leygardagur 12. mai 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 • leygardagur • 12. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Eric Clapton
- »a reptile«
10.000 áhoyrarar í Forum lurtaðu eftir
Eric Clapton og hansara
tónleikaligu elitu.
Lesið á síðu 3
Reidar Nónfjall:
Millum brot
og vandasker
Kontanti hvalbingurin stendur á brúnni hjá
Strandafaraskipum Landsins, og hóast
stovnurin er eitt yndisoffur hjá misnøgdum
fólki, trívist Reidar Nónfjall væl í útsetta
starvinum
Unga Listin
Ung List er heitið á framsýning, sum seinastu
dagarnar hevur verið at sæð í Smiðjuni í
Lítluvík. Tað eru ung listarfólk, ið standa
aftan fyri framsýningina, og tey leggja dent
á, at hetta eru listarverk, sum eiga at vera
skoðað realistiskt
Mold undir neglirnar
Leygardagin var fyrsti flokkur í Tvøroyrar Skúla og setti epli niður.
Hetta er bæði eitt sosialt tiltak saman við foreldrum og systkum og ein
partur í undirvísingini
Lesið á síðu 4-5
Lesið á síðu 6-7
Nýggjan pall
í Roskilde
Fyri at bøta um tryggleikan og sleppa undan
enn einari syndarligari vanlukku, verður
appelsinguli Canopy pallurin víðkaður, so
hann verður triðjingin størri
Lesið á síðu 2
ØÐRVÍSI
UNDIRVÍSING
Áki Bertholdsen
At ganga í skúla nú á døg-
um er ikki, hvat tað hevur
verið. Fyrr sótu næming-
arnir mest á teirra fløtu og
terpaðu tabell, sálmavers
og kongarekkjuna. Men nú
á døgum er alt meiri og
meiri vanligt at lata undir-
vísing og handaligt arbeiði
smelta saman til eina eind.
Eisini á Tvøroyri gera
ikki sørt burturúr at royna
øðrvísi leiðir í undirvísing-
ini.
Tað seinasta tiltakið í so
máta er ein ætlan, sum
lærarin, Otto Leo Gram,
hevur lagt til rættis saman
við fyrsta A og foreldrum
teirra, har tey í ár skulu
arbeiða eftir árstíðini.
Og nú er vár og hetta er
tann tíðin, tá ið fræðini í
jørðina verða sáað.
Tískil pakkaðu tey posa
og sekk í góðveðrinum
leygardagin og fóru út
undir Støklarnar í Froðba
at seta epli niður á einum
stykki, sum tey hava fingið
til endamálið.
–Hetta er ikki eitt fak,
sum stendur á tímatalvuni.
Men hetta er eitt flokstil-
tak, sum er líka nógv eitt
sosialt tiltak sum tað er eitt
undirvísingartiltak, sigur
Otto Leo Gram.
Sostatt fór allur fyrsti
flokkur, saman við systkj-
um, foreldrum og øðrum
skyldfólki, til verka leygar-
dagin við haka og spaða og
seteplum.
–Fyrst var at loysa flagið
og tað máttu páparnir gera,
tí tað er tungt. Aftaná
hjálptu mammurnar til at
seta niður og so var flagið
lagt omaná aftur.
– Og eftir lokið verk
høvdu foreldrini rigga til
við drekkamunni úti í bøn-
um, so at øll fingu eina
kakubita og eina hugnaliga
løtu aftaná.
Í heyst fara børnini so
sjálvsagt aftur út til Froð-
biar at taka eplini upp.
Men ein eplavelta skal
røkjast so í summar fara
tey eisini at gera nakrar
túrar út til veltuna at vita,
hvussu vorðið er, og trong-
ir okkurt til at verða trivið
í, verður tað gjørt.
Otto Leo Gram sigur, at
fyri at fáa veltingina setta
inn í ein samanhang, hava
tey longu fingið tilsøgn
um eitt ella tvey lomb,
sum tey fara at fletta í
heyst.
– Kjøtið skal so hongjast
upp og so ætlanin er at
hava eitt kvøld, har vit fáa
ræst kjøt og epli frá okkum
sjálvum at eta.
