týsdagur 1. mai 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 1. mai 2001
25
gult25 cyan25 magenta25 svart25
24
Nr. 82 - 1. mai 2001
gult24 cyan24 magenta24 svart24
Føroya Triathlon
Felag skipaði leygar-
dagin fyri úttøku-
kapping til Oyggja-
leikirnar á Isle of
Man komandi
summar. Veðrið var
ikki av tí besta, men
hetta foraði ikki
føroysku triathletun-
um at gjøgnumføra
drúgva teinin
TÍÐINDASKRIV
Triathlon er ein ítróttar-
grein í er samansett av
trimum greinum — svimj-
ing, súkkling og renning.
Kappast verður í fleiri
teinum — Sprint Triathlon,
OL-teinurin og Ironman.
Tann kendasti er helst
Ironman, sum eisini er tann
harðasti. Her skal svimjast
4 km, súkkla 180 km og
renna 42 km. OL-teinurin
er fýra ferðir styttri og
Sprint-teinurin átta ferðir
styttri.
Triathlon verður við fyri
fyrstu ferð í Oyggjaleika
høpi, og tí er eitt triathlon
felag sett á stovn. Felagið
eitur Føroya Triathlon Fe-
lag og felagið skipaði leyg-
ardagin fyri úttøkukapping
til Oyggjaleikirnar á Isle of
Man komandi summar.
Á Isle of Man verður
kappast í OL-teininum, ið
er hesin samansettur av 1,5
km svimjing, 40 km súkkl-
ing og 10 km renning.
Úttøkukappingin
varð
hildin í Havn, og svomið
varð í Svimjihøllini í
Gundadali. Luttakararnir
skuldu har svimja 1500
metrar, og síðani skunda
sær út á súkkluna. Leiðin
gekk ímóti Kaldbak og
súkklast skuldi nú 40 km.
Vindurin var nógvur, tað
regnaði og kølið var eisini.
Hetta órógvaði triathletar-
nar og var eisini við til at
gera teinin enn harðari.
Súkklan bleiv parkerað við
Plantusøluna og so varð
farið undir renningina.
Teinurin gekk frá Plantu-
søluni til nýggja bygningin
hjá Føroya Sparikassa Yviri
við Strond og aftur til
Plantusøluna. Hesin teinur
er fimm kilometrar og
skuldi tí rennast tvær ferðir.
Ongin kravtíð er sett til
føroysku
triathletarnar
eftirsum kappast ikki hevur
verið í hesari ítróttargrein á
Oyggjaleikum
fyrr,
og
eftirsum veðrið ikki var av
tí besta, ja so ber heldur
ikki til at samanbera við
tíðir frá øðrum kappingum,
hvørki her heima ella
uttanlanda.
Fýra mans og ein kvinna
skulu mannað føroyska
landsliðið, og hesi gjørdust:
Navn
Tíð
Gunnar Dahl-Olsen2.30.50
Evald Rasmussen
2.34.04
Beinir Rasmussen 2.39.07
Kári Simonsen
2.59.26
Helga Mikkelsen
3.30.50
Eli Christiansen
2.46.01
Føroyameistararnir
sópaðu allan iva til
viks fyrstu minutt-
irnar, og restina av
tíðini var spurning-
urin bert, hvussu
stórur sigurin hjá VB
skuldi verða
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Í fjør segði stigatalvan sín
greiða boðskap, tá greiðast
skuldi frá muninum millum
VB og FS Vágar. At kalla
alt árið stríddust liðini í
hvør sínum enda av stiga-
talvuni, hvør í sínum lag
rukku tey eisini teimum
málum, sum vórðu sett. VB
við at gerast føroyameist-
arar,
meðan
vágamenn
høvdu ein heldur varligari
setning um at bjarga til-
veruni í bestu deildini.
Byrjaðu ógvusligt
Tí var kanska væntandi, at
tað skuldi verða heima-
liðið, sum vann tey trý
stigini, og sigast kann ikki
annað enn, at meistararnir
eisini livdu upp til hetta
álitið. Bert sjey minuttir tók
tað teimum at avgera
dystin. Tá hevði bólturin
longu verið í vágamálinum
tríggjar ferðir, og so var alt
líka sum avgjørt.
