týsdagur 20. november 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 20. november 2007
15
ar Orðið ?
komu sum sagt út í Frost
rósuni í 1986, og skald
søgan Skert flog í 1990.
Nakrar av skitsunum komu
í bók sum samantvinnaðar
søgur í Loynigongjum í
1993, men tá vóru grundir
nar longu lagdar til bæði
Suðar dýpið, sum kom út í
1999 og Burtur, sum ikki
var liðug til útgávu fyrr
enn í 2006, so ikki kann
sigast, at hetta hevur verið
nakar produktivur máti at
vera rithøvundur uppá.
Bøkurnar snúgva seg
fyrst og fremst um livað
lív, um hendingar, tankar
og kenslur hjá menniskjum
í ymiskum tíðarskeiðum.
Men tær hava allar eina
fortíð við afturvendandi
hugmyndum um ávís evni,
sum síðani hava fingið
hold og blóð inni í teimum
karmum, sum vóru valdir
til júst ta frásøgnina. Sjón
arhornið hevur verið hjá tí
kvinnuliga høvuðspersón
inum uttan í Burtur, har tað
skiftir millum høvuðs
persónarnar Róa og Sólju.
Málið royni eg at gera so
neyvt í týdningi sum gjør
ligt og setningarnar lættar
og harmoniskar í ljóðlagn
um, meðan innihaldið er
nakað av tí, sum ein før
oysk kvinna á sínari lívs
leið hevur lisið og erfarið
um heimin, síðan annar
heimsbardagi hasaði av –
og við skyldfólkunum
afturat sær eisini eini tvey
trý ættarlið aftur í tíðina.
Í fyrstani var tíðin at
skriva stutt og kundi verða
avbrotin nær sum helst, so
tað tíðarskeiðið hóskaði
rímiliga væl til skitsur,
stuttsøgur og ta ikki so
longu debutbókina, meðan
hinar báðar, og serliga
Burtur, høvdu brúk fyri
longri samanhangandi tíð
arskeiðum, og hava tískil í
fleiri umførum ligið heilt
leingi uttan at vera rørdar.
Aftan á slíkar steðgir mátti
byrjast av nýggjum fyri at
finna tráðin og tann rætta
stemningin aftur, ofta við
góðari hjálp frá ávísum
tónleiki, men idéelt var tað
ikki. Skiftini vóru mangan
stressandi, men hóast tað
við hvørt kendist tungt at
fáa skaldsøgurnar lidnar,
so hevur tað kortini verið
teimum mær hevur dámað
best at arbeitt við.
Tað kann vera sunt at
hava okkurt engagerandi
og ólønt arbeiði afturat tí,
ein livir av, men tað strekk
ir ikki nóg væl, tá ið pro
jektini verða størri enn eitt
vist. Sum umstøðurnar eru
hjá rithøvundum í okkara
lítla landi, er neyvan nakar
sum kann liva av at skriva
uttan stuðul antin frá hjúna
felaga ella samfelag, og tí
er gott, at møguleikarnir
fyri almennum stuðli í
longri ella stytri tíð eru so
nógv batnaðir. Men til tað
luksus at kunna skriva í
friði dag um dag í longri
tíð krevst eisini, at vikarar
finnast til eins borgarliga
starv, og í so máta kann
ikki sigast annað enn, at eg
havi útbúgvið meg inn í
ein krók, sum tað ikki
uttan víðari slepst burtur
úr, men har tað tíbetur
eisini er áhugavert og
hugaligt at arbeiða.
Ein útsøgn eg eina ferð
rendi meg í í onkrari bók
mentagrein helt uppá, at
postmodernisma og fem
inisma vóru ósambarligir
mótpolar, har annar
parturin í grundini pettar
sundur, meðan hin stríðist
við at skilja og seta saman.
Um hetta er rætt, so eru tey
grundliggjandi virðini so
ymisk, at heldur ikki evni,
dýbd ella skrivingarlag
kunnu væntast at vera líka
hjá fólki við so ymiskari
lívsáskoðan.
Men sambært heims
kenda bókmentafrøðingi
num, Tzvetan Todorov, er
tað meiri enn bara munir
sum hesir, ið føra til, at so
nógvir skaldsøguhøvundar
av órøttum verða burtur
sagdir í okkara tíð. Tann
akademiskt defineraði
kvaliteturin hevur yvir
høvur nihilismu og ónd
skap ella langliga og keð
sama nalvaskoðan sum
evni, ið saman við upp
gjørdari málnýtslu og
flottari kompositión skapa
tann æstetiska karikaturin
av lívinum, ið summi
nútíðar menniskju tykist at
tráa eftir heldur enn søgum
um tað livaða lívið. Og,
sigur Todorov, fara skald
søgurnar framvegis at
verða lisnar, sum hava tær
einki við lívið at gera, men
einans eru áhugaverdar
sum tekstir í tann mun tær
undirbyggja eitthvørt bók
mentligt ástøði, so hava
teorirnar skjótt dripið
bókmentirnar.
At kvinnur, eins og
menn, saktans kunnu liva
upp til slík bókmentakrøv
innan sínar egnu kynsav
markaðu karmar og fáa
bøkur sínar týddar til nógv
mál in no time, er tann
franska bókin Insekt hjá
Claire Castillon við 19
stuttum søgum um totalt
avskeplað, ræðulig og
miskunnarleys viðurskifti
millum møður og døtur eitt
dømi um, men hetta er
helst eisini ein bók, sum
livir upp til orðini hjá
Virginiu Woolf um Kvinn
una sum tann neyðars
Ormin við arnaveingjum,
ið mansmentanin gjøgnum
tíðirnar hevur sett á prent í
ymisku bókum sínum.
