týsdagur 13. november 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 220 - 13. november 2007
“so gott man kann”. Er tað
málið, so fært tú eina miðal
fyritøku burturúr – og tað
er galdandi frá toppi til botn
í eini fyritøku.
Jim Collins, rithøvundurin
til bókina “Good to Great”,
ið eg nevndi, sigur, at um tú
verðuliga innast inni spyr
teg sjálvan, “hví skulu vit
royna at skapa nakað sum
er framúr”, so ert tú óiva
komin á skeiva hyll – hevur
valt skeiva branchu ella
skeivt arbeiði”. Hevur tú
passiónina – so fellur spurn
ingurin tær ikki inn. Ert tú
ikki drivin av eini trongd til
at gera alt tað tú ger framúr
gott, so verður tað ongantíð
betur enn miðal. Maersk
McKinney Møller sigur
t.d. “Det, der er værd at
gøre, er værd at gøre ordent
ligt” – og við “ordentligt”
trúgvi eg ikki at McKinney
Møller meinar so nøku
lunda.... – Kanska kundu
vit í Føroyum havt eitt
hægri ambitiónsniveau...
Hevur tú passiónina, so
arbeiðir tú málrættað, setur
teg grundiga inn í forrætn
ingina, tú tekur neyðugu
avgerðirnar – eisini tær
óbehagiligi, sær møguleik
arnar, rennir eftir bóltinum
allatíðina og tú virðir tínar
kundar og setir eina æru í at
liva upp til teirra álit. Og tú
handlar. Eg veit ikki um vit
eru so nógv verri enn onnur
– men vit hava í Føroyum
ofta lyndi til at tosa um hvat
vit áttu at gjørt og hvat vit
ætla at gera – men ofta
mangla handlingarnar aftan
fyri. Tað blívur bara tos.
Eisini er tað umráðandi at
lúka í urtagarðinum við
hvørt – tær óbehagiligu av
gerðirnar skulu takast, um
man ynskir at fáa eitt framúr
úrslit.
Eg vil runda av við tveim
um fyri meg sera týdningar
miklum citatum. Tað eina
er frá Jack Lemmon sum
sigur: “Mistøk eru ikki týdn
ingarmikil. Tað er óttin fyri
mistøkum, sum vit skulu
óttast fyri. Tað er tað sum
heldur okkum aftur, at
royna nakað nýtt”. Eg haldi
at tað er sera beinrakið!
Hitt citati er frá Andre
Gide, sum sigur: “man vinn
ur ikki upp nýtt land, uttan
at vera sinnaður at missa
land úr eygsjón í longri
tíð”. Við øðrum oðrum, so
skal man tola at liva í óvissu
– tí um man altíð heldur seg
til tað vissa, so verður man
verandi á somu strond – so
skapar man onki nýtt virk
semi – heldur ikki uttan
lands.
Við hesum orðum vil eg
enn einaferð takka fyri heið
urin sum ársins virki 2007.
Takk fyri øll somul.
Vestmanna: Jóni Mohr Olsen, Rúni Joensen, Àsla Friis, Britta Joensen, Harriet Olsen, Sólvá á R. Joensen og Elin Johnsdóttir.
Suðuroy: Róin Schrøter, Sigrun Tausen, Anni Nielsen, Ingunn Tummasarson, Jógvan Midjord,
Ásmundur Hansen, Anna E. Jacobsen, Hildur Olsen
Sandoy: Jonna Højsted, Eyðvør Dam, Mary Petersen og Beinta Højsted
Kollafjørður: Margreth Jacobsen, Dánjal Petur Olsen, Mariann á Válinum og Áki Ellingsgaard
Klaksvík: Oluffa Hammer, Lisa Tróndheim, Hansina Sigurðsson og Oddbjørg Sigurðsson
1. november
Í dag – 7 stig og stilli. Polar Amaroq er inni í Nuuk og landar í
dag, og hann skiftir eisini fólk. Polar Nanoq kom inn her at landa
svartkalva. Teir hava gott 500 tons inni. Teir vóru útlossaðir í nátt
kl 0400. Tað kann ikki sigast annað enn, at tað er óført av
landingamonnunum. Teir sigldu á døgurða 2. november. Teir
hava eitt sindur av svartkalvakvotu eftir har norðuri, og so er tað
toskur, sum er á skránni bæði vestanfyri og eystanfyri. Regina C
var inni og skifti fólk. Teir høvdu fiskað í tvey samdøgur og
høvdu 110 tons inni av rækjum.