Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult19 cyan19 magenta19 svart19 gult18 cyan18 magenta18 svart18 FÓTBÓLTS- ÚRMÆLINGUR Áki Bertholdsen Peter Shilton úr Onglandi var farin um tey 40, tá ið hann vardi málið hjá enska landsliðnum. Dino Zoff úr Italia var eisini farin um tey 40, tá ið hann vardi málið hjá itali- enska landsliðnum. Majbritt úr Hørg úr Sumba er júst fylt 50, men hon hevur ongar ætlanir um at gevast. Tað var týsdagin at hon fór um tað spíska hornið, men hon er framvegis drív- megin á kvinnuliðnum hjá sumbingum. Hon gekk á odda, tá ið sumbingar fóru at spæla kvinnufótbólt í 1984 og hon brúkar enn fleiri kvøld um vikuna til venjing uppi á Krossinum, har graslíki hjá sumbingum liggur, um- framt at hon spælir hvørt vikuskifti, kampur er. Og tey, sum kenna hana, siga, at hon er so forstýrað av fótbólti, at hittir hon fremmand fólk, fer hon fyrst at tosa um fótbólt, áðrenn hon spyr, hvussu tey eita..... Besta kvinnuliðið hjá sumbingum spælir í 2. deild og tað er ongin ivi um, at Majbritt hevur skrivað seg inn í føroysku metbøkurnar við at spæla fótbólt á so høgum støði á so høgum aldri. Sumbingar lótu heldur ikki dagin fara afturvið borðinum óátalaðan, tí føð- ingardagin varð skipað fyri stuttligum hátíðarhaldi uppi á Krossinum at heiðra elsta og ídnasta fótbólts- spælara í landinum. Har varð fyrst skipað fyri skemtidysti ímillum tær, sum nú spæla við 2, deild á kvinnuliðnum hjá sumbingum og tær, sum høvdu spælt fyrr í tíðini. Síðani vórðu onkrar røður hildnar, Majbritt fekk onkrar gávur, og aftaná varð kaffi í felagshúsinum, og til tað høvið, hevði Kringlan í Vági bakað eina risastóra lagkaku, sum var ein fótbóltsvøllur upp á 1, 5 m. ferðir 1,20 m. Sjálvan dystin vunnu tær eldru annars 5-3. Men tað skuldi brotssparkskapping til, tí tá ið dómarin bríksl- aði av, var 0-0. Majbritt spældi ein hálveik við hvørjum liðið. Sjálv fekk hon gyltan møguleika at avgerða dystin til fyrimuns fyri tær yngru, men mál- verjin hjá teimum eldru vísti, at enn eru knotur í henni og hon bjargaði brotssparkinum hjá Maj- britt mitt í seinna hálvleiki. Men annars gekk sjón fyri søgn av dystinum, at enn er aldurin ongin forð- ing hjá Majbritt, tí enn rennur hon sum onki fleiri av teimum av, sum hon kundi verið mamma at. Hátíðarhaldið á Krossin- um varð fyrireikað í størstu loynd, so sjálv visti Maj- brith ikki av nøkrum, fyrr- enn útvarpið boðaði frá á miðdegi týsdagin, at tiltak skuldi verða uppi við fót- bóltsvøllin í Sumba seinnapartin týsdagin, alt til hennara heiður. – Eg fekk sjokk, tá ið eg hoyrdi útvarpið, segði Maj- britt. Men hon duldi heldur ikki fyri, at at hon var ógv- uliga glað, og ikki sørt rørd og errin eisini, av, at sumbingar skuldu gera slíkt hóvasták burturúr. Sjálvir halda oddamenn- inir í Sumbiar Ítróttarfelag, at tað er ikki meiri enn hon hevur uppiborið. Teir siga, at hon øll árini hevur verið sjálv ímyndin av kvinnu- fótbólti í Sumba. Liggur í blóðinum At Majbritt úr Hørg skuldi blíva íðin ítróttarfólk, kann tó neyvan undra nakran. Hon