Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. oktober 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 206 - 24. oktober 2007 tíðindi Stúra fyri skúlagon Landsfelagið fyri fólk við autismu arbeiðir fyri betri kunning og ráðgeving til foreldur og onnur, sum eru um børn við austismu og aspergers. Størsta ynski hjá felagnum er at fáa eina heildar­ ætlan fyri øki, sum kann tryggja bæði rættindi og ráðgeving Fólkaskúlin Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eingin veit, hvussu føroyski fólkaskúlin er fyri børn við brekinum asperger, tí onki yvirlit er yvir støðuna. Hetta sigur Lea Wolles, for­ maður í Landsfelagnum fyri fólk við autismu. Felagið, sum hevur á leið hundrað limir, hjálpir for­ eldrum og arbeiðir fyri fe­ lags áhugamálum og almennari kunning. Felagið hevur eisini egna heimasíðu, HYPERLINK ”http://www. autisma.fo” www.autisma.fo Felagið hevur saknað eina landsdekkandi ætlan líknandi tí donsku »National Autisme Plan.« Hetta er ein uppskrift frá vøggu til grøv við millum øðrum einum greiðum yvirliti yvir, hvussu børn við autismu og asperger skulu hjálpast, tá tey eru í skúlaaldri. ­ Í Føroyum er eingin savnað vitan um autismu og eingin samskipað rágev­ ing. Og úrslitið er, at vit í staðin hava lappaloysnir av ymsum slag, sigur Lea Woll­ es. Landsfelagið hevur fleiri ferðir brúkt danska serfrøð­ ingin í kliniskari barna­ neuropsykologi, Lennart Pedersen frá Center for Autisme, og hesin hevur eis­ ini bjóðað seg at hjálpa til við at seta á stovn eina før­ oyska ráðgeving, men mynd­ ugleikarnir hava ikki víst hesum áhuga. Arbeiðið við at seta diag­ nosur liggur í nøkulunda fastari legu, men aftaná diagnosuna hongur alt meira í leysari luft. Lea Wolles greiðir frá, at felagið roynir at leggja oyra til søg­ urnar og suffini hjá foreldr­ unum. Og tey heita á øll foreldur um at søkja sær sálarfrøðiliga hjálp, tí tá diagnosan er staðfest, koma tey aloftast í kreppu og mugu fáa hjálp. Greiðari skipan ­ Runavíkar kommuna hev­ ur tríggjar serstovur til børn við ávíkavist autismu, sam­ skiftistrupulleikum og fjøl­ breki. Okkara varhugi er, at hesar stovur virka væl, og at børnini trívast og menn­ ast, sigur Lea Wolles. Hesar stovur eru fyri børn, sum hava fingið stað­ fest álvarsligar diagnosur, meðan børn við asperger, sum ganga í vanligum skúl­ um, áðrenn diagnosan er ásett, hava tað sera trupult í skúlanum, tí tey skilja ikki hini, og hini skilja ikki tey. Oftast er tað so, at lærararnir síggja barnið sum ein “baladumakara”, og tá so lærarin reagerar uppá sjálva “baladuna”, so verður støð­ an løst føst. Men hóast Landsfelagið veit um for­ eldur, sum ikki eru nøgd við fólkaskúlan, so kann Lea Wolles ikki siga nakað yvirskipað, tí samlaða vit­ anin er ikki til. Tey hava tó varhuga av, at børn, sum fáa hjálp í barna­ garði, ikki altíð fáa hjálp í skúlunum. Harumframt verður diagnosan asperger, sum oftast ikki staðfest fyrr enn barnið er eldri, og tá hevur tað ofta longu havt eina langa og lítið gevandi skúlagongd. ­ Tað besta hevði verið, at samanhangur var millum barnagarð og skúla, og at vitanin um barnið flutti við yvir í skúlan. Fyri at barnið við autismu ella asperger skal trívast og mennast í barnagarði ella skúla, er alneyðugt hjá námsfrøðing­ um og lærarum at hava fylgjandi ting í huganum: at støði verður tikið í tí einstaka barninum, at ein einstaklingaætlan verður gjørd, og at eftirmetingar verða gjørdar javnan. Og at barnagarðar ella skúlar hava fastar mannagongdir og seta ein samskipara, sig­ ur Lea Wolles at enda. - Í Føroyum er eingin savnað vitan um autismu og eingin samskipað rágeving. Og úrslitið er, at vit í staðin hava lappaloysnir av ymsum slag, sigur Lea Wolles, formaður í Landsfelagnum fyri fólk við autismu Eingin ætlan og manglandi ráðgeving Signa Vár gongur í triðja flokki, og við síni vøkru útsjónd og blíða sinnalagi líkist hon einari heilt vanligari, fittari gentu. Men hon hevur autismu og lærir ikki á sama hátt sum onnur børn, og foreldrini, Sigrun og Dávur, stúra fyri, hvussu komandi skúlaárini fara at vera Mynd: Álvur Haraldsen