Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 82 - 1. mai 2001 gult26 cyan26 magenta26 svart26 Nr. 82 - 1. mai 2001 27 gult27 cyan27 magenta27 svart27 ÍF fekk eina harðliga ávaring frá HB um, at stríðast skal fyri hvørjum stigi FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Mett eftir úrslitunum, sum hava verið í steypakapping- ini, hevur lítil og eingin ivi verið um, hvat lið er hitt sterkasta í aðru deild. ÍF hevur í steypakappingini givið fleiri av feløgunum í bestu deildini harða mót- støðu, og fáur ivaðist undan kappingini í, at liðið var heitasta uppflytaraevnið. Gloymdu stríðið Møguliga hava fuglfirðing- arnir eisini hildi sjálvir, at so var, men dysturin leygar- dagin vísti teimum so, at teir ikki skulu rokna við, at eitt hitt einasta stig fer at koma av sær sjálvum. Við skilagóðum og ein- føldum spæli syrgdu næst- bestu leikararnir hjá HB fyri, at fuglfirðingar máttu heim við ongum. Heimalið- ið legði stóran dent á verju- partin, meðan álopsparturin í stóran mun varð bygdur á langar bóltar fram til teir báðar fótfimu áleypararnar, Gunnar Mohr og Eyðun Samuelsen. Fyrsta málið í dystinum var tó eingin av teimum maður fyri. Uppspælið kom úr høgru síðu, og tá bólt- urin var sendir flatt inn, smekkaði Rógvi Joensen til. Tomek syrgdi við einum máli fyri, at fuglfirðingarn- ir ikki mistu takið á nøkr- um undan steðginum, men í seinna hálvleiki sýndi Gunnar Mohr aftur, hví hann í nógv ár varð roknað- ur millum vandamiklastu framherjarnir í landinum. Fyrst fekk hann ein bólt við sær móti málinum. Staddur beint við brotsteig- armarkið smekkaði hann til, uttan møguleika hjá málverjanum at gera nakað. Eftir hornaspark fekk Høgni á Lakjuni aftur javna fyri ÍF, men fyrrverandi HB-formaðurin gav ikki soleiðis skarvin yvir. Við enn einum máli – meinlíkt tí fyrra – setti hann punkt- um fyri dystinum, og með- an HB leikararnir fegnað- ust um tey trý stigini, kundu gestirnir hugsa um, hvat tað var, sum gekk gal- ið. Allar helst verður niður- støða teirra, at teir ikki arb- eiddu nóg nógv fyri sakini hendan dagin. Nakað sum ofta verður rópt fyri ein deyðssynd, men so illa nýt- ist tað tó ikki at ganga hjá ÍF. Enn eru 17 dystir eftir at spæla, og einki er at ivast í, at leikararnir fara at gera sítt til at fáa eina munandi úrtøku úr hesum. HB-ÍF 3-2 (1-1): Fuglfirðingar mugu stríðast Gunnar Mohr taldist eina ferð millum vandamestu áleypararnar í landinum, og hóast hann nú hugnar sær í aðru deild, hevur hann framvegis máltev sum fáur Mynd: Álvur Haraldsen Niðurflytararnir úr Sumba fingu ikki ta byrjan, teir høvdu vónað, tá B36 vann 2-1 suðuri á Krossin- um sunnudagin FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Eftir at hava spælt 1. deild- ar fótbólt í trý kappingarár á rað, eru sumbingar aftur at síggja í næstbestu deild- ini. Men hóast hollar royndir úr bestu deildini, eydnaðist teimum ikki at vinna á næstbesta liðnum hjá B36. Heldur óvæntað streyk útiliðið avstað við øllum stigunum, tá havnarliðið var á vitjan í Sumba. Tað var annars heimalið- ið, ið legði fyri við mál- skjótingini, tá fimm min- uttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Sumba setti