leygardagur 5. mai 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult13 cyan13 magenta13 svart13
12
Nr. 86 - 5. mai 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
Meðan HB fekk fulla
úrtøku seinast, eru
klaksvíkingar longu í
vanda fyri at dragna
úr oddinum
UPPTAKT
Jákup Mørk
Eftir ósigurin fyri GÍ sein-
asta vikuskifti, er einki at
siga til, um klaksvíkingar
stúra eitt sindur fyri dystin-
um móti HB. Í fjør var
byrjanin upp á kappingar-
árið út av lagi vánalig, og
vandi tykist nú vera fyri, at
sama søgan fer at endur-
taka seg. Hetta vikuskiftið
kemur HB á vitjan, meðan
komandi vikuskifti inni-
heldur útidyst móti føroya-
meistarunum í Vági.
Tískil eru klaksvíkingar
snøgt sagt noyddir at fáa
okkurt burtur úr hesum
dystinum, og hetta tykjast
leikararnir eisini at vera fult
greiðir um. Eisini hóast
boðini úr Klaksvík eru, at
talan verður um eina sera
stóra og torføra uppgávu.
Skerdir
Tað verður tó eitt heldur
skert KÍ-lið, sum fer á vøll-
in móti HB. Jan Andreasen
fekk reytt kort móti GÍ, og
verður tí ikki við til dystin,
og harumframt er Símun
Waag Høgnesen skaddur í
knænum. Onkrir aðrir smá-
skaðar eru eisini, men í
øllum førum er soleiðis lagt
upp til tvær broytingar á
liðnum. Sannlíkt er, at Atli
Danielsen kemur inn í
verjuna, meðan tað tykist
meira ivasamt, hvør annar
leikari kemur inn. Ikki
minst verður spennandi at
síggja, um rúmd verður fyri
Alexander Djordjevid, og
alt í alt tykjast fleiri møgu-
leikar at vera fyri, hvussu
Tomislav Sivic fer at blanda
síni kort.
Hjá HB eru so at siga
allir mans tøkir. Allan
Mørkøre, sum eisini var
smáskaddur undan B68
dystinum, hevur bert runn-
ið hesa vikuna, men verður
helst kortini tøkur. Esini
hevur Rói Árting runnið
hesa vikuna, eftir at hann
annars hevur havt trupul-
leikar við lærkrikanum.
Hóskvøldið eftir venjing
fingu vit orðið á Una Arge,
sum er »nýggjur« í HB í ár,
og spurdu vit hann um,
hvørjar vónir hann hevði til
dystin.
- Sjálvandi fara vit at
royna eftir trimum stigum,
men tað verður torført. Teir
fingu eina ringa byrjan, og
helst vilja teir, at tað skal
ganga út yvir okkum, at teir
nú skulu reisa seg, segði
altso Uni Arge.
Nr. 86 • leygardagur • 5. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Dystir hetta vikuskiftið
1. deild menn
06.05
GÍ-EB/Streymur Eiler Rasmussen
06.05
KÍ-HB
Niklas á Líðarenda
06.05
B68-VB
Petur Hansen
06.05
FS Vágar-NSÍ
Birgir Sonudm
06.05
B36-B71
Lassin Isaksen
2. deild menn
05.05
Skála-TB
Jonhard Hansen
05.05
NSÍ-HB
Páll Augustinussen
05.05
ÍF-LÍF
Erling Eysturoy
05.05
GÍ-Sumba
Jógvan A. Jacobsen
05.05
B36-KÍ
Edvard Højgaard
3. deild menn
06.05
GÍ-TB
Dia Lamhauge
06.05
KÍ-AB
Tummas Pauli Olsen
06.05
B68-VB
Dan Højgaard
06.05
ÍF-Royn
Rúni Gaardbo
06.05
B36-B71
Tommy O. Joensen
1. deild kvinnur
05.05
VB-B36
Poul Erik Jacobsen
05.05
HB-KÍ
Georg N. Rasmussen
KÍ-HB:
Svangir klaksvíkingar
Skal B36 gera um seg
í oddinum í ár, er
neyðugt við einum
sigri á B71
UPPTAKT
Jákup Mørk
Undan sama dystinum í
fjør, var einki at ivast í, at
B36 var risa favorittur at
vinna heimadystin móti
sandoyingum, men úrslitið
gjørdist tó eitt heilt annað.