er ættað av Tvøroyi, og tá ið vit nevna eftir- navnið Petersen munnu tey flestu fótbóltsáhugað koma í tankar um TB, tí har eiga nakrir leikarar við eftir- navninum Petersen nógv spor. Serliga minnast fólk Arna og Jack, sum vóru við á TB liðnum, tá ið tað hevði síni glæsiligastu ár. Teir báðir eru brøður Maj- britt. Aðrir beiggjar hava eisini spælt fótbólt og eldri skyldmenn hjá henni vóru somuleiðis eisini ídn- ir fótbóltsspælarar á Tvør- oyri, bæði pápi hennara og mammubeiggjarnir. So til tíðir var lívligt fótbóltsprát í barnaheiminum á Hvíta- nesi á Tvøroyri. Nú hevur hon eisini trý børn, sum spæla fótbólt, elsta dótturin, Anna Maria, spælir saman við mamm- uni á 2. deildarliðnum hjá sumbingum. –Henni havi eg spælt saman við í heili 11 ár nú. Tað gekk so illa at manna lið eitt ári, at hon fekk undantaksloyvi at spæla við, bara 13 ára gomul. Betri kendur er kanska miðlingabarnið, Mortan úr Hørg, sum í mong ár hevur verið ein stuðulsspælari hjá sumbingum, men sum nú er niðri og roynir seg í einum av føroyingafeløg- unum, Hvidovre, har hann er á seriuliðnum. Yngsti sonurin, Suni, spælir eisini við sumbing- um. Tá ið Majbritt var ung, spældu kvinnur ikki fót- bólt, so tað bleiv kappróð- ur, sum bleiv hennara ítróttargrein. So varð hon gift Regini úr Hørg í Sumba og flutti suður um Hestin at búgva. Har tók hon táttin við kappróðri uppaftur, men tá ið sumb- ingar fóru at spæla fótbólt við kvinnuliði, lá hon eis- ini framvið har. Men tá hevði hon longu rokkið ein aldur, har tey allarflestu longu hava sett fótbóltsskógvarnar á hyll- ina aftur. – Eg var 33 ár, tá ið eg spældi mín fyrsta fótbólts- dyst. Tað var ein øgiliga spennandi dystur ímóti VB. Vit vunnu 3-1 og sjálv skeyt eg tvey av málunum. Tað er ein dystur, eg aldrin gloymi, sigur Majbritt. 4 Sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2001 Føroya elsti fótbóltspælari: Hugurin drívur verkið Hóast Majbritt úr Hørg í Sumba er fylt 50 ár, hevur hon ongar ætlanir um at halda uppat at spæla fótbólt. Hon hevur spælt á sama liðið sum dótturin í nógv ár og skemtar við, at hon vónar eisini at sleppa at spæla onkran dyst saman við ommudóttrini Hetta er liðið hjá sumbingum, sum vann bronsumerkið í kvinnudeildini í fótbólti í 1990. Aftara rað frá vinstru eru tey: Rúni Lisberg, venjari, Berit Jacobsen, Miriam Kjærbo, Kristianna Poulsen, Marianna Lisberg, Margit Steinkross, Jacobina Thom- sen, Malan Hentze, Birna Poulsen og Lilian Kjærbo. Fremra rað f.v. eru Lilian Djurhuus, Anna Maria úr Hørg (dóttir Maibrith), Beinta Lisberg, Katrin Lisberg, Eimy Thomsen, Maibrith úr Hørg, Jenny Kjærbo og Arnhild Tausen Sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2001 5 Síðani hevur hon spælt við Sumba øll árini. Í 1989 eydnaðist ikki sumbingum at manna eitt kvinnulið, men tá fór hon til VB at spæla og hon var á liðnum, sum tað árið vann rættin at spæla í 1. deild. Øll hesi árini hevur hon spælt at kalla hvønn dyst og harafturat at kalla hvønn dyst á tamb. Sumbingar hava eisini havt lið í 1. deild í fleiri