eitt mótálop í gongd, sum end- aði við, at bólturin heldur tilvildarliga datt fyri føt- urnar á Eirik Joensen, ið stóð leysur. Eirik helt høvd- ið kalt og sendi framvið málverjanum, og so var heimaliðið frammanfyri. B36 svaraði aftur Fyri málið hjá sumbingum var tað heldur B36, ið hevði verið naskari í sínum mál- royndum, men teir høvdu ikki eydnuna við sær. Hóast hvøkkin megnaði B36 at svara aftur beinan- vegin. Tveir minuttir fyri steðgin fekk Gunnar Niel- sen fatur á bóltinum nakað væl uttanfyri brotsteigin. Hann gjørdi ikki mætari enn at royna seg langt úti frá við vinstra beini, og bólturin streyk framvið málverjanum. Vakurt mál. Nakað av vindi var om- aneftir vøllinum í Sumba sunnudagin. Í seinna hálv- leiki hevði heimaliðið vind- in við sær, og tí var tað mesta av spælinum niðri á hálvuni hjá B36. Tað var tó B36, ið fekk einasta málið eftir steðgin. Heini í Skorini setti eitt álop í gongd á egnari hálvu, sum endaði við, at Gunnar Nielsen royndi seg við skoti. Málverjin hjá sumb- ingum Rúni Lisberg hálv- bjargaði, og har var Heini í Skorini aftur og høvdaði sigursmálið fyri B36. Sumba legði trýst á B36- málið í seinna hálvleiki, og teir spældu seg eisini fram til nakrar møguleikar. Men B36-málverjin Janus í Stórustovu hevði fleiri góð- ar bjargingar, sum forðaðu sumbingum at fáa útjavn- andi málið. Sumba fekk tó bóltin í málið einaferð. B36-ari varð dømdur rangstaddur og fríspark var til Sumba, sum sendi nógv fólk fram í brotsteigin hjá B36. Ein sumbingur sendi frísparkið av egnari hálvu móti málin- um. Bólturin var tikin av vindinum, snýtti bæði verjuleikarar og málverja og endaði í málinum. Tey flestu hildu, at Sumba hevði javnað í seinastu løtu, men dómarin gjørdi vart við, at talan var um eitt óbeinleiðis fríspark, og hann kolldømdi tí málið. B36 megnaði at halda leiðsluna og fór avstað við báðum stigunum. Hetta má sigast at vera eitt sera gott úrslit hjá havnarmonnum og ein góð byrjan uppá kappingarárið. Sumba – B36 1-2 (1-1) 1-0: Eirik Joensen 1-1: Gunnar Nielsen 1-2: Heini í Skorini Sumba – B36 1-2 (1-1): Ring byrjan hjá sumbingum Nýggja liðið í aðru deild, Skála, fekk eina flúgvandi byrjan, tá teir á útivølli vundu burtur úr NSÍ FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Skála hevur seinnu árini havt eina heldur umskiftil- iga tilveru, sum annað hvørt hevur verið sum oddalið í triðju deild, ella botnlið í aðru deild. Undan hesum árinum varð tó sagt, at nú skuldi vend koma í. Nýggjur venjari varð fingin til vega, og hóast tað enn er nakað tíðliga at meta um endaliga úrslitið, so fekk liðið undir øllum umstøð- um eina dreymabyrjan. Javnt spæl Skála vann nevnliga ein tryggan 5-2 sigur á runa- víkingunum, og eitt skifti var støðan fimm-null til gestirnar, so eftir hesum at døma var talan um ein sera sannførandi sigur. Sjálvir halda teir á Skála tó ikki, at tølini tala somik- ið týðiligt í hesum førinum. - Eg haldi, at talan var um ein hampuliga javnan dyst, men munurin millum liðini var tann, at vit vóru nógv effektivari. Soleiðis sigur Kaysten Rasmussen, sum sjálvur setti punktum fyri mál- skjótingini hjá Skála, tá hann í seinna hálvleiki skoraði fimta