Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 174 - 10. september 2007 Nú hann fer til USA á aðalfund í ST, fer hann ikki at lata varamannin sleppa á løgting. Hetta er fyrstu ferð í 15 ár, at tað ikki hendir, men tað ger ikki mun hjá Kaj Leo Johannesen, tí hann vil undir ongum umstøðum hava Heð­ in Mortensen á ting Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Um eina viku fer Kaj Leo Johannesen til USA á aðal­ fund hjá ST. Men samstundis setir hann seg sjálvan í eina polit­ iska knípu. Tá ið løgtingsmenn fara á aðalfund í ST, plaga teir at lata varamannin taka sæti á løgtingi. Eftir ætlan skal Kaj Leo Johannesen vera burtur í tríggjar vikur. Men vara­ maður hansara á løgtingi er Heðin Mortensen. Og hann vil Kaj Leo Jo­ hannesen undir ongum um­ støðum síggja á løgtingi, tí síðani seinasta val, er hann farin í Javnaðarflokkin. Sostatt fer hann ikki at lata varamannin taka sæti á tingi hesa tíðina, hann er burturstaddur. Edmund Joensen, Løg­ tingsformaður, vil ikki gera viðmerkingar til ítøkiliga málið. Men hann sigur, at ting­ maður ger sjálvur av, nær hann sendir boð eftir vara­ manni og tað eru ongar fast­ ar mannagongdir fyri, nær varamaður skal á ting ella ikki. Hinvegin vísir løgtingsfor­ maðurin á, at Løgtingi hevur sent eygleiðarar á ST aðalfund heilt síðani 1992. Tveir tinglimir eru við hvørja ferð og sostatt hava tilsamans 30 løgtingslimir verið á ST aðalfundi higar­ til. Teir hava allir samlir, utt­ an undantak, latið varamann­ in taka sæti á løgtingi. ­ Siðvenja hevur verið, at teir løgtingslimir, sum fara á ST aðalfund, hava latið varamannin taka sæti á tingi, so tað hevur verið føst mannagongd higartil, sigur Edmund Joensen. Men tað nervar ikki Kaj Leo Johannesen, at hann brýtur gamla siðvenju við at sýta fyri at lata Heðin Mort­ ensen taka sæti á tingi. ­ Ongin av teimum, sum hava verið á ST aðalfundi, hava verið í somu støðu, sum eg, at teir hava verið noyddir at lata umboð fyri annan flokk taka sæti á tingi. Tað hevði heldur ongin av teimum gjørt, leggur hann afturat. Hann sigur, at sostatt er hann í eini heilt serligari støðu og hann fer undir ong­ um umstøðum at lata Heðin Mortensen taka sæti á tingi. ­ Tað vildi verið at forbrotið seg ímóti mínari egnu sannføring og ímóti mínum egna flokki, sigur Kaj Leo Johannesen. ­ Skuldi eg, sum formaður Sambandsfloksins, sett ein javnaðarmann á løgting, hevði eg brotið øll etisk og moralsk prinsipp mótvegis flokkinum, leggur hann afturat. Kaj Leo aftur í knípu av Heðini ­ Eg fari sjálvandi ikki at bróta ting­ skipanini. Hann heldur ikki, at nakað løgið er í, at hann biðjur formannin í rættarnevndini bíða við einum máli nakrar dagar út um tað, sum tingskipanin sigur. Ber ikki til at ganga fyrispurningi mínum á møti, komi eg bara aftur, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum tingskiPan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Eg kundi ikki droymt um at brotið nakra tingskipan. Kaj Leo Johannesen, for­ maður sambandsfloksins dugir ikki at síggja nakað løgið í teimum politisku fyrireikingum, hann hevur gjørt nú hann skal á ST aðal­ fund í USA um eina viku. Eftir ætlan verður hann burtur í tríggjar vikur og tað er ikki vist, at tað verður bara sum at siga tað, sum politiska støðan er í løtuni. Eitt nú skal løgtingið við­ gera málið um at gera Føroyar til eitt valdømi. Uppskotið er til viðgerðar í rættarnevndini hjá løgtingin­ um. Eftir tingsskipanini hev­ ur nevndin ein mánað at við­ gera uppskotið, so skal tað leggjast aftur fyri løgtingið. Eydnast tað ikki nevndini at gera málið liðugt til tíðina, kann løgtingsformaðurin longja tíðarfreistina. Men so skulu sakligar grundir vera fyri tí. Sostatt