Tað gingu bert tveir
minuttir, áðrenn vágbingar
fingu fyrsta gylta møgu-
leikan at gera mál, tá
beinini vórðu tikin undan
Krzyztof Popczynski inni í
brotsteiginum. Brotsspark-
inum tók venjarin sær av
sjálvur, og so var 1-0.
Lítla løtu seinni var venj-
arin aftur upp á spæl.
Magni Jacobsen legði ein
bólt inn um verjuna hjá
vágaliðnum, og einsamall-
ur við málverjanum kundi
Popczynski tvífalda leiðs-
luna hjá VB.
Var vónin hjá gestunum
ikki slóknað heilt eftir hesi
bæði fyrstu málini, so
mundi Predrag Zivkovic
taka tað seinastu restina av
henni, tá hann brádliga stóð
ómarkeraður
eftir
eitt
hornaspark.
Við trimum málum ímóti
sær, ásannaðu vágamenn
nú, at her gjørdist einki, og
fyri áskoðararnar mann
restin av dystinum ikki vera
mest spennandi løtan, sum
teir hava havt á Eiðinum.
Fyri báðar partar ráddi bara
um at fáa tíðina at ganga,
umframt sjálvandi at hava
eitt so skilagott úrslit við
sær av vøllinum, sum gjør-
ligt.
Torført at meta
Áðrenn farið varð til steðg-
in, eydnaðist heimaliðnum
at skjóta enn tvey mál.
Fyrst skeyt Jón Pauli eitt
sera vakurt av slagnum, tá
hann
avgreiddi
horna-
sparksinnlegg í kassan, og
løtu seinni var sami Jón
Pauli aftur á staðnum, so-
leiðis at hann kundi av-
greiða flata innleggið frá
Predrag Zivkovic.
Seinna hálvleik var ikki
annað enn væntandi, at
ferðin á spælinumn var
nakað væl lægri, enn hon
hevði verið í fyrra. Heima-
liðið hevði ikki fyri neyðini
at spenna seg so nógv út,
meðan
gestirnir
bara
royndu at verja fyri, so
talan ikki skuldi gerast um
fleiri mál.
Tað kom tó enn eitt av
slagnum, og hetta seinasta
málið skeyt Robert Ciesle-
wiczs. Sostatt gjørdist talan
um ein sigur í tennis-tølum,
men fyri liðini bæði sigur
hetta úrslitið helst meira
um FS Vágar enn um VB.
Í øllum førum kann rokn-
ast við, at vágamenn eins
og í fjør oma at liva ein til-
veru í botninum, og so er
spurningurin,
um
teir
megna at skava nóg nógv
stig saman til at varveita
sessin.
VB er verjandi meistari,
og hetta ger sjálvandi, at
krøv verða sett teimum í ár.
Krøv, sum teir kanska ikki
eru vanir við at hava. Hin-
vegin er tó heldur eingin
loyna, at tað er rættilgia fá,
sum hava VB sum fremsta
evnið til gullmerkini hetta
kappingarárið. Avrikini í
steypakappingini
hava
verið msijøvn, og í so máta
sigur sigurin á FSV ikki so
nógv um styrkina hjá VB.
Heldur varð bara við hesum
sagt, at FSV hoyrir ikki til
bólkin av feløgum, sum í ár
fara at stríðast um heiðurs-
merkini í fremstu mans-
deildini.