Í ullarroyting er eisini
ætlanin at fáa fatur á ull.
Og kemur grind ætla tey
ikki at liggja sjóvarfallið
av sær. Lærarin fær helst
ikki havt tey við í grind,
men hann hann kann hava
tey við at býta og at skera
upp.
Fáa nakað burturúr
Otto Gram ivast ikki í, at
hetta er eitt slag av skúla-
skapi, sum kastar nógv av
sær á meiri enn ein hátt.
– At seta epli niður er
ikki ein lærugrein í sær
sjálvum. Men tað ber væl
til at samansjóða hetta til-
takið við lærugreinina
“heimstaðarlæru”. Tað ber
til at hava ein eplaslokk úr
veltuni við í skúla og
greiða børnunum frá, hvat
tað er, sum fer blómur og
urtir at grógva og, hvussu
tað ber til, at tey kanska
fara at fáa 8-10 fold upp-
aftur av tí, tey settu niður. Í
heyst ber tað eisini til at
samansjóða flettingina við
undirvísingina í lívfrøði.
Men hann heldur eisini,
at tiltøk sum hesi, hava
stóran týdning í at styrkja
samanhaldið í flokkinum
og samstarvið ímillum for-
eldrini og skúlan. Foreldr-
ini hava eisini stórt gagn
av at hittast til óformliga
samveru av og á.
–Hetta er eitt tiltak, sum
foreldrini hava tikið lut í
við fullum huga. Tey taka
yvirhøvur sera væl undir
við tí, sum skúlin skipar
fyri og er okkurt á skránni,
eru tey altíð til reiðar, sig-
ur Otto, Leo Gram.
Og fyri alt tað, so duga
børnini nú at seta epli nið-
ur og tað er væl heldur
ikki so galið. Summi
høvdu roynt tað áður, men
verri enn so øll, sigur Otto
Leo Gram.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at tey skipa fyri onkrum
serligum. Fyrsti flokkur á
Tvøroyri hevur samstarv
við fyrsta B, sum gongur í
hin skúlan í Kommununi,
skúlan í Trongisvági.
– Ein dagin í vetur vóru
vit øll úti og skreiddu og
tuskaðust í kavanum. Og í
summar er eisini ætlanin at
fara í viðarlundina onkran
dagin at grilla og at spæla í
ánni.
Bjóða Høgna Hoydal
Nú, vit tosa um alt hetta
her, kemur Otto Leo Gram
at minnast afturá, at tá ið
læraraverkfallið var í fjør,
kom hann einaferð í prát
við Høgna Hoydal, sum tá
var skúlamálaráðharri.
– Tá helt landsstýris-
maðurin fyri, at skúlin var
ikki nógv broyttur seinastu
øldina, tí børnini sótu enn
fyri tað mesta inni og terp-
aðu.
– Eg má viðganga, at eg
bleiv eitt sindur argur, tí á
nógvum skúlum er tað so
langt frá veruleikanum,
sum tað kann vera. Tá
bjóðaði eg honum oman í
Kommunuskúlan, har eg tá
var lærari, at síggja, alt vit
høvdu gjørt av ymsum.
Hann tók ikki av....
Men Otto gram sigur, at
nú ætlar hann sær at gera
eina roynd afturat at vísa
landsstýrismanninum, at
skúlin er ikki so stirvin,
sum hann hevur verið.
So kanska verður Høgni
Hoydal boðin í ræstkjøt-
veitslu á Tvøroyri í
heyst......
Hetta er fyrsti flokkur á Tvøroyri úti á Støklunum í Froðba, har tey settu epli niður leygardagin. Aftasta rað frá vinstru eru tey:
Beinta Ludvig, Bára Holm, Elin Kristina Hammer, Guðrið Ludvig, Súsanna Mortensen, Kristina Olafsdóttir, Rókur Poulsen, Eir-
ikur Mørkøre, Páll Heri Nolsøe og Sámal Eystaná.
Í miðraðnum eru tey f. v: Gunvør Joensen, Benjamin Sikivat, Arvid Olsen, Benjamin Nielsen, Kjartan Johansen og Alexander
Højgaard.
