Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 5. mai 2001 11 gult11 cyan11 magenta11 svart11 10 Nr. 86 - 5. mai 2001 gult10 cyan10 magenta10 svart10 Jørgen Niclasen tekur atfinngingarnar frá føroysku lemmatrol- arunum at sær og hann fer nú at gera nakað við málið FISKISKAPUR Áki Bertholdsen – Føroyskir lemmatrolarar skulu í mest møguligan mun hava frið fyri russs- isku svartkjaftatrolarunum undir Føroyum. Tí fara vit at gera nakað við málið. Jørgen Niclasen, fiski- málaráðharri, hevur tikið atfinningar frá lemmatrol- arunum at sær. – Tað slepst ongantíð heilt undan, at bátarnir, sum fiska undir Føroyum, órógva høvnn annan eitt sindur. Men tað er okkara uppgáva at bera so í bandi, at teir órógva hvønn annan minst møguligt. Hann sigur, at meiningin við russiska svartkjafta- fiskiskapinum undir Før- oyum er als ikki, at teir skulu kongafisk, ella annan fisk. Fiskimálaráðharrin sigur, at eftir hagtølunum, sum eru til taks, hava russarar- nir at kalla als ikki fiskað nakran kongafisk undir Føroyum. – Men tað vísir seg, at hetta seinasta árið er ein stór broyting hend í russ- iska fiskskapinum eftir svartkjafti undir Føroyum, tí í 2000 hava russisku skipini givið upp, at tey eisini hava fiskað gott 2.500 tons av kongafiski undir Føroyum. Samstund- is eru teir farnir longur vestur at fiska. Samstundis hava før- oysku lemmatrolararnir ikki fiskað meiri enn eini 5-6.000 tons av kongafiski undir Føroyum í 2000. Sostatt hava russararnir fiskað eina rættiliga stóra nøgd av kongafiski. – Tí kann staðfestast, at fiskiskapurin hjá russar- unum eftir svartkjafti undir Føroyum er nógv broyttur seinasta árið, tí kongafiskur skal ikki takast í sambandi við fiskiskap eftir svart- kjafti. Jørgen Niclasen sigur, at tað var fyri tveimum árum síðani, at lemmatrolararnir gjørdu vart við misnøgdina við russisku svartkjafta- trolarnar. Tá vórðu stak- royndir tiknar, men tær vístu ikki, at russararnir fiskaðu nevnivert av kongafiski. – Síðani hava lemma- trolararnir ikki gjørt vart við seg, fyrrenn nú Bjarki Berg, skipari á Bresti, vísir á trupulleikan í samrøðu við Sosialin seinasta leyg- ardag. Loysa málið Jørgen Niclasen sigur, at av tí, at teir hava staðfest ein trupulleika, eru teir sjálv- sagt sinnaðir at loysa hann. Hvussu hesin trupulleik- in verður loystur, er ov tíðliga at siga nakað um enn. – Vit kunnu t.d. friða leiðir fyri svartkjaftafiski- skap, men vit kunnu eisini seta strangari reglar fyri, hvussu nógva hjáveiði, teir kunnu hava. – Men tað, sum ofta hendir, er, at tá ið ein trupulleiki verður loystur, verður ein nýggjur skaptur, Tí skulu viðurskiftini kann- ast gjølliga, áðrenn tiltøk verða sett í verk. Eitt nú má kannast, hvar russararnir fáa kongafiskin, um tað eru ávísar tíðir av árinum, teir fáa kongafiskin, um tað eru aðrir, sum eisini hava trupulleikar o.s.fr., og tí ber ikki enn til at siga, hvørji tiltøk verða sett í verk. Teir, sum hava lemma- trolararnir, ivast eisini í, at tølini, sum russarnir geva upp, eru røtt, tí teir hava ferð eftir ferð sæð, at svart- kjaftaposin hjá teimum er fullur av kongafiski. Teir siga eisini, at tað slepst ikki undan, at teir fáa nógvan kongafisk, tá ið teir fiska á kongafiskaleiðum, tí alt, sum fyri er, endar í pos- anum? – Tað, fáið