B71 vann uppiborið, og
hetta var byrjanin til eina
størri útreinsan í B36,
umframt at teir eisini
gjørdust partur í einum
trætumáli um eina dóm-
araavgerð.
Mugu vinna
Hetta kann verða ein orsøk
til,
at
B36-leikararnir
leggja
nógv
í
dystin
sunnudagin, men tað er so
ikki nakað, sum teir sjálvir
nevna. Jákup á Borg heldur
í øllum førum, at tað týdn-
ingarmesta er at vinna.
- Einki annað enn ein
sigur verður góðtikið, so
tað er tað einasta, sum telur.
Hann leggur annars aft-
urat, at B36 liðið er eitt
sindur skert undan dyst-
inum. Kenneth Jacobsen og
Klæmint Matras eru báðir
smáskaddir, men roknað
verður so við, at í øllum
førum Klæmint verður við
til dystin. Har umframt er
Ronnie Samuelsen enn ikki
tøkur til dystin.
Gamla kenningur
Venjari hjá B71 er Kári
Reynheim, sum fyri nøkr-
um árum síðani var ein av
stóru hetjunum hjá B36.
Júst hetta tykist tó ikki at
nerva Kára, sum annars
sigur seg hava allar mans
tøkar til dystin.
- Tað verður stuttligt at
sleppa at royna seg móti
B36. Teir eru so avgjørt
millum stóru favorittarnar í
ár, so tað er einki at ivast í,
at trýstið liggur á teimum.
Við einum góðum innsatsi
kann tó alt henda, og vit
ætla so at gera okkara
besta, sigur Kári Reynheim
at enda.
B36-B71:
Trýstið er á heimaliðnum
Í fjør fekk KÍ eina ringa byrjan við m.ø. tapi fyri HB, og í ár er vandi fyri, at søgan fer at
endurtaka seg
Seinastu fimm árini hevur
KÍ ikki vunnið á heimavølli
móti HB. Tvær ferðir hevur
heimaliðið fingið javnleik,
meðan HB í trimum førum
er farið suður aftur við
teprum sigri.
Annars er áhugavert at
síggja, at tað at kalla altíð
hevur verið sera javnt, tá
VB vitjar á Toftum, meðan
áskoð-ararnir kunnu vænta
sær eitt sindur av hvørjum í
Havn, har B36 hevur havt
misjøvn úrslit móti B71,
men har teir báðir heima-
sigrarnir hava verið stórir.
Myndin sýnir, hvussu tað
hevur
gingist
seinastu
fimm árini, tá mótstøðu-
liðini sunnudagin hava
dystast.
KÍ vinnur ikki í Klaksvík
'00
'99
'98
'97
'96
GÍ-EB/S
-
-
-
-
-
0-0-0
0-0
KÍ-HB
1-2
0-0
2-2
0-2
0-1
0-2-3
3-7
B68-VB
1-2
0-0
2-1
0-1
3-1
2-1-2
6-5
FSV-NSÍ
3-3
-
-
1-3
-
0-1-1
4-6
B36-B71
2-4
6-1
-
6-1
2-2
2-1-1
16-8
Í alt
Í fjør rapaði korthúsið hjá B36, tá teir taptu dystin móti B71,
men teir ætla so onga endurtøku í ár
-Vit ætla at halda tað
vit hava lovað og sett
okkum fyri, nevniliga
at bora á landgrunn-
inum í ár sigur Peter
Rattey, stjóri hjá BP,
sum í næstum skal
undirskriva sáttmála
við Smedvig um
boriskipið West
Navion
OLJULEITING
Jan Müller
Tað verður eftir øllum at
døma norska boriskipið
West Navion, sum fer at
bora fyri BP á landgrunn-
inum í heyst. Hetta váttar
Peter Rattey, stjóri í BP
fyri
Sosialinum.
