leygardagur 5. mai 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult16 cyan16 magenta16 svart16
gult17 cyan17 magenta17 svart17
Sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2001
3
Dagfinn Olsen
Prix Føroyar finalan var
eitt brak, ið hoyrdist. Eisini
innbodnir útlendskir gestir
taka tiltakið og upplivilsið
við sær heim og bera boð í
bý. Ein teirra, ið vitjaði í
ár, var Uffe Christensen,
tónleikaskrivari á Jyllands-
postinum.
Hann viðger í tveimum
greinum tann 1. mai vitjan
sína á Prix Føroyar final-
uni. Eisini fekk hann kons-
ertina Free Føroyar við.
Undir yvirskriftini Rock
on the rocks greiðir hann
frá føroyskum tónleikavið-
urskiftum.
Hann greiðir frá, at Før-
oyar eru kendar fyri so
mangt, men kanska vita
ikki øll, at á »de forrevne
klippeøer« trívist eitt breitt
og entusiastiskt rockum-
hvørvi.
Eftir náttúrulýsingar,
vitjan í Kirkjubø og hug-
leiðing um Klaksvíksstríð-
ið, kemur hann til Free
Føroyar.
Uffe lýsir tiltakið, ið jú
er politiskt merkt. Hann
fylgir bólkinum Týr:
Provokation eller ej. Publ-
ikum hylder begejstret
disse tónleikarar fyri loys-
ing - musikere for løsriv-
else - og det ser ikke ud til
at bekymre nogen, at arr-
angementet gennemføres
uden salg af rúsdrekka -
alkohol. I hvert fald i prin-
cippet, for de fleste har ud-
en at skjule det en øl eller
to med ind i foyeren, skriv-
ar hann millum annað.
Hann fylgir bólkinum
yvir í tiltakið, ið er kvøldið
eftir, nevniliga Prix
Føroyar. Gjølla lýsir hann
tiltakið. Og umstøðurnar í
Føroyum. Uffe metir, at
tónleikurin, góðskan, er
hugtakandi sammet við
landastødd og fólkatal, og
hann lýsir viðurskiftini
hesum viðvíkjandi og
nevnir t.d., at út koma árl-
iga eini 30-40 útgávur inn-
an pop og rock.
3 ella 4 orkestur eru
framúr í finaluni, metir
danski tónleikakennarin.
Tó metir hann, at tað er so
sum so við originalitetin-
um.
Med den kun 17-årige –
men allerede særdeles rut-
inerede – sangerinde Eivør
Pálsdottir som det saml-
ende midtpunkt – havde
bandet givet et flot indtryk
af bandets formåen, og det
forbavser ikke, at netop
Clickhaze løber af med
sejren. Det færøske islæt er
hos Clickhaze begrænset,
men i den unge sangerinde
anes en styrke a la Björk.
På de to næste pladser
kommer bands med navn-
ene All That Rain og Tangz
Maðurin aftanvert hálv-
føroysku Creamy, Jens Ove
Friis, sigur við danska
blaðmannin:
»Det er anden gang, jeg
er med til Prix Færoyer, og
jeg er ganske imponeret
over niveauet. I år var det
især Týr, der fangede min
interesse. Det hænger
sammen med, at jeg føler
mig overbevist om, at for-
nyelsen må komme fra
yderområderne, hvor man
dyrker egenarten. I Dan-
mark laves der alt, alt for
meget musik, der kopierer
udenlandske forbilleder.
Týr har så mange indlys-
ende kvaliteter, at jeg har
tilbudt dem en uge i Puk-
studiet lige efter koncerten
i Jelling. Så må vi se, hvad
der sker«.
Jens Ove Friis tilføjer, at
han også agter at tage kon-
takt med sangerinden Eiv-
ør Pálsdottir fra vinder-
bandet Clickhaze.
»På Færøerne ved mus-
ikerne ikke, hvad man ikke
kan – og det er en styrke«,
smiler han
Hvar er føroyska
íkastið?
