týsdagur 13. november 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 220 - 13. november 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
So fór aftur ein um sýnina,
afur ein var liðugur at laða
sín vara.
Sjálvt um árini vóru
komin, so er ikki lætt at
góðtaka at tíðin var har og
tímarnir taldir.
Eyjálvur var soleiðis, at
vit hildu at hann altíð fór
at verða, har hann altíð
hevði verði, hann var við tí
góða og góðsliga, altíð við
tí positiva, sjálvt tá svartast
sá út.
Eyjálvur var familjukær
ur sum fáur, ja, tað hann
ikki visti, var ikki vert at
vita. Hann visti alt um øll,
tá familjur vóru á skránni.
Vit hava mist næstan
eina leksikon, tá gamla
Havnin var uppi og vendi.
Eyjálvur var ein ógvuliga
vitugur maður, upplýstur
og væl belisin, ikki bert frá
einari síðu, men fleiri.
Hann visti hvat hann tosaði
um.
Tá hugsað verður um
barna og ungdómsárini,
vóru tey ikki løtt, tey í
Dávastovu mistu faðir og
móðir alt ov tíðliga, yngst
ur av 12 systkjum var tað
ikki altíð so lætt tað heila.
Næstan at vaksa upp á
Sanatoriinum í Hoydølum
var ikki altíð so stuttligt,
og vóru tað sera ring ár, ið
Eyðálvur og fleiri av
beiggjum hansara máttu
ígjøgnum.
Hóast mótgongd, sorg og
sjúku, so koma nøkur fólk
styrkt úr trongdini, Eyjálvur
var heldigur, hann fekk
tann dýrabara skatt at møta
Ullu, tey vóru nakað heilt
fyri seg og sigldu heilskapað
um skerini.
Nú gøtan er enda og
hurðin er læst, sita vit við
minninum, minninum um
allar tær góðu løtur, allan
láturin, allar søgurnar og
tað vitan, vit fingu við í
okkara viðføri.
Vit hyggja niðan á sýn
ina. Varðar av ymiskum
støddum og skapi daga
móti sólsetrinum. Eyjálvur
hevur lagt sín síðsta stein
og er farin heim, vit syrgja
við
takksemi.
Hansara
varði er liðugur.
Góði Eyjálvur, fyri okk
um vóru tú og Ulla okkara,
fyri Steingrím og Lisu vart
tú abbin, túsin takk.
Við sorgblídni
vit á Norðasta Horni
Við takksemi, Eyjálvur Mikkelsen
Gunnvør Bech, fødd Stenberg, úr Svínoy, andaðist í Hille
rød leygardagin, 63 ára gomul
Hanna í Selvindi andaðist á Landssjúkrahúsinum leygar
dagin 83 ára gomul. Kistan kemur í Sjóvar kirkju týskvøldið
kl. 19:30. Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju mikudagin kl.
13.
Kistan við Minnu Jórun Dam ferð úr kapellinum á Klaksvíkar
Sjúkrahúsið, týskvøldið, kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr
Christianskirkjuni, mikudagin kl. 13.30.
Guðrið Poulina Johannesen, fødd Egholm, ættað úr Tórs
havn, búsitandi í Bryndum í Danmark, andaðist leygardagin 61
ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Minna Jórun Dam, fødd Ósá, andaðist leygardagin 10.
november á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, 58 ára gomul. Jarðar
ferðin verður kunngjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
14. november. Fríðrikur. Hildið verður, at her verður
sipað til ein biskup í Utrecht, sum varð myrdur av
leigudrápsmonnum í 838. Keisarinnan Judita hevði
sent teir, av tí at Fríðrikur hevði roynt at fáa keisaran
til at skiljast frá henni.
Tøkk
Tøkk tit, sum fylgdu beiggja mínum, og
mammubeiggja okkara
Bent Olsen
Tórshavn
til hvíldarstaðið
Takk til Kristine Hestbæk, prest.
Takk til starvsfólkið í kirkjugarðskapellinum,
til sangarar og berarar, og til gravarhjálpina.
Takk tit, sum hjálpti til við ervinum, og takk fyri
blómur og kransar.
Familjunnar vegna
Erla Joensen
Heidi Viberg Dam, Erland Viberg Joensen
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
góða kona, mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Poula Danielsen
Skála
Vanliga nevnd Poula í Trøðni
andaðist fríggjadagin 9. november.
Jarðarferðin verður úr Skála kirkju týsdagin
13. november kl. 13.
Vegna tey avvarðandi
Hjalmar, Andrass, Pállfríða, Jóhanna og Pætur
Eyjálvur og Ulla
Her er ein av myndunum frá stóru realskúlaframsýningini,
sum Jórunn Dánjalsdóttir skipaði fyri í Kommunuskúlan
um í Havn í summar. Myndin er tikin av realskúlanæmingum
á einum gongutúri í Stoffalág í 1955.
Tey trý aftast (sita á steininum) f.v.: Marita Andreassen
(Guttesen), Ady Vilhelmsen (Hovgaard) og Kjeld
Thomsen
Fremra rað f.v.: Lisbeth L. Samuelsen (Petersen),
Randi Djurhuus, Tóra T. Jacobsen (Arge), Elsebeth Søren
sen, Sonja Akraberg Hansen (Debes), Jacobina Samuelsen
(Setberg), Karen Nonnegaard Pedersen, Anna Egholm (á
Steig), Thomas Nygaard (lærari), Hanus Wardum, Gorm
Simonsen, Haldane Joensen og Samson Joensen.
Myndaeigari: Inga Simonsen
Realskúlaflokkur í 1955