leygardagur 5. mai 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult21 cyan21 magenta21 svart21
gult20 cyan20 magenta20 svart20
6
Sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2001
VANTANDI
UMSORGAN
Turið Kjølbro
Hon roynir at fóta sær í
lívinum, at síggja til ein
heilt vanlig ung kvinna
fyrst í 20-unum. Fyrikom-
andi, blídlig og ein grunar
ikki, hvat bylgist inni í
henni - í fyrsta umfari.
Andlitið er brosandi, eyg-
uni livandi og hon er sjáld-
sama høvisk. Vit tosa um
vantandi umsorgan av
grovasta slag, um ófatuligt
svik framt av øllum í nær-
umhvørvinum, um kynsl-
iga misnýtslu, um sjálv-
morðsroyndir, um ræðslu-
herðindi, um at endurtaka
sína egnu lagnu. Men fyri
at verja hana, geva vit
henni annað navn, Julia,
men hon kann vátta, at alt
er í samsvari við veruleik-
an, sum verður skrivað á
hesum síðum.
Vit sita heima hjá Juliu í
lítlu íbúðini, har hon býr
saman við drongi sínum,
sum er til arbeiðis hesa løt-
una. Uttan fyri er nógvur
gangur av bilum og byggi-
virksemi. Inni í íbúðini,
sum er nosslig og hugnal-
ig, er friðarligt, nú vit sess-
ast til eitt avtalað prát. Á
borðinum stendur ein vasi
við fimm reyðum rósum,
bøkur eg beri kensluna á
standa á bókahilluni, og á
vegginum hanga fleiri
myndir av einum lítlum
álvarsomum dreingi. Julia
sessast yvir av mær og bið-
ur myndamannin umbera
seg, tí hon ikki klárar at
sita so friðarlig. Hon finn-
ur ikki beinanvegin hvíld í
stólinum, kanska er tað
fjálturin, sum ger vart við
seg, nú er hon til reiðar at
greiða okkum frá síni
lagnu.
Julia er fødd og upp-
vaksin í eini lítlari bygd í
Føroyum, og har búði hon
øll barna- og ungdómsárini
saman við foreldrunum og
beiggjanum, sum er nøkur
ár yngri. Pápin er vanligur
arbeiðsmaður, men meðan
børnini vóru smá, sóu tey
lítið til hann, tí hann hevði
langar arbeiðsdagar.
Mamman hevur alt tað Jul-
ia kann minnast verið sál-
arliga sjúk. Hon hevur
ongantíð knýtt seg til
dóttrina, har hevur eingin
móðurkærleiki verið, og
tíðliga og seint hevur
mamman trúttað niður í
Juliu, at hon er eitt haft um
beinið, at hon aldri skuldi
verið fødd, og at eingin
dugur er í henni.
- At mamma er sálarliga
sjúk hevur verið ræðuliga
hart fyri okkum systkin, og
frá tí eg minnist, havi eg
verið noydd at gjørt mær
greitt, at hon fór ikki altíð
at vera hjá okkum. Hon
hevur verið innløgd í fleiri
mánaðir í senn, onkuntíð
eitt hálvt ár, og vit systkin
fingu aldri nakað at vita.
Sum barn skilti eg ongan-
tíð, hvat bagdi mammu,
hví hon var so sjúk, og
hvussu eg skuldi vera
ímóti henni. Og altíð havi
eg verið bangin fyri at
enda sum hon.
Eingin móðurkærleiki
Kenslan at føla seg einsa-
malla í verðini, hevur fylgt
Juliu alt lívið. Og nú prátið
er komið í gongd, gerst
greitt, at hon hóast sína
unga aldur er rættiliga til-
vitað um tað, henni hevur
verið fyri í barnaárunum
og ikki minst um tey djúpu
spor, tað hevur sett í hana.
– Saknin av kærleika føli
eg hvønn dag, eins og eg
hvønn dag siti við spurn-
inginum, hví eingin hjálpti
mær. Mamma hevur ong-
antíð víst, at hon er góð
við okkum, har hevur eing-
in kærleiki verið, og eg
havi ongantíð følt, hvat tað
vil siga at hava eina
mammu. Pápi hevur verið
ein góður pápi, hann hevur
roynt at stuðla okkum og
verið góður við okkum,
men hann hevur verið so
upptikin av arbeiði, at
hann ongantíð hevði tíð til
okkum. Og tað eru ting, eg
ikki hevði hug at siga við
hann, sum eg kundi havt
sagt við mammu, sigur
Julia.