skálamálið. Hann heldur annars, at hóast NSÍ hevði bóltin nógv, so skaptu teir so at siga ongar møguleikar, og uttan hesar er sjálvandi tor- ført at fáa mál. Ananrs høvdu Pauli Hansen og Bogi Gregersen (2 mál) sent gestirnar á sigurskós í fyrra hálvleiki, meðan Alexandur Johansen og so Kaysten Rasmussen syrgdu fyri málunum í seinna hálvleiki. Tá var alt at kalla avgjørt, og hóast Bergur Djurhuus og Áki L. Hansen fingu minkað um munin, so kom sigurin hjá gestunum ongan tíð í vanda. NSÍ-Skála 2-5 (0-3): Flúgvandi byrjan Kári Petersen búskaparfrøðingur Ætlan landsstýrisins um at avtaka heildarveitingina eftir 12-15 árum er fram- vegis óforsvarlig. Um rokn- að verður við realistiskum fyritreytum kemur hallið hjá landskassanum eftir fá- um árum uppá 5-600 milli- ónir krónur. Útrokningarnar vísa, at fyri at landsstýrið skal kunna náa sínum máli um at gera føroyska búskapin óheftan av ríkisveitingini umleið ár 2012-15, so skulu rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum als ikki veksa komandi 15 árini. Um ein ynskir at gera før- oyska búskapin óheftan av ríkisveitingini um 25-30 ár, so skulu útreiðslurnar ikki veksa við meir enn 1 pro- senti árliga. Sitandi landsstýrið hevur økt útreiðslurnar við góð- um 5 prosentum árliga. Harvið hevur landsstýrið gjørt føroyska búskapin enn meira heftan av ríkis- veitingini enn hann var frammanundan. Flestu føroyingar taka undir við at gera Føroyar meira búskaparliga óheftar av ríkisveitingunum. Um hetta skal eydnast, so eiga politisku myndugleikarnir at konsentrera seg um stýra tí einasta, teir veruliga kunnu stýra, nevniliga út- reiðslunum. 1. Landsstýrið onga útrokning gjørt. Tey sum hava fylgt við í politikki seinastu árini hava sæð, at øll lógaruppskot, sum vera løgd fyri tingið hava eina frágreiðing til endans sum greiðir frá hvørjar fíggjarligar fylgjur standast av uppskotinum. Men ongin tílík ætlan fylgir við nýggja fullveldisupp- skotinum hjá landsstýrin- um. Landsstýrið hevur hóast áheitanir ikki vilja lagt slíkar konsekvensrokningar fyri tingið. Uppskotið snýr seg annars um at minka stuðulsveitingarnar úr Dan- mark við 1200-1300 mió. kr., og tað átti tí at verið sjálvsagt, at landsstýrið kunnaði Føroya fólk um, hvussu landsstýrið ætlar sær at fáa endarnar at røkka saman. Hetta átti at verið gjørt áðrenn landsstýrið fer til Danmarkar at samráðast um yvirtøkur og minking av heildarveitingini. Sitandi landsstýri, sum áður hevur gjørt kunn- ingarherferðir um full- veldisætlanina hevur higar- til ikki vilja, duga ella tora at gjørt eina útrokning av, hvørjar fylgjur nýggja full- veldisætlanin fer at fáa, og leggja ætlanina fyri Føroya fólk. Tískil hevur undir- ritaði gjørt sær tann ómak at gera eina slíka útrokning. 2. Útrokningarfyritreytir. 2.1. Búskapargrunnurin. Undirritaði hevur tikið ætlanina um at gera ein bú- skapargrunn við í fram- rokningina. Landsstýrið ætlar at lata heildarveiting- ina fara inn í ein búskapar- grunn. Síðan ætlar lands- stýrið at lata henda búskap- argrunn stuðla landskassan. Í sær sjálvum er búskapar- grunnurin eitt gott hugskot. Men, sæð í einum størri samanhangi, har hugt verður eftir samlaða rokni- stykkinum fyri landskassan og búskapargrunnin, bøtir búskapargrunnurin ikki um fíggjartrupulleikarnar hjá landskassanum. Tað einasta sum hendir, er, at ríkis- veitingin verður koyrd í ein búskapargrunn og at peningur verður fluttur úr búskapargrunninum yvir í landskassan. 