Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult18 cyan18 magenta18 svart18 gult19 cyan19 magenta19 svart19 C M Y K FESTIVALUR John Johannessen Tey, ið ætla sær á heims- kenda Roskildefestivalin í ár, skulu ikki vera bangin fyri, at syndarliga vanlukk- an framman fyri høvuðs- pallin endurtekur seg. Fyri at fyribirgja enn eini vanlukku, gera fyri- skipararnir ein nýggjan høvuðspall, sum er mein- líkur kenda appelsingula Canopy pallinum, men munin tryggari. Betri sýni Nýggi pallurin er triðjingin størri enn tann gamli. Tað var við hendan gamla pall- in, at níggju ungir mans í fjør vórðu kroystir í hel undir eini konsert hjá Pearl Jam. Tað, at nýggi pallurin er triðjingin størri, er júst tað, ið skal gera hann tryggari. Støddin á honum ger nevn- iliga, at bæði tónleika- bólkar og áskoðarar fáa betri útsýni. Breiði bogin á framsíð- uni av nýggja pallinum skal saman við, at pallurin verður hækkaður gera, at áskoðararnir síggja betri inn yvir pallin. Og tí er ikki neyðugt at troðka fyri at fáa betri útsýni. Enda- málið skal vera, at tað skal vera hugaligari at vera ás- koðari longur afturi í trunkanum við appelsin- gula pallin í Roskilde. Hetta fyribygir trokan og økir tískil um tryggleikan. Framhaldandi appelsingult At nýggjur og størri pallur verður gjørdur ger, at eyð- kenda appelsingula segl- dúkstakið, sum á fremm- andum máli kallast Can- opy, má skiftast út. Men fyrireikararnir av festivalinum vilja hava, at nýggi pallurin skal vera meinlíkur tí gamla. Tí verður nýtt tak gjørt í týsk- landi, sum skal vera app- elsingult og skal vera púra átøkt tí gamla, sum er vor- ið 17 ára gamal og er reist 18 ferðir. Men sum kortini ikki er serliga slitið. Tað er enn ikki greitt, hvat hendir við gamla takninum. Men tað er kort- ini greitt, at teir mongu føroyingarnir, sum árliga leita sær til Róarskeldu á veitslu, í ár kunnu vænta sær gott útsýn framman fyri ein nýggjan og spenn- andi pall í juni í ár. 2 Sosialurin Nr. 90 - 12. mai 2001 Loksins afturkomin frá fyrsta rennitúrinum í meira enn eitt hálvt ár. And- litsliturin líkist tí hjá ein- um nýføddum grísi og “jeg ville eje millioner, hvis sved var guld”. Hálsurin tykist eins turrur og sam- ansnerktur sum ein grinda- lykkja. Og tó, so eri eg stolt sum ein pávi(na)... Eg havi vanliga øðiliga torført við at taka meg saman og fara ein rennitúr, hóast væl- veran aftan á, átti at verið motivatión nokk til at gera tað til ein fastan tátt til gagns fyri likam og sál. Eg eri altíð í tvíningum, tá ið fyrsti tankin meldar seg, at eg og Reebok áttu at runnið okkum ein túr; tann sunni parturin av mær stuðlar alt hvat hann kann og hugsar um, hvussu gott tað hevði verið at fingið strammað lør og annað hangikjøt upp eitt sindur, meðan hin meira dovni parturin av mær bara biðjur meg slappa av, fáa mær ein kopp av kaffi, harragud, tað er sunnudagur, klokkan er bara hálvgum tíggju. Hetta tjak ímillum “tað góða og tað ónda” hevur soleiðis hildið á fram í eitt hálvt ár hesuferð. Ein grundin til, at eg himprist (hetta orðið er ætlað Peturi Jensen til heiðurs, nú hann hevur útgivið nýtt yrkingasavn) við at renna er rætt og slætt, at eg keði meg. Eg havi í mínum ungu døgum runnið nógv, men tað hevur altíð verið eftir onkrum, t.d. einum bólti, á einum liði, ímóti einum øðrum liði, fyri at vinna. Jú, eg dugi eisini at síggja fyrimunin við bara at renna. Tú kanst fara, tá ið tað liggur fyri, tú fær luft- að tær á, og latið teg hug- taka av vøkru litunum í luftini, eiga tankarnar fyri teg sjálvan eina løtu, og so kostar tað einki. Alt hetta dugi eg at meta høgt, serl- iga meðan fetini enn eru løtt og skjót. Men endin er altíð tann, at eg haldi tað verða tápuligt soleiðis at renna eftir ongum, tí í veruleikanum rennir tú undan onkrum; tínum aldri, tínari útsjónd, tínari órøkt og glatan, tínum tonkum — ja, undan tær sjálvum. Soleiðis sum tú er her og nú. Klokkan er nú næstan tíggju, kaffið er kølnað, sólin smílist uttan fyri og líggja lotið lokkar. Jú, eg fari. Eg fái mær renni- skógvarnar (Reebok; 298 kr. í útsølu) á føturnar, mín reyða Adidas jakka (20 kr. frá Blákross) og buksurnar (ókeypis frá sponsori...vit eru nøkur ár aftur í tíðina). Tað byrjar væl; eg undrist á, hvussu væl eg orki, eri í veruleikanum rættuliga stolt, meðan eg renni so spelkin oman eftir Frælsinum. Møti hissini fólki á gongubreytini; ein, ið ikki hevur sovið rúsin av leygarnáttini av sær enn, fer dinglandi fót fyri fót við hondunum djúpt í lummunum, onkur annar svalar sær á saman við hundinum, teir (hundarnir) skulu jú sína dagliga pissirundu og mugu hava motión. Havi ofta undrast á, at vit eru so íðin at ganga túr við hundinum ímeðan tað samstundis er so sjálvdan, at ein hittir fólk ganga túr við fólki. Hetta gongur frálíkt, eg ikki so mikið sum sveitti enn. Eg leggi ætlanir um at renna annanhvønn dag nú, eingin trupulleiki tykist verða í tí. Nógvir tankar ferðast aftur og fram, eg føri langar samtalur við vinir og kenningar og ímyndi mær ymiskt í huga- heiminum fyri at gloyma, hvussu keðiligt tað er, og hvussu møðin nú er byrjað at gera um seg. Knøini gera vrøvl, rópa upp um, at tey ikki eru 16 longur og nú byrjar henda her ræðuliga kenslan at koma á meg: at tankarnir renna langt frammanfyri meðan ’korpus umulius’ kemur darlandi aftaná. Og enn er bert undanbrekka. Eg eri komin oman í Sandágerð, ein sonn perla, sum tó henda góðveðursmorgun ikki megnar at troysta meg í neyðini. Eg veit, at tað er bert ein vegur heim aftur til siðmenningina — niðan brekku. Eg missi mótið. Og ondina. Má ganga nøk- ur fet. Eri skuffað av mær sjálvari. Vánaligt. Men eftir eina stund renni eg so aftur, og nú gongur betur eina løtu. Kanska var hatta bara hasin har navnframi múrurin, sum tey tosa um í samband við maraton. Ei undur í, at eg ikki orkaði so væl íáni. Eg nærkist húsunum, alt sær ljósari út, tí eg havi nú funnið útav, at eg bara kann steðga áðrenn brekkan niðan til húsini byrjar. Tað er eingin uttan eg sjálv, sum veit, at eg hevði ætlað nakað annað. Eg havi runnið í samfullar 20 minuttir. Ikki eiti á. Hetta varð vorðið sum byrjan. Nú er bara at halda á fram. Tann totala vælvildin kemur aftaná, at vøddarnir eru mýktir og hálsurin hevur fingið vætu. Jú, eg eri stolt. Kundi jú líka so gott bara sitið og drukkið ein kopp av kaffi afturat um eg hevði lurtað eftir hinari helvtini av mær. Dagin eftir sigur Útvarp Føroya so frá um kapping, sum varð um vikuskiftið í súkkling, svimjing og renning. Altso, skil meg rætt; tey somu fólkini íðk- aðu allar tríggjar greinarn- ar. Tilsamans 52 kilometur hvør. Hvar var múrurin, er hann kanska slettis ikki til, aðrastaðni enn uppi í høvdinum hjá mær? Og brátt tykist mítt roysni knapt so frálíkt ... Eg haldi, eg fari yvir til Karat... Gera nýggjan pall í Roskilde Fyri at bøta um tryggleikan og sleppa undan enn einari syndarligari vanlukku, verður appelsinguli Canopy pallurin víðkaður, so hann verður triðjingin størri Rennitúrurin Hugleiðingar hjá Urd Johannesen undan, undir og eftir ein rennitúr Eyðkendi appelsinguli Canopy pallurin á Roskildefestivalinum verður nú skiftur út við ein nýggjan størri pall, ið skal betra um trygdina Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: eirikur@sosialurin.fo Blaðstjórn: Eirikur Lindenskov Sosialurin Nr. 90 - 12. mai 2001 3 TÓNLEIKUR Jóhann Jacobsen Forum hevur eftir hondini húsað mongum stórum og ymiskum tiltøkum, og fleiri av hesum eru tón- leikatiltøk við teimum heilt kendu nøvnunum. Í febr- uar hevði Robbie Williams konsert, og á skránni seinni í ár eru m. a. Mark Knopfler, Westlife og U2. Meðan ein meir ella minni ókendur blues-rokk bólkur royndi at gera sítt til at fylla og hita upp hesa alstóru høll sótu umleið 10.000 ótolnir áhoyrarar og bíðaðu eftir Eric Clapton og hansara tónleikaligu elitu. Klokkan nakað yvir 21 legði Eric Clapton fyri við instrumentala lagnum “Reptile”. Eitt slag av intro til eina fína tveir tíma tón- leikauppliving; eitt deiligt, noktúrnt sambalag. “It is gonna be a mix of some new stuff and some old stuff for you ton- ight…” segði maðurin við guitarinum og mikrofonini. Konsertin byrjaði spakul- iga, og so líðandi kom meiri lív í. Ein rúgva av blues Tey fyrstu løgini vóru meiri akkustisk og rólig; “Reptile”, sum sagt eitt deiliga hugnaligt og inn- leiðandi lag, teir kendu “Tears in Heaven”, “Fath- ers Eyes”, “Change the World”og eisini blues-løg av nýggju fløguni; t.d. eitt lag hjá James Taylor “Don´t let me be lonely Tonight” og “Find My- self”. Hesin parturin av konsertini var frálíkur, ein rúgva av blues, sál og frá- líka góðum spælið. Men her skal ikki gloymast, at sangurin var heilt eina- standandi; ofta verður sagt um Eric Clapton, at hann syngur og spælir blues sum ein svartur. Við trummurnar sat Steve Gadd og Nathan East við bassinum. Hesir báðir eru annars heilt kendir innan tann meiri seriøsa tónleikaheimin. Afturat teimum báðum var ein guitaristur, ein við ljómborðið, ein percussi- onistur og so Eric Clapton, sum allatíðina hevði guitar í hond. Tá so “Traveling Light”, eisini av nýggju fløguni, varð spældur, bleiv tónleik- urin meiri rokkutur og elektriskur. Í hesum seinna partinum vóru “Cocaine”, “Sunshine of Your Love” og “Layla”, eldra útgávan. Við full drøn á kassan varð rokkið til endan. Síðsta lagið var eins og tað fyrsta lagið av nýggju fløguni; instrumentalt og friðsælt, “Sally & Son”. Sjálvandi kravdu áhoyrarnir “et extra-nummer”; og tann idyliski “Somewhere over the Rainbow ” varð spæld- ur. Eitt deiligt kvøld við góðum og væl spældum tónleiki. Tó so vórðu løtur, har ein ikki var so heilt við hugtikin. “Reptile” Tá hetta bleiv heitið til nýggju fløguna hjá Eric Clapton, varð ikki sipað til nakran dinusaur ella eitt ræðuligt skriðdjór. Tá tað verður sagt um onkran “a Reptile” so merkir hetta, í Surrey Ong- landi, at ein er partur av “the gang” ella góðkendur av klikuni. Hetta skrivar Eric Clapton í fløgubókl- inginum í sambandi við sín heldur buldrasliga upp- vøkstur. Fløgan er tilognað mammubeiggjanum, “Uncle Adrian”, sum doyði í fjør og hevur samstundis ein týðuligan nostalgiskan dám yvir sær. Fløgan byrjar og endar við instrumentalum lagi. “Reptile” er intro og “Sally & Son” er endin. Tað síðsta lagið hevur, fyri utt- an at vera deiliga friðsælt, nakað syrgiligt yvir sær. Við teimum 14 skering- unum eru nógvar tónleika- greinar umboðaðar á fløg- uni: Soul, blues, gospel, og eisini lættari djassur og sjálvandi guitar soloir. Helvtin av løgunum eru av øðrum tónleikarum, sum t.d. Stevie Wonder, Ray Charles og James Taylor. Løgini hava ein ávísa góðsku, men summi fella í deyðligar endurtøkur. T.d. “I ain’t gonna stand for it” hevur groove og alt sum tí tilhoyrir, men til endan, minnir hann alt ov nógv um tey keðiligu løgini, við óendaligum uppafturtøkum úr 80’unum ¨– kanska skuldi man heldur verið til staðar – luttakandi í djamminum við Eric, Steve Gadd, Joe Sample, Nathan East. Men við dygdar tónleik- arum ber fløgan allatíðina eina góðsku, ið er týðulig; men sum tó neyvan fer at loypa hvøkk á tónleika- heimin. KONSERT Tann 56 ára gamli enski bluesguitaristurin, Eric Clapton, spældi fyri fullum husi mikukvøldið 28. mars í Forum í danska høvuðsstaðnum. Løgini, ið rungaðu vóru av síðstu útgávuni “Reptile” og sjálvandi eisini kend løg sum “Layla”,“Tears in Heaven”,“Cocaine”,“Sunshine of your Love”,“Hoochie Coochie Man” og “Wonderful Tonight”. Eric Clapton – »a reptile«