Meðan mamman var
innløgd, tók pápin sær av
børnunum sum frægast. Í
fleiri tíðarskeiðum hevur
hon verið ein kastibløka
ímillum fjarskotnar limir í
familjuni, válað úr einum
parti í landinum til ein
annan.
– Eg visti aldri, hvussu
leingi, eg skuldu vera á
einum stað, og tí vildi eg
ikki knýta meg til fólkini,
sum tóku sær av mær. Tað
var tað lættasta.
Julia og beiggin megna
ikki at tosa um teirra fel-
ags lagnu, og hon hevur
lítið og einki samband við
beiggjan, og kemur ógvul-
iga sjáldan í barndóms-
heimið.
– Eg eri meiri kenslusom
enn beiggi mín, havi lætt-
ari við at gráta og tosa um
mína fortíð, meðan beiggi
mín hevur alt inni við seg
sjálvan, er ógvuliga kaldur
og ringur at koma inn á.
Hann vil treyðugt tosa um
nakað, og er ein stillur
drongur. Soleiðis havi eg
eisini verið, til eg ikki
kláraði tað meir. Vit hava
ikki so nógv samband, tí
eg havi ikki rættiliga álit á
tey, kanska tí tey minna
meg á tað sum eg ræðist.
Forfylgd av
sjálvmorðstankum
Líka síðani Julia var fimm
ára gomul, hevur hon ging-
ið við sjálvmorðstankum.
Og tvær ferðir hevur hon
roynt at beint fyri sær
sjálvari. Fyrru ferð sum 14
ára gomul við sovitablett-
um og seinnu ferð sum
sekstan ára gomul, har hon
royndi at skera pulsæðrina
av.
– Eg hoyrdi alla tíðina
onkran siga við meg, at eg
skuldi gera av við meg
sjálva. Eg orkaði ikki at
liva meira, eg ætlaði veru-
liga ikki at vakna aftur.
Men onkur hevur funnið
meg, og á sjúkrahús kom
eg báðu ferð. Eg visti ikki
til mín, fyrr enn eg lá á
psykiatrisku deild.
Um hetta mundið sum
tannáringur verður Julia
greið yvir, at hon hevur
verið kynsliga misnýtt sum
smágenta. Ikki fyrr enn
hon sjálv fyrstu ferð er í
song við einum dreingi, er
hetta henni greitt.
– Eg visti, at eg onkus-
vegna hevði upplivað hetta
kynsliga sambandið fyrr,
pínuna og kensluna. Tíðar-
skeiðið frá eg var sjey ára
gomul til eg var tólv ár
minnist eg ikki. Tað er
fullkomiliga burtur í mín-
um hugaheimi. Men mis-
nýtslan er farið fram áðr-
enn, frá eg var fimm til eg
var uml. seks-sjey ára
gomul, greiðir Julia frá.
Tað var ein sokallaður
góður vinur í familjuni,
sum framdi illgerðina
ímóti Juliu. Hann var ofta í
heiminum, nærum gerand-
isgestur, og av tí at hann
var tannáringur, var tað
eingin sum gáaði eftir, at
hann var á loftinum saman
við Juliu.
- Síðani eg var fimm ára gomul, havi eg hugsað um at dripið meg sjálva. Tíðliga og seint hevur mamma trúttað niður meg,
at eg eri eitt haft um beinið, og at eg aldri skuldi verið fødd. Hví skuldi eg liva, tá ið hon ikki vildi hava meg. Samstundis
eri eg bangin fyri at doyggja og bangin fyri at liva, sigur Julia, ið er ung kvinna av bygd, sum hvønn dag stríðist við
avleiðingarnar av vantandi umsorgan, kynsliga misnýtslu, ræðsluherðindum og øðrum
Hví hjálpti eingin mær, tá ið eg var lítil
- At mamma er sálarliga sjúk hevur verið ræðuliga hart fyri okkum systkin, og frá tí eg minnist, havi eg verið noydd at gjørt mær
greitt, at hon fór ikki altíð at vera hjá okkum, sigur Julia.
Mynd: Jens Kristian Vang
»Tað pínir meg framvegis, at eg lat sonin
frá mær, men eg veit, at hann hevur tað
gott, har hann er. Onkuntíð spyr hann,
hví eg ikki vil hava hann hjá mær alla tíð-
ina, og eldri hann verður, meiri óskiljandi
verður tað fyri hann, at eg ikki kann hava
hann«
Sosialurin Nr. 86 - 5. mai 2001
7
– Hetta var eitt spæl,
sum hevði sínar egnu regl-
ar, og eg hugsaði aldri um
at siga tað fyri nøkrum,
minnist Julia á.