VB-FS Vágar 6-0 (5-0)
1-0: Krzystof Popczynski
br.) 2
2-0: Krzystof Popczynski 5
3-0: Predrag Zivkovic 8
4-0: Jón Pauli Olsen 30
5-0: Jón Pauli Olsen 34
6-0: Robert Cieslewicz 60
Dómari: Oddmar
Andreasen (HB)
VB:
Bjarni
Johansen,
Predrag Zivkovic, Eyðn
Jacobsen, Magni Jacobsen,
Palli Augustinussen, Marek
Wiersbicki, Jón Gærdbo,
Tórður Holm, Jón Pauli
Olsen – Robert Cieslewics,
Krzyztof Popczynski
VB–FSV 6–0 (5–0):
Klassamunur í Vági
Triathlon landsliðið til OyL úttikið
Helga Ellefsen skal í summar royna at verja føroysku litarnar á oyggjaleikunum
VB venjarin, Krzyztof Popczynski, skeyt sjálvur tey bæði fyrstu
málini móti FS Vágum sunnudagin
Vinnarin av almenna
bólkinum í ár í Vest-
manna, Olaf Berg
hevur av sonnum
havt eitt dreymatalv-
ár. Næsta ár skal hann
royna seg í landsliðs-
bólkinum.
TALVUNGDÓMUR
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
14 ára gamli havnardrong-
urin Olaf Berg hevur telvað
sera væl síðani stóru GM
kappingina í Tórshavn í
oktober. Hann slapp tá at
royna seg millum leyvirnar,
og kláraði hann seg avbera
væl. Á vinnandi liðnum úr
Havnini í liðkappingini var
Olaf álitið, og eisini topp-
skorari. Hetta gav honum
helst nógmikið av sjálvs-
álitið, og fekk hann enn eitt
gott úrslit, tá hann í Norð-
urlandameistaraheitinum
fyri skúlaungdómar ognaði
sær fyri aðru ferð eitt NM
bronsumerki. Sjálvur var
hann eitt sindur ónøgdur
við úrslitið, hann ætlaði sær
nevnliga at vinna, og er
hetta júst rætti andin at
førka seg víðari sum telv-
ari.
Krúnan á verkinum
Í vetur bleiv HT-open telv-
að, og suvirenur vinnari
bleiv Olaf har hann eitt nú
basti Martin Brekká og
Herluf Hansen. Hesin stór-
sigur gav honum eisini fitt
av rating, sum merkti at
hann nú lá beint omanfyri
2000 markið.
Krúnan á verkinum bleiv
FM í Vestmanna í ár. Hann
var mettur favorittur saman
við Terja Petersen og Herluf
Hansen. Skjótt sást at kapp-
ingin um fyrsta pláss, og
harvið atgongumerkið til
landsliðsbólkin næsta ár,
varð millum júst Olaf og
Terja. Ein harður tvídystur.
Olaf vann loksins bólkin
við betri mótstøgustigum
enn Terji, og tískil enn ein
kappingarsigur til Olaf.
Tey seinastu árini hava
serliga 17 ára gamli Martin
Poulsen og Olaf, verið
bestu unglingar okkara. Við
hesum fylgir eisini ein
stuttlig søga, tí tað hevur
nevnliga víst seg at Olaf
hevur nærum ár eftir ár
trakkað í fótaspor Martins.
Í 1998 bleiv Martin ung-
lingaføroyameistari og árið
eftir bleiv Olaf unglinga-
føroyameistari. Síðani vann
Martin í fjør almenna bólk-
in, og sama gjørdi Olaf í ár.
Martin royndi seg í ár í
landsliðsbólkinum,
men
fekk harða viðferð, og end-
aði aftastur, og næsta ár fær
Olaf sostatt møguleikan at
royna seg saman við talv-
elituni.
Ungdómstelving á
dagsskránna
Í Talvsambandi Føroyar er
ungdómstelving
førkað
fram sum høvuðsmál. Hetta
er sjálvsagt gleðiligt, tí
eingin ungdómur - eingin
framtíð.
Í stuttum kann sigast at
TSF fer at skipa fyri fleiri
barnakappingum, eitt nú
FM fyri børn og aðrar
kappingar, har eisini roynt
verður at fáa foreldur við í
leikin. Okkara bestu ung-
dómar fáa møguleikan í
HM og EM. Eisini verða
venjarar settir til ymsar
uppgávur, roynt verður at
fáa talv inn í fólkaskúlar
kring landið, og ein orðaður
politikkur fyri barna- og
ungdómstelving
verður
framdur. Ein serlig ung-
dómsnevnd fer at taka sær
av hesum.
