Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult22 cyan22 magenta22 svart22 C M Y K 6 Sosialurin Nr. 90 - 12. mai 2001 LISTAFRAMSÝNING Heri á Rógvi Týsdagin 1. mai lat upp forvitnisslig framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Fram- sýningin telur heili 71 list- arverk. Felags fyri øll lista- verkini er, at tey eru evnað til av ungum, sum halda til í Heinesenshúsi. Sjey ung listafólk eru umboðað á framsýningini, og lat tað vera sagt beinanvegin, at tað búgva nøkur stór talent í hesum ungu listafólkun- um. Framsýningin umboð- ar nakað av tí, sum tey hava havt liggjandi í styttri og longri tíð, har nakað er upp til tvey ára gamalt, meðan onnur verk fram- vegis vóru vát, tá tey vórðu hongd upp. Fram- sýningin fevnir m. a. olju- málningar, akvarel og blýantstekningar, men ungu listafólkini siga, at tey arbeiða eisini við øðr- um sløgum av list. Framsýningin Tað fyrsta, sum møtti mær, tá eg trein innar í Smiðj- una vóru oljumálningar. Oljumálningarnir fyltu at kalla alla niðaru hæddina. Ikki øll av teimum luttak- andi listafólkunum høvdu valt at royna seg við olju- málningum, men tað merkti ikki, at støðið ikki var høgt. Hóast framsýn- ingin eisini rúmaði øðrum sløgum, so ber tað til at siga, at tað vóru serliga hesir málningarnir, sum fangaðu. Tað fyrsta ein beit merki í var, at listafólkini veruliga høvdu dirvi til at mála tað, tey vildu. Máln- ingurin ”Skuggamynd”, hjá Erlu Maritu Askham, vísti, at hon hevði dirvi til at mála, og samstundis dugdi ”frítt” at úttrykkja seg. Motivini, sum listafólk- ini hava nýtt eru tílík, ið tey hava funnið úr sínum dagliga lívi, og var tað í rættiliga stóran mun menn- iskju, sum vórðu nýtt sum motiv. Listafólkini hava eisini í fleiri førum nýtt hvørt annað sum motiv. Eingin ivi er um, at lista- fólkini serliga leggja seg eftir tí meira realistiska í staðin fyri tað meira ab- strakta. Tó hevði okkurt av listafólkunum spælt sær eitt sindur við tað abstrakta og sluppu, eftir mínum tykki, eisini rættiliga væl frá tí. Millum oljumálningarn- ar vóru tað serliga teir hjá Heiðrikki á Heygum, sum fangaðu. Skilligt er, at hes- in ungi listamaðurin eigur eitt stórt talent. Samstundis megnaðu bæði Sámal Blak og Halldis Olsen at geva teimum mongu vitjandi eitt spennandi upplivilsi, har Halldis Olsen m. a. spældi sær eitt sindur við tað ab- strakta. Sámal Blak hevði fyri tað nógva stórar menn- iskjafigurar sum motiv, og ein hefti seg við, at tað m. a. var ein av hesum máln- ingum, sum hevði fingið reyðan prikk undir, sum merkir at áhugi er millum manna fyri ungari list. Málningarnir bera greið boð um, at listin, um hon fær møguleikan til tað, stórtrívist í Føroyum. Leitaði ein sær uppá loftið í Smiðjuni, so var tað serliga tær mongu blý- antstekningarnar, sum upp- tóku ein. Aftur á hesum økinum vístu listafólkini hvør dugur er í teimum, hóast okkurt verk datt nið- ur ímillum. Menniskjamot- ivini vóru eisini at síggja her, umframt at fleiri nátt- úrumyndir eisini vóru at síggja. Tað skal eisini sig- ast, at tað vóru kanska í so nógvar myndir hongdur upp, soleiðis at myndirnar koma at hanga eitt sindur tætt saman, men hetta skyldast óivað, at framsýn- ingin er ein sjálvsamur sýnisgluggi hjá listafólkun- um, sum tey mugu royna at fylla sum frægast. Upplivilsi sum undirrit- aði hevði fingið eftir at hava ferðast millum lista- verkini, var rættiliga posi- tivt og ikki minni tanka- vekjandi. Tey einastu innan teirra øki Eftir at hava hugt eftir framsýningini, so