Ikki fyrr enn Julia var
sekstan ára gomul, segði
hon foreldrunum frá, hvat
henni hevði verið fyri sum
barn.
– Tey trúðu mær ikki.
Søgdu, at eg hevði ein vill-
an fantasi. Vit hava ongan-
tíð aftur tosað um tað, men
í dag trúgva tey mær.
Hesin, ið framdi kynsl-
iga ágangin ímóti Juliu, er
ikki meldaður, hóast hon
mangan hevur umhugsað
tað.
– Mín dreymur er at siga
honum, hvat hann hevur
gjørt ímóti mær, hvussu
nógv hann hevur oyðilagt
fyri meg bæði sálarliga og
likamliga.
Bløðandi sár
Misnýtslan hevur ført við
sær, at Julia hevur fingið
eina bronglaða mynd av
sínum kroppi og sær sjálv-
ari. Hon torir illa at vera
ímillum fólk, serliga um
dagin, og hon ræðist myrk-
ur.
– Misbrúkið er ikki tað
ringasta. Tað ringasta eru
avleiðingarnar, sum liggja
sum eitt bløðandi sár innan
í mær. Eg eri bangin fyri at
doyggja og bangin fyri at
liva. Bangin fyri, at fólk
síggja ígjøgnum meg, at
tey vita alt um meg, at
okkurt er galið við mær, at
eg eri skitin, at eg eri ljót
og tjúkk. Eg góðtaki als
ikki, hvussu eg síggi út, og
tað eru dagar, eg bara kann
liggja í seingini. Serliga tá
ið drongur mín er burtur í
arbeiðsørindum. Alt er eitt
sindur betri, tá ið hann er
heima. Nú fyrst saman við
honum veit eg, hvat kær-
leiki er.
Øll vistu
Umstøðurnar heima hjá
Juliu og beiggjanum vóru
ikki ókendar í bygdini.
Heilsusystirin, sum javnan
kom inn í heimið at kanna
mammuna og hvussu
nógvan heilivág, hon
skuldi hava, sá og visti,
hvussu børnini vórðu for-
sømd, og hvussu illa tey
vóru fyri í allar mátar. Eis-
ini barnaverndin á staðnum
visti, hvat gekk fyri seg, tí
tveir limir í barnaverndini
vóru góðir vinir hjá familj-
uni. Men eingin gjørdi
nakað, eingin hoyrdi neyð-
arrópini frá Juliu og
beiggja hennara.
– Barnaverndir í lítlum
bygdum grípa ikki inn í
familjur, tey kenna. Tey
hava kanska hugsað, at tey
kunnu einki gera, tí mað-
urin í húsinum hevur aldri
gjørt nakað galið. Pápi var
góður við okkum, men eis-
ini hann átti at havt sæð, at
vit liðu undir sjúkuni hjá
mammu. Eg bað ongantíð
beinleiðis um hjálp, men
allíkavæl átti barnaverndin
havt bjóðað onkra hjálp,
kanska onkran stuðul í
heimið, meðan mamma var
sjúk soleiðis, at onkur var
heima. At onkur var har.
So gott sum altíð havi eg
verið einsamøll.
– Í skúlanum varð eg øg-
iliga illa argað, tí eg hevði
eina sjúka mammu, men
heldur ikki skúlin gjørdi
nakað. Og fyri at verja
meg ímóti øllum, lat eg
aftur fyri øllum og lat ong-
an nærkast mær. Eg bygdi
ein múr rundan um meg.
Eg var bara til uttan at liva.
Inni við meg sjálva hevði
eg tað ræðuligt. Eg tordi
ikki at vera einsamøll, tí
fekk eg ein tjans, gjørdi eg
sjálvmorð, greiðir Julia frá.
Barnaverndir eiga ikki at
verða mannaðar við fólki á
staðnum, heldur Julia.
– Verða tær framhald-
andi tað, verður ov lítið
gjørt fyri at hjálpa teimum,
sum hava brúk fyri hjálp.
Tað undrar meg, at tað
yvirhøvur er lógligt.
Beiggi mín og eg hava
beinleiðis liðið undir, at
limir í barnaverndini í míni
heimbygd kenna ov væl
míni foreldur.
Ung mamma
Sum 19 ára gomul átti Jul-
ia ein son. Hon fekk eina
álvarsliga føðipsykosu.