skal rættarnevndin leggja uppskotið um at gera Føroyar til eitt valdømi, fyri løgtingið aftur í seinasta lagi 4. oktobur, eru sakligar orsøkir til ikki at longja freistina. Men eftir ætlan, kemur Kaj Leo Johannesen ikki aftur úr USA fyrrenn fýra dagar seinni. Tí hevur hann spurt formannin í rættar­ nevndini, floksfelagan, Marjus Dam, um tað ikki ber til at bíða við at leggja uppskotið fyri aftur løgting­ ið til hann er afturkomin. Orsøkin er, at varmaður hansara á Løgtingi er Heðin Mortensen og hann vil Kaj Leo Johannesen undir ong­ um umstøðum síggja á Løgtingi, sum varamann. Hetta varð um vikuskiftið tulkað sum um at Kaj Leo Johannesen leggur upp til at bróta tingskipanina. Sjálvur heldur hann als ikki, at talan er um í hesum føri og hann heldur ikki, at hetta er tað sama sum at toyggja tingskipanina. Men tingskipanin sigur, at tingnevndirnar hava í mesta lagi ein mánað at viðgera eitt mál. Er tað so ikki at toyggja tingskipanina, at heita á formannin í rættarnevndini um at bíða við málinum? ­ Nei, tað er tað ikki. Tað kemur ofta fyri, at mál eru ov sein úr nevnd av alskyns orsøkum og tí dugi eg ikki at síggja nakað skeivt í hesi áheitanini. Hann heldur eisini, at tað er nóg góð grund til at bíða við málinum, at hann er nakr­ ar dagar ov seinur heim. ­ Hetta var bara ein fyri­ spurningur um at bíða nakrar fáar dagar við hesum málinum, akkurát sum so nógv onnur mál hava bíðað. Ber tað til, er tað fínt. Men ber tað ikki til, komi eg bara heim teir dagarnar áðrenn, longri er tann søgan ikki, sig­ ur Kaj Leo Johannesen. Ikki nóg góð orsøk Men hesum er Edmund Joensen, løgtingsformaður, ikki heilt samdur í. Hann vil ikki gera við­ merkingar til fyrispurningin frá Kaj Leo Johannesen til formannin í rættarnevndini, tí hann vil bara greiða frá, hvat sjálv skipanin sigur. ­ Tingkipan er so, at skal eitt mál útsetast, skal tað vera fyri at tryggja, at tað fær eina nágreiniliga viðgerð. Talan kann vera um, at hoyra ymsar partar í einum máli fyri at lýsa tað betri o.s.fr, talan kann vera um at bíða eftir tilfari, o.s.fr. Edmund Joensen staðfest­ ir samstundis, at tað er ikki ein nóg góð grundgeving fyri at longja tíðarfreistina, at ein nevndarlimur er burt­ urstaddur. Onki løgið í spurningi frá Kaj Leo Kaj Leo Johannesen er í eini serligari støðu og tí tekur hann eina serliga avgerð - Endamálið er ikki at seta tingskipanina til viks, tí tað kundi eg ikki droymt um. Ber tað til at útseta málið nakrar dagar, er tað fínt. Ber tað ikki til, komi eg bara heimaftur, sigur hann Týðandi úrslit av boring Føroyska oljufelagið boðar frá týðandi úrsliti av einari metingarboring í Írska Havinum. Kursurin á partabrøvum felagsins er hækkandi. Atlantic Petroleum hevur í morgun alment boðað frá, at felagið hevur fingið týðandi úrslit burtur úr einum metingarbrunni á Hook Head­oljuleiðini í Írska Havinum. Úrslitið frá metingarbrunninum er so mikið lovandi, at felagið saman við samstarvsfeløgunum er farið undir fyrireikingar til ein sokallaðan “well flow test”. Hook Head hevur ein ávísan týdning fyri hini loyvini, sum Atlantic Petroleum hevur í Írlandi. Kursurin á partabrøvum í Atlantic Petroleum hevur fyrrapartin gingið uppeftir, skrivar www.eik.fo Gentur royna sjálvmorð Altsamt færri danir royna at taka lívið av sær, men kortini vísa hagtølini, at talið á ungum gentum, sum royna at beina fyri sær, er ferfaldað tey seinastu tjúgu árini. Serfrøðingar siga, at genturnar líða undir einum ógvusligum trýsti frá samfelagnum, sum millum annað krevur, at tær skulu vera vakrar og duga væl í skúlanum. Men tær vilja kortini liva, og tí er sjálvmorðsroyndin meiri eitt neyðarróp ella veruligt sjálvmorð, siga serfrøðingarnir.