ár. Besta úrslitið har var eitt bronsumerki í 1990. Men nú spælir Sumba í 2. deild. Hon sigur, at tað fyrst og fremst er hugurin, sum drívur verkið. –Tað hevur mangan ver- ið tungt at manna liðið og eg eri oynna runt eftir spælarum. Tað er meiri enn so komið fyri, at eg havi verið líka í Hvalba og roynt at lokka spælarar suður. – Tað er eisini ein ofta ein kampur at fáa tær at venja nú, og tað er ikki óvanligt, at eg noyðist at ganga hús úr húsi at fáa tær at venja. Tað er srævið, men tað er eisini heilt óluksáliga stuttligt. Sjálv hevur Majbritt ongar ætlanir um at gevast. – Eg spæli til eg ikki tími meiri. Sjálv vónar hon ikki, at hetta er síðsta árið, hon spælir. – Kanska eydnast tað mær eisini at sleppa at spæla onkran dyst við ommudóttrini, flennur hon. Men ommudótturin er bara fýra vikur gomul, so tað verður ein løta enn..... Sjálv heldur hon ikki, at liðið hjá sumbingum hevur dugað so óluksáliga væl at spæla fótbólt. Tað heldur hon heldur ikki, at tær gera nú. –Men vit hava havt gleð- ina við at spæla og gleðina við at vera saman. Liðið hevur verið eitt savningar- stað hjá okkum og tað hev- ur havt líka stóran týdning, sum hitt við úrslitunum. Fólkagrundarlagið er ikki tað besta, men eg vóni ikki, at tað dettur niðurfyri, sigur Majbritt úr Hørg. Virðismett arbeiði Á hátíðarhaldinum týs- dagin, handaði bygdaráðs- formaðurin, Jacob Vester- gaard, henni eina gávu frá ítróttarfelagnum. –Við hesum vil felagið vísa, at tað virðismetir og er takksamt fyri tað arbeið- ið, sum Majbritt ger. – Ofta duga vit betri at lasta fólk fyri tey mistøk, tey gera, enn vit duga at rósa teimum og vísa takk- semi, tá ið tey gera eitt gott arbeiði. Jacob Vestergaard segði, at mentan og ítróttur høvdu nógv størri týdning fyri eina bygd, sum Sumba, enn vit vanliga geva okk- um far um. – Og við sínum góða lagi og stóra áræði og ágrýtni, hevur Majbritt verið sera virkin á hesum øki og hevur fingið tað at borið til. Tá ið Malan Hentze, sum eisini var á liðnum í 1984, skuldi gera upp, hvussu tað kundi bera til, at Majbritt hevði hildið á so leingi, segði hon, at fyri hana hevði orðið pensjón- saldur fingið ein heilt nýggjan týdning. –Majbritt er eitt fólk, sum heldur, at alt letur seg gera og sum dugur at síggja tað positiva í øllum. Og tá ið hon er blivin kriti- serað, hevur tað tíbetur verið sum at sletta vatn á gás, tí hon herjar bara á aftur. Og so er tað ikki at gloyma stríðsviljin..... Tá ið Maibrith hevði fingið steyp og gávur, varð honm borin í gullstóli av aftur vøll- inum Maibrith var í skellilátri, tá ið hon sá tað risastóru lag- kakuna, sum ítróttarfelagið hevði fingið Kringluna í Vági at baka til føðingardagin. Kakan var eitt modell av ein- um fótbóltsvølli, men á hon- um var eisini ein mynd av kvinnuliðnum í 1990 Aftan- fyri, forvitnir óvitar og hyggja at Maibrith úr Hørg í Sumba er Føroya elsti fótbóltsspælari á kappingarstøði. Hon fylti 50 týsdagin, men er framvegis íðin spælari á 2. deildarliðnum í kvinnufótbólti hjá sumbingum. Og hon hevur ongar ætlanir um at gevast