Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 vinnan Nr. 220 - 13. november 2007 »Hevur passiónina arbeiðir tú málrættað« - Tú skalt tola at liva í óvissu – tí um tú altíð heldur teg til tað vissa, so verður tú verandi á somu strond – so skapar man onki nýtt virk- semi – heldur ikki uttanlands.Soleiðis endaði Marner Jacob- sen, forstjóri í Eik takkarrøðu sína í veitsluni á Hotel Før- oyum fríggjadagin í sambandi við Vinnu- dagin, har Eik Banki varð kosin ársins virki. Niðanfyri prenta vit røðuna: Nevnd og stjórn í Føroya Arbeiðsgevarafelag – góðu gestir Vegna nevnd, stjórn og starvsfólk í Eik Banka, so vil eg enn einaferð takka so mirðiliga fyri hendan stóra heiðurin, at vera vald til ársins virki 2007. Vit eru sera sera fegin um hendan heiðurin, sum vinnulívið í Føroyum stendur aftanfyri. Størri heiður kann ein ikki fáa sum fyritøka. Og at tað so rakar sama ár sum vit fylla 175 ár, ger tað avgjørt ikki verri. Marita Rasmussen úr Vinnuhúsinum ringdi til mín hendan dagin og spurdi, um eg ikki vildi siga nøkur orð í kvøld um, hvat vit hava gjørt, fyri at náa teimum úrslitum vit hava nátt – uppá 3 minuttir. Blaise Pascal og vist nokk eisini Winston Chur­ chill eru citeraðir fyri at skula hava sagt at: “Eg havi gjørt hetta brævi so langt, tí eg hevði ikki tíð at gera tað stutt”. Og tað er jú so, tá ein skal siga nakað um, hví vit eru har vit eru – upp á 3 minuttir – so tekur tað long­ ur tíð enn mann heldur, so Marita eg vóni at tú ber yvir við mær, um tað fer eitt vet útum tríggjar minuttir? Sjálvt tann longsta ferðin byrjar við tí fyrsta stiginum, verður sagt. Eg haldi at man í stórum kann býta menn­ ingartilgongdina upp í 3 tíðarskeið: 1994 – 1998 1999 – 2004 2005 og frameftir Upp til 1994 var Eik Banki ein Sparikassi – í orðsins besta týdningi – ein kon­ servativur stovnur, sum fram til kreppuna fekk sínar kundar ávístar frá núverandi kappingarneytunum. 1994 - 1999 Fyrsta tíðarskeiðið, 1994 – 1999, var tíðarskeiðið tá vit fingu okkara karmar uppá pláss. Banka­ og Sparikassa­ lógin, partafelagslógin osv. komu í gildi tá hetta tíðar­ skeiðið byrjaði, og vit brúktu árini fram til 1998 at fylla hesar karmar út. Sparikassin fór út í vinnu­ lívsfígging – fyrst eitt sind­ ur trilvandi, síðani meira málrættað. Neyðugu innan­ hýsis deildirnar so sum kredittdeild, vinnulívsdeild, fíggjardeild, uttanlandsdeild osfr. vóru settar á stovn hetta tíðarskeiðið, deildar­ netið var í stóran mun end­ urnýggjað, vit keyptu nýggj­ an fyrisitingarbygning, Inni var stovnað og vit fingu sum fyrsta føroyska fyritøk­ an eina heimasíðu á al­ nótini. Hetta vóru tær løttu uppgávurnar. Tyngri var, tá skeggið kom nærri høkuni – og tá sluppu vit at standa okkara roynd: vit gjøgnumførdu bygnaðarbroytingar, lønar­ lagið varð broytt, so betur samsvar var millum ábyrgd, førleika, innsats og løn – og minni dentur var lagdur á starvsaldursprincippið, vit góðu útbúgvingartilboð men settu samstundis eisini útbúgvingarkrøv – eisini til tey sum høvdu verið longi í starvi, ómaksgjøld vóru inn­ førd – tað var heldur ikki populært, skal eg lata heilsa, og vit byrjaðu eisini at arbeiða við strategi, seta meira ambitiøs mál osfr. Seneca segði á sinni, “tað er ikki tí at tað er torført, at vit ikki tora. Tað er tí at vit ikki tora, at tað er torført”. 