– Eg gleddi meg ikki, tá
ið eg gekk við honum,
men helt kortini, at barnið
fór at broyta mítt lív, gera
alt betri og fáa skil á mítt
lív, og tað royndi drongur
mín eisini at sannføra meg
um. Men eg knýtti meg
ongantíð til hann, meðan
eg gekk við honum, og tá
ið eg fekk hann í føvningin
fyrstu ferð, føldi eg eina
stóra sorg. Hvussu skuldi
eg duga at føla nakran
kærleika, tá ið eg ongan
havi fingið sjálv. Meðan eg
lá við pressiverkjum,
gjørdist mær týðiligari
greitt, hvat eg hevði verið
út fyri, tá ið eg var mis-
nýtt. Og tað kláraði eg ikki
at fata.
Julia bað til fánýtis um
hjálp frá heilsusystrini á
staðnum, barnaverndini,
lækna og øðrum.
– Eingin lurtaði, og
eingin tók meg í álvara,
sjálvt um eg rópti um
hjálp. Tey søgdu bara, at
tað eg føldi var púra vanl-
igt við fyrsta barninum.
Men einki var vanligt, tí eg
orkaði ikki so frægt sum at
taka mær av honum og
vildi einki hava við hann at
gera. Tað eg hevði brúk
fyri var sálarfrøðilig hjálp,
ráðgeving og stuðul. Øll
kunnu fáa føðipsykosu, og
varð tað staðfest í mínum
føri, hevði nógv verið øðr-
vísi í dag.
Ein ring avgerð
Tað var mest sum bara
drongur Juliu, sum tók sær
av soninum, teir gjørdust
skjótt tætt knýttir, og tá ið
sonurin var árs gamal, fóru
foreldrini hvør til sítt. Og
um hetta mundið kom
barnaverndin brestandi upp
í leikin, og Julia og sonurin
komu á Barnaheimið, har
tey vóru í eina tíð.
– Hetta var ein ræðuliga
hørð og strævin tíð. Ístaðin
fyri hjálp og stuðul, fekk
eg alla tíðina mótspæl, og
eg slapp ongantíð at vísa,
at eg kundi læra. Eg nokt-
aði ongantíð fyri teimum,
at eg ikki orkaði at hava
sonin hjá mær, og eg dugdi
væl at síggja, at eg hevði
stórar trupulleikar. Men
Barnaheimið vildi hava
meg at lata sonin til fost-
urs, og tað vildi eg ikki.
Umstøðurnar á Barna-
heiminum vóru ikki heiml-
igar, heldur Julia. Alt ov
nógv fólk, starvsfólk og
børn, sum koma og fara.
Men sonurin mentist nógv,
meðan hann var á Barna-
heiminum, hann gjørdist
ein glaður drongur við
sjálvsáliti, og fyri Juliu
gjørdist tað so líðandi
greitt, at hon mátti taka
eina avgerð, hvat henda
skuldi soninum. Og tað var
ikki nøkur løtt avgerð at
taka. At lata sonin vaksa
upp hjá pápanum.
– Ein og hvør mamma,
sum elskar sítt barn, vil tí
tað besta. Elskaði eg hann
ikki, kundi eg bara lagt
líka í, hvussu hann hevur
tað, og hvar hann er. Eg
vildi honum tað besta, men
megnaði ikki at geva hon-
um tað, tí eg hevði so nógv
at arbeiða við inni í mær
sjálvari. Eg forsømdi hann
alla tíðina, og eg ivist ikki
í, at hann kennir seg svikn-
an av mær.
Julia sær sonin annað
hvørt vikuskifti.
– Vit hava tað gott sam-
an nú, men hava enn lang-
an veg eftir at byggja
sambandið upp okkara
millum. Um hann nakran-
tíð aftur kemur at vera hjá
mær burturav, veit eg ikki.
Kanska seinni í lívinum.
Tað verður upp til hann.
– Tað pínir meg fram-
vegis, at eg lat hann frá
mær, men eg veit, at hann
hevur tað gott, har hann er.
Hann kennir seg ikki heilt
tryggan hjá mær enn, og
veit ikki, um og nær eg vil
hava hann hjá mær. Onk-
untíð spyr hann, hví eg
ikki vil hava hann hjá mær
alla tíðina, og eldri hann
verður, meiri óskiljandi
verður tað fyri hann, at eg
ikki kann hava hann.
– Tá ið eg tók avgerðina
at lata hann til pápan,
hugsaði eg aldri, hvat fólk
fóru at hugsa. Men tað
gera foreldrini hjá mær,
sum als ikki skilja, at eg
ikki havi hann hjá mær.
Tað snýr seg ikki um, hvat
fólk halda, men hvat er
best fyri sonin.