Í Nordisk Litteratur 2006
skrivar íslendingurin Jón
Yngvi Jóhannsson nakað
soleiðis, at rithøvundar
fara illa við fakinum og
við hvørjum øðrum, og at
mangt hevði verið øðrvísi,
um høvundar og ummælar
ar av bókmentum høvdu
slept sínum gomlu vanum
at klikkja og sora í sínum
viðgerðum, men heldur
høvdu lagt seg eftir tí eggj
andi mátanum hjá teimum,
sum í løtuni skriva um
tónlist.
Kritikkur verður ikki
munaminni av, at hann
verður hóvliga framførdur,
og tað skuldi heldur ikki
verið beinleiðis skammiligt
at virt sín næsta. Men fakta
er tó, at stríðið er allastað
ni, bæði opið og dult, í
løtuni kanska týðiligast í tí
svenska rokinum millum
bólkar av høvundum, har
eitt nú tann kendi krimi
søguhøvundurin Liza
Marklund hevur verið
hunddálkað, nakað tað
sama sum fyrr er hent t.d.
Hanne Vibeke Holst í Dan
mark og fleiri okkara her.
Eitt syndarligt skil, tí mark
er fyri, hvat fólk tola av
ágangi uttan at melda pass
og gevast, hóast lítil rími
ligheit hevur verið í tí, sum
fram er farið.
Men nú aftur til Sigrid
Undset og Virginiu Woolf,
sum báðar vóru føddar í
1882, sama ár sum Stefan
ia, omma mín í Gundadali.
Í mun til hesar slóðbrót
andi, men tíðliga útslitnu
og niðurbrotnu høvundar
nar bleiv Stefania ein gom
ul kona, hvørs minni eg
hevði havt ognað Skert
flog, um eg altso hevði
torað, tí tað at tora ella at
hætta sær hevur eisini ver
ið stórmál hjá mongum
høvundi her á landi, mann
ligum sum kvinnuligum.
Samfelagið er lítið, trongt
og fult av øvund og døm
andi slatri, og uttan mun
til, um tú roynir at stýra
varliga uttan um líktorn og
sker, so kemur at vísa seg í
heilum okkurt nervandi
burturúr.
A Room of One´s Own
gav okkum myndina av
systur Shakespeare, av
henni sum hevði somu
listarligu gávur sum beigg
in, sum eisini rýmdi til
London 17 ára gomul at
royna seg við eitt sjónleik
arhús har í býnum, men
longu árið eftir tók seg
sjálva og sítt ófødda barn
av døgum, soleiðis at tey
nú liggja grivin har, sum
bussarnir steðga uttan fyri
vertshúsið Elephant and
Castle. Men, sigur hon,
skapa vit kvinnur okkum
ein frælsan, sjálvstøðugan
hugsunarhátt og umstøður
til í frið og náðum at orða
henda hugsunarhátt og ný
vunnað frælsi, so fær systir
Shakespeare aftur kjøt og
blóð, og at gera hetta, sjál
vt í einsemi og fátækra
dømi, tað er tíðina vert.
Trupulleikin er bara, at
so einfalt er tað ikki í
dagsins veruleika og var
tað neyvan heldur fyrst í
20. øld. Tabuevnini, hvørji
tey so eru, fáa av óskiljandi
orsøkum framvegis øði í
grindina fyri so gott sum
hvørja bók, ið ein kvinnu
ligur rithøvundur letur úr
hondum, og ein ynski
dreymur kundi tí verið, at
tað fanst eitt solidariskt
bókmentaligt forum við
fleiri herðum at bera, tá ið
á stóð, og við fleiri mein
ingum at dúva uppá til tað
ymiska, sum hoyrir yrki
num til, frá vegleiðing og
kjakforum til útgávu og
fíggjarligt yvirlit, soleiðis
at framtíðar bókaútgáva
sum heild, eins og barns
burður ella sum føroyskar
bøkur í mínum barnaárum
, í prinsippinum kundi
verðið ein gleðilig
hending, júst tí at eingin,
hvørki barn ella bók er
líka, men egin hvør á sín
hátt, við sínum egna
ískoyti til heildina.
PS. Tað var í sambandi við
henda fyrilesturin, at
samrøðan tann 16. nov. í
Mentanartíðindum Svf´s
kom í lag og sum eg trúði,
at sendingin fór at snúgva
seg um. Soleiðis var tó ikki.
Tey innleiðandi merkistun
gu orðini og tann glíðandi
ferðingin av niðrandi setn
ingum upp undir øsina, ikki
bara um meg, men eisini
um aðrar og í hesum sam
bandi púra ósekar rithøv
undar, vóru lýsandi dømi,
sum leiðsla Svf´s kundi
hugt nærri at, ynskir hon at
kunna seg við sín egna
hugburð um skaldskap,
skrivaðan av kvinnum.
”
Tí Hvør eigur Orðið? kundi eg spurt eins
og Rithøvundafelagið á hátíðardegnum
herfyri. Ella kanska heldur: Hvussu kann
nakar ávísur eiga orðið ella áseta øðrum
reglur fyri evni, sjónarhorn og stíl?
Tað skuldi ikki kunnað borið til - men
kortini vísa summi seg at eiga tað meiri
enn onnur, og sum vit longu vistu, eisini
her í Føroyum
”
Tað kann
vera sunt at
hava okkurt
engagerandi og
ólønt arbeiði
afturat tí, ein livir
av, men tað strekk-
ir ikki nóg væl, tá
ið projektini verða
størri enn eitt vist