Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 225 - 20. november 2007 Føroya Havbúnaðarfelag minnist Bjørn Harlou, fyrrverandi lands­ djóralækna. Fríggjadagin frættu vit, at Bjørn Harlou, fyrrverandi landsdjóralækni, er deyður. Bjørn Harlou gjørdist landsdjóra­ lækni í Føroyum 1. oktober í 1995 og hevur hann røkt hetta starv, líka til hann í mars mánaða í ár legði frá sær vegna sjúku, sum hann hevði drigist við í nógv ár. Bjørn var ein dugnaligur, sera arbeiðssamur og ótrúliga úthaldandi maður. Undir hansara leiðslu hevur tað veterinera lógarverkið fyri fiska­ aling í Føroyum verið fyri so stórum framburði, at laksa­ og sílaalingin í Føroyum í dag virkar undir betri heilsuligum umstøðum, enn nakra aðra staðni í heiminum. Bjørn Harlou fer fyri hettar avrik at fáa eitt stórt pláss í føroysku alisøguni. Vit minnast eisini Bjørn Harlou fyri megnartakið hann gjørdi, tá hann fekk gjørt avtalu við ES um loyvi at koppseta móti ILA í Føroyum. Gaman í, og sum nattúrligt er, hava tað verið mál, har vinnan og landsdjóralæknin ikki hava verið heilt samd. Vit minnast Harlou sum ein mann við sera skørpum viti. Samstundis sum hann varð hóvligur og friðarligur av lyndi, hevði hann manga stuttliga, ofta ikki sørt argandi, viðmerking á skránni. Harlou náddi stór mál, sjálvt um hann, so at siga einsamallur, skuldi røkja uppgávur, sum stórar umsit­ ingar í londunum rundan um okkum skulu til fyri at røkja. Við hesum fáu orðum minnast vit Bjørn Harlou. Vegna Føroya Havbúnaðarfelag Ragnar Joensen, formaður Bjørn Harlou, landsdjóralækni, farin Í vikuskiftinum 23 – 24. og 25. novembur hevur Edith Mørkøre listaframsýning í Gamla Handlinum á Heiðunum í Saltangará. Edith er fødd í Tórshavn í 1979, uppvaksin á Argjum og hevur frá ungum árum havt áhuga fyri at skapa, tekna og mála, og hevur støðugt ment seg. Hon hevur gingið á Háskúla í Rønde har hon hevði sergrein í list. Edith málar á atelierinum á Argj­ um. Har fólk ofta koma á gátt at hyggja eftir máln­ ingum. Hon hevur verið við á nógvum ymiskum fram­ sýningum kring landið. Hon hevur millum annað sýnt fram í Smiðjuni í Lítlu­ vík, Ribarhús, Lions Runa­ vík, Lions Tórshavn, Norðo yastevnuframsýningini, Hafnia, Kelduni, Gallarí Jinx, Snarskivuni, Eik, á torginum í SMS og Gallarí Oyggini. Edith hevur havt listarligu uppgávurnar at prýða „Árið hjá fiskimonnum 2005“ og brettspælið „Manna“, sum kom út í desembur 2006, í ár er hon eisini millum teirra sum prýða “Javna kal­ endaran 2008” . Til framsýningina í Runa­ vík hevur hon arbeitt við strukturi og formum í akryl. Evnini eru viðurskifti, sum rørast í tí dagliga lívinum, og tíðini vit liva í í dag. Framsýningin er opin: fríggjadagin frá 14 til 20, leygardagin frá 12 til 18 og sunnudagin frá 14 til 20. Kaffi og okkurt afturvið verður at fáa til tey vitjandi, alt vikuskiftið. Øll eru hjartaliga væl­ komin!!! Málningurin vit síggja hevur heitið “Møtast” og er við á framsýningini. Edith Mørkøre listaframsýning í Runavík Andlát og jarðarferðir Bjørn Harlou, landsdjóralækni, andaðist í heiminum fríggjadagin. 61 ára gamal. Bønarhald verður í Lands­ sjúkrahúskapellinum mikudagin kl. 16. Tey, ið ynskja at minnast Bjørn kunnu lata Føroyafelag ímóti Krabbameini eina gávu, konta í peningastovni. Martin Hilmar Frederiksberg av Strondum andaðist í heiminum leygardagin, 68 ára gamal. Kistan fer úr Kelduni í Skálafirði týskvøldið kl. 18.00 í Sjóvar kirkju. Jarðarferðin verður mikudagin kl. 13.00 úr Sjóvar kirkju. Tey, ið vilja minnast Martin kunnu lata eina peningagávu til Kelduna í Skálafirði konta í peningastovni. Jonna Katrina Thomsen, ættað úr Fuglafirði, búsit­ andi í Esbjerg, andaðist leygarkvøldið 67 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinri. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi, sonur og beiggi okkara Pól Christiansen Leirvík andaðist í heiminum leygardagin 17. november, 61 ára gamal. Familjunnar vegna Erikka, Jonna, Sigmund, Ninna og Salmona Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt vísti okkum samkenslu í stóru sorg okkara, tá elskaða kona mín, mamma, vermamma, omma og systir okkara Minna Jórun Dam f. Ósá Klaksvík andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, heimasjúkrasystrar og heimahjálparar, ið vóru um hana, tá ið hon var sjúk. Tøkk til Torleif Johannesen, sjómanstrúðboðara og Niels Paula Danielsen, sóknarprest, fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til sangarar, kirkjutænarar og til tykkum, ið hjálptu til og fyriskipaðu ervið. Tøkk til Christianskirkjuna for lán av kirkjukjallara. Tøkk fyri vitjanir, heilsanir, uppringingar, bakstur, blómur, kransar og peningagávur. Hjartaliga tøkk til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Finn, Kristian, Annlis og Róðin Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801