leygardagur 5. mai 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult15 cyan15 magenta15 svart15
14
Nr. 86 - 5. mai 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
Í Gøtu ætla teir at
halda fast um góðu
byrjanina, sum teir
fingu fyri viku síðani
í Klaksvík
UPPTAKT
Jákup Mørk
Hóast mong nærum høvdu
avskrivað GÍ, longu áðrenn
kappingin var byrjað, tykist
hetta
ikki
at
nerva
skurðarnar á nakran hátt.
Byrjanin upp á árið hevur
verið góð, og einki er at
ivast í, at GÍ ætlar at halda
fast um hetta, tá teir
sunnudagin taka móti upp-
flytarunum.
– Á heimavølli skal mann
hava ein sigur. Annars
kanst tú ikki vera við í odd-
inum, sigur Bartal Eliasen
bersøgin, tá vit spyrja hann
um vónirnar til dystin.
Bartal hevur annars ligið
sjúkur alla hesa vikuna,
men sjálvur roknar hann
við at verða tøkur sunnu-
dagin. Tað verða Magni
Jarnskor og Óli Hansen
helst eisini, so alt í alt eru
líkindi fyri, at tað verður
eitt GÍ lið í sterkastu
uppstilling, sum fer á vøllin
sunnudagin.
Mugu stríðast
Alfred Jacobsen, sum er
liðformaður
hjá
EB/
Streymi, sigur undan dyst-
inum, at hann so avgjørt
roknar við eini torførari
uppgávu
í
Serpisgerði
sunnudagin.
– Tað er einki at ivast í tí,
men vit mugu í øllum
førum royna okkara besta.
Megna vit at halda teimum
frá at skora, kann alt henda,
so tað er at vóna tað besta,
sigur hann.
Hann sigur annars, at tað
verður á leið sama fólkið til
dystin, sum teir høvdu við á
Sandi seinast. Undantakið
er Jákup Martin Joensen,
sum helst ikki fær komið av
Flatlondum hetta vikuskift-
ið. Hinvegin verður Eyð-
finn Joensen møguliga tøk-
ur eftir knæskaðan, sum
hann hevur drigist við, men
hetta var heldur ivasamt, tá
vit frættu seinast.
Hvussu er og ikki, so er
einki at ivast í, at gøtumenn
eru favorittar undan dystin-
um, men sum kunnugt skal
hesin spælast, áðrenn stig-
ini fara annan ella annan
vegin.
Venjarin hjá meist-
araliðnum staðfestir,
at tað er alneyðugt
hjá hansara monnum
framvegis at hava
rætta hugburðin. Um
hann ikki verður til
staðar, so kiksar tað
skjótt
Meistaraliðið úr Vági fer í
morgin á Svangaskarð.
Kenslan av at tapa í lands-
kappingini man kennast
langt burtur hjá VBarunum.
Í trettanda umfarinum í fjør
vóru teir í Runavík, og NSÍ
vann 4–0. Síðani hevur VB
ikki tapt í landskappingini.
Í fjør vóru teir á grasvøll-
inum á Toftum hvítusunnu-
aftan, og tá fóru teir við
øllum stigunum.
– Vit hava stóra virðing
fyri B68, men vit fara aftur
hesa ferð eftir øllum stigun-
um.
Hetta sigur VB venjarin,
Krzystof Popczynski. Hann
heldur ikki, at VB er
favorittur í morgin:
– Vit hava ein møguleika
at vinna. Men so skulu allir
spælararnir vera eyðmjúkir
yvirfyri uppgávuni. Um vit
fara á vøllin og hugsa, at vit
eru meistarar, og at hetta
fer at ganga, so fer tað ikki
at ganga væl. Vit mugu –
akkurát sum í fjør – stríðast
og arbeiða alla tíðina.
Allir spælararnir hjá VB
eru tøkir, og venjarin held-
ur seg hava breiðari hóp
hesa ferð, enn hann hevði í
fjør.
Vit hava fleiri spælarar,
ið hava støði til bestu
deildina. Tað hevur stóran
týdning, at vit hava fingið
Marek, sum er ein skila-
góður spælari. Men eg vildi
havt ynskt, at vit eisini
høvdu Milan Kulic. Tíverri
er hann ikki í Vági í ár. Um
vit høvdu hann, so høvdu
vit ivaleyst størstu breidd-
ina á miðvøllinum av øllum
feløgunum í 1.deild, heldur
VB venjarin.
Marcello bíðar
Á Toftum skulu teir royna
at koma afturíaftur, eftir
tapið í Gundadali ímóti HB.
Eftir tann dystin varð sagt,
at B68 leið undir, at báðir
skraprættararnir frá í fjør,
Súni Fríði Johannesen og
Marcello Marcellino, ikki
vóru við.
Súni Fríði Johannesen
hevur vant í vikuni, og hann
verður við í hópinum.
Sjálvandi er hann ikki í
fullgóðari venjing, tí hann
hevur verið burtur frá í
fleiri vikur. Marcello Mar-
cellino er framvegis skadd-
ur í knænum. Hinir B68
menninir eru allir tøkir í
morgin.
