Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 220 - 13. november 2007 Farnu árini hava vit virkað í samsvari við nýggja vinnu­ politikkin. Og gongdin í skjótt farna valskeiði vísir, at vinnu­, saman við skatta­ og bú­skap­ arpolitikkinum hevur hepn­ ast. Virksemið er stórt, arbeiðsloysið er metlágt. Og ú­tbyggingarnar av sam­ felagnum styrkja alsamt vinnumøguleikarnar. Yvirhøvur hava fyritøkur­ nar sunnan rakstur við rími­ ligum forrentningi av egin­ peninginum saman við avmarkaðari skuldarbyrðu. Vinnulógurnar eru end­ urskoðaðar eftir tí stevnu­ miði, at vera á sama støði sum í grannalondunum. Tær fylgja tí lóggávuni í ES. Av nýggjum lógum kunnu m.a. nevnast: partafelagslóggáva, smápartafelagslóggáva, ársroknskaparlóggáva, lóg um vinnurekandi grunnar og lóg um ávíar vinnurekandi fyritøkur Harumframt samtykti løg­ tingið herfyri nýggja kapp­ ingarlóg, sum eisini hevur uppruna í altjóða lóggávu. Nýggj tryggingarlóg ligg­ ur nú­ í tinginum, og verður hon samtykt ein av fyrstu døgunum. Lógin ger, at ú­tlendsk tryggingarfeløg kunnu virka í Føroyum, og at før­ oysk tryggingarfeløg kunnu virka uttanlands treytað av, at avtala verður gjørd við viðkomandi land um hetta. Tá tað snýr seg um Ísland, er hetta framt við Hoyvíks­ sáttmálanum. Harumframt liggja í tingi­ num m.a. uppskot um: marknaðarføringslóg, nýggja grannskoðaralóg, lóg um nýtslu av altjóða roknskaparstandardinum IFRS og nýggj havnalóg, sum m.a. gera tað møguligt, at havnirnar kunnu skipast í partafeløg. Stevnumið Á fundi við danska erhvervs­ ministaran í summar varð avtala gjørd um at yvirtaka alt vinnulógarøkið. Yvirtøk­ an verður 1. januar 2008. Takið hjá okkum er at tryggja, at lógarøkið altíð er ajour. Tí er løgtingið biðið um at játta neyðuga peningin til at umsita al­ tjóðagjørdu leiðina, sum vit hava valt. Yvirskipaða málið við nú­tíðar vinnulógum og dag­ førda vinnupolitikkinum, er at gera føroyska bú­skapin sjálvberandi. Stevnumiðið í vinnupoli­ tikkinum er at koma upp á støðið hjá bestu bú­skapunum í OECD. Harumframt verður stórur dentur lagdur á, hvussu nýskapanin í føroyskum vinnulívi kann stimbrast, so sum íverksetan, vitanar­ spjaðing og KST­nýtslu. Fjarskiftis­ og KT­markn­ aðurin er í støðugari menn­ ing. Í dag fer fram ein kon­ solidering av verandi fyri­ tøkum, umframt at fyritøk­ urnar gera og hava ætlanir um stórar íløgur í ú­tlendskt virksemi. Formula er lýs­ andi dømi um hetta. Men ikki bert innan KT er framfýsni. Innan fíggjar­ sektorin hava serstakliga Eik og nú­ Føroya Banki valt ú­trásina og harvið diversifiseringina. Úrslitini eru eisini mar­ kant. Serstakliga hevur Eik slóðað fyri, og man fantast­ iska ársú­rslitið komandi fáa mangan at kikka eftir ond­ ini. Hesi tænastuøki, saman við ferða­ og flutningsvinn­ uni og spírandi oljuvinnuni, standa í dag fyri alsamt Alt er eitt spæl í einum politikki, har breyð og stemmur hava størri virði enn framtíðar virksemi og góðar vinnufortreytir í hesum landi, segði Jóhan Páll Joensen millum annað í setanarrøðu síni á Vinnudegnum VINNUDAGUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Jóhan Páll Joensen var rættiliga bersøgin í