Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 viðmerkingar Nr. 212 - 1. november 2007 UMMÆLI Gulla Øregaard Hóast størsti og mest undir­ haldandi sjónleikurin í løt­ uni verður spældur á News og á DR1 sum endaspurt­ urin til fólkatingsvalið 13. nov., havi eg givið mær stundir at fara til teir sjón­ leikir, sum í løtuni ganga í Tórshavn. Leikurin “Fanga@ður í netinum” eftir Ray Cooney og “Fundamentalisturin” eftir Juha Jokela eru ólíkir í bygnaði og spælistíli, men báðir viðgera erotikk og viðurskifti millum kyn­ ini. ­ Fyrri leikurin verður spældur í Sjónleikarhúsi­ num sum uppseting hjá Havnar Sjónleikarfelag, og seinri sum uppseting hjá leikbólkinum Twass. ­ Leikirnir hava verið spæld­ ur um somu tíð. ”Funda­ mentalisturin” hevur savnað full hús, meðan Fang@ður í Netinum hevur havt slakari tilgongd. Havnar sjónleikarfelag hevur valt at taka leikin “Fan@aður í netinum” sum fyrsta leikverk í vetr­ arskránni 2007/2008 og hetta er eitt gott val. – Tað skal og eigur at vera pláss fyri skemtileikum. Ray Cooney, sum er enskur leikritahøvundur og av teimum bestu innan skemtileikir, hevur í hesum skemtileiki hildið evnið um “Bigami” upp ímóti ljósinum við høvuðsdenti á skemti í øllum brygdum. Tú hugsar fleiri ferðir und­ ir leikgongdini. – Álvara­ tos! – Nei! Hetta er ov langt úti. Leikurin er sera krevj­ andi at fáa á flog ­ ferð og hendingar kappast um fyrstaplássið. Leikstjórin hevur týðiliga lagt seg á ferðina, men í støðum kundi ferðin, ella rokið verið minni, og persóns­ menskan í leiklutinum sjónligari, sum eisini í skemtileiki er týdningar­ mikið, fyri at vit áskoðarar, kunnu fáa samanhang í orð, rørslur og leik. Í seinastuni hevur borið til at koma til sokallaði “Flenniskeið”. – Leikurin í Sjónleikarhúsinum kann væl blanda seg uppí slíkt virksemi. Um tú ikki hoyr­ ir til tey, sum framman­ undan hava avgjørt, at tú flennir bara, tá ið tað grundgivið vísindaliga, at nakað er at flenna at, so kanst tú ósmæðin fara til leik og flenna í samfullar tveir tímar. “Fang@ður í netinum” viðger gerandisdag og sjálvgjørdar fløkjur, har hjúnastøðan hevur ført høvuðsleikaran út í tað stóru komisku farsuna, har vit fata einfalda boðskapin, at “bigami” og gerandis­ dagur kunnu ikki fløkjast saman, uttan eftirspæl, sum í hesum førinum er totalur komikkur. “Fundamentalisturin“ sum Twass framførir hevur allar tær góðu fyndugu replikkirnar, sum eitt sokallað kamarspæl hevur at bjóða. Her eru teir djúpu tankarnir um okkara eksitensiellu kor sum menn­ iskju. Her fara vit inn undir húðana á leikarunum og kenna sorgina, einsemi og longsulin, sum um vit vóru partar í leikinum. Her er talan um leik, har áskoðari og leikara gera sáttmáli við hvørt annað um at vera saman eina løtu og lurta eftir, hvat kann hava týdn­ ing fyri lív og virki. Leiktjøldini til “Fundamentalistin” eru einføld. Eitt svart rúm – svartir veggir, og onki annað. At kalla klinisk, men tann perfekta bakgrundin fyri at spælið við kenslum, kropsrørslum, orðum, sum komu upp og út eydnast hjá leikarum, sum eru førir fyri at fáa fram ávísan karakterleiklut. Leikararnir