Í fremsta rað sita frá vinstru: Ragnar Joensen, Arthur Poulsen, Rógvi Joensen og Hanus Tummasarson Tvey børn i flokkinum,
Sára Farstad og Sirið Jóanesardóttir eru ikki við á myndini, ti tey vóru burtustødd hendan dagin
gult16 cyan16 magenta16 svart16
gult17 cyan17 magenta17 svart17
C
M
Y
K
16
Nr. 90 - 11. mai 2001
Sunnudagur 13. mai
Sjakalurin
– Amerikanskur action-
spenningsfilmur frá 1997
Bruce Willis hevur høvuðsleiklutin sum tann kendi
yvirgangsmaðurin, Sjakalurin. Hann fær ta uppgávu at
taka lívið av einum persóni í amerikansku stjørnini,
men ikki er greitt, hvør hesin er.
Avtalan er, at Sjakalurin fær 70 milliónir dollarar fyri
hesa uppgávuna. Helmingin áðrenn og hin helmingin
aftaná. Sjakalurin kundi tikið helmingin og sloppið sær
burtur, men honum dámar væl at jagstra sítt offur og
drepa tað.
Basalt
Láturdagur, plantualing og erotiskur dansur eru tey 3
evnini sum Basalt hevur á skránni komandi
sunnukvøld.
Okkara tilvera er so strongd og ferðmikil at vit heilt
gloyma at flenna. Børn flenna eini
200 ferðir um dagin, meðan vaksin bara flenna umleið
15 ferðir. Men 6 mai royndu nøkur fólk at bøta um
hetta, tí tá var Altjóða Láturdagur hildin fyri fyrstu
ferðí Føroyum. Kring allan heim vóru fólk savnaði at
halda henda dagin, á Ráðshúsplássinum í
Keypmannahavn vóru 6.000 savnaði bara fyri at flenna
saman. Skarin í Grasagarði í Havn var eitt sindur
minni, har okkara fyrsti láturinstruktør Vivian
Guðmundsson skipaði fyri, men fólk tóku væl undir
vi∂tiltakinum at flenna saman, sum er gott bæ∂i fyri
kropp og sál.
Á próvnum hjá Rakul Arnfríð Dam stendur at hon er
útlærdur gartnari í plantualing. Rakul hevur í skjótt 9
ár arbeitt hjá Skógrøkt landsins, har hon er við til at ala
trø, sum er serliga vælegnaði til føroyska veðurlagið.
Á Skógrøktini framleiða tey 200 ymisk sløg av trøum,
og eftirspuringurin eftir hesum trøum er stórur. Í
sendingini greiður Rakul frá sínum arbeiði sum
plantualari og eisini fer hon at vísa okkum, hvussu vit
skulu planta og handfara eitt træ fyri at fáa tað besta
úrslitið.
"Tá man sær gott út og elskar at dansa so er lætt eisini
at byrja at strippa" hetta sigur tann professionelli
striptease-dansarin Brina, sum var í Føroyum herfyri
og eggjaði føroyingar við erotiskum dansi í einum
klubba í Havn. At strippa er eitt arbeiði eins og annað
arbeiði og genturnar vinna væl av peningi, tá tær fara
út á ymisk støð at dansa og blaka pløggini av sær.
17.00 BBC News
17.30 Holiday (r)
18.00 BBC News
18.10 The Extinction Files (r)
19.00 BBC News
19.30 Science World (r)
20.00 BBC News
20.10 Violent Planet (r)
21.00 BBC News
21.30 Top Gear (r)
22.00 BBC News
22.30 Dateline London (r)
23.00 BBC News
23.30 Reporters
23.45 Asia Today
06:00 Børne-hjørnet med Disney
09:35 Barnemad
10:05 Skat - børnene er
skrumpet(G)
11:00 Dummere end politiet
tillader
11:25 Xena - amazonekrigeren
12:20 Herkules den
uovervindelige
13:15 Fanget i Amazonas(G)
14:15 Heksene fra Warren
Manor(G)
15:10 Dawsons Creek - classic
16:05 Popular
17:00 En chance til
18:00 Onside: Faxe Kondi Ligaen
19:00 Tve-Kampen
20:00 Søndagsfilmen: Sjakalen
22:25 TV Razzia
22:55 Gangster-ligaen
23:55 Herkules – en ring af ild
01:35 Walker, Texas Ranger
02:30 Sunset Beach(G)
03:20 Sunset Beach (G)
04:10 Godnat
10.00 Tíðindi
10.05 Sunnudagsløtan - Katrin
Nolsøe Joensen og Kári
Sólstein stíla fyri
10.30 Sálmar og sangir (e) - 50
ár síðani Hans Andrias
Djurhuus doyði. Steingrím
Niclasen leggur til rættis.
