Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 174 - 10. september 2007 Mentamálaráðharrin vil ikki brúka orðið kollvelting, men tær broytingar, sum nýggja álitið leggur upp til eru so umf­a­ tand­i, at ringt er at kalla hetta annað enn kollvelting Skúlin Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Ein miðnámsútbúgving á trimum deplum, ein lógarkunngerð í staðin fyri sjey, lestrarætlanir sum gan­ ga frá fyrsta flokki í fólka­ skúlanum til triða árið á miðnámi, tríggir sjálvsstýr­ andi skúladeplar við pro­ fessionellum stýrum, og eins setanar­ og lønar­viður­ skifti fyri allar miðnáms­ skúlalærarar saman við fast­ ari pulju til førleikamenn­ ing. Hetta eru nøkur av punkt­ unum í einum álitið, sum í dag varð handað landstýris­ manninum í mentamálum, Jógvan á Lakjuni. Sum nú er, eru 5 ymiskar gymnasialar útbúgvingar í Føroyum, student, HF, FSF/ HH, SIT/HT, SIF/HIF og og hesar kunnu takast á seks ymiskum stovnum, Føroya Studentaskúla og HF­skeiði, Studentaskúla­ num og HF­skeiðnum í Eysturoy, Føroya Handils­ skúla, Handilsskúlanum á Kambsdali, Fiskivinnuskúl­ anum, og Tekniska Skúla í Klaksvík. Í framtíðini skal tað vera ein skipan við fleiri breyt­ um, og miðnámsútbúgving­ arnar skulu skipast í tríggjar deplar. Ein í Suðuroy, ein í Streymoy og ein í Eysturoy/ Norðoyggjum. Deplarnir skulu stýrast sum sjálvsogn­ arstovnar við professio­nel­ lum stýrum og trý ára játtan­ um. Álitið er skrivað av eini nevnd, sum landsstýrismað­ urin í mentamálum setti í november 2005. Limirnir í bólkinum eru rektarar og skúlastjórar á teimum skúl­ um sum bjóða út gymna­ sialar útbúgvingar umframt deildarstjóran fyri miðnáms­ útbúgvingar á Menta­mála­ ráðnum, og fulltrúi í Menta­ málaráðnum hevur verið skrivari hjá nevndini. Eyðbjørn Poulsen sigur, at henda skipan er gjørd til føroyskar fortreytir, og at íblásturin er komin frá øll­ um hinum norðan­londun­ um. ­ Verandi skipanir eru nærum kopi av teim donsku, tær hava ongantíð hóska til okk­ara viðurskifti, tí vit eru eitt so nógv minni land. Í Danmark hava tey eisini skift allar skipanirnar út tey seinastu árini. Men í staðin fyri at kopiera tær nýggju donsku, hava vit valt at mæla til ein skipan, sum passar betur til okkara, sig­ ur formaðurin í arbeiðsbólk­ inum, Eyðbjørn Poulsen. ­ Henda skipanin er meira samanhangandi og meira broytilig, sigur hann, og greiðir frá, at tey trý fólkini í miðnámsdeildini á Menta­ málaráðnum í dag skulu umsita 10 lógir, 26 kunn­ gerðir og 180 lesiætlanir. Í nýggju skipanini vera 2 lóg­ ir, á leið 16 kunngerðir og á leið 80 lesiætlanir, sigur hann. Skúlaverkið flytast inn í 21. øld Eyðbjørn Poulsen, deildarstjóri fyri miðnámsútbúgvingar á Mentamálaráðnum og formaður í arbeiðsbólkinum handan nýggja álitið, sigur at nýggja skipanin er bæði smidligari og betri enn tann verandi, sum als ikki egnar seg til eitt lítið land sum Føroyar. Nýggi miðnáms­ skúlin í Sosiali­ num Sosialurin fer komandi dagarnar at viðgera álit­ ið, sum í dag varð handa landstýrismanninum í Mentamálum, Jógvani á Lakjuni. Og samrøður verða við ymisku partar­ nir í málinum. Arbeiðsbólkurin var mannað­ ur av monnum. Rektarnir og skúlastjórarnir á teimum útbúgv­ ingarstovnum, sum í dag bjóða gymnasialar útbúgvingar út, hava skrivað álitið, sum í dag var handað landsstýrismanninum. ­ Álitið er skrivað av teim allar best kvalifiseraðu fólkunum til júst hetta arbeiðið, segði Jógvan á Lakjuni. Løgmaður vitjar í Hetlandi Dagarnar 10. og 11. september vitjar løgmaður í Hetlandi, har hann tann fyrra dagin er á fundi við politisku leiðararnar í Hetlandi, Orknoyggjum og Suðuroyggjum. Slíkir fundir hava verið fyrr í Føroyum og Suðuroyggjum. Hesuferð er ráðsformaðurin í Hetlandi, Sandy Cluness vertur. Fundurin hevur ikki formliga skrá, men teir fara at umrøða mál av felags áhuga. Seinna dagin fer løgmaður at halda innleiðandi røðu á Norðurlendsku orkuráðstevnuni "Energy From the Edge", ið viðger avbjóðingarnar í sambandi við sjálvberandi orkuframleiðslu í smásamfeløgum. Stórt fall á OMX í Íslandi Partabrøvini í Føroya Banka eru fallin munandi í virði í morgun. Stórt fall hevur verið á virðisbrævamarknaðinum OMX í Reykjavík fyrrapartin, skrivar Morgunblaðið. Sambært blaðnum eru tað serliga fíggingarfyritøkur, sum hava kent sviðan av fallinum. Ein teirra er Føroya Banki, hvørs partabrøv eru fallin 4,02 prosent í virði fyrrapartin. Tað er ikki bara á marknaðinum í Íslandi, at virðisbrøv fella í virði. Tað sama er galdandi í hinum Norðurlondunum.