síni set­ anarrøðu, tá Vinnudagurin 2007 byrjaði í Norðurlanda­ hú­sinum fríggjadagin. Hann segði soleiðis: »Bjarni Djurholm, lands­ stýrismaður í Vinnumálum. Vore gæster fra andre land ­ kvinnur og menn. Væl­ komin. Tað er stuttligt at síggja tykkum øll og at undirtøkan er so dygg. Takk fyri tað. Vónandi fáa vit ein góð­ an og gevandi dag. Vit hava jú­ øll brú­k fyri at koma burtur frá tí dagliga og samlast um okkurt áhuga­ vert og hava eitt hugnaligt kvøld. Samstundis er tað okkara vón – og ynski, ­ at dagurin skal vera eitt íkast ­ ein eggjan í framhaldandi stríð­ num – føroyskum vinnulívi at frama. Tað sigst, at vit eru “ før­ oyingar, serstøk tjóð”. Mangan havi eg hug at spyrja meg sjálvan ­ í hvørj­ um eru vit serstøk. Ok, vit drepa grind, hava seyð í brøttum skorðum og tapa hvønn landsdyst í fótbólti. Vit kvøða eisini “Meira verk og færri orð, legg so knørr við knarraborð”. Men er hetta nú­ so? Er tað ikki so, at vit hoyra nógv orð og síggja fá verk. Tey síðstu árini eru vit proppaði við nýggum orð­ um og heitum so sum Visjón 2015, har man ikki hevur orð fyri hvussu modernaður og globaliser­ aður man skal vera. Føroyskar fyritøkur skulu kappast á líka føti við aðrar. Hava somu for­ treytir og marknaðir, og sjálvandi vísa somu ella betur ú­rslit enn onnur. Spill av tíð og orku Løgmaður skrivar undir Hoyvíkssáttmála og ferðast um í heimi, og man fær ta fatan, at føroyingar vilja nakað. Vit hoyra, at vit skulu hava EBS líknandi avtalur og limaskap í EFTA. Tey 4 frælsini skulu í kraft í Føroyum, herundir frí atgongd til okkara arbeiðsmarknað fyri ES lond. Meina vit nakað við tað vit siga? Vilja vit tað? Føroya Arbeiðsgevarafe­ lag heldur ikki at vit meina nakað sum helst við tað. Í 2 ár hava vit arbeitt við at fingið betur atgongd til arbeiðsmegi til teir limir vit umboða. Hava hildið okkum havt eina sak, sum skuldi føra á mál. Men, vit mugu bara ásannað, at hetta er ikki so. Hetta hevur verið spill av tíð og orku. Nógv orð og onki verk. Eitt spæl í einum poli­ tikki, har breyð og stemmur hava størri virði enn fram­ tíðar virksemi og góðar vinnufortreytir í hesum landi. Pallmyndin sum vit síggja her í dag, haldi eg er góð. Fólkini hava sama mál, trú­gva uppá tað og leypa ú­r flogfarinum, taka í hondina á hvørjum øðr­ um, og halda tær avtalur tey hava sett sær. Hava skipa seg. Og koma á tað mál tey hava sett sær. Høvdu vit føroyingar verði kendir fyri tað sama. Takk til øll tykkum sum komu á Vinnudagin. Takk til okkara super starvsfólk í Vinnuhú­sinum og verið øll einaferð enn – vælkomin til Vinnudagin 2007«. Politikkur Grind, seyður og taptir landsdystir Jóhan Páll Joensen beyð vælkomin til Vinnudagin 2007 Mynd: Jens Kristiaqn Vang Vinnudagurin er gilta høvið, har vinnan ger seg sjónliga, er dagurin, har vinnan kann taka lógvatak saman við politiska myndugleikanum, segði Bjarni Djurholm, tá hann setti Vinnudagin 2007 Fiskivinnutíðindi úr Grønlandi v/ Kára við Sein 4. november Í dag er lot av norði og – 6,9 stig. Ocean Tiger er á veg til Íslands at landa. Teir hava roynt í Eysturgrønlandi uttan nakað stórt ú­rslit. Teir vóru víða og royndu. Teir vera inni í kvøld.