Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Broytingin, sum varð gjørd í kapital­ vinningsskattalóguni í desember, bjargar nú landskassanum hópin av skattakrónum, um íleggjarar vilja skora vinningin á eitt nú partabrævinum hjá Atlantic Petroleum Skattalóg Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Higar til er lítil ivi um, at partabrævið hjá Atlantic Petroleum er størsta før­ oyska succés­søgan á parta­ brævamarknaðinum. Partabrævið, sum upp­ runaliga varð noterað til kurs 265 hevur seinastu tíð­ ina veruliga fingið flog. Við ársbyrjan var kursurin á partabrævinum 550, men virðisøkingin hevur verið ógvuslig síðani tað. Og tá marknaðurin stongdi í gjár, var kursurin á 2.433. Og tað er ikki eiti á vinn­ ingi. Ikki minst, um talan er um íleggjarar, sum taldust millum teir upprunaligu í føroyska oljufelagnum. Altso íleggjarar, sum keyptu seg inn til kurs 100. Vinningurin hjá hesum er í dag 23.330 kr. fyri hvønn túsundkrónuseðil, sum varð settur í felagið. Ein vinning­ ur, sum vildi verið skattafrí­ ur, varð umtalaða broyting í kapitalvinningsskattalógini ikki sett í gildi. Nógvar skattakrónur Broytingin ber við sær, at øll partabræv vórðu virðis­ ásett pr. 31/12­2006. Í flestu førum við serligari meting frá grannskoðarum. Men er talan um feløg, ið eru skrá­ sett á virðisbrævamarknaði, varð kursurin við dagslok á seinasta degnum í fjør nýtt­ ur. Her endaði Atlantic Petroleum árið í kursi 550. Og sambært nýggju skiftis­ reglunum verður allur vinn­ ingur oman fyri hetta skatt­ aður við 35%. Tað ber ikki til at staðfest, hvussu nógv hetta hevur vunnið landskassanum í skattakrónum. Partvíst tí vinningurin ikki verður skattaður, fyrr enn hesin er staðfestur. Altso tá parta­ brøvini verða seld. Og part­ víst tí tað ikki finst nakað yvirlit yvir, hvussu nógvir av upprunaligur íleggjarum framvegis sita við parta­ brøvunum, sum tá vórðu keypt. Men taka vit eitt hugsað dømi, har íleggjari hevur keypt partabrøv fyri 100.000 kr., so varð virðið á íløguni við árslok í fjør 550.000 kr. Valdi íleggjarin at selja í gjár, var søluvirðið 2.433.000 kr., og var talan soleiðis um samlaðan vinn­ ing á 2.333 tkr. Uttan lógarbroytingina vildi allur hesin vinningur verið skattafríur. Men broyt­ ingin ber við sær, at hetta bert er galdandi fyri vinning fram til árslok í gjør. Restin – t.e. 1.783 tkr. – verða skattaðar við 35%. Altso hevur lógarbroytingin í hes­ um hugsaða døminum tryggjað landskassanum 624.000 skattakrónur. Vert er at bíta merki í, at roknistykkið omanfyri bert er galdandi fyri partabrøv, sum vórðu keypt undan 16. november 2001, tá lógin um kapitalvinningsskatt varð sett í gildi. Fyri parta­ brøv, ið vórðu keypt undan hesum, var allur vinningur skattafríur, men við lógar­ broytingini í fjør varð eisini hetta skattaholið tipt. Vinnan Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag – eisini aðrar dagar Grein 28 í Kapitalvinningsskattalógini Virðisbrøv, nevnd í § 1, nr. 1, ið eru útvegað fyri 16. november 2001, og sum ikki eru avhendað fyri 1. januar 2007, verða eftir hesi lóg roknað sum útvegað fyri eitt mett handilsvirði, sum verður ásett við støði í innara virðinum í felagnum við endan á roknskaparskeiðinum, sum endar í 2006. Skattliga útveganarvirðið verður ásett til eitt mett handilsvirði og sett í eina skattauppgerð fyri seg, sum grannskoðari váttar til sannan. Landið loftaði milliónum Himmalferðin hjá Atlantic Petroleum kemur ikki bert væl við hjá íleggjarum. Lógarbroytingin, sum varð framd 27. desember í fjør kann væl geva landskassanum fleiri milliónir av skattakrónum