Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnan Nr. 220 - 13. november 2007 Rækjurnar eru farn­ ar at minka undir Grønlandi, samstundis sum minni kemur und­ an, og nú mæla fiski­ frøðingarnir til stóran niðurskurð næsta ár. Tað fer at kosta nógv arbeiðspláss Fiskiskapur Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Fiskifrøðingarnir í Grøn­ landi rópa varskó, tí rækju­ stovnurin í Vesturgrønlandi er í minking. Í ár hava skip­ ini loyvi at fiska 155.000 tons av rækjum undir Vest­ urgrønlandi, men nú mæla fiskifrøðingarnir politikar­ unum til at skerja kvotuna niður í 110.000 tons. Og tað er neyðugt, sigur Helle Siegstad, deildarleiðari á Grønlands Naturinstitut: ­ Allar upplýsingar vísa, at fiskiskapurin er versnaður mest í Suðurvesturgrønlandi. Tað hevur havt við sær, at trolararnir royna á færri leið­ um og eru fluttir longri norð­ ur. Tað ger, at veiðan fyri hvønn troltíma er lutfalsliga góð, sjálvt um tilfeingið er minkandi. Tað, sum vit hava sæð í ár, líkist umstøðunum seinast í nítiárunum. Undir Eysturgrønlandi er støðan frægari, og fiskifrøð­ ingarnir mæla til at loyva skipunum at veiða tað sama sum í ár, 12.400 tons. Arbeiðspláss rúka Tilmælið um at skerja rækju­ kvotuna úr 155.000 í 110.000 tons næsta ár fellur ikki í góða jørð hjá Royal Greenland. Felagið hevur fýra rækjutrolarar og trý rækjuvirkir. Tað gevur 452 arbeiðspláss, men verður rækjukvotan skerd so nógv, sum fiskifrøðingarnir mæla til, fer tað uttan iva at kosta arbeiðspláss, sigur stjórin í Royal Greenland, Flemming Knudsen, við grønlendska útvarpið. Hann ásannar, at tað er rætt at áseta kvoturnar eftir teimum lívfrøðiligu ráðun­ um, men at tað er ein trupul­ leiki fyri vinnuna, um kvot­ an verður skerd so nógv í einum, sum tilmælið sigur. Slíkt kann fáa stórar avleið­ ingar, og stjórin heldur, at tað hevði verið rættari at skarva 10 prosent av kvot­ uni um árið tey næstu trý árini. ­ So høvdu vit kunnað laga okkum eftir teimum broyttu umstøðunum. At skarva so nógv av kvotuni í einum kann fáa sera óhepn­ ar avleiðingar, og vit fara at greiða heimastýrinum frá okkara hugsan, sigur Flemm­ ing Knudsen við KNR. Ov stór skerjing Á fiskivinnu­ og útflutnings­ deildini hjá grønlendska arbeiðsgevarafelagnum eru tey heldur ikki serliga fegin um tilmælið hjá fiskifrøð­ ingunum um rækjufiski­ skapin næsta ár. ­ Vit hava sæð, at rækju­ fiskiskapurin er versnaður, so vit høvdu væntað, at kvotan skuldi skerjast. Men eftir okkara tykki hava fiski­ frøðingarnir tikið í so rívan til, soleiðis sum vit lesa tøl­ ini, sigur deildarformaðurin Søren Brandt við KNR. Hann ger tó vart við, at arbeiðsgevarafelagið fer ikki at seta seg upp ímóti tí lívfrøðiliga tilmælinum. ­ Men hetta verður ein beiskur biti at svølgja, sigur Søren Brandt. Mæla til munandi minni rækjukvotu í Grønlandi Grønlendsku fiskifrøðingarnir mæla til at skerja rækjufiskiskapin munandi í 2008 (Mynd: KNR) Næstan helmingurin av teimum, sum hava fingið arbeiðsloyvi í Danmark seinastu mánaðarnar, eru komin úr Póllandi Tey seinastu árini hevur danski arbeiðsmarknaðurin havt stóran áhuga millum fólk í Eysturevropa og ser­ stakliga Póllandi, men áhugin at fara til Danmarkar at arbeiða hevur ongantíð verið so stórur sum í ár. Tað kemst eisini av, at eftirspurn­ ingurin eftir arbeiðsmegi í Danmark er størri nú enn undanfarin ár. Í triðja ársfjórðingi fingu 7.695 útlendskir ríkisborg­ arar arbeiðsloyvi í Danmark, og av teimum vóru 3.028 ella 38 prosent póllend­ ingar. Tøl hjá donsku hagstovuni vísa, at frá øðrum til triðja ársfjórðing í ár vaks talið á útlendingum á danska arbeiðsmarknaðinum heili 84 prosent, og higartil í ár hava myndugleikarnir latið 54 prosent fleiri útlending­ um arbeiðsloyvi enn um somu tíð í fjør. Nógv tann størsti parturin er ír Pól­ landi, men fólk úr Kina, Litava og India síggjast eis­ ini aftur í hagtølunum. Eitt nú fingu 758 kinesiskir ríkisborgarar arbeiðsloyvi í triðja ársfjórðingi, og teir vóru næstflestir í tali. Nógvir póllendingar arbeiða í Danmark Grønland fær rós Í 1998 og í 2000 var táverandi franski uttanríkisráðharrin, Hubert Védrine, í Grønlandi og vitjaði, og í einari samrøðu nú um dagarnar rósti hann Grønlandi og grønlendingum. Fyrrverandi ráðharrin heldur, at grønlendingar eru millum tey fólkasløgini í heiminum, sum veruliga stríðast fyri at nútímansgera seg, men at grønlendingar framvegis eru førir fyri at umboða sína fortíð og á tann hátt eru dømi um heimsins margfeldi og ríkidømi, sigur Vérdrine. Myndatekstur: Hubert Vérdrine hevur verið í Grønlandi tvær ferðir (Mynd: KNR) Útlendingur á Altingi Í Danmark verður roknað við, at nøkur valevni av útlendskum uppruna verða vald inn á Fólkating í dag. Men tað er ikki bara í Danmark, at fólk av fremmandum uppruna koma á ting, tí í gjár tók tann fyrsti tingmaðurin av fremmandum uppruna sæti í íslendska Altinginum. Tað er Paul Nikolov, sum er ættaðir úr Baltimore í USA, og sum nú er íslendskur ríkisborgari. Paul Nikolov møtir sum varamaður og er í Altinginum næstu 14 dagarnar