Í aðrari sera áhugaverdari
grein, Det nationale sær-
præg, sóknast Uffe Christ-
ensen eftir tjóðareyðkenn-
inum, hvar var tað serfør-
oyska í tónleikinum, nú
Prix Føroyar finalan 2001
er av?
Jo mindre et sprogom-
råde jo mindre kymrer
sangskriverne sig tilsyne-
ladende om det nationale
særpræg, skrivar Uffe
Christensen.
Hann skilir hetta, men
metir hetta tó sum eitt
paradoks, tí tónleikurin
ikki veruliga gerst áhuga-
verdur, fyrr enn tjóðareyk-
enni eru við.
Otte dygtige bands spill-
ede i finalen, men de syv
bands valgte at plagiere en
umiddelbar salgbar inter-
national lyd. Finalens mest
interessante band – metal-
bandet Týr – gjorde for så
vidt det samme, men med
den afgørende forskel, at
bandets udgangspunkt er
de gamle færøske kvad,
skrivar danski blaðmaðurin
um Prix finaluna og leggur
afturat, at hetta vakti ans
millum áhoyrarar, ið dans-
aðu føroyskan dans aftur
við.
Eivør og Týr
Uffe Christensen skilir
væl, at føroyskir tónleikar-
ar gera nógv fyri at koma
út um landoddarnar, og at
teir tí altjóðagera tónleikin.
Chancerne for at slå ig-
ennem i udlandet for-
mindskes blot ligefrem
proportionalt. Hvis man da
ikke lige hedder Eivør
Pálsdóttir og har et indlys-
ende talent til noget stort,
skrivar Uffe Christensen í
Jyllandspostinum.
Hann metir avgjørt, at
neyðugt er at hava beinini
á heimligari jørð. Hann
samanber støðuna við
støðuna í Danmark. Ikki
øll eiga at søkja eydnuna í
altjóða høpi, men eisini tá
eiga røturnar at hómast.
Uffe endar greina soleið-
is:
Et meget stort antal af de
allerstørste bands og solist-
er gennem tiderne er tæt
forbundet med deres nat-
ionale særpræg. Nu prøver
Týr lykken. Mulighederne
i Danmark - der har om-
kring 4.950.000 flere ind-
byggere end Færøerne, må
være til stede for dem, der
tør satse. Også internation-
alt.
Rockur on the rocks
So einfalt tekur Jyllandsposturin saman um Prix Føroyar finaluna, sum tó verður viðgjørd í tveimum greinum. Bæði Free
og Prix fáa góð skoðsmál, eins og Eivør Pálsdóttir og Týr
Med den kun 17-årige – men allerede særdeles rutinerede – sangerinde Eivør Pálsdottir som det samlende midtpunkt – havde bandet givet et flot indtryk af bandets formåen, og
det forbavser ikke, at netop Clickhaze løber af med sejren. Sigur Uffe Christensen, tónleikaskrivari á Jyllandspostinum.
FYRI 25 ÁRUM
SÍÐANI
Sosialurin
1. mai kom eitt nýtt blað
út. Blaðið kallast »Arbeið-
ið« og er blað Oyggja-
frama Marx-Leninista.
Ábyrgdarblaðstjóri er
Herman Oskarsson.
Hann sigur, at grundin
til, at felagið er farið undir
at geva eitt blað út, er hon,
at tað arbeiðandi fólkið
ikki hevur eitt blað, tey
kunnu seta sína meining í.
Hermann Oskarsson sig-
ur, at arbeiðarabløðini
ganga aðra leið enn arb-
eiðarastættin, tí er tørvur á
eini arbeiðaravís.
KFF ongar røtur í før-
oyska samfelagnum
Í Arbeiðið stendur, at
Kommunistiski Flokkur
Føroya, KFF, ið varð
stovnaður, sambært Arb-
eiðið »sum ketta úr høvda-
trog«, ikki hevur røtur í
føroysku arbeiðarastættini.
Hevur OFML røtur í før-
oysku arbeiðarastættini?