eg onki sagt um. Tað einasta, eg havi at halda meg til, eru tey veiðitøl, sum vit hava, og tey siga, at russisku skipini fiskaðu góð 2.500 tons av kongafiski í fjør. Men tað er eisini ein stór nøgd, tá ið føroysku skipini ikki fáa meiri enn góð 5.000 tons. Nógv viðurskifti Annars heldur Jørgen Niclasen, at tað eru nógv viðurskifti sum gera seg galdandi og sum føra til, at fiskiskapurin eftir konga- fiski undir Føroyum er so nógv minkaður seinastu árini. Tí heldur hann ikki, at tað ber til at geva russarum einsamøllum, alla skyldina fyri afturgongdina. – Fyri nøkrum árum síð- ani, í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum, fiskaðu vit eini 15.000 tons av konga- fiski undir Føroyum. Or- søkin til, at fiskiskapurin síðani er minkaður brád- liga, kann vera, at lemma- trolararnir partvís hava lagt seg eftir øðrum fiskasløg- um. – Men tað er eisini ógvu- liga sannlíkt, at fiskiskap- urin eftir kongafiski í Irmingarhavinum, hevur ávirka fiskiskapin eftir kongafiski undir Føroyum rættiliga nógv tann skeiva vegin. Fiskiskapurin efttir kongafiski undir Føroyum minkaði í takt við at fiskiskapurin í Irmingar- havinum tók rættiligt dik á seg. Fiskifrøðingar kanna málið og hóast teir ikki enn hava fingið endaligt prógv, siga teir, at tað er heilt nógv sum bendir á, at konga- fiskurin í Irmingarhavinum er tann sami, sum er undir Føroyum, sigur Jørgen Niclasen. Sí eisini greinina niðan- fyri. Málið, sum Jørgen Nicla- sen, fiskimálaráðharri, sigur í greinini omanfyri, at hann er farin at arbeiða við, varð reist í Sosialin- um seinasta leygardag. Tá fanst Bjarki Berg, skipari á Bresti, á, at føroysku lemmatrolararnir fingu ikki fiska fyri russisku svartkjaftaskipunum. Russarnir troka før- oysku trolararnar burtur av øllum leiðum, teir hava roynt á. Fyri nøkrum árum síðani, var vanligt, at føroysku trolararnir fiskaðu kongafisk eystan fyri, men so løgdust russ- isku svartkjaftatrolarnir á tað øki og tá ið teir høvdu verið tvær ferðir ígjøg- num, var ikki livandi at fáa aftur hjá føroysku trolarunum- og tað er enn steindeytt fyri kongafisk eystanfyri. Nú er einasta leið, før- oysku lemmatrolararnir hava eftir, vestanfyri Mykines, men nú eru russisku svartkjaftatrol- ararnir eisini komnir hagar. Bjarki Berg segði, at føroysku trolararnir javnan bróta hál av, hóast tey bara eru komin í helvt, tí at russkiskir trolarar liggja í vegin. Hann stúrir fyri, at kongafiskurin eisini fer at verða oyddur vestanfyri og tí sigur hann, at einasti útvegur er at friða konga- fiskaleiðirnar grynri enn 340 favnar fyri svart- kjaftaskipunum. Føroyingar fá ikki frið fyri russarum Føroyingar skulu órógvast minst møguligt av russarum – Hava føroyskir trolarir trupulleikar av russiskum svartkjaftatrolarunum undir Føroyum, er tað eitt mál, sum skal loysast. Jørgen Niclasen sigur, at hann hevur longu tikið trupulleikan upp, sum skiparin á Bresti ger vart við í Sosialinum seinasta leygardag Gólvsølan 39 bátar seldu sløk 16 tons um gólvsøluna hjá Fiskamarkinaðinum hósdagin. Sølan hjá einstøku bátun- um eins og býti av samlaðu veiðuni framgongur av yvir- litinum niðanfyri Sýslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo FD 18 SIRIÐ LÍNA 107 FD 123 RIDDARIN SNELLA 148 FD 237 