2.2. Búskaparvøkstur og vøkstur í inntøkum lands- kassans. Ein høvuðsfyritreyt er, at reali búskaparvøksturin (tá inflatiónin er frároknað) verður um 2 prosent um árið uppá longri sikt. (Men nakað minni uppá stutt sikt). Sum lýst í talvuni er hetta vanligi langtíðar- vøksturin í vestureuro- peisku vælferðarsamfeløg- unum seinastu 20 árini. Roknast kann við, at inn- tøkur landskassans vaksa við sama prosentvøkstri sum búskaparvøksturin. Ein búskaparvøkstur uppá 2% er realistiskur undir vanligum umstøðum. Um stórar almennar skerjingar verða framdar í einum tíðarskeiði, er tað helst ov bjartskygt, at rokna við 2% búskaparvøkstri. 2.3. Útreiðsluvøkstur. Útrokningarnar byggja á, at almennu útreiðslurnar veksa 2 prosent realt um árið, t. e. 2 prosent meir enn inflatiónin. Orsøkin til at eg havi valt hetta sum út- gangsstøði eru tvær. Av samlaðu rakstrarút- reiðslunum hjá landskass- anum uppá 2750 mió. kr. hava 750 mió. kr. beinleiðis samband við talið av pen- siónistum(pensiónsút- reiðslur, ellisheim, heima- røkt, og sjúkrarøkt av pensiónistum). Næstu 16 árini veksur talið av pensiónistum við útvið 2 prosentum um árið, og ein má tí rokna við, at eldra- útreiðslurnar veksa við umleið 2 prosentum árliga. Av samlaðu útreiðslunum hjá landskassanum uppá 2750 mió. kr. eru 1450 mió. kr. lønarútreiðslur. Roknast má við einum ávísum real- lønarvøkstri í Føroyum. Verður eingin reallønar- vøkstur, so fer reallønin hjá føroyingum longur og long- ur afturum lønina í øðrum londum, og hetta førir til fólkafráflyting. Roknast má tí við einum árligum reallønarvøkstri uppá minst 1-1,5 prosent. Hetta merkir, at rakstrarútreiðslurnar av sær sjálvum fara at veksa við hálvumøðrum prosenti árliga. Samanumtikið verð- ur tað tí eitt tógvið stríð, at halda reala útreiðsluvøkst- urin nógv undir 2 prosent. Til samanberingar skal nevnast, at sitandi lands- stýri hevur økt útreiðslur landskassans við 22 prosentum (5-600 mió. kr.) í 3 ár. Hetta er ein vøkstur uppá 7-8 prosent um árið. Tá inflatiónin er frároknað, hevur landsstýrið økt út- reiðslurnar við umleið 5 prosentum um árið. Hetta er ein ótrúliga stór út- reiðsluhækking, tá ein hugsar um, at talið av pen- siónistum hevur verið stórt sæð óbroytt seinastu fimm árini. 2.4. Landskassaskuldin. Undirritaði hevur sett sum fyritreyt, at skuldin eigur at verða avdrigin. Flestu lond rundanum okkum royna at fáa almennu skuldina burt- ur, áðrenn talið av pen- siónistum veksur av álvara. Almennu útreiðslurnar fara at veksa skjótt, tá talið av pensiónistum fer at veksa. Talið av pensiónistum sum nú er 6200, verður um 9000 seinast 2020unum og fer upp um 10000 í 2030unum. Hetta førir við sær at realu útreiðslurnar av eldrabólk- inum fer at veksa við útvið 500 mió. kr. Tað verður tí neyðugt at gjalda skuldina niður, áðrenn pensiónista- bylgjan rakar føroyska búskapin miðskeiðis í 2020unum. Tað skal viðmerkjast, landsstýrið kundi havt gjørt nakað við at minka um hesa útreiðsluhækking, við at gjørt lóg, ið álegði fólki at gera uppsparing til eldri ár. Av tí, at landsstýrið hevur valt ikki at gera nakað fyri at økja privatu samanspar- ingina til pensiónsendamál, má landsstýrið hækka almennu uppsparingina, nevniliga við at gjalda almennu skuldina niður, og spara upp í landskassanum. 