Tað hevur víst seg at før-
oyskur
talvungdómur
steðgar upp tá teir nærkast
teimum átjan. Ov fáar
kappingar heima og sanni-
liga altjóða eisini eru helst
orsøkin til tess. Skipaðar
venjingar
hevur
eisini
manglað. Hetta fer vónandi
at betrast nú ætlanin eitt nú
er at senda umboð til HM
og EM, og regluligar venj-
ingar við sterkum telvarum
eisini er ovast uppi á ynski-
lista TSF´s.
Hesar ætlanir eru als ikki
bert fyri teir sterku ungl-
ingar, eisini óroyndur ung-
dómur sleppur í part.
Hesi endamál fara uttan
iva at betra um umstøðurn-
ar hjá eitt nú Olafi og øðr-
um, og styrkja teimum als-
amt. Vit hava prógvað tað í
NM at vit kunnu kappast
við grannalond okkara.
Í samband við at Viktor Korchnoi fylti sjeyti ár herfyri,
varð sterk kvikkaping telvað um vikuskifti í Sveis har
Korchoi heldur til. Bæði Vladimir Kramnik og Gary
Kasparov, sum jú kemur til føroyar í juni mánaða, vóru
millum luttakarnar. Ikki óvæntað leiktu Kramnik og Kas-
parov seg leikandi lætt í finaluna, og varð tað ein kærkom-
in møguleiki hjá Kasparov at hevna HM-tapið til júst
Kramnik. Men so varð ikki, Kramnik vann 1,5-0,5.
Fyrsta talvið endaði javnt, meðan talvið hesa vikuna er
seinna talvið, sum Kramnik vann. Eitt sera vælleikt talv
frá báðum síðum tá hugsað verður at teir bert høvdu 25
min. hvør til talvið.
Kramnik,V (2802) - Kasparov,G (2827)
Korchnoi Birthday KO Zurich SUI (finala), 29.04.2001
1.d4 Nf6 2.c4 e6 3.Nf3 d5 4.Nc3 dxc4 5.e3 a6 6.Bxc4
b5 7.Bd3 c5 8.a4 b4 9.Ne4 Nbd7 10.Nxf6+ Nxf6 11.0-0
Bb7 12.dxc5 Bxc5 13.Qe2 Qd5 14.Rd1 Qh5 15.h3 Rd8
16.Nd4 Qd5 17.Nf3 Ke7 [17...0-0?? 18.Bxh7+] 18.e4! (nu
kemur rættiligt lív í eftir hendan ahugaverda leik)
18...Nxe4 19.Be3 Bxe3 20.Qxe3 Qc5 21.Qe1 Nf6 22.Rac1
Qb6 23.Ne5 Rd4
24.Bxa6! (Kramnik offrar sera djarvt og flott, men eisini
er tað helst taktiskt eftirsum Kasparov her er í tíðaneyð)
24...Rxd1 25.Rxd1? [25.Qxd1 er einasti møguleiki ífylgju
telduforritinum Fritz, men Kramnik er tó enn skutin
framanfyri.] 25...Bxa6 26.Qxb4+ Qxb4 27.Nc6+ Kf8
28.Rd8+ (poengid vid offrinum, har Kramnik fyrst trýstur
Kasparov heilt aftur, fyri síðani at taka frúgvuna aftur)
Ne8 29.Nxb4 Flott telvad av Kramnik, har hann nu hevur
fyrimun vid sinum aktiva folki, og frifinnum. Svartur er í
sera trongum skóm. Sigast skal at báðir, serliga Kasparov,
er í svárari tíðarneyð) 29...Be2 [29...Ke7 30.Nc6+ Kf6
31.b4 og finnurnar renna ov skjótt] 30.f3 h5 31.b3
(bispurin er fangaður) 31...Rh6 32.Kf2 Rg6 33.Kxe2
Rxg2+ 34.Kd3 Rg3 35.a5 Rxf3+ 36.Kc4 1-0
Komandi landsliðstelvari
14 ára gamli havnardrongurin, Olaf Berg, skal ætlandi royna
seg í landsliðsbólkinum longu komandi kappingarár
Talvið hesa vikuna
Eftir at teir í fjør
nærum fluttu niður í
fjrø, hevur LÍF um
ikki annað sett hol á
nýggja árið við einum
sigri
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Í fjør hilnaðist tað illa hjá
leirvíkingum. Í ár er Harry
Benjaminsen venjari. Í
1998 og í 1999 hevði hann
ábyrgdina, tá LÍF spældi
um pláss í bestu deildini.
