føroyar finaluna í ár.
M.a. var hann ráðgevi
hjá bólkunum við-
víkjandi tí at standa á
palli
PRIX FØROYAR
Dagfinn Olsen
Ein av gestunum til Prix
Føroyar hesaferð, var ísl-
endski tón- og sjónleikarin,
Egil Ólafsson. Hann kennir
væl Føroyar og føroyskan
tónleik og hevur áður verið
við á Jazz- Fólka- og
Bluesfestivalinum.
Hesaferð var ein av upp-
gávum hansara at halda
fyrilestur um tað at standa á
palli og so var hann eisini
ráðgevi hjá bólkunum við-
víkjandi hesum sama.
– Tað er ikki so einfalt at
standa á palli. Ein skal m.a.
ansa eftir vanum, ella óvan-
um. T.d. er heldur løgið, um
sangarin í einum bólki
stendur hendur í favn! Ein
má hvíla í onkrum og vera í
tónleikinum, sigur Egil, tá
vit hitta hann til eitt stutt
prátt á kamari hansara aftan
fyri pallin í prixmerkta
Norðurlandahúsinum.
Egil Ólafsson kennir før-
oyskan tónleik og tónleik-
arar. Men hvat hevur hann
fingið
burturúr
ferðini
hesaferð?
– Her eru mong talent og
mong eru ung. Tí er eisini
alneyðugt við tiltøkum,
sum hesum, metir Egil.
– Neyðugt er at tosa um
kvalitet. Í Íslandi eru vit
von at práta um kvantitet,
tú veist, vit hava fiskað,
smílist Egil, ið samstundis
setir torføra spurningin, um
hvussu ein fær kvalitet.
– Hetta er eitt flott og
professionelt tiltak, ið er á
høgum støði. Ungdómurin
er framtíðin og neyðugt er
at taka sær av honum,
neyðugt er at byggja upp,
sigur Egil Ólafsson, ið
fegnast um, at nærum allir
bólkarnir komu til hansara
at leita sær ráð viðvíkjandi
pallframførsluni.
Ungdómurin er framtíðin