3. Úrslitið: Ætlan landsstýrisins hongur ikki saman. Framrokningin vísir, at verður roknað við út- reiðsluvøkstri uppá 2% árliga, so fær landskassin stór hall eftir stuttari tíð. Longu eftir 7-8 árum fær landskassin hall uppá 500 milliónir árliga, áðrenn av- dráttir av skuld. Um skuld- in verður avdrigin sum avtalað, verður hallið 700 milliónir. Eftir 13-14 árum verður hallið um eina milliard árliga. Framrokningin vísir harumframt, at sjálvt um landsstýrið klárar at halda útreiðslunum á sama støði sum nú (null-vøkstur), so kann føroyski búskapurin framvegis ikki vera ríkisveitingina heilt fyri uttan um ár 2015, t. d. klárar landskassin ikki at rinda niður uppá sína skuld. 4. Hvat skal til fyri, at fullveldisætlan landsstýrisins skal kunna hanga saman ? Fyri at ætlan landsstýrisins skal hanga saman, so er neyðugt, at rakstrarútreiðsl- urnar als ikki veksa tey næstu 16 árini, og helst skula útreiðslurnar minka nakað. Hetta verður sera torført at fremja í verki, tá ein hugsar um, hvussu nógv út- reiðslur landskassans veksa sjálvt uttan at politisku myndugleikarnir taka støðu til henda útreiðsluvøkstur, t.d. hækkingarnar av eldra- útreiðslunum. 5. Hvat sigur landsstýrið at tað vil ? Landsstýrið sigur seg ar- beiða fyri at gera føroyska búskapin sjálvberandi. Hetta er eitt mál sum flestu føroyingar taka undir við. Landsstýrið ætlar at fremja hesa ætlan við at minka heildarveitingina úr einari milliard niður í einki og at fremja yvirtøkur uppá umleið 200 mió. kr., t. e. at minka ríkisveitingarnar við 1200 mió. kr. eftir 12 árum. Men at minka ríkisveit- ingina ger ikki føroyska búskapin sjálvberandi. Um ein bert minkar ríkis- veitingina og minkar um virksemið, førir hetta til arbeiðsloysi og fráflyting. Tað sum er grundleggj- andi skeivt við ætlanum landsstýrisins, er, at ein kann ikki minka ríkisveit- ingina uttan at hava nakað at seta í staðin. Landsstýrið eigur tí ikki at minka ríkisveitingina skjótari enn sjálvskapta virksemið í føroyska búskapinum kann setast í staðin. Um landsstýrið veruliga ætlaði, at gera Føroyar óheftar av ríkisveitingini í ár 2015, so skuldi lands- stýrið als ikki latið útreiðsl- urnar vaksið. Um lands- stýrið ætlaði at gera óheftar av ríkisveitinigini í ár 2030, so hevði landsstýrið ikki latið útreiðslurnar vaksið við meira enn 1 prosent árliga. 