EYÐ SNELLA 100 FD 256 AÐNASKER SNELLA 172 FD 316 ANNFRÍÐ SNELLA 440 FD 33 KRABBIN SNELLA 141 FD 363 LÍÐARBRÚGV SNELLA 219 FD 390 ELISABETH SNELLA 197 FD 421 HJALLUR SNELLA 540 FD 460 SAFIR SNELLA 416 FD 48 HANS PETUR Í BREKKUM SNELLA 111 FD 492 KLETTUR LÍNA 435 FD 530 NORÐSØKI LÍNA 2.053 FD 553 BRANDUR LÍNA 1.667 FD 587 KATRIN SNELLA 141 FD 660 FALKURIN LÍNA 113 FD 733 RIVTANGI SNELLA 425 FD 784 VÓNIN SNELLA 203 FD 954 VØRÐAN SNELLA 421 FD 983 JOAN M/B SNELLA 138 FD1092 SJÓSTJØRNAN SNELLA 210 FD1098 BYLGJAN SNELLA 257 KG 661 RÝPAN SNELLA 59 TG 185 EGIL SNELLA 266 TG 262 LEIF M. SNELLA 109 TG 376 DÚGVAN SNELLA 101 TG 405 NIELS PAULI BOTNTROL 60 TG 60 SJÓFARIÐ SNELLA 455 TG 620 BERGUR II SNELLA 114 TG 631 SKARSTEIN SNELLA 186 TG 802 BRATTANES SNELLA 591 TN 204 MÝLINGUR BOTNTROL 619 TN 381 SANCY SNELLA 263 TN 712 TEISTAKLETTUR LÍNA 313 TN 805 ANNA SNELLA 175 TN 892 NØVAN SNELLA 118 TN 919 MORGUNROÐIN SNELLA 2.381 VN 309 ATLANTA SNELLA 163 VN 408 JÓNVØR SNELLA 964 Vørunavn kilo BROSMA 0 223 HÝSA 0 7 HÝSA 1 142 HÝSA 2 451 HÝSA 3 437 HÝSA 4 321 HAVTASKA 0 12 HVÍTINGUR 0 48 KALVI 2 53 KALVI 3 4 KALVI 4 10 LANGASPORL 1 2 LIRI 402 LONGA 0 8 LONGA 1 14 REYÐSPRØKA 0 11 SKØTA 1 SKØTURAVAR 17 SKRUBBA 37 STEINBÍTUR 63 SVARTKALVI 0 21 TOSKUR 1 116 TOSKUR 2 465 TOSKUR 3 5.129 TOSKUR 4 5.230 TOSKUR 5 1.871 TUNGA 0 8 UPSI 0 349 UPSI 1 139 Gólvuppboðssølan FISKIVINNUTÍÐINDI Fólk gjørdust bilsin tá ein skoti knappliga trein fram á Tinghúsvøllinum flaggdag- in og bar fram kvøðu til alt Føroya land undir Flagg- dagshaldinum. Talan var um ein lim í einari skotsk- ari sendinevnd, sum hevur vitjað í Føroyum, við tí fyri eyga at fáa tættari samband við føroyska vinnulívið. Í løtuni og eisini seinastu árini hevur fitt av samstarv- ið verið millum føroysku og skotsku fiskivinnuna, serliga við tað at føroysk skip hava selt í Skotlandi og at tey eru umvæld har. Men sendinevndin hesu- ferð hugdi meira eftir sam- starvi í eini komandi olju- vinnu, nú leitingin eftir olju undir Føroyum í summar. Áðrenn tey komu til Før- oyar, vistu tey lítið og einki um Føroyar og føroyska vinnulívið. Nú hava tey eina vitan, sum tey kunnu byggja víðari uppá. Kont- aktir eru skaptar og ætlanin hjá Caithness Partnership er at koma aftur til Føroyar einaferð í oktober við eini framsýning. Fyritøkur úr Caithness ætla tá at vísa seg fram og bjóða føroysk- um fyritøkum at koma. Fyritøkurnar vóna at skapa samband, sum kann enda í einum vinnuligum sam- starvið. Christian í Grótinum, sum hevur verið á svartkjafta- veiðu síðan 15 januar hevur higartil landað 32.000 tons. Hetta sigur Palli Ziskason, sum er reiðari hjá skipin- um. Christian í Grótinum hevur landað 16 ferðir í hesum tíðarskeiði, í sam- røðu við InterSeafood.com. Christian í Grótinum hevur landað í Føroyum og á Eysturlandinum í Íslandi á Norðfjørðinum og á Eski- firði. Palli Ziskasson sigur, at oljuprísirnir eru høgir og hækking merkist væl hjá einum skipið, sum brúkar millum 18-20.000 litrar um samdøgnið, men at prísurin hevur hildið sær lægri enn hann roknaði við. Íslendskir línubáta- reiðarar skjóta heilt skeivt, tá teir siga, at íslendskir nótabátar fáa fiskirættindi í føroyskum sjógvi í býti við at føroyskir línubátar sleppa at royna á íslandsmiðj- um. Føroyska