settist eg niður saman við trimum av teimum luttakandi lista- fólkunum fyri at fáa eitt lítið prát við tey. Tey trý: Sámal Blak, Heiðrikkur av Heygum og Halldis Olsen, eru øll um 17-18 ár, og havi verið fastir fúsir í Heinesenshúsi síðani Bent Bruun Hansen av sínum eintingum byrjaði virksemi har fyri nøkrum árum síð- ani. Øll trý lata tey væl at umstøðunum í Heinesens- húsi, har tað hava frítt at fara og koma sum teimum lystir. Tey hava øll trý sum vera man stóran áhuga fyri list, og ynskja øll at kunna fáast við list burturav eina- ferð í framtíðini. Til hetta krevst útbúgving, og tey ætla sær øll, eftir lokna studentspróvtøku, at nema sær størri kunnleika innan list. Samstundis nýti tey høvi til at viðmerkja, at umstøðurnar í eitt nú Stud- entaskúlanum ikki eru nóg góðar. Tey vísa á, at tað eitt nú ber til at hava tón- leik sum lærugrein á há- stigi (tvey ár, blðm.), með- an tað einans ber til at velja evning á miðstigi (eitt ár, blðm.). Tey trý hava nú gingið regluliga í Heinesenshúsi í fleiri ár, og tað skerst ikki burtur, at tey hesa tíðina hava broytt seg, og tað siga øll við ein munn, at tey so sanniliga hava lært nakað av at hava uppihildið sær í Heinesenshúsi, og útvikl- ingurin hevur verið drast- iskur. Spurd um hvat tey best dáma at fáast við, so siga tey, at oljumáling sum so Ung List er heitið á framsýning, sum seinastu dagarnar hevur verið at sæð í Smiðjuni í Lítluvík. Tað eru ung listarfólk, ið standa aftan fyri framsýningina, og tey leggja dent á, at hetta eru listarverk, sum eiga at vera skoðað realistiskt Unga Listin Trý av ungu listafólkunum í Smiðjuni: Halldis Olsen, Heiðrikur á Heygum og Sámal Blak. Mynd Jan Müller gult23 cyan23 magenta23 svart23 Sosialurin Nr. 90 - 12. mai 2001 7 er tað lættasta at arbeiða við, men Heiðrikkur leggur afturat, at honum dámar væl at fáast við akvarel ella vatnlitsmyndir. Sámal sigur, at honum dámar eisini væl at fáast við skulpturar, men hetta hevur ligið á láni hesa seinastu tíðina. Teimum dámar tó øllum óføra væl at nýta motiv ”soleiðis at man kann skilja tað”, sum tey siga. Tey ásanna tó, at tey spæla við fleiri ymisk sløg av list, og framsýningin vísti eisini nakrar royndir at mála abstrakt. At málningarnir á framsýningini eru real- istiskir er heldur ikki til- vildarligt, tí tey vilja gjarna úttrykkja seg á henda hátt, og halda sam- stundis ikki, at hetta ger listina hjá teimum minni verda á nakran hátt. Tey trý eru øll rættiliga aktiv í Heinesenshúsi, men tey hava eisini roynt seg í øðrum sambondum, m. a. hava Heiðrikkur og Sámal virkað ymiskt til fyri Grímu. Teir siga víðari, at dagarnir, har teir gjørdu hvørt ting fyri ein og hvønn, sum kom og spurdi, eru taldir, og teir leggja seg heldur eftir at gera tað, ið teir veruliga tíma. Halda áfram Halldis Olsen sigur, at henda framsýningin, sum hevur verið væl vitjað, gevur teimum hug til at halda áfram við listini. Framsýningin hevur stimbrað hugin hjá teim- um, og umframt at hava fingið nakrar krónur fyri onkran seldan málning, so havi fólk sum heild verið rættiliga positiv og vitjan- irnar hava verið nógvar. Tey ætla sær jú øll einaferð at royna listina sum yrkis- leið. Eftir at hava sæð fram- sýningina, so ber ikki til annað enn at fegnast yvir, at eisini yngri listafólk fáa møguleikan, og grundar- lagið fyri framtíðini má sigast at vera rættiliga gott. Ein av málningunum hjá Haldis Olsen við heitinum Spero. Mynd Jan Müller Frá fjølbroyttu og spennandi framsýningini í Smiðjuni. Mynd Jan Müller