– Oyggjaframi hevur
virkað síðani 1969 og alla
tíðina luttikið í ymiskum
tiltøkum. Upprunaliga gav
felagið Roðan út. Vit hava
fingið okkum eina vitan
um føroyska samfelagið,
sum vit hava bygt okkara
stevnu uppá og ikki bein-
leiðis sett hana eftir skrá-
um hjá øðrum kommunist-
aflokkum, sum KFF hevur
gjørt, sigur Herman Osk-
arsson.
Útbúgving úr Moskva
Oyggjaframi varð stovnað-
ur síðst í trýssunum sum
ein deild av felagnum í
Keypmannahavn.
Herman Oskarsson sig-
ur, at í felagnum var lítið
virksemi, og at limir
ynsktu eina skúling.
Felagið varð umskipað
og fekk sær lesitilfar frá
marxist-lenistiskum lesi-
ringum í hinum Norður-
londum og skifti navn til
OFML í 1972 — um sama
mundið, sum føroyingar
fingu kommuniskiska út-
búgving í Moskva. (Teir,
sum standa aftan fyri KFF)
Ov lítið samarbeiði
Blaðstjórin á Arbeiðið sig-
ur, at tað er alt ov lítið
samstarv millum teir før-
oysku sosialistafelagsskap-
irnar. Hann sigur, at Arb-
eiðið og teir vilja skapa
eitt samarbeiði við kjaki
— frítt orðaskifti, ikki
kompromiss’ir.
Oyggjaframi hevur havt
stevnur við Føroyskar Sos-
ialistar, sum felagið í
Keypmannahavn nú kall-
ast, og ein fund við KFF. Í
Arbeiðið stendur, at
Oyggjaframi vil skapa eina
eind.
– Hvussu nógvir limir
hevur Oyggjaframi?
– Næsti spurningur…
Hava tit nakrar arbeiðar-
ar sum limir?
– Jú, meiri enn so.
2
Sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2001
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Eirikur Lindenskov
Bárður Olsen
semic@post.olivant.fo
Tað verður tosað um at
gangnýta tilfeingi í hav-
inum.
Ætlanin er at fara undir
stórhvalaveiðu.
Hetta er veruleikafjart
og tokutos. Hava vit brúk
fyri at veiða stórhval?
Svarið er nei. Vit hava
klárað okkum uttan í so
nógv ár. Tað ger einki, um
stórhvalirnir fáa frið. Tað
er kanska ætlanin at út-
flyta stórhvalatvøst til
Japan, men hví gera teirra
skitna verk? Stórhvala-
veiða hoyrir fortíðini til.
Tað er í lagi, at grønlend-
ingar og onnur uppruna-
fólk veiða stórhval, tí tey
hava brúk fyri tí. Náttúran
skal bara gagnnýtast, tá
tað er neyðugt. Fáa vit
ikki nokk av pcb og kyk-
silvuri frá grindahvalum,
tola vit meira? Spurning-
urin er, um vit eiga at
halda áfram við at drepa
grind. Kanska um nøkur
ár fara grindamennir rist-
andi av kyksilvureitran
oman á sandin, rópandi:
»Vit drepa grind, tí tað
er okkara mentan!«
Grind er sera góður
matur, eingin ivi um tað.
Fyrr ella seinni mugu vit
vera realistisk og gevast
við at eta tvøst og spik.
Tak ikki feil, eg eri ikki
eitt býarmenniskja, ið
ongantíð hevur verið við í
grindadrápi.
Tað er vandamikið at
roykja, og tað er vanda-
mikið at eta grind.
Føroyar hava ongan
umhvørvispolitikk. Løgi,
tá eg hugsi um, at vit liva
av havsins tilfeingi.
Myndugleikarnir skuldu
gingið á odda sum ein
goð fyrimynd, men gevur
tað ikki profitt, so tíma
teir ikki at spæla við.
Eg trúgvi ikki, at før-
oysku heilsumyndugleik-
arnir hava nossir til at
siga, at nú er grindin ov
nógv dálkað til at vera
egnað sum mannaføði.