1999 - 2004 Men man kann siga, at “fys­ isku” karmarnir vóru rættu­ liga væl uppá pláss og útfyltir, tá vit fóru inn í annað tíðarskeiðið, 1999 – 2004, sum eg vil siga var eitt slag av “mentalum” menningartíðarskeiði – skilt á tann hátt, at vit vóru nú flutt fysiskt frá sparikassa til banka – men mentalt var talan framvegis um ein sparikassa – og ikki eitt ilt orð um tað! Sera nógv hendi í hesum tíðarskeiðnum, 1999 – 2004, so eg kundi nýtt alt kvøldið at tosa um tað, men eg skal avmarka meg til at nevna 4 viðurskifti sum vóru framd í hesum tíðar­ skeiðnum, og sum hava havt sera stóran týdning fyri Eik aftaná. Tað fyrsta var, at vit fóru málrættað at arbeiða við at fáa eina hugburðsbroyting – sum skuldi fáa hugburðin hjá okkara leiðarum og starvsfólkum meira handils­ ligan. Flestu av starvsfólk­ unum vóru jú frá eini tíð, har kappingarneytarnir ávístu kundarnar í Spari­ kassan, at fáa sær 1. veðrætt, og sum sjálvsognarstovnur var kanska eisini trupult hjá fleiri at síggja, hví vit skuldu slíta okkum sundur fyri at fáa góð úrslit. Ongin fekk jú nakað burturúr tí, uttan ein sjálvsognarstovnur sum ongin átti. Vit gjørdu avtalu við Helga Rasmussen, vinnu­ lívssálarfrøðing, og koyrdu eina sera umfatandi sem­ inarrøð við honum har stjórn, leiðarar og starvsfólk øll luttóku. Eg trúgvi at vit vóru besti kundi hjá Hotel Føroyum árini 2000 og 2001 – ja og ikki minst hjá Helga Rasmussen. Eg kann ikki siga, hvat aðrar fyritøkur fáa burturúr tílíkum, men hjá okkum flutti tað mørk, so tað var allar pengarnar vert. Tað lærdi fólk at taka ábyrgd, at taka fat heldur enn at finna orsøkir til ikki at fara í gongd – væntandi edv­skip­ anir var annars standard umskyldningurin fyri at okkurt ikki lat seg gera – og ikki minst at hava ein hand­ ilsligan hugburð í viðskift­ inum við kundarnar. Vit inn­ førdu starvsfólkapolitikkir og útstungu mál, til tess at starvsfólkið skuldi kenna kósina, vit gjøgnumførdi starvsfólka­ og kundanøgd­ semiskanningar til tess at lodda dýpið og vit innførdu eitt heildarskorukort – á enskum balanced scorecard – sum tekur temperaturin á fyritøkuni, mált á starvsfólk, processir, kundar og fíggjar­ lig úrslit. Úrslitið av øllum hesum varð – væl stuðlað av um­ leggingini til partafelag – ið eg skal umrøða aftaná – at bæði effektiviteturin og rentabiliteturin øktist mun­ andi. Grundraksturin – t.e. raksturin tá sæð verður burtur frá kursbroytingum og burturleggingum, fall 20% frá 1994­1998, meðan hann øktist 80% frá 1999 til 2004. Partafelag Næsta tídningarmikla hend­ ingin hetta tíðarskeiðið, var umleggingin til partafelag. Vit byrjaðu at tosa seriøst um hetta longu í januar 1999, og til aðalfundin 5. apríl 2002 atkvøddu 48 av teimum 49 umboðsráðslim­ Marner Jacobsen, forstjóri, og Bjarni Olsen, stjóri í Eik, við sjónliga próvnum fyri at Eik er Ársins Virki 2007 Mynd: Jens K. Vang Sildaskip rokast Tær seinastu fimm vikurnar hava íslendsku nótaskipini fingið nógva sild á Grundarfirði á Vesturlandinum, og fiskiskapurin er framvegis góður. Ein útgerðarmaður á Grundarfirði segði við Morgunblaðið í gjár, at tá vóru níggju skip á fjørðinum, og at fleiri teirra høvdu fingið væl av sild. Tey flestu skipini landa sildina á Grundarfirði, í Vestmannaoyggjunum ella aðrastaðni, men nøkur skip fara út um fjarðarmunnan at arbeiða sildina. Gjalda ikki skatt Undir valstríðnum upp undir fólkatingsvalið hava einstøk valevni á vinstravonginum víst á, at tað kann ikki vera rætt, at altjóða fyritøkur sum Nestlé, McDonald’s, Kellogg’s og Coca Cola hava stórt virksemi í Danmark uttan at gjalda eitt oyra í skatti har. Frágreiðingin hjá feløgunum er, at tey hava hall av virkseminum í Danmark og tí ikki gjalda skatt, men hesum ivast skattaserfrøðingar í. Var tað so, vóru feløgini ikki her, siga teir.