týsdagur 20. november 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 20. november 2007
17
tíðindi
Leygardagin 17. november 2007,
frættust boðini um, at Martin
Hilmar Frederiksberg av Strond
um var farin heim til Harrin, 68
ára gamal. Ikki kom tað óvænta,
tá Martin síðstu fleiri mánaðirnar
hevði barst við svára sjúku. Mart
in svav stillisliga inn í heiminum,
saman við allari familjuni um
seg.
Martin var strandingur og
hevur alla ævi sína búleikast har.
Hann var borin í heim í 1939 og
vóru foreldur hansara Rasmus
og Katrina og búðu tey við Sjógv
á Strondum. Martin fann sær
hjúnafelag uppi á Heyggi á
Strondum, og giftist hann 1964
við Kirstin Poulinu Frederiks
berg, fødd Høj.
Tey fingu 7 børn, harav 3 vóru
deyðfødd. Børnini eru Rasmus,
Lis, Tummas Jacob, og Kaj Otto.
Martin var lítillátin maður, og
skuldi nakað sigast, so nýttist
ikki at brúka nógv orð, um tað
sum hann meinti; Minnst aftur á
tá hann hevði vitnisburð í Keld
uni, so var tað ikki altíð nógv
orð, ið nýtt vóru, men tað sum
sagt var, stóð fast eftir í minn
inum. Eina sterka trúgv á Honum
sum øllum valdar hana hevði
Martin.
Martin var skipari, lastbila
eigari og útróðaramaður. Hann
silgdi í mong ár, sum yvirmaður
millum Leirvík og Klaksvík, við
Ternuni. Nú seinnu árini silgdi
hann sum skipari á fraktskipi.
Honum dámdi frálíka væl at fara
á flot, og átti hann góðan dekks
bát, sum hann ofta var við, tá
hann var heima millum túrar.
Í Kelduni í Skálafirði hevur
Martin tænt trúfast saman við
Kirstin, og altíð var uppgávan
tikin í stórum álvara, tá fólk blivu
boðin vælkomin við hurðina, ella
tá eitthvør annað var á skránni.
Nú er fjørðurin runnin hjá
Martini, og lívsæðrin slóknað,
men bert her á foldum. Martin er
farin heim til sín Skapara, at
verða saman við honum í allar
ævir. Hann visti hvat hann átti,
hann visti hvar hann fór. Æra
veri minni um Martin Frederiks
berg.
-L-
Minningarorð um
Martin Frederiksberg
Árliga jólasølan hjá Heima
virkisfelagnum verður í
Ítróttarhøllini á Hálsi leyg
ardagin 24. og sunnudagin
25. november.
Í hesum sambandi hevur
Poul Justinussen í Havn
gjørt ein sermerktan stól úr
64 blanktslípaðum hesta
skóm. Poul sigur, at hann
hevur brúkt ein lítla viku
um at gjørt stólin, sum verð
ur seldur til hægstbjóðandi
undir jólasøluni.
Umframt stólin verða
eisini aðrir lutir, sum eru
gjørdir
úr
hestaskóm,
grindaknívur
og
onkur
sóknarongul.
Stólur úr
hestaskóm
PoulJustinussenvið
stólinumhannhevurgjørt
úrhestaskóm
Mynd:JensKristianVang
Stólurinergjørdurúr64blanktslípaðumhestaskóm
Mynd:JensKristianVang