Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 225 - 20. november 2007 Hugleiðingar eftir Bergtóru Hanusardóttur á Norðurlendska Bókasavnsdegnum 2007 Kvinnan i Norðurlondum var tema á Bókasavnsdeg­ num, sum í ár var hildin 12. november, og sum klokkan sjey sama kvøldið byrjaði við, at Laura Joen­ sen las brot úr Kristin Lavrandsdatter í føroyskari týðing eftir Martin Næs, um somu tíð sum fólk á 1200 øðrum bókasøvnum um øll Norðurlond lósu burtur úr somu bók á líkn­ andi kvøldsetum sum hesari úti á Føroya Landsbókasavni. Sigrid Undset, sum hetta kvøldið var høvundurin í fokus, skapti Kristin og Erlend við og fekk eisini virðisløn Nobels afturfyri, men í mínum hugaheimi hava tey hóast tað verið søguligir persónar, sum eg havi kent og havt tokka til, síðani eg var heilt ung. At eg kortini ikki sættaðist við tær seinnu bøkurnar, fyrr enn eg sjálv var vaksin og skilti, at eisini vaksna­ mannasøgan kundi vera sonn, tað ger ikki skald­ søgu­trilogiina verri. Kvinnuligir rithøvundar hiðani av landi vóru eisini í fokus hetta kvøldið, har Malan Marnersdóttir greiddi frá teimum Fyrstu Skaldkonunum, ið livdu um somu tíð sum Sigrid Undset, meðan eg segði nøkur orð um tað at virka sum Kvinnuligur Rithøv­ undur í Føroyum, hóast eg var eitt sindur í døpurhuga, tí hvat visti eg í grundini um tað, fult upptikin av øðrum arbeiði, sum eg van­ liga eri, og hartil, sum vera man, einsamøll um tað at skriva? Fólk flest hava fleiri síður, og skuldi eg nærkast mínari tíð sum rithøvund­ ur, so vóru fleiri umvegir á leiðini. Tað kann vera tru­ pult at velja sær lívsleið, tá ið áhugi og møguleikar toga í ymsar ættir, men útbúgving skuldi tú hava at liva av, og so máttu dreym­ arnir bíða til einaferð seinni. Og rætt var, tí tá ið eg var liðug á Tannlækna­ háskúlanum vóru aftur stundir til ymist eg hevði forsømt, meðan eg las – m. a. hópin av áhugaverdum bókum, eg hevði keypt, men tástaðni fekk lisið, og so tók eg eisini filosofik­ um og skrivaði nakrar skitsur, sum eg vónaði fóru at verða til okkurt meiri eina ferð seinni – men so fór eg kortini niður aftur á Tannlæknaháskúlan at specialisera meg. Áhugaverdar bøkur komu tó framvegis, og í 1982 eisini Women of Ideas hjá Dale Spender, ein søgulig bók um 140 kvinnuligar, mest enskttal­ andi rithøvundar, um teirra lív og tekstir, um innlit, ástøði og um samfelagið tær livdu í, eitt verk sum byrjar við Aphru Behn í 1640, og sum síðani ígjøgn­ um hesar 140 rithøvunda­ biografiirnar skrivar polit­ iskt ástøðiliga kvinnusøgu í eitt tíðarskeið upp á 300 ár, heilt fram til núlivandi høvundar sum Doris Less­ ing og Germaine Greer. Hesar lagnurnar vóru sera áhugaverdar, men minni enn so altíð blíðar. Bøkurnar, tær skrivaðu, máttu gravast fram úr gloymdum køssum, teirra lagnur leitast fram úr gom­ lum kartotekum, og hóast tilfarið hesar kvinnur løgdu eftir seg var sera týdningar­ mikið og í hvørjum føri sær setti nýggj spor, so vóru bert fáar teirra kendar á okkara døgum, tíansheld­ ur nevndar í tí skrivaðu bókmentasøguni, eitt stað har tað við bert fáum undantøkum var so gott sum ógjørligt hjá kvinnum at sleppa upp í part, ikki bara hjá henni ið skrivaði ólagaligt ella kanska harð­ liga ímóti tí ráðandi hug­ burðinum í samtíðini, men eisini hjá teimum, sum í skriving og verumáta lag­ aðu seg til og gjørdu alt fyri at hóska. Søgurnar vístu, at flest­ allar við tíðini vórðu typtar og beindar av vegnum, antin sum virðisleysir høv­ undar við háðan, útspilling og líknandi triksum, meðan tær enn livdu, ella stillis­ liga vórðu sleptar aftur við borðinum, tá ið tær høvdu verið deyðar eina tíð. Hetta var einki hugaligt at hugsa um, men