Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. november 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 225 - 20. november 2007 tíðindi Vesturkirkjan í Havn og kirkjan í Ólavsvík líkjast rættuliga nógv, og tað eru fleiri sum halda, at tær eru teknaðar av somu arkitekt­ um. Men so er ikki. Kirkjan í Ólavsvík varð vígd í 1967 og Vesturkirkjan í 1975, og arkitektarnir eru ikki teir somu. Tá vit nú síggja báðar kirkjurnar saman, so er nær­ liggjandi at hugsa, at Tyge Holm og Hákon Hertevik hava hugt eftir arkitekturi í Íslandi. Lesarin kann sjálvur meta um, um kirkjurnar líkast. Ikki somu arkitektar Vesturkirkjan í Havn. Hon varð bygd í árunum frá 1971 til 1975 og vígd 24. august 1974. Sambært bóklinginum »Vesturkirkjan 25 ár« er kirkjan er teknað av Hákon Hertevik og Tyge Holm. Í kirkjuskipinum er pláss fyri 600 fólkum, ella sum tað stendur í bóklinginum, at har eru uml. 240 metrar av beinkjarplássi. Umframt hetta eru 125 stólapláss Rætting Rætting til greinina: Jógvan Hansen 100 ár, sum stóð í Sosialinum undir »Nøvn í vikuni« hósdagin 15. november á blaðsíðu 14. Nakað var komi skeivt fyri í heilsanini. Her kemur rætta reglubrotið: »Jógvan Hansen ( hjá Berlinu ) van­ liga kallaður, er sonur Símun Júst Hansen (úr Mikladali) og Berlinu Samuelsen á Stongunum í Klakksvík. Hagar tey giftust inn hjá Kollfjarðamariu (úr Elduvík), og Jógvan Samulsen í sjólast í 1884 (úr Kollafirði)«. Skyldmaðurin HWH Dagurin 21. november. Mariu offurgerð. Dagurin hildin til minnis um, at foreldrini leiddu hana niðan í halgidómin. 3 ára gomul gekk Maria einsamøll niðan tær 15 trappurnar inn í hitt alraheilagsta, har rætta tilhald hennara átti at vera. Kirkjan í Ólafsvík í Íslandi. Kirkjan er teknað av Hákon Hertevik, og var vígd 19. november 1967, og er hon sostatt 40 ára í hesi vikuni. Pláss er fyri 200 fólkum í kirkjuskipinum. Í kjallaranum er matarsalur, har pláss er fyri 180 fólkum. Vestmanna og Ólafsvík hava vinarbýarsamband.