Tað hevði ført til ráma-
skríggj ella kríggj.
Tað er sjálvandi keði-
ligt, at sjógvurin er so illa
dálkaður. Tey sum dálka
eru ídnaðarlondini. Men
líka sum her er tað gald-
andi har:
»Out of sight out of
mind«
Tað hevði kanska ikki
gjørt stóran mun, um
myndugleikarnir høvdu
havt ein aktivan umhvørv-
ispolitikk, men tað hevði í
hvussu so er ikki gjørt
støðuna verri. Ikki fyrr
enn nú byrja politikararnir
at orða ein umhvørvispol-
itik, álvaratos er tað ikki
naka seint?
Sjálvandi betri seint enn
ongantíð.
Dálking spyr ikki um
landamørk. Hav okkara
sigst vera heimsins rein-
asta. Tað er í hvussu so er
ikki okkum fyri at takka.
Um sami ídnaður var í
Føroyum, sum arðastaðni
var tað líka skitið – ella
skitnari, tí umhvørvið
leggja tey flestu einki í.
Arbeiðið
– ein arbeiðaraavís
6. mai 1976 hevði Sosialurin grein um eitt nýtt føroyskt blað. Vit
endurgeva greinina:
Grind Forever
FYRI 25 ÁRUM
SÍÐANI
Sosialurin 28. februar 1976
Tey nógv umrøddu píka-
dekkini vóru fyri í býráðn-
um í Havn hóskvøldið.
Ólavur Michelsen hevur
sent býráðnum bræv um
píkadekkini og ferðsluna í
býnum og mælir til, at bert
hýruvognar fáa loyvi til at
brúka píkadekk. Sam-
stundis skjýtur Ólavur
Michelsen upp, at bilar av
bygd eisini skulu fáa loyvi
at brúka píkadekk treytað
av, at teir koyra eftir ávís-
um gøtum til og frá býn-
um.
Í brævinum, sum er ætl-
að teknisku nevnd, sigur
Ólavur Michelsen, at upp-
skot um alvegis bann av
píkadekkum letur seg
neyvan seta í verk. Hugsað
verður um her at avmarkað
nýtsluna soleiðis, at bert
hýruvognar í Havn fáa
loyvi at brúka píkadekk í
býnum, og at avbygdabilar
fáa loyvi til at koyra til
ávís parkeringspláss, t. v. s.
at teir ikki fáa loyvi at
koyra runt í býnum við
píkadekkum.
Stoypi vegastrekki
Ólavur Michelsen skjýtur
eisini upp, at eitt nógv
trafikerað vegastrekki
verður stoypt sum ein
roynd til tess at fáa klár-
lagt, um tað er beint at
gera betongvegir í miðbýn-
um. Ólavur Michelsen sig-
ur, at vegirnir í Havn
versna ár undan ári, og at
allar higartil gjørdar kann-
ingar hava einki úrslit giv-
ið. Hann mælir til nýggjar
leiðir, og at royndir eisini
verða gjørdar við ymiskum
øðrum asfalteringsháttum.
Ólavur Michelsen skjýt-
ur upp at áleggja býarverk-
frøðinginum vegna býráðið
at áseta hámark fyri aksil-
trýst á bilum, sum koyra í
Havn. Hann sigur í hesum
sambandi, at teir tungu
lastbilarnir gera sítt til at
oyðileggja gøturnar í
Havn. Sambært ferðslulóg-
ina hevur fútin eftir áheit-
an frá býráðnum heimild
til at avmarka aksiltrýstið á
bilum. Umhugsað eigur
eisini at verða, um hin
tunga ferðslan kann bein-
ast til ávísar vegir, sigur
Ólavur Michelsen í brævi
sínum til býráðið og tekn-
isku nevnd.
Vil hava vegastrekki í
miðbýnum stoypt
Í februar 1976 hevði Ólavur Michelsen, býráðslimur í Havn, uppskot um
at avmarka ferðsluna, píkarnar og um at nýta betong heldur enn asfalt
til vegirnar