Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 13. november 2007 15 Tórshavnar kommuna Løgfrøðingur Tórshavnar kommuna søkir eftir løgfrøðingi til spennandi starv á løgdeildini. Uppgávur Á Løgdeildini kemur tú í høvuðsheitum at ráðgeva stjórn og nevndum, arbeiða við tvørfakligum lógaruppgávum, menna mannagongdir og fyrisitingarligan førleika og veita hjálp í truplum lógarmálum. Arbeiðsøkið fevnir um alt kommunalt virksemi. Tó varðar Løgdeildin serliga av kommunulóg og kommunustýrisskipan, skattakærufyri- siting, fyrisitingarrætti og privatrættarligum viðurskiftum. Har- umframt tekur løgdeildin sær av øllum viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn. Á deildini starvast 5 fólk – 3 løgfrøðingar og 2 skrivstovufólk, og kunnu vit bjóða eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss, við sjálvstøðugum, avbjóðandi og tvørfakligum uppgávum. Góðir møguleikar eru fyri fakligari og persónligari menning. Førleikakrøv Til starvið krevst løgfrøðiligt embætisprógv. Best er, um tú hevur viðkomandi royndir frá almennu fyrisitingini og/ella frá privata vinnulívinum, men hetta er eingin treyt. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva bæði innanhýsis og uttanhýsis, og at tú ert fryntlig/ur og fyrikomandi. Setan Talan er í fyrsta umfari um eitt farloyvisstarv fyri løgfrøðing í farloyvi, men fyri tann rætta eru góðir møguleikar at fáa fast starv. Farloyvisstarvið verður sett í eitt ár frá 1. desember 2007 at rokna. Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum BLF og Fíggjar- málaráðið, og vit kunnu bjóða setan sum ráðgevi, um førleikin og royndirnar eru til tess. Meiri at vita? Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Jóhan E. Simonsen, deildarleiðara á Løgdeildini á telefon 30 20 10 ella umvegis teldupost johans@torshavn.fo Umsókn Hevur starvið tín áhugað, so send umsókn saman við prógvum og møguligum viðmælum til Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, att.: Jóhan E. Simonsen ella umvegis teldupost til torshavn@torshavn.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. november 2007 kl. 12.00. Ætlandi verða setanarsamrøður í viku 47 ella 48. Ársins fótbóltsleikari Á rÁs2 w w w. r a s 2 . f o Handanin av vinningum verður fríggjadagin 16. november kl. 15-17 Øll eru vælkomin NSÍ Jonhard Frederiksberg GÍ Sam Jacobsen Skála Pauli Hansen VB-Sumba Jon Krosslág HB Rókur av Fløtum Jespersen AB Rógvi Poulsen KÍ Meinhard Joensen EB-Streymur Gert Hansen B36 Bergur Midjord B71 Símun R. Hansen Verður sent live í Miðlahúsinum