leygardagur 12. mai 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult20 cyan20 magenta20 svart20
gult21 cyan21 magenta21 svart21
C
M
Y
K
Eyðun Klakstein
Hann hevur skrivstovu á
ovastu hædd í skrivstovu-
bygninginum Yvir við
Strond í Havn. Av skriv-
stovuni sær hann út á hav,
og gjøgnum dagin kann
hann halda eygað við nøkr-
um av ferjunum, sum hann
er stjóri fyri.
Hann er vælklæddur í
jakkasetti, hvítari skjúrtu
og slipsi, og skrivstovan
hjá stjóranum er ruddilig
og snotulig.
Hvalbingurin Reidar
Nónfjall stendur á brúnni
hjá Strandfaraskipum
Landsins, og undir sær
hevur hann 240 starvsfólk,
12 ferjur, 10 bussar og 15
lastbilar.
Strandferðslan er ein
stovnur, sum fólk ikki
spara í dagliga prátinum
um seinkaðar ferjur,
manglandi pláss, stappaðar
bussar og avlýstar túrar.
Og sum stjóri fyri
Strandferðsluni er Reidar
Nónfjall meiri enn nakar
annar maðurin, sum fólk
hugsa um, tá um Strand-
ferðsluna ræður.
– Tað kann við hvørt
verða eitt ótakknemligt
starv at verða stjóri á
Strandferðsluni. Serliga tá
politikarar leypa á uttan at
hava neyðugar upplýsingar
um, hvat vit í veruleikan-
um gera í fyritøkuni. Talan
er ofta um at leypa upp
um, har garðurin er lægstur
og sleingja nakað út uttan
hald í veruleikanum, og á
tann hátt misbrúka Strand-
ferðsluna fyri at fáa polit-
iskan løtuvinning.
– Eg haldi, at politikarar
og fólk annars skulu vísa
seg sum rættar menn og
kvinnur og siga sína hugs-
an á grundaðan og saklig-
an hátt – ikki niðurgerandi.
Hinvegin fegnist eg eisini
um, at vit seinastu árini
hava fingið rós frá polit-
isku myndugleikunum og
frá onkrum borgarum eis-
ini, sigur Reidar Nónfjall.
– So leingi eg kann gera
upp, at eg saman við
starvsfólkunum havi eina
positiva ávirkan á virksem-
ið hjá stovninum, so meti
eg ikki starvið sum óhuga-
ligt ella ótakknemligt í síni
heild.
Uttan avgerðir
endar galið
Reidar Nónfjall ætlaði at
samrøðan skuldi gerast í
svørtu leðurmøblunum í
horninum á rúmligu skriv-
stovuni. Hann hevur sett
kaffikannu og hvítar kopp-
ar á glasborði, men
myndamaðurin ger vrøvl,
tí hann vil taka myndir,
meðan Strandferðslustjórin
situr við skriviborðið hjá
sær.
– Stjórastarvið her kann
verða strævið og krevjandi,
og familjan merkir tað iva-
leyst av tí nógva samskift-
inum, sum er døgnið runt,
og at eg arbeiði um næt-
urnar heima. Tað kemur
meiri enn so fyri, at eg fari
upp á miðjari nátt at gera
eitthvørt, sum krevur frið
og tíð at fáa frá hondini,
greiðir Reidar Nónfjall frá.
Hann tosar við javnari
ferð; álvarsamur og kon-
tantur. Hann veipar eitt
sindur, men er allatíðina
greiðir yvir, hvagar hann
vil.
– Starvið hjá mær er
antin svart ella hvítt – ant-
in klárar tú tað ella klárar
tú tað ikki. Um tú velir ein
millumveg í eitt ella tvey
ár og ikki avgreiðir mál so
hvørt, so endar galið á øll-
um frontum.
– Hinvegin dámar mær
væl at arbeiða undir trýsti,
og eg hugsi kanska meiri
klárt og konstruktivt, tá
stórt trýst er á mær. Hetta
haldi eg kemur mær til
góðar, tá tað stendur á og
brýtur í bæði borð.
Strandferðslan er alm-
ennur stovnur, og tí eru tað
á ein hátt borgararnir í
landinum, sum eiga stovn-
in, men hvørja ávirkan
skulu teir hava á virksem-
ið. Og so eru tað løgtings-
menn, landstýrismaður og
fakfeløg.
– Fyri at yvirliva í ein-
um slíkum meldri av
áhugabólkum er alneyðugt
at leggja nakrar karmar og
signalisera hesar úteftir.
Tað er eisini neyðugt at
eftirmeta, um leiðslan er á
rættari leið, og tí er tað eis-
ini stuttligt at hoyra, tá
fólk siga, at Strandferðslan
hevur eina meining um
tingini og hevur lagt nakrar
linjur.