Um fyrsta umfarið verður
tikið sum metingargrundar-
lag, so tykist tað sum um
LÍF aftur í ár ætlar sær at
vera við í rætta endanum.
Leygardagin
vitjaðu
næstbestu gøtumenninir í
Leirvík. Umstøðurnar hjá
teimum vóru ikki tær bestu.
At besta liðið, sum sunnu-
dagin skuldi til Klaksvíkar,
var illa mannað, gekk út
yvir manningina á næst-
besta liðnum. Samson Nesá
var elsti maður, Jan Skora-
dal var aftastur, og Bárður
Heinason hevur spælt nógv.
Umframt hesar vóru nógvir
ungir menn. Superveteran-
arnar sum t. d. Símun Petur
Justinussen sást einki til.
Kanska teir fara at koma, tá
teir hava spælt seg eitt sind-
ur í form í 4. deild!
Næstbestu gøtumenninir
hava ofta spælt LÍF eitt
puss. Men hesa ferð mistu
teir allar møguleikar, tá eitt
korter var farið. Tá varð
Hildibjartur Joensen útvíst-
ur, tí hann í brotsteiginum
hevði brúkt neyðbremsuna
ímóti Jonhardi Høgnesen.
Tomek Rezel, verjukendi
pólverski miðvallarin hjá
LÍF, umsetti úr ellivu metr-
um, og harvið legði hann
lunnar undir eitt stórt avrik.
Tíggju minuttir út í 2. hálv-
leik økti hann til 2–0. Inn-
skifti Fróði Joensen sendi
innfyri úr høgru, aftasti
maður hjá GÍ heilkiksaði,
tá hann skuldi sparka burt-
ur, og so var Tomek púra
blankur.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki
staðfesti Tomek hattrikkið.
Eftir horna rakst bólturin
aftur og fram í GI brots-
teiginum, áðrenn miðvall-
arin stýrdi honum um strik-
una.
Leirvíkingar høvdu nógv
nýtt fólk. Allan Joensen,
sum áður hevur spælt á
Toftum og í Fuglafirði, var
í málinum, Signar á Reyna-
trøð var veteranurin í mið-
verjuni, har Tórhallur Just-
inussen og Áslakur Jacobs-
en eisini vóru. Á miðvøll-
inum vóru saman við Tom-
ek fleiri ungir menn: Hanus
Lervig, Magnus Skoralíð,
Steingrím Skoralíð og Óli
Olsen. Í álopinum vóru
Sigfríður Olsen og Jonhard
Høgnesen. Umframt Fróða
Joensen varð Ove Heinesen
skiftur inn.
LÍF-GÍ 3-0 (1-0):
LÍF legði
bragdliga fyri
Hendir okkurt, sum
er hugvert hj ¿Ýrum at vita,
eru vit til reiÝar at bera tÝindini vÝari.
Sosialurin leggur seg eftir at bera
tÝindi r ¿llum landinum.
Vit koyra runt t kenda, gra Toyota
bilinum viÝ eyÝkendu frmerkjunum.
FerÝandi blaÝstjrnin er dagliga ti kring landiÝ.
Vit eru at hitta telefon nr. 31 18 20.
Telefax nr. 31 47 20.
Edvard Joensen mannar l¿tuni ferÝandi
blaÝstjrnina. Hann er at hitta telefon nr.
42 36 17 ella fartelefon nr. 22 05 07.
Eisini ber til at senda teldupost til:
edvard@sosialurin.fo
ella post@sosialurin.fo
Sig okkum frá