botn- fiskakvotan undir Íslandi hevur einki at gera við sínámillum avtalurnar, sum før- oyingar og íslending- ar hava um uppi- sjógvafisk, svartkjaft, lodnu og sild, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri Justinus Leivsson Eidesgaard Vit skrivaðu í Sosialinum fríggjadagin, at íslendskir línumenn eru illir inn á í s l e n d s k u myndugleikarnar, tí teir hava givið føroyingum og norðmonnum fiskirættindi eftir brosmu, longu og blálongu í býti við kvotur til íslendskar trolarar og nótabátar í Barentshav- inum og við Føroyar. – Hvat íslendingar og norðmenn hava avtala skal eg ikki leggja meg út í, men tað er heilt skeivt at fara at blanda føroysku botnfiska- kvotuna í íslendskum sjógvi saman við fiskirætt- indini hjá íslendskum uppi- sjógvaskipum í føroyskum sjógvi, sigur Jørgen Niclas- en. – Botnfiskaavtalan við Ísland stavar heilt aftur frá 20. mars 1976, tá íslend- ingar fluttu fiskimarkið út. Tá hetta hendi mistu føroy- ingar fiskirættindi, sum teir høvdu havt í næstan 100 ár. Danir lótu føroyingar sjálv- ar tingast við íslendingar og ein fiskiveiðuaftala, tann fyrsta yvirhøvur, varð undirskrivað millum føroy- ingar og íslendingar. Tann fyrsta var upp á 17.000 tons. Síðan er hon minkað og er nú niðri á 5.600 tons- um. Harav eru 1200 tons toskur og 80 tons kalvi. Restin eru onnur botnfiska- sløg. – At íslendingar hava fingið fiskirættindi frá norðmonnum og russum, tí teir hildu fast um síni rætt- indi at fiska í altjóða sjógvi í Loynikrókinum hevur giv- ið teimum nógv størri fiskirættindi enn føroyingar, sum valdu at vera skikkiligir og lurta eftir norðmonnum og russum, men tað er ein onnur søga, sigur Jørgen Niclasen. – Avtalurnar millum før- oyingar og íslendingar byggja á fyrimyndarliga gott grannalag. Og megin- tónin í hesum samstarvi er, at eiga vit nógv av einum fiskaslagi, so lata vit ísl- endingum og umvent. Dømi er Norðhavssildin. Íslendingar sleppa at fiska teirra part av norðhavssild- ini hjá okkum, kemur hon ikki í íslendskan sjógv, sig- ur Jørgen Niclasen. – Í samráðingunum við íslendingar er munandi betri pláss enn tá vit sam- ráðast við onnur lond, har rokna verður krónu fyri krónu, sigur hann. Norska svartkjaftatíðin er komin at enda í ár og teir hava 43 skipum veitt 370.000 tons av svartkjafti til eitt virði av 269 norskum krónum. Prísurin er eini 10 oyru hægri enn í fjør, men hesin er upp etin av høgum oljuprísum, so endaliga úr- slitið av svartkjaftaveiðuni er ikki gott fyri norsku trol- ararnar. Norðmenn kláraðu ikki at fiska kvotuna upp í ár. Eini 50.000 tons eru eftir og hesi gangan í al- tjóða sjógvi, føroyskum og ES sjógvi. Ein orsøk til at norðmenn ikki hava upp- fiskað svartkjaftakvotuna er at góður prísur var á lodnu í Barentshavinum og tí komu teir seint í gongd við svartkjaftaveiðuni. Nú meðan svartkjafta- veiðan er um at vera av fyri norðmenn, so gera teir klárt til sildaveiðuna í Norðsjón- um. Her gongur sildin og etir seg feitan, soleiðis at tann feitasta kann seljast á hálendska marknaðinum sum matjesild og hendan kann geva upp til 10 krónur fyri kiloið. Línukvotan einki við nótabátar at gera Olja etir svartkjaftavinningin Christian í Grótinum fingið 32.000 tons av svartkjafti 17 fyritøkur úr Caithness vitjaðu