Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 220 - 13. november 2007 Í sambandi við at bókin »Teknarin og vinurin Ólavur« við tekningum hjá Ólavi á Váli og frásagnum frá vinum, sum Eli Smith hevur lagt til rættis, er komin út, var ein hugnaløta í Miðlon við Hoyvíksvegin mikudagin 7. nov­ ember Bókaútgáva Mikudagin 7. november skip­ aði Norðoya Sparikassi fyri eini hugnaløtu á torginum í Miðlon í sambandi við at bókin »Teknarin og vinurin Ólavur« við tekningum hjá Ólavi á Váli er komin út. Finnur Klein frá Norðoya Sparikassa, sum er ein av stuðlunum av hesi bóka­ útgávu, beyð øllum at vera vælkomin, dupultkvartettin í Ebenezer sang og Jóannes Hansen, ein av vinunum hjá Ólavi, hugleiddi um Ólav á Váli sum persón. Síðan takkaði Eli Smith teimum sum hava hjálpt til við at fáa bókina út og stuðlunum. Eftir tað varð høvi at keypa bókina, sum Brita og Eli Smith signeraðu. Bókin er sett saman av beinraknum og livandi tekn­ ingum eftir Ólav á Váli, har­ umframt eru myndir og frá­ sagnir um persónin Ólav. Tekningarnar spenna víða, heilt frá 12 ára aldri, til hann andaðist 49 ára gamal. Ólav­ ur á Váli varð føddur 26. aug­ ust í 1955, og andaðist 19. februar 2005. Ólavur var mest kendur sum sangari, og í fjør komu út tvær fløgur við tilsamans 41 sangum, sum Ólavur syngur einsamall­ ur ella saman við øðrum. Tað er svágurin, Eli Smith, ið hevur lagt bókina til rættis. Kári við Rættará hevur um­ brotið og gjørt kápuna. Bókin hevur 248 blaðsíður og kostar 350 krónur í bókabúðunum. mg Teknarin og vinurin Ólavur Eli Smith, sum hevur lagt bókina til rættis, og konan, Brita Smith, systir Ólav, og mamman Anna á Váli, og systkini Charlotta Olsen og Jóannes á Váli Jóannes Hansen hugleiddi um Ólav á Váli Brita og Eli Smith signera bøkur Finnur Klein frá Norðoya Sparikassa Systkinabørnini Anna Smith og Kristina á Váli spældu á cello nøvn