– Hevur Strandferðslan
onga almenna meining,
sum fólk kunnu fyrihalda
seg til, so er tað beinleiðis
vandamikið fyri menning-
ina av stovninum. Meðan
tað ganga ár ímillum at
fólk hoyra um ávísar alm-
ennar stovnar, so er
Strandferðslan allatíðina
frammi, og tað gevur eisini
góðar møguleikar fyri at
gera leypandi betringar,
sigur Reidar Nónfjall.
Opinleiki týðandi
Strandferðslustjórin leggur
dent á, at hansara stovnur
skal verða opin og fyri-
komandi.
– Eg royni í størsta mun
at geva mær tíð til at tosa
við fólk og halda tær av-
talur, sum verða gjørdar.
Vanliga eru fólk eitt sindur
uppfarandi, tá tey byrja eitt
prát, men tá eg greiði frá,
eg eri áhugaður í at hoyra
um teirra misnøgd og gera
nakað fyri at loysa trupul-
leikan, so kemur ofta nak-
að gott burturúr.
– Eg royni altíð at venda
við samrøður misnøgd fólk
til nakað konstruktivt, tí á
tann hátt kann Strand-
ferðslan fáa nakað burtur
úr slíkum samrøðum.
Reidar Nónfjall leggur
dent á opinleikan, og hann
heldur seg hava góðar
royndir av hesum.
– Vanliga kunnu starvs-
fólkini á Strandferðsluni
avgreiða viðskiftafólkini,
sum hava okkurt at finnast
at, men við hvørt eru fólk
so uppøst, at tey vilja bara
tosa við stjóran. Hetta
kemur tó sera sjáldan fyri.
4
Sosialurin Nr. 90 - 12. mai 2001
URIASTARV. Kontanti hvalbingurin stendur á brúnni hjá Strandafaraskipum Landsins, og hóast stovnurin er eitt
yndisoffur hjá misnøgdum fólki, trívist Reidar Nónfjall væl í útsetta starvinum
- Eg kann vera kontantur sum stjóri, men tað er umráðandi, at tað ikki bara er peikifingurin, sum er á lofti. Starvsfólkini skulu eisini hava rós, tá tey hava gjørt eitt
gott arbeiði, og eg kundi ikki funnið uppá at slept teimum uppá fjall, sigur Reidar Nónfjall.
Mynd: Jens Kristian Vang
Millum brot og vandasker
Sosialurin Nr. 90 - 12. mai 2001
5
Eitt er uppgávan sum
stjóri á Strandferðsluni og
tær áhugaverdu og minni
áhugaverdu uppgávur, sum
hetta hevur við sær. Nakað
annað er lívið sum privat-
persónur við síðuna av út-
setta starvinum.
– Tað er sjálvandi ilt at
siga, nær eg eri stjóri, og
nær eg eri privatpersónur. Í
Føroyum eru viðurskiftini
smá, og tí ber tað illa til at
vera anonymur. Eg havi
eina familju at vera saman
við – konu og fýra børn –
og tey royni eg at raðfesta
frammaliga sum privat-
persónur, sigur Reidar
Nónfjall.
– Eg royni eisini at vitja
kenningar og vinir, og hó-
ast tað meiri enn so kemur
fyri, at fólk hava onkra
viðmerking til viðurskifti á
Strandferðsluni, so duga
tey at koma við teimum,
uttan at vit fara í holt við
nakað drúgt kjak um tað.
Men sum heild haldi eg, at
eg fái góðan frið sum
privatpersónur.
Starvsfólk ikki
sleppast uppá fjall
Myndamaðurin hevur fing-
ið eitt hugskot og leggur
upp í samrøðuna. Hann
klikkir, og tað blitsar. Prát-
ið verður sett í gongd aftur,
og slíkt órógv fær ikki
Strandferðslustjóran at
missa tráðin. Hann hevur
nógv uppá hjartað, hann
hevur meiningar um sítt
starv og sín stovn, og hann
er greiður og avgjørdur, tá
hann tosar.
- Fyri nøkrum árum síð-
ani vóru flestu almennir
stjórar og deildarleiðarar
politiskt settir og ikki fakl-
iga. Hetta er nú broytt og
er eitt stórt framstig í Før-
oyum. Fyri meg hevði
hetta sera nógv at siga, tá
eg søkti stjórastarvið á
Strandferðsluni.
Men hóast fakligi før-
leikin er settur í hásætið,
so slepst ikk undan polit-
iskum viðurskiftum, tá tal-
an er um Strandferðsluna.
- Strandferðslan verður
politiskt kontrollerað, og
stovnurin er fíggjarlógar-
stýrdur. Hetta setir nakrar
avmarkingar, og fólk hildu
eisini, at eg søkti ein starv,
sum er trupult at røkja.
Men eg haldi, at royndir
innan almenna umsiting og
øðrum leiðsluarbeiði í
privatu vinnuni hava verið
ein stórur fyrimunur at
havt í viðførinum, sigur
Reidar Nónfjall.
- Tað ræður um at seta
seg væl inn í rættindi og
skyldur sum stjóri og
ábyrgdarhavandi, tú skalt
halda teg burtur frá polit-
iskum kjaki um eitt mál,
og tú skal lata verða við at
vísa politiskan lit. Tað ræð-
ur um í størsta møguligan
mun at arbeiða reint fak-
liga.