skaptu tað, sum skapast skuldi. Sterkar myndir á hornhindina – Djúpar tankar um, hvør av okkum er fundamentalistur, og hvør flytir hvønn, tá ið tankar og hendingar í lívi­ num fáa okkum at missa fótafesti. Fang@ður í Netinum eggjaði í størri mun til láturin enn tað hugsunar­ sama. Margreta í Koytu, danskur leikstjóri hevur við hesum leiki víst, at hon er før fyri at halda fast í sínum hugskotum um leikgongd, ferð v.m. Eg meti, at Margreta hevur gjørt sítt arbeiði til fulnar, men her eru so nógvir træðrir at halda fast í, at í støðum hevði verið rætt, at ferðin var sett niður, og at einstaki leikarin slapp at brúka kropp og rødd meira, fyri at geva tí nógva kom­ ikkinum pláss. Pallurin var sera væl frágingin sum stílrein stova við 6 hurðum at renna út og inn ígjøgnum. Eg sakn­ aði tó hjálp frá pallinum til leikararnar, at teir høvdu síni egnu rúm til ávikavist familjuna hjá Mary Smith og familjuna hjá Barbaru Smith. Her kundi so verið eitt triðja rúm, sum kundi verið felagsrúmið. – Leikbúnar og leiktilhoyr var alt uppá pláss og væl sett saman. – Ljóssetingin var darvað av, at pallurin ikki gav møguleika fyri stórt meira enn stovuljósi, so her saknaði eg kreativ­ itet, og aðrar møguleikar enn teir givnu. – Ljóðgóðskan var góð. Leikararnir eru góðir. Serstakliga væl spældi Eyðfinnur Finnsson sum gamli maðurin, sum skiftir millum demens og klárar løtur, har gessurin er stýr­ andi. Eyðfinnur hevur saman við leikstjóranum gjørt ein frálíkan karakter. Vit kenna Kára Øster sum ein av okkara bestu karakterleikarum. Í høvuðs­ leiklutinum sum John Smith hevur leikstjórin givið Kára eina sera torføra uppgávu, tí hon hevur latið ferðina dríva verkið, ístað­ in fyri at latið persónin John sloppið betri fram. – Hertil er so at siga, at Kári so drivin leikari, at vit kort­ ini vera hugtikin av hýru­ vognsføraranum John Smi­ th og hansara dupultlívi. Brynjálvur Tórstún spæl­ ir væl sín torføra leiklut sum vinmaðurin Stanley Gardner. Onkuntíð missir hann ferðina, men er ógvu­ liga trúgvur ímóti tí væl­ meinandi og fitta Stanley, og hann spælir sannførandi sín leiklut. ­ Her hevur Margreta verið dugnalig at fáa tað besta fram í leikaranum. Tey ungu fólkini Petur Meinhard E. Andersen og Barbara H. Í Stórustovu eru gávuríkir ungir sjón­ leikarar, sum eiga framtíð­ ina á teimum brøttu pallfjalunum Konurnar Barbara Smith og Mary Smith spældu avikavist Petra Iversen og Herborg Mikkelsen . Leiklutirnir vóru frag­ ingnir við góðari megi. – Í førum tóktist spælið tó eitt sindur steriotypt. Petra spældi flógva góðlynta konan, sum bara var til fyri at tæna harranum, og Mary var hon, sum John koyrdi runt í heiminum. Í støðum var Mary ikki trúlig við síni tekkiligi útsjónd ein­ ans at kunna vera so ill. Her haldi eg, at Herborg Mikkelsen hevði eitt nógv størri potensiali at spæla upp á, enn tíðin og ferðin loyvdi. Kvinnuleiklutirnir vóru í so stuttum sekvens­ um, at teir ikki góvu sínum leikarum fult rættvísi. Eftir stendur, at vit hava sæð ein skemtileik, sum gevur áskoðaranum eina góða uppliving. Sjónleikur: Hvat er at síggja í Havn?