Hann
hevur júst verið í Føroyum
saman við “Føroyabólk-
inum” hjá BP, ið telur ikki
færri enn 35 fólk. Tey hava
hildið arbeiðsfundir í Havn,
og hava so eisini vitjað
skúlar fyri at greiða frá
virkseminum hjá BP í
Føroyum. Peter Rattey, sum
stendur á odda fyri leit-
ingini hjá BP í hesum
partinum av heiminum,
hevur eisini vitjað í Runa-
vík fyri at síggja umstøð-
urnar har. Hóast har ikki
var so nógv at síggja, so
ivast hann onga løtu í, at
klárt verður til boringarnar.
Hóast sáttmálin ikki varð
undirskrivaður seinnapartin
hósdagin, tá vit hittu Peter
Rattey, so kann hann við
nærum fullari vissu siga, at
BP fer at bora í ár og harvið
halda seg til tað teir hava
lovað.Tað hevur alla tíðina
verið ætlanin hjá BP at bora
við Føroyar í ár, og tað ætla
teir at halda. Tá boripall-
urin, Jack Bates, sum varð
ætlaður at brúka við Før-
oyar, mátti takast úr hesi
ætlanini og setast til at bora
víðari
á
Schiehallion-
leiðini fyri harvið at kunna
økja um framleiðsluna,
kom ein ávís óvissa fram
um, hvørt BP fór at finna
nakran avloysara fyri Jack
Bates.
– Vit hava alla tíðina
leitað eftir øðrum pallum,
og hava so eisini havt
eyguni eftir West Navion,
sum nú eftir øllum at døma
fer at bora Svínoyar-pro -
spektið í august. Vit eru
eisini ómetaliga glaðir um
at kunna brúka hetta sera
effektiva og nútímans bori-
skipið, tí tað gevur fleiri
fyrimunir framum ein van-
ligan boripall. Skipið er
sera vælegnað til júst hesa
boringina og er tað gjørt út
til at lúka norsk krøv og
reglur. Tað ger tað eisini
lættari fyri føroyskar mynd-
ugleikar.
West
Navion
borar í løtuni vestan fyri
Írland og skal eftir tað til at
bora tveir brunnar vestan
fyri Hetland fyri Conoco og
BP. Tá hesir brunnar eru
boraðir kemur skipið inn í
føroyska sjógv og fer til
arbeiðis her.
Framleiða í 2003
Við teimum mongu hent-
leikum eitt vælútgjørt og
nútímans boriskip sum
West Navion hevur, kann
BP longu móti endanum av
september mánað siga,
hvønn veg tað ber, um
úrslitið er gott ella ikki. Og
vísir tað seg, at BP treffir
við olju beinanvegin, er
ætlanin at taka ein av
pallunum, sum verða nýttir
í Meksikanska Flógvanum,
til Føroya at gera tær víðari
boringarnar. Tað merkir, at
teir fara at bora tveir
framleiðslubrunnar og ein
“injector” brunn á sumri
2002. Gongst alt hetta eftir
bókini kann BP fara undir
fyrstu framleiðsluna frá
Svínoyarkelduni longu við
ársenda 2003 ella á sumri í
2004. Ætlanin er at hava
fulla ferð á framleiðsluni í
2006. Peter Rattey dylur
ikki fyri, at BP sær tað sum
sína uppgávu – finna teir
olju við Føroyar - at fara í
gongd við at fyrireika
framleiðslu sum skjótast.
Teir fara tí at raðfesta
menning av eini føroyskari
oljukeldu sera høgt. Tað
hevur týdning fyri BP at fáa
framleiðsluna
í
gongd
skjótast, eins og tað hevur
týdning
fyri
føroyska
landskassan at fáa skatta-
pengar inn frá oljuni leggur
hann aftrat. (Lesið meira
um ætlaninar hjá BP á
bretskum og føroyskum øki
í næstu viku, blaðm.)
Heimsins mest framkomna
boriskip bora við Føroyar
Sera væl útgjørdar boriskipið
West Navion, sum nú eftir
øllum at døma fer at bora
fyri BP á landgrunninum í
august
Peter Rattey, sum stendur á odda fyri leitingini hjá BP við
Føroyar her saman við Hjarnari Djurhuus, stjóra hjá BP í
Føroyum
Mynd Jan Müller
BP fólk undirvísa sjómansskúlanæmingum
Mynd Jens K Vang