6. Hví gera føroyska búskapin minni heftan av ríkisveitingini ? Hóast eg ikki taki undir við ætlan landsstýrisins um at gera Føroyar til fullveldi, taki eg fult undir við at gera føroyska búskapin minni heftan av ríkisveitingini. Hóast ein ikki tekur undir við fullveldisætlanum landsstýrisins hava føroy- ingar eitt áhugamál í at gera búskapin meir sjálvbjarg- nan fyri at kunna minka (nakað) um ríkisveitingina. Ein orsøk er, at hvørja ferð føroyska tjóðarúrtøkan (BTÚ) kemur upp í móti tjóðarúrtøkuni í Danmark so fer hetta at føra til eitt krav um minkandi ríkis- veiting. Orsøkin er tann heilt einfalda, at um Før- oyar hava eina tjóðarúr- tøku, sum er eins høg og hon í Danmark, so merkir hetta at Føroyar eru ríkari enn tey fátækastu donsku amtini. Eingin kann rokna við, at danskir politikarar kunnu veljast uppá, at krevja skatt frá fátækum dønum og senda peningin upp til ríkar føroyingar. Hin orsøkin er, at eldra- bylgjan rakar í Danmark um eini 15-20 ár(nakað fyrr enn í Føroyum). Hetta fer at føra til ein so stóran fíggj- artørv í Danmark, at tað so við og við verður torførari at senda eina stóra ríkis- veiting til Føroya. Føroyingar hava tí eitt sterkt búskaparligt egin- áhugamál í so líðandi gera føroysku vælferðina meira og meira óhefta av ríkis- veitingini. 7. Hvat ger landsstýrið í veruleikanum ? Sum nevnt omanfyri, so hevur landsstýrið í hesum valskeiði økt útreiðslurnar hjá landskassanum við umleið 600 mió. kr., tað er við 22 prosentum í trý ár. Hetta eru 7-8 prosent um árið og um inflatiónin verður frároknað, er talan um ein realvøkstur í al- mennu nýtsluni uppá um- leið 5 prosent árliga. Har- við hevur landsstýrið gjørt Føroyar munandi meir heftar av ríkisveitingini. Sum nevnt omanfyri, so er kravið, at rakstrarút- reiðslurnar ikki mugu veksa við meir enn 1 pro- senti árliga, um føroyski búskapurin skal gerast óheftur av veitingum uttan- ífrá um 25-30 ár. 8. Hvat átti landsstýrið at gjørt ? Tað, sum er hent seinastu trý árini er rætt og slætt syrgiligt, uttan mun til um ein tekur undir við full- veldinum ella ikki. Lands- stýrið hevur sjálvt mótar- beitt møguleikunum at gera føroyska búskapin sjálvber- andi, so tað er torført at taka alt tos hjá landsstýr- inum um sjálvbjargni í álvara. Undirritaði skal tó kortini gera landsstýrinum eitt stutt tilmæli. Tilmæli: Fyri at gera føroyska bú- skapin meir sjálvberandi er í fyrsta lagi neyðugt, at útvega føroyska samfelag- num eitt meir fjøltáttað vinnulív, so vit hava minst tríggjar útflutningsvinnur. Tað er framvegis soleiðis, at um ríkisveitingin verður avtikin, og føroyska samfe- lag bert skal liva av at útflyta fisk, so verður búskapurin alt ov viðbrek- in, og alt samfelagið verður rakt av eini svárari kreppu, hvørja ferð fiskanøgdir ella -prísir falla. Føroyska samfelagið hevur í so máta lítil og eingi framstig gjørt undir hesum landsstýrin- um. Í øðrum lagi eigur lands- stýrið at konsolidera lands- kassan og gjalda skuld landskassans, og syrgja fyri, at landskassin fær eina nettouppsparing í staðin fyri skuld, áðrenn stóru árgangirnir gerast pensión- istar í 2020unum. Í triðja lagi eigur lands- stýrið at seta sær ein meira realistiskan málsetning, t. d. at gera føroyska búskap- in óheftan av ríkisveitingini um 25-30 ár, og gera tað sum so er neyðugt, í hesum føri at halda útreiðslu- vøksturin undir 1 prosent árliga. Eitt annað alternativ er at minka um ríkisveit- ingina, so hvørt sum før- oyski búskapurin veksur, men framvegis halda út- reiðsluvøksturin undir 1 prosent árliga. VIÐMERKINGAR Nýggja ætlan landsstýrisins hongur ikki saman Framhald á síðu 26