Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Nr. 212 - 1. november 2007 -Vit hava møguleikan nú at fara undir at fremja visjónina um framtíðar eldrarøkt. Nøkta vit grund- leggjandi tørvin á búplássum, fer tað at frígeva ressursir í heimahjálpini, so hon í størri mun kann leggja seg eftir síni kjarnuuppgávu: at stuðla fólki at klára seg heima, við egnum førleika og neyðugum stuðuli frá heimahjálpini segði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður undir bókaframløgu í Miðlahúsinum nú um dagarnar Bókaframløga Jan Müller jan@sosialurin.fo Nú um dagarnar gav Heilsuhjálparfelagið út bókina “Hendur, ið fjálga”, sum eru brot úr felagssins søgu við nógvum áhuga­ verdum myndum. Bókin varð løgd fram í Miðla­ húsinum, har forkvinnan í felagnum og rithøvundi, Ása Olsen greiddi frá bókini. Eisini landsstýris­ maðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm varð til steðar og bar heilsu fram. Hann ynskti felagnum hjartaliga tillukku við útgávuni og helt fyri, at tað er av størsta týdningi, at ikki bert heilsuhjálparar men eisini øll onnur, politikarar og allir borgarar fáa høvi at seta seg inn í spennandi søguna hjá heilsuhjálparum, soleiðis at vit øll kunnu síggja og skilja tann ovurstóra týdn­ ing teir fyri alt okkara samfelag, ikki bara fyri vælferðina hjá tí einstaka, sum hevur tørv á teirra hjálp, men eisini øllum avvarandi ­ og ikki at gloyma tann altavgerandi týdningin henda skipan hevur fyri, at allur okkara arbeiðsmarknaður og vinnu­ lív kann fungera. ­Tað eru tit, ið bera alla eldrarøktina ­ vóru tit ikki, ja so var ongin eldrarøkt – so einfalt er tað segði landsstýris­ maðurin og helt fram: Smíl og beinasemi ­Tí haldi eg eisini, at tað er eitt so vakurt heiti, tit hava givið bókini, ”Hendur, ið fjálga”, tí tað sigur alt um tann menniskjansliga part­ in, sum eyðkennir tykkara arbeiði. Her kom eg at hugsa um tey vøkru orðini hjá Klaus Hermann, táver­ andi almannastjóra, sum hann skrivaði í einum for­ mæli til ein bókling, sum Heimahjálparskipanin gav út í 1984: ”Okkum tørvar øllum eitt smíl, beinasemi, reinføri og hjálp frá øðrum. Teimum, sum eru illa fyri, tørvar hetta enn meira – og eingin veit, nær tað er tú ella eg, sum hava serligan tørv. At nøkta tørvin á mati, reinføri, smíli, hjálp, gleði og beinasemi – tað er heima­ hjálp – tað er lívsvirði. Klaus Hermann lýsir í hesum broti við fáum orð­ um tað, sum tykkara arbeiðsøki snýr seg um: at nøkta tann menniskjansliga tørvin, bæði tann grund­ leggjandi, tann praktiska og tann sosiala. Vælferðarsamfelagið Landsstýrismaðurin vísti á, at søgan um Heimarøktina er vovin inn, ja er ein megintráður í søguni um tað føroyska vælferðarsam­ felagið. ­Føroyska vælferð­ arsamfelagið tók skap í 70’unum. Tá var eingin skipað eldrarøkt her á landi, bert nøkur fá ellisheim, sum langt frá kundu veita tey neyðugu plássini. Tað var familjan, sum hevði ábyrgdina av okkara eldru, tað vóru døtur og verdøtur, sum syrgdu fyri, at lívsins kvøldarstund var trygg og fjálg. Hesin gerandisdagurin broyttist jú við tíðini. Arb­ eiðsmarknaðinum tørvaði konufólk. Og teimum eldru tørvaði tykkum. Á henda hátt víðkaði Heimahjálpin tann føroyska arbeiðs­ marknaðin, bæði við, at tað bleiv gjørligt hjá fleiri konufólkum at fara til arbeiðis, tí at tað eldra húsfólkið nú var í tryggum hondum, og við at Heima­ hjálpin eisini bleiv eitt lutfalsliga stórt arbeiðspláss, næstan bara fyri konufólk. Heilt frá byrjan komu tit í næstan hvørt heim í landi­ num, og í familjunum tóku tey ímóti tykkum sum húsfólk. Tað er tykkum fyri at takka, at okkara eldra ættarlið og okkara veiku fingu ein virðiligan gerand­ isdag. Tit fingu ein sentralan leiklut í mongum føroyskum familjum, og hava havt tað