Hesa ferð eydnast tað
Julia er aftur við barn og
skal eiga eina ferð í summ-
ar. Vit kunnu ikki lata vera
við at spyrja, hvussu tað
kennist, og hvussu tað
verður hesu ferð.
– Tankin um enn eina
føðipsykosu ræðir meg,
eisini ábyrgdin, sum fylgir
við at fáa eitt barn. Tá ið
eg havi ein ringan dag,
hugsi eg besta loysnin
hevði verið at burtættleiða
barnið. Men eg rokni ikki
við, at tað er sannlíkt, at eg
aftur fái eina føðipsykosu,
tí alt er øðrvísi hesa ferð.
Eg gleði meg til barnið, eg
hugsi meiri positivt og havi
størri mót. Hesa ferð fari
eg at klára tað. Eg havi
longu knýtt meg til barnið,
greiðir Julia frá.
Tað skilst á prátinum hjá
Juliu, at hon ikki er ókend
í sálarfrøðini. Eftir at hon
hevði roynt at beint fyri
sær sjálvari tvær ferðir,
hevur hon verið til sam-
røðu hjá nógvum psykiat-
arum og sálarfrøðingum,
uttan at hon er hjálpt nak-
að serligt.
– Allir siga, at eg fái tað
betri við tíðini, men tað er
eingin hjálp at fáa at vita.
Fyri lítlum ári síðani
gjørdist greitt fyri mær
sjálvari, at okkurt álvar-
samt mátti gerast fyri at eg
skuldi fáa tað betri. Eg
byrjaði at lesa alt eg fekk
fatur á av lesnaði um
ræðsluherðindi, kynsliga
misnýtslu, vantandi um-
sorgan og annað, eg kundi
kenna meg aftur í. Sjálvt
um tað í byrjanini var ringt
at lesa hetta, hevur tað
hjálpt mær. Eg føldi veru-
liga, at hetta vóru bøkur,
sum vóru skrivaðar um
meg. Síðani eri eg farin at
skriva dagbók um, hvat eg
eri bangin fyri og hví. At
seta orð á, hvat eg havi
verið fyri, hjálpir.
Julia tekur ein dag í
senn, gongur til sálarfrøð-
ing, og hóast hon ikki hev-
ur góðar royndir av slíkum
higartil, eru vónirnar til ta
ráðgevingina góðar hesa
ferð. Samstundis hevur
hon støðugt samskifti við
kommunulæknan, sum
javnan ringir og spyr,
hvussu hon hevur tað.
Drongur hennara, sum
helst ikki vil vita ov nógv
um tað, Julia hevur verið
fyri, er góður stuðul eins
og góðir vinir, ið eru um
hana hvønn dag.
– Uttan tey hevði eg
einki megnað.
Mamma Juliu er fram-
vegis sjúk, tað fer hon altíð
at vera, sigur Julia, men nú
Julia er vaksin, eru tær
byrjaðar at nærkast hvørji
aðrari eitt sindur.
– Tað gongur ógvuliga
seint, tí hon er so sjúk og
tekur so nógvan heilivág.
Hóast hon veit, at eg havi
tað ringt við meg sjálva, og
at eg havi brúk fyri at tosa
við hana um ymiskt, sum
er hent, klárar hon tað ikki.
Eg má bíða til hon fær tað
betri.
Í løtuni er Julia arbeiðs-
leys, og tað er ikki gott
fyri hennara sálarstøðu.
– Eg havi brúk fyri at
vera í gongd, soleiðis at
tankarnir í høvdinum ikki
taka yvirhond. Sjálvmorðs-
tankarnir koma onkuntíð,
men eg veit allíkavæl, at
eg drepi ikki meg sjálva.
At eg havi verið misnýtt
fer at fylgja mær alt lívið,
men eg hopi ein dag at fáa
tað betri. Samstundis sum
eg havi latið upp fyri hes-
um partinum í mær, er tað
verri at bera. Tað er sum at
uppliva tað aftur, sigur Jul-
ia at enda.
»Misbrúkið er ikki tað ringasta. Tað
ringasta eru avleiðingarnar, sum liggja sum
eitt bløðandi sár innan í mær. Eg eri bangin
fyri at doyggja og bangin fyri at liva«
- Tað var ræðuliga hart og strævið at vera á Barnaheiminum. Ístaðin fyri hjálp og stuðul, fekk eg alla tíðina mótspæl, og eg slapp
ongantíð at vísa, at eg kundi læra, sigur Julia.
Mynd: Jens Kristian Vang