11.00 Guðstænasta í
Vesturkirkjuni - Heri
Joensen, prestur, prædikar
12.10 Úr konserthøllini - Edvard
Nyholm Debes skipar fyri
12.45 Døgurðatónar
13.10 Á ferð um víddir - 2. partur
av ferðafrásøgn eftir Niels
Juel Nolsøe. Robert
MCBirnie lesur.
13.40 Nýtt í stíli og orðalag -
Føroyskir sangir. Janus
Mohr leggur til rættis
14.00 Tíðindi
14.15 Kvøðuljómar
15.45 Frásøgn frá fótbólti - Sagt
verður frá fyrru
hálvfinalunum í kappingini
um løgmanssteypið.
17.00 Tónar og greinir (e) - Birgar
Johannesen leggur til
rættis.
18.00 Tónleikur
18.30 Tíðindini
18.40 Ítróttartíðindi
19.00 Krás - Barna- og
familjusending. Hanna
Vágsheyg og Ragnhild
Ellingsgaard leggja til
rættis.
20.00 Popp -Topp listin - Gunnar
Nolsøe leggur til rættis
21.00 Ítróttatímin - Kristian
Joensen stílar fyri
21.45 Aktuelli gesturin
22.00 Sputnik - Fróði Løkságarð
og Kári Sólstein leggja til
rættis
23.00 Veðurtíðindi
9.45 Orðið - Bíbliulestur v/ Anju
Hansen
10.00 Gospeltónleikur
13.00 Kelduvaðið - Sending úr
bandasavninum hjá EVR-
Studio - Zacharias
Zachariassen talar um
evnið »Einglar«
14.10 Føroyskir sangir og sálmar
15.00 Lættur tónleikur
16.00 Barnarásin
16.30 Tónleikur
21.15 Orðið (e) - Bíbliulestur v/
Anju Hansen
21.30 Tónleikur
9.00 Byrjan – Dagsskrá
9.05 Lovsangur
9.30 Barnalindin
10.00 Okkara dagliga breyð
10.30 »Blóðvitni úr
katekombunum« ókendur
høvundur. Páll Poulsen
hevur umsett, Símun
Absalonsen lesur
11.00 Framhaldssøgan »Føddur
av nýggjum« av Charles
Colson. Jóan Petur
Jacobsen hevur umsett,
Jónfinn Petersen lesur. (e)
12.00 Møti úr Karisma møtirøðini
í Runavík. Talari Teresia
Warimu
13.00 Dagsskrá verður lisin
13.15 Okkara dagliga breyð (e)
13.45 Lívgandi Orð
13.30 Lovsangur
14.30 Barnalindin (e)
15.00 Sjómanssendingin Vitin v/
M. C. Restorff (e)
16.00 Tónleikur
17.55 Dagsins orð, eftir Svenning
av Lofti
18.00 »Tónleikur fyri tilkomin«
við Steindór og Tórbjørn (e)
19.00 Tónleikur
20.00 Barnalindin (e)
20.30 Okkara dagliga breyð (e)
21.00 Møti úr Karisma møtirøðini
í Runavík. Talari Teresia
Warimu
22.55 Dagslok - Dagsins orð eftir
Svenning av Lofti
23.00 Vit gevast
12.45 Formel-1 koyring í
Eysturríki
15.15 Villar delfinir –
náttúrusending
16.00 Ársfundur hjá
heimamissiónini í Nesvík
Regin Høgnesen
17.10 Tito – ein einsamallur
maður 2:2 – ein BBC-
sending
18.00 Fínt skal tað vera
18.30 Pinkupól 10
18.35 Jumanji 15
19.00 Gandahúsið 2:6
25
19.25 Prinsurin og
biddaradrongurin 2:65
19.50 Andakt við Símun í Túni
20.00 Basalt
20.30 Serial Mom – am. filmur
22.00 Bókatátturin – samrøða
við Rose Tremain