síðani. Heimahjálpin varð sett á stovn í 1973. Hetta var byrj­ anin til eina skipaða eldra­ røkt og umsorgan fyri fólki við serligum tørvi her á landi. Tænastan, tit veittu, betraðist eisini, tá farið varð í holt við útbúgvingarskeið fyri heimahjálpir. Her fingu tit frálæru í sjúkrarøkt, matlæru, og sálarfrøði, men eisini í oljufýrum (!) og í at bøta klæði, fyri at nevna nakrar av lærugreinunum. Tá vóru tit væl rustaðar til ein arbeiðsdag sum heimahjálpir, har arbeiðs­ uppgávurnar fevndu um allar teir aktivitetir, ein vanligur gerandisdagur ber við sær. Betri tíð Kanska var betri tíð til hvørt einstakt menniskja, ella brúkara, sum vit siga í dag, tá byrjað varð við heimahjálp í Føroyum. Tíð til smílini, gleðina, beina­ semið, sum Klaus Hermann tók til. Hinvegin ber tað til at siga, at tey formligu fakligu arbeiðsviðurskiftini eru munandi betri í dag enn fyrr. Við setanarbrævi eru tit tryggjaðar fleiri rættindi og fleiri møguleikar, enn tá tit vóru tímaløntar. Nú eru eisini góðir møguleikar fyri útbúgving á skúlanum í Suðuroy. Fyri ikki at tala um, nú nýggjur Almanna­ og heilsuskúli verður bygdur til endamálið, sam­ an við miðnámsskúlanum í Hovi. Harvið gerst tað eisini meira innbjóðandi at taka av frálíkum útbúgv­ ingar­ og eftirútbúgvingar møguleikum, so fakliga grundarlagið verður styrkt fyri at veita eina góða og nøktandi tænastu, sum eisini miðar eftir tí tørvi sum framtíðar avbjóðingar fara at seta. Okkara heimahjálp stend­ ur nevnliga fyri stórum avbjóðingum í komandi árum, bæði tí tað verður eitt støðugt vaksandi tal av eldri, sum fara at hava tørv á tykkara tænastu, og tí at allir partar, tey eldru sjálvi, avvarandi og tit sum fakbólkur – og, vóni eg, eisini politiska skipanin – fara í størri mun at seta krøv til at lyfta innihaldsligu dygdina í tænastuni. Enn er størsta avbjóðingin framvegis at nøkta grund­ tørvin á eldrabúplássum til teirra, sum ikki kunnu klára seg heima. Her eru vit gott á veg, men enn er langt á mál í summum økjum, m.a. í Suðurstreymoy. Visjón Vit hava tí møguleikan nú at fara undir at fremja visjónina um framtíðar eldrarøkt. Nøkta vit grund­ leggjandi tørvin á búpláss­ um, fer tað at frígeva ressur­ sir í heimahjálpini, so hon í størri mun kann leggja seg eftir síni kjarnuuppgávu: at stuðla fólki at klára seg heima, við egnum førleika og neyðugum stuðuli frá heimahjálpini. Innan alla eldrarøktina verður málið ein innihaldslig upplyfting av dygdini í tænastuni og tilboðunum til eldri, bæði á røktarheimum, sambýlum, egnum vardum íbúðum (sum m.a. komandi lutaíbúðalógin fer at slóða fyri) og heimabúgvandi. Hartil kemur ein bygn­ aðarligur reformur m.a. við at fremja eina integratión, eina samansjóðing av øllum teim spjaddu tilboðunum og stovnunum í eldrarøktini, so tað í framtíðini verður ein skipan, har einans tørv­ urin hjá einstaka brúkaran­ um verður avgerandi fyri, hvat tilboð stendur einum í boði. So skulu vit eisini taka stigið til at fáa lógarásett rættindini hjá teim eldru við serligari rammulóg um tilboð til eldri, bæði til tey heimabúgvandi og til teirra sum eru á eldraheimunum. Og landsstýrismaðurin endaði við hesum orðum: ­ Skal alt eydnast, er tað tó ein treyt at vit eisini syrgja fyri, at tykkara yrkisbólkur fær teir neyðugu møguleik­ arnar fyri fakligari eftirút­ búgving, við skipaðum menningarætlanum fyri starvsfólkinum. Eg ivist ikki í, at Heilsu­ og heimahjálparafelagið fer at verða ein eins konstruk­ tivur og virkin samstarvs­ partur í hesum arbeiði, so sum tit hava verið higartil. Hendur ið fjálga Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, Anna Skæling, fyrsti leiðarin hjá heimahjálpunum, Thomasia Matras, fyrsti heimahjálparin og Hans Pauli Strøm, landssstýrismaður Mynd: Jan Müller