Spurningurin
er
so,
hvussu Jóannes Jakobsen
velur at blanda kortini hesa
ferð.
jh
Vágemenn ætla sær at
byrja av nýggjum, tá
NSÍ í morgin kemur
til Miðvágs. Men í FS
Vágum eru teir
framvegis skerdir av
skaðum
Tá teir í NSÍ minnast aftur
á kappingarárið í fjør, so er
ein av kiksarunum, ið
teimum rennur í huga, úti-
dysturin í Vágum. Í Sørvági
endaði tað 3–3, og harvið
vóru lunnar lagdir undir eitt
soltið tíðarskeið, sum ikki
endaði fyrrenn NSÍ vann
6–0 í Sumba.
Dysturin í Vágum varð
spældur í øðrum umfari.
Aftur hesa ferð skal NSÍ
vestur í Vágar í øðrum um-
farinum, og um NSÍ skal
vera uppií, har tað verður
hugaligt at kappast, so
mugu teir fáa øll stigini í
Miðvági.
Hóast FS Vágar tóktist
illa fyri, tá teir taptu 6–0 í
Vági, so verður tað neyvan
soleiðis, at stigini so at siga
koma av sær sjálvum til
Runavíkar.
– At FSV tapti 6–0 ímóti
VB eigur ikki at hava við
sær, at vit taka fyri givið, at
vit vinna dystin. Men vit
mugu fara vestur fyri at
vinna, sigur Gert Lang-
gaard við heimasíðuna hjá
NSÍ.
Eftir hvat vit hava frætt,
so eru allir spælararnir hjá
NSÍ tøkir.
Fleiri skaðar
Verri stendur til í Vágum.
Har eru tríggir av teimum,
sum spældu nógv í fjør,
ikki tøkir í morgin. Teir eru
John Johansen, sum skal
hava beini í gipsi í tríggjar
mánaðir, Jack Johansen,
sum hevur trupulleikar við
knænum, og so Birgir
Joensen. Hann hevur vant
eitt sindur í vikuni, men tað
verður ikki roknað við, at
hann verður førur fyri at
spæla. Tað er lærkrikin,
sum er trupulleikin.
Fyrsti setningurin hjá
vágamonnum verður at
tetta í verjuni. Hóast tennis-
sekkin í fyrsta umfarinum,
so hava teir ikki heilt mist
mótið:
– Tað var ikki gott hjá
okkum í Vági, so vit mugu
byrja av nýggjum. Men eg
rokni við, at vit verða ikki
teir einastu, ið fara at tapa á
útivølli ímóti VB, staðfestir
Tór–Ingar Akselsen, sum
var ætlaður at hava fram-
rættaðan leiklut í høgru
ímóti VB, men sum orsaka
av stóra trýstinum so at siga
ongantíð fekk møguleikan
at fara frameftir.
jh
VB verður á jørðini
Tað fer at styrkja nógv um B68 liðið, um Súni Fríði verður klárur
FSV vaskar talvuna
Tað verður spennandi, um
FS Vágar klárar at reisa seg
eftir stórtapið í Vági
GÍ-EB/Streymur
Tungt hjá uppflytarunum
Á heimavølli skal mann hava
ein sigur, sigur Bartal Eliasen
hjá GÍ
Nr. 86 • leygardagur • 5. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Rockur
on the rocks
So einfalt tekur Jyllandsposturin
saman um Prix Føroyar finaluna, sum
tó verður viðgjørd í tveimum greinum.
Lesið á síðu 3
Føroya elsti fótbóltspælari:
Hugurin
drívur verkið
Hóast Majbritt úr Hørg í Sumba er fylt 50 ár,
hevur hon ongar ætlanir um at halda uppat at
spæla fótbólt. Hon hevur spælt á sama liðið
sum dótturin í nógv ár og skemtar við, at hon
vónar eisini at sleppa at spæla onkran dyst
saman við ommudóttrini
Hotel Tórshavn:
Ein føroyskur
blettur í
Keypmannahavn
Hví hjálpti eingin mær,
tá ið eg var lítil
Lesið á síðu 4-5
Lesið á síðu 8
Gloymdu ikki
ættarbandið
Jukim Olsen, sum er svínoyingur og
búsitandi í Havnini, hugleiðir í sambandi við
eitt gullbrúdleyp og ein 80 ára føðingardag
um Svínoy og umstøðurnar hjá svínoyingum
fyrrapartin av farnu øld
Lesið á síðu 9-10-11
- Síðani eg var fimm ára gomul, havi eg hugsað um at dripið meg sjálva. Tíðliga og seint hevur mamma trúttað
niður meg, at eg eri eitt haft um beinið, og at eg aldri skuldi verið fødd. Hví skuldi eg liva, tá ið hon ikki vildi
hava meg. Samstundis eri eg bangin fyri at doyggja og bangin fyri at liva, sigur Julia, ið er ung kvinna av
bygd, sum hvønn dag stríðist við avleiðingarnar av vantandi umsorgan, kynsliga misnýtslu, ræðsluherðindum
og øðrum.
Lesið á síðu 6-7