22.30 Reimer Bo hittir Ole
Borneman
23.10 Lars Lilholt Band
23.45 Formel-1 koyring í
Eysturríki – samandráttur
00.15 Liðugt
07:30 Superbike
08:00 Superbike
08:30 Superbike (Live)
09:00 Supersport (Live)
09:30 Formula 3000
10:45 Superbike (Live)
12:00 Supersport (Live)
13:00 Motocross
14:00 Super Racing
Weekend(Tm)
14:30 Super Racing
Weekend(Tm)
17:00 Cycling
18:00 News
18:15 Tennis
19:15 Superbike
20:15 News
20:30 Nascar
22:00 News
22:15 All Sports
22:45 Super Racing
Weekend(Tm)
00:00 News
00:15 News
00:30 Close
0.00 DJ
0.55 TLZ: »Science Bites«
1.00 TLZ: »Renaissance
Secrets: Secret of the
Winte«
1.30 TLZ: »The Crunch - Under
Examination«
2.00 TLZ: »The True Geometry
of Nature«
2.25 TLZ: »Science Bites –
Natural Symmetry«
2.30 TLZ: »South Korea – The
Struggle For Democracy«
3.00 TLZ: »Roof of the World«
3.30 TLZ: »The Poverty
Complex«
4.00 TLZ: »A New Way of
Life«
4.30 TLZ: »Psychology in Action:
Understanding Viol«
5.00 TLZ: »Global Firms
Shrinking Worlds«
5.30 TLZ: »Global Warming:
Global Policy?«
6.00 Dear Mr Barker
6.15 Dear Mr Barker
6.30 William's Wish Wellingtons
6.35 Playdays
6.55 Vip
7.20 Smart Hart
7.35 Smart Hart
7.50 Playdays
8.10 Insides Out
8.35 The Really Wild Show
9.00 Top of the Pops
9.30 Top of the Pops 2
10.00 Totp Eurochart
10.30 Doctor Who: »Mawdryn
Undead«
11.00 Ready Steady Cook
11.45 Ready Steady Cook
12.30 Style Challenge: »Frank
and Nicholas
13.00 Doctors: »God's Gift«
13.30 Eastenders
14.00 Eastenders
14.30 Eastenders
15.00 Dear Mr Barker
15.15 Playdays
15.35 Vip
16.00 Chronicles of Narnia:
»Lion, Witch, Wardrobe«
16.30 Chronicles of Narnia:
»Lion, Witch, Wardrobe«
17.00 The Antiques Show
17.30 Antiques Roadshow:
»Forde Abbey«
18.00 Gardeners' World
18.30 Casualty
19.30 Parkinson: »The Bee Gees«
20.30 The Passion
22.00 The Human Body
23.00 Between the Lines:
»Foxtrot Oscar«
00.00 BBC News
00.30 This Week (r)
01.00 BBC News
01.30 Holiday (r)
02.00 BBC News
02.30 Science World (r)
03.00 BBC News
03.30 Timothy McVeigh: Plan and
Execution (r)
04.00 BBC News
04.30 This Week (r)
05.00 BBC News
05.30 Top Gear (r)
06.00 BBC News
06.30 Reporters
07.00 BBC News
07.30 Physical World (r)
08.00 BBC News
08.30 Earth Report (r)
09.00 BBC News
09.30 This Week (r)
10.00 BBC News
10.10 The Extinction Files (r)
11.00 BBC News
11.30 Click Online (r)
12.00 BBC News
12.30 Science World (r)
13.00 BBC News
13.10 Violent Planet (r)
14.00 BBC News
14.30 Top Gear (r)
15.00 BBC News
15.10 Dateline London
16.00 BBC News
16.10 Pole To Pole (r)
Sunnukvøldið kl. 20.00
Sunnukvøldið kl. 20.00