Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. september 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 10. september 2007 11 tíðindi Neyðugt er at fáa inn í lógina, hvussu listaatkvøður skulu teljast. Tí fer Javn­ støðunevndin at senda rættarnevnd­ ini bræv um hetta ein av døgunum Javnstøða Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ætlanin er, at greiða skal vera komin á spurningin um listaatkvøður beinan­ vegin, so kvinnulistar verða veruleiki longu komandi valg. Kári á Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini, heldur, at kvinnulistar eru ein møguleiki at fáa eina rætt­ vísari umboðan í tinginum. Tí fer Javnstøðunevndin ein av komandi døgunum fer at senda rættarnevndini í Løg­ tinginum bræv, fyri at fáa nevndina at samtykkja, at listaatkvøður sambært grein 18 í vallógini skulu teljast saman innanhýsis í flokki­ num. Hóast onki stendur í vallógini um, hvussu lista­ atkvøðurnar skulu teljast upp, so hevur verið vanligt fyrr, at listarnir taldu hvør í sær. Hetta kann hava við sær, at listaatkvøðurnar ein­ ans koma toppskorarunum og flokkinum annars til góðar, og ikki kvinnunum, sum ætlað. Formaðurin í Javnstøðu­ nevndini greiðir frá, at hóast kvinnurnar fingu úti við 30 prosent av atkvøðun­ um síðsta valg, so eiga tær bert 9 prosent av umboð­ anini á tingi. Hetta er úrslit­ ið av einari valskipan, sum útilokandi tekur landafrøði­ lig og ikki kynslig atlit. Tí eiga atkvøðurnar til ser­ stakir paralellir kvinnulistar veruliga at koma kvinnunum til góðar. Men av tí at ógreitt er, hvussu listaat­ kvøðurnar skulu teljast upp, hevur ivi stungið seg upp um kvinnulistar í veruleik­ anum eru eitt tvíeggjað svørð. ­ Tað er ógreitt, hvussu atkvøðurnar hjá tveimum listum í sama flokki, verða taldar saman. Fyrr eru atkvøðurnar taldar upp hvør sær, tá ið teir umdømisvaldu tinglimirnir skulu finnast, men teir eru taldir saman, tá ið eykalim­ irnir skulu finnast. Sostatt verða listarnir uppfataðir sum tveir ymiskir listar. Men, tá ið eykalimirnir skulu býtast, verða allar atkvøðurnar taldar saman. Tá kann avleiðingin vera, at ein eykalimur, sum til dømis er úrslitið av einum kvinnulista í Havn, fellur til ein eykamann onkra heilt aðrastaðni, sigur Kári á Rógvi. Stillar ein flokkur ein alternativan lista upp, kann tað sostatt hava við sær, at flokkurin missur umboð á tingi, men tað kann eisini føra til, at hann vinnur. Fjórða árið á rað, fór ungi altjóða meistarin Helgi Dam Ziska við sigrinum, tá ið FM í snartalvi varð leikt í Havn leygardagin talv Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Endaliga úrslitið av FM í snartalvi, sum var í Pálsstovu í Havn leygardagin gjørdist, at Helgi D. Ziska fekk 17½ stig, meðan John Rødgaard og Olaf Berg fingu hvør síni 13½ stig. Spenningurin var stórur undan kappingini, um unga stjørnuskotið innan telving, 17 ára gamli Altjóða Meistarin í Talvi, IM Helgi Dam Ziska úr Havn, fór at megna at vinna FM í snartalvi fjórða árið á rað. Har var ongin ivi: Telvað vórðu 18 talv og Helgi vann FM óvanliga sannførandi við 17½ stigi. Teir telvarar, sum stóðu seg betri enn væntað, vunnu eisini virðislønir: 1) Rógvi Egilstoft Nielsen, 2) Høgni Egilstoft Nielsen, brøður og báðir úr Sandavági og 3) Jóhan Rói Mortensen úr Sundalagnum, Talvfelagnum Róki. Arbeiða enn við kvinnu- lista Salt spælir eykakonsert Útgávukonsertin hjá sangbólkinum Salt í í Norðurlandahúsinum sunnudagin 16. september er longu útseld, og tí verður skipað fyri eykakonsert klokkan 22 sama kvøld. Sølan av atgongumerkjum til eykakonsertina byrjaði leygardagin. Tey kunnu keypast í Norðurlandshúsinum, beinleiðis á HYPERLINK ”http://www.nlh.fo” \o ”blocked::http://www.nlh.fo/” www.nlh.fo ella í kunningarstovunum í Fuglafirði, í Runavík og í Havn. Eivør er nummar eitt Fløgan Mannabarn hjá Eivør Pálsdóttir er nummar eitt á listanum yvir mest seldar fløgur í Íslandi, eftir at hon kom beinleiðis inn á 5. pláss fyri 14 døgum síðani. Í síðstu viku var Mannabarn nummar tvey á listanum. Tá var fløga nummar eitt ein fløga hjá Magna, ið er íslendskur sangari, ið nú er kendur víða um, eftir luttøku í amerikonsku reality sendingini Rock Star Supernova.Heimmildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð, sigur, at fløgan hjá Magna verður førd fram í stórum lýsingarherferðum. Fløgan hjá Eivør verður hinvegin ikki førd fram á sama hátt, men liggur tó á fyrsta plássi nú á listanum yvir mest seldu fløgur í Íslandi. Snartalv-kongur Javnstøðunevndin ein av komandi døgunum fer at senda rættarnevndini í Løgtinginum bræv, fyri at fáa nevndina at samtykkja, at listaatkvøður sambært grein 18 í vallógini, skulu teljast saman innanhýsis í flokkinum