harfyri var brúk fyri kvinnuligum rithøvundum, eitt sum kom týðiliga til sjóndar, tá ið tann fyrsta 8. mars kvøld­ setan skuldi gerast í Norð­ urlandahúsinum í 1984, og so gott sum einki føroyskt tilfar og nóg illa útlendskt heldur var at finna til tey ætlaðu hugskotini. Men hvussu høvdu føroyskar kvinnur skrivað, um tær sjálvar skuldu givið innlit í hugaheim, lívsumstøður og dreymar? Tað var spurning­ urin, og eitt vetrarkvøld í 1985 gjørdi blaðbólkurin hjá Kvinnutíðindum av, at nú skuldi ein roynd gerast at fáa fleiri kvinnur at skri­ va ella koma fram við tí, tær longu høvdu liggjandi heima í onkrari skuffu. Ein stuttsøgukapping var útskrivað, 34 handrit komu inn, harímillum tvær av mínum eitt sindur broyttu skitsum, og 3 virðislønir á 2000 kr. vóru latnar fyri 3 søgur, umboðandi hvør sítt stuttsøguslag, á kvøld­ setuni tann 8. mars 1986. Ein av teimum innkomnu søgunum, Ónýtilig hjá Marjun í Kálvalíð, var framførd sum sjónleikur, og vinnarasøgurnar vóru Eyguni hjá Elisabeth Lar­ sen, Frostrósan hjá Lydiu Didriksen og tann tá dul­ nevnda søgan Katrin, ið síðani var avdúkað sum onnur av mínum. Í november sama ár kom so Frostrósan­ og aðrar søgur saman við einum arbeiðshefti til skúlabrúks í handlarnar, og í tí samban­ di var hátíðarhald í Mettu­ stovu fyri høvundum og øllum sum annars høvdu verið við í tiltakinum at leggja bøkurnar til rættis og fáa tær útgivnar. Eitt hugaligt kvøld millum bókmentaáhuga fólk, eitt forum, sum tíverri ikki bleiv til meiri, men hvørs líki eftir mínari meting hevði verið einki minni enn gull vert fyri skrivandi kvinnur her á landi. Tí Hvør eigur Orðið? kundi eg spurt eins og Rit­ høvundafelagið á hátíðar­ degnum herfyri. Ella kan­ ska heldur: Hvussu kann nakar ávísur eiga orðið ella áseta øðrum reglur fyri evni, sjónarhorn og stíl? Tað skuldi ikki kunnað borið til ­ men kortini vísa summi seg at eiga tað meiri enn onnur, og sum vit longu vistu, eisini her í Føroyum. Ein onnur bók, sum eisini gjørdi mær mun á ferðini móti tí at skriva var A room of one´s own hjá Virginiu Woolf, ein ótrú­ liga væl skrivað lítil bók um alt kompleksið av or­ søk og virkningi millum siðbundið kvinnulív og ta sinnisstøðu, sum skaldskap­ ur í fyrstu atløgu krevur av tí sum skrivar. Men skalt tú endiliga skriva, segði Virginia, so krevst eitt frælst sinni, fríað fyri hatur, ótta, beisk­ leika og harm, og til tað er neyðugt at hava egið rúm við lási, egna inntøku, inn­ lit og vitan, og ert tú farin til verka sum kvinnuligur rithøvundur, so ræður um ikki at broyta virðini eftir tí, sum menn meta rætt, men halda teg til sakina, soleiðis sum tú sært hana, uttan at trossa, uttan at umbera, royna at blíðka ella døma, eins og Jane Austen og Emily Bronté megnaðu at gera. Eftir hesari uppskrivtini var ikki lætt at gera við hjá einari smábarnamammu við húsum í gerð, ábyrgd av fólki, bæði til viðgerðar og sum arbeiðsgevari og við ymiskum áhugamálum afturat, men tó so, løtur fingust onkursvegna, og so hvørt sum tað innara krav­ ið bleiv sterkari, og børnini blivu størri og meiri sjálvbjargin, vórðu fleiri løtur fingnar uppí, og við tíðini arbeiddi eg heldur ikki fulla tíð á klinikkini. Tær fyrstu søgurnar Eigur nak ” Kritikkur verður ikki munaminni av, at hann verður hóvliga framførdur, og tað skuldi heldur ikki verið beinleiðis skammiligt at virt sín næsta. Men fakta er tó, at stríðið er allastaðni, bæði opið og dult, í løtuni kansk týðiligast í tí svenska rokinum millum bólkar av høvundum, har eitt nú tann kendi krimi­ søguhøvundurin Liza Marklund hevur verið hunddálkað, nakað tað sama sum fyrr er hent t.d. Hanne Vibeke Holst í Danmark og fleiri okkara her