Reidar Nónfjall tekur
leiðarauppgávuna á
Strandferðsluni í sera stór-
um álvara, og hann hevur
greiða hugsan um, hvat
hansara leiklutur skal
verða. Hann skal millum
annað verða framsíggin,
hava yvirlit yvir fyritøkuni,
fyriskipa og útdelegera, og
hann skal savna og útnytta
vitanina í fyritøkuni.
- Ein stjóri skal eisini
virka sum góður læru-
meistari, og hann skal hava
dirvi at taka avgerðir. Ein
leiðsla skal veruliga vísa
sína styrki, tá stórir trupul-
leikar taka seg upp, og hon
skal koma við skjótum og
góðum loysnum.
- Eg kann vera kontantur
sum stjóri, men tað er um-
ráðandi, at tað ikki bara er
peikifingurin, sum er á
lofti. Starvsfólkini skulu
eisini hava rós, tá tey hava
gjørt eitt gott arbeiði, og
eg kundi ikki funnið uppá
at slept teimum uppá fjall,
sigur Reidar Nónfjall.
Seinni avtalaði tímin
gongur móti endanum, og
Strandferðslustjórin gerst
varugur við, at kaffi stend-
ur ónortið á glasborðinum.
- Nú gloymdi eg kaffi,
sigur hann og fer eftir
kannuni og koppum.
Meðan hann skeinkir
uppí kopparnar, skoytir
hann út gjøgnum vindeyg-
að. Einki strandfaraskip er
at hóma, men á skrivi-
borðinum við vindeygað
liggja uppgávur og bíða
eftir viðgerð. Ikki einum
mjúkum millumvegi, men
eftir ítøkiligari avgerð.
Eyðun Klakstein
Eg sjólívið valdi, sang
suðuroyarbólkurin, Sput-
nik, miðskeiðis í áttatiár-
unum, og ein av tónleik-
arunum í hesum bólkin-
um var núverandi Strand-
ferðslustjórin.
Reidar Nónfjall spældi
í sínum ungum døgum
nógv tónleik til dans,
brúdleyp og veitslur, men
tað var ikki sum tónleik-
ari, at hann skuldi gerast
landskendur.
- Eg minnist, at eg sum
11 ára gamal gjørdi tekn-
ingar av Smyrli. Eg hevði
helst ikki hugsað mær, at
eg skuldi gerast reiðari,
men heldur høvdu eg og
vinmaðurin hug at standa
á brúnni og stýra, sigur
Reidar Nónfjall.
Sum smádrongur plagi
Reidar at egna, og honum
dámdi eisini væl at verið
við í seyðahaldinum.
Hann arbeiddi seinni í
kolanáminum í Hvalba,
og meðan hann læs, arb-
eiddi hann á flakavirkin-
um í Hvalba.
Fekk eitt sjokk
Í 1981 tók Reidar Nón-
fjall HF-prógv á Tvør-
oyri, og í 1984 fór hann
undir at lesa til civiløkon-
om.
- Tað var eitt kultur-
sjokk at koma úr Hvalba
til Danmarkar. Eg gloymi
ongantíð, tá eg stóð
einsamallur á Ørnevej í
Keypmannahavn við ein-
um kufferti og skuldi
flyta inn í eitt kamar upp
á 12 fermetrar at búgva
næstu fimm árini, greiðir
Reidar Nónfjall frá.
Í 1987 var hann liðug-
ur sum civiløkonomur og
helt fram at lesa til cand.
merc. næstu árini. Hend-
an lesnað gjørdist hann
liðugur við í 1991, tá
hann fór í starv á fíggjar-
og búskapardeildini í
Tinganesi.
Men tað var, tá hann
tók við sum stjóri á
Strandferðsluni, at hann
rættiliga kom í andglettin.
Seinastu árini hevur hann
havt týðandi leiklut í før-
oysku samferðsluni, og
hann trívist væl í hesum
leikluti.
– Stjórastarvið her kann
verða strævið og krevjandi,
og familjan merkir tað
ivaleyst av tí nógva
samskiftinum, sum er døgnið
runt, og at eg arbeiði um
næturnar heima. Tað kemur
meiri enn so fyri, at eg fari
upp á miðjari nátt at gera
eitthvørt, sum krevur frið og
tíð at fáa frá hondini, greiðir
Reidar Nónfjall frá.
Mynd: Jens Kristian Vang
Frá tónleiki til
búskap
Strandferðslustjórin
royndi seg sum
tónleikara í nógv ár,
áðrenn hann fór til
Danmarkar at taka
útbúgving og endaði
sum almennur stjóri
– So leingi eg kann gera upp, at eg saman við starvsfólkunum havi eina positiva ávirkan á
virksemið hjá stovninum, so meti eg ikki starvið sum óhugaligt ella ótakknemligt í síni heild,
sigur